Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 6. november 1976 sosialurin Havnin fær svimjihøll Nú eru tað ikki bert klaksvíkingar, sum sleppa at reypa sær av stórari svimjihøll — endiliga fær høvudsstadurin sína Nú fer helst ikki so long tid at ganga til Havnin fær eina nýggja svimjihøll. Og tað er harðliga brúk fyri henni. Skúla- stjórnin góðtók á fundi týsdagin projektið, sum Tórshavnar bý- ráð hevur lagt fram. Somuleiðis gav skúlastjórnin viðmæli til tey vanligu lán og studningsveitan ir, sum møguleiki er fyri at fáa frá landskassanum og danska statinum. Í Havn er bert tann eini svimjihylurin. Hann er ikki innilokaður og er tí stongdur ein part av vetrinum. Hylurin í Gundadali varð bygdur mið- skeiðis í hálvtrýssunum og varð tikin í brúk í 1959. Talan hevur ofta verið um at inniloka hann, men tað varð ongantíð av nøkrum. Í dag er hylurin alt ov lítil. Ov lítil hevur hann verið alla tíðina, men nú ber av. Heldur ikki er hann tíðarhóskandi og elli er farið at síggjast á honum. Norðan fyri fótbóltsvellin Leivur Johannesen, formaður í stadionnevnd Tórshavnar bý- ráðs, sigur, at høllin skal byggj- ast norðan fyri tann nýggja fótbóltsvollin í Gundadali. Ella á nøkurlunda somu leið, sum tann fyrsti hylurin lá. Leivur Johannesen sigur, at hetta er eitt úrslit av arbeiði- num hjá núsitandi stadion- Frá FM-kappsvimjingini í svimpihylinum í Gundadali í summar. Um nøkur ár verður eisini hevi til at venja um veturin nevnd. Tað er eisini hevndan í Gundadalshylinum í summar er nevndin, sum hevur fingið gjørt nýggja fótbóltsvellin í Gunda dali, sum varð tikin í brúk í vár. Fýra hyljar Stadionnevndarformaðurin sig- ur, at høllin verður 2.480 kvm. til støddar. Hyljarnir verða fýra i tali. Ein hylur til kappsvimj- ingar, sum verður 50 metrar til longdar, ein hylur til at læra at svimja í, ein hylur til smábern og ein djýpur hylur til kaving frá vippum. 71.000 í hylinum í ár Talið av teimum vitjandi i knappliga 71.000. Svimjihylur- in lat aftur 1. november. Flest fólk vitjaðu hylin í mei mánaða, tá 14.000 vóru úti í hylinum. Tann næstbesti mánaðin var september, tá 12.000 fólk vitj aðu hylin. Valið hevði helst verið hægri, um ikki starvsfólkið hjá Tórs havnar kommunu hevði verið i verkfalli í juni. Tann mánaðin vóru bert um 6.000 sum svumu. Eins og vanligt hevur verið eru baðstovurnar opnar um veturin. Væntandi eru tær klár ar at taka í brúk í næstu viku. Baðstovurnar eru opnar seinra- part miku-, hós- og fríggjadag. Nordborg størstu landing- ina uttanlanda i oktober Tilsamans er landad fyri knappar 80 mill. kr. uttanlanda. Hetta er ein vøkstur uppá góðar 27 mill. kr. Nordborg hevdi størstu land ingina av sildaskipunum i okt ober månada. Tilsamans hevur Nordborg selt fyri 980.577 kr. Veidan var tilsamans 855.671 kg. Tann besta túrin landaði Nordborg 427.544 kg fyri 523.398 kr. Nordborg landadi triggjar ferdir i oktober. Krúnborg hevur selt fyri 931.307 kr., meðan Jupiter hevur selt fyri 928.203 kr. Christian í Grótinum sum hevur landa fyri 189.766 í Hirtshals í oktober mánaða Virði av ollum landingunum bæði í Danmark og Bretlandi var 5.887.420 kr. Nogdin var 3.825.658 kg. Mest varð landað avsild til matna. Tilsamans fyri 3,2 mill. kr. av sild til matna fyri 13.000 kr Av makreli til matna varð landað fyri 2,1 mill. kr. Av makreli til ídnað var virði fyri knappliga 0,4 mill. kr. Virðið av brislingsveiðuni var fyri bæði brisling til matna og ídnað knappliga 90.000 kr 27 milliónir metra enn 1975 Tilsamans hava sildaskipini landað uttanlanda fyri knapp liga 80 mill. kr í ár, og er tað góðar 27 mill. kr. landing januar-oktober meira enn virðið av unum fyri sama tíðarskeið í fjør Veiðan tilsamans er 91.587.878 kg og er tað 38.221.641 kg meira enn veiðan fyri tíðarskeiðið januar-oktober 1975 Síða 3 bøkur og SET Skulabøkur fyri 100 kr. Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út eina lestbók til 3. real og eima lestbók til 7. skúlaár. Bokurnar eru ógvuliga snotuligar í útsjónd men kostnaðurin er eisini 95 kr. Tvær nýggjar lesibøkur í móðurmálinum eru komnar út Bokurnar eru livandi. Tær eru greitt settar upp og prýddar við myndum. Bókin til 3. real við fotomyndum av Ásmundi Poulsen, meðan bókin til 7. skúlaár er prýdd við tekningum av ymiskum føroyskum teknarum. Permumyndina hevur Frits Johannesen teknað. Tilfarið í bókini er fyri 'størsta partin av uppruna bæði prosa og yrkingar. Eitt sindur er av útlendskum umsett til foroyskt. Harafturat eru nakrar meira upplýsandi greinir, t.d. um fagrar bókmentir. Inngangs greinina hevur Jørgen-Frantz Jacobsen skrivað Eitt egið fólk. Bókin er skipað í átta bólkar og aftast í bókini er frásogn um teir ymisku rithovundarnar. Mest fakta skald skapurin verður ikki lýstur, ei heldur eru nakrar frágreiðinga! o.a., sum helst høvdu havt áhuga hjá foreldrum og leikfólki, ti her hava fólk høvi at lesa brot úr føroyskum skaldskapi, næstan bert finnst í teimum upprunaligu og at skulu ogna sær alt er mest sum ov mikið foroyskum sum annars verkunum hjá teimum allar flestu. Lesibókin til 7. skúlaár er býtt upp í 10 partar. Eisini hevur bókin nakrar síður við íslendskum tilfarið. Bókina til 3. real hava Jóhs. Enni, J P. Heinesen J. Henriksen, S. Niclasen og Johs. A. Næs lagt til rættis, meðan Jóhs. Enni, Johs. A. Næs, J. Henriksen, E. Samuelsen, O. av Steig og P.J. Sigvardsen hava skipað fyri bókin til 7 skúlaár. Í tí seinri saknast eitt yvirlit yvir rithevundarnar Eingin føroysk békmentasøga upp til dagin idag finnst Kostnaðurin av bókunum er hegur. At skulu geva 95 kr fyri eina bók hjá foreldrum, sum hava fleiri born, um fleiri bøkur eru so dýrar, er ógvuliga nógv Ikki tí, kostnaðurin er helst ikki framleiðsluútreiðslurnar, men er tað rætt, at næmingar skulu lata so nógv fyri eina skúlabók í barnaskúlanum ? Her er neyðugt við eini nýhugsan og nýskipan! stórur í mun (til Lýsið í sosialinum