hósdagur 27. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 27. juni 2002
25
Føroysk ítróttafólk
kunnu í framtíðini
vænta sær ófráboðaða
vitjan av dopingser-
frøðingum. Eini 15-20
royndir skulu takast
árliga
DOPING
Páll Holm Johannesen
Týsmorgunin varð so enda-
liga dopingavtaluna millum
ÍSF og Anti Doping Dan-
mark undirskrivað. Í sam-
band við samstarvsavtaluna
var formaðurin í Anti
Doping Danmark, Bengt
Saltin,
komin
upp
til
Føroya at greiða frá virk-
seminum hjá felagnum.
Formaðurin væntaði, at a-
vtalan fór at hjálpa føroy-
ingum at koma ígongd við
dopingkanningum og dop-
ingfyribyrging.
Formaðurin í ÍSF, Heðin
Mortensen, segði við Út-
varpið, at hetta var ein
stórur dagur fyri ítróttina,
nú avtalan var komin undir
land. Hann legði eisini dent
á, at samstarvsavtalan er
liður í eini menning, sum
skal tryggja føroyingum
neyðuga førleikan til sjálvir
at standa fyri kanningunum
í framtíðini.
15-20 royndir um árið
Ætlanin er, at fólk úr Dan-
mark skulu koma til Føroya
tvær til tríggjar ferðir árliga
at taka royndir av føroysk-
um ítróttafólkum. Talan er
um roynd fólk, ið hava
serkunnleika á dopingøkin-
um.
Føroyingar kunnu vænta
sær, at eini 15-20 royndir
verða tiknar um árið. Ser-
frøðingarnir hava rætt til
bæði at koma til venjingar-
nar og tá ítróttafólkið dyst-
ast. Verður persónur tikin
og noktar at luttaka í
dopingroyndini,
verður
dopingroyndin tulkað sum
positiv.
Viðurskiftini millum tann
innkallaða og dopingfólkini
fara fram í fullum trúnaði.
Báðir partar skulu undir-
skriva avtalu um tagnar-
skyldu,
so
personliga
trygdin verður varðveitt
Tann innkallaði verður ikki
viðgjørdur eftir navni, men
fær eitt journalnummar.
Eftir
dopingroyndina
verða úrslitini send til
Noregs, har tey á kann-
ingarstøð verða viðgjørd.
Tá úrslitið av royndunum
fyriliggur, fær ein eftir-
litsnevnd í Føroyum tey.
Eftirlitsnevndin útgreinar
so úrslitini og avgerð, um
víðari skal farast við málin-
um. Er eitt brot framt, verð-
ur dopingnevndini boða
frá.
Dopingnevndin tekur so
støðu til, hvussu dómurin
ljóða. Kennir ítróttafólkið
seg ikki rættvíst viðfarið,
kann dómurin kærast til ein
ítróttadómstól.
Eftirlitsnevndin, doping-
nevndin og ítróttadómstólin
hevur stjórnin hjá ÍSF
mannað. Eftirlitsnevndin
telur seks limir, og er
mannað av læknum og far-
maceutum. Dopingnevnd-
ina hevur ÍSF mannað við
juristum og læknum. Fólk-
ini, ið eru sett í Ítróttadóm-
stólin, hava øll løgfrøðis-
liga bakgrund.
Vilja ikki spæla politi
Heðin Mortensen, formað-
ur í ÍSF, sigur, at ÍSF við
nýggju samstarvsavtaluni
ongar ætlanir hevur um at
spæla politi hjá ítrótta-
fólkunum. Hann vísir á, at
endamálið er at kunna um
vandan av doping og at
tryggja, at fyribyrgingar-
arbeiðið verður so væl úr
hondum greitt sum gjørligt.
– Vit ætla okkum at umseta
faldarar um doping og tann
vegin koma inn á skúlarnar,
sigur Heðin Mortensen.
Ítróttafeløgini kunnu eisini
vænta sær vitjan, tí stendur
tað upp til Heðin Morten-
sen, so skulu ungdómsvenj-
arar kring landið kunnast
um dopingvandan. Heðin
Mortensen vónar, at man
fangar varhugan hjá børn-
unum við doping á ungum
aldri, og at skúlarnir og
ítróttafeløgini fara at gera
sítt til við kunningararbeið-
inum.
Nr. 120 • hósdagur • 27. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Onki ítróttafólk skal
kenna seg tryggan,
og longu í ár verða
dopingkanningar
gjørdar
DOPING
Páll Holm Johannesen
Tað verða ongin undantøk,
nú donsk dopingfólk fara
runt landið at vitja føroysk
ítróttafeløg. Alt frá golf til
fótbólt kann vænta sær
vitjan, bæði undir venjing
og til dyst.
Framferðarhátturin
verður meinlíkur tí, ið vit
kenna frá øðrum norðan-
londum. Í norðanlondum
fer man heilt niður í 3-4
deild í teimum ymisku
ítróttargreinunum og ger
kanningar. Um hetta eisini
verður framferðarhátturin
í Føroyum, sigur Heðin
Mortensen, formaður í
ÍSF, at ætlanin er at fylgja
teimum
norðurlendsku
lógunum, og, at ongin skal
kenna seg heilt tryggan.
Heðin Mortensen sigur
víðari, at allar doping-
kanningarnar vera ófrá-
boðaðar og lagt verður til
brots longu í ár.
Allar ítróttagreinar raktar
Nú er at ansa sær!
Bengt Saltin frá Anti
Doping Danmark ivast
ikki í, at avtalan, sum nú
er undirskrivað, kann
verða til stórt gagn fyri
føroyskan íttrótt
Súkkluúrslit
Úrslit frá kappsúkklingini á
sundalagsstevnuni
Menn
Nr.
Navn
Tíð
1.
Sverri M. Edvinsson
55.05
2.
Eli Christiansen
56.57
3.
Esmar Joensen
58.00
4.
Beinir Rasmussen
58.17
5.
Kári Simonsen
1.00.13
6.
Geyr Gilsteinsson
1.11.47
Unglingar:
1.
Dánjal Michealsen
1.08.42
Dreingir 12 til 14 ár:
1.
Hans Krosstein
3.08
2.
Bergur Johansen
3.32
3.
Rúni Bláfoss
3.58
4.
Torkil Weyhe
3.59
5.
John Mortensen
4.30
Dreingir 9 til 11 ár:
1.
Finnur Mellemgaard
4.10
2.
Rani G. Jacobsen
4.14
3.
Niels Christiansen
4.27
4.
Magnus Joensen
4.41
5.
Atli Carlsson
4.47
6.
Pætur Unasson
6.54
Dreingir 6 til 8 ár:
1.
Áki Olsen
5.24
Gentur 9 til 11 ár:
1.
Sára Olsen
4.39
Sundalagsstevnan var
í vikuskiftinum, og
fyri triðju ferð í
hesum kappingar-
árinum stóð Grand
Prix súkkling á
skránni. Sverri M.
Edvinsson hevði ein
góðan dag og koyrdi
ein tryggan sigur
heim
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Sundalagsstevnan
var
hildin í Hósvík í ár, og tí
avgjørdi
Tórshavnar
Súkklufelag
at
koyrast
skuldi einkultstart. Tá koyrt
verður einkultstart fer ein
og ein súkklari avstað, og
sum oftast er ein minuttur
millum hvønn súkklara.
Súkklarin hevur onki at
meta seg eftir og koyrir í
fyrstu siftu kapp ímóti
klokkuni. Vinnarin er tann,
ið hevur koyrt teinin skjót-
ast.
Koyrt bleiv frá Hósvík,
gjøgnum
Norðskála
til
Ljósáir har vent bleiv. Leið-
in gekk so sama veg aftur
til Hósvíkar. Teinurin er
rættiliga góður til einkult-
start og teinurin mátaði
35,1 km.
Sverri til dystin fúsur
Tað var ein væl upplagdur
Sverri sum setti seg á
súkkluna leygardagin kl.
12. Hann traðkaði væl á
pedalurnar - koyrdi í einum
passaliga tungum geari - og
megnaði tí at koyra við
einari góðari ferð allan
samlan vegin. So væl gekk,
at tá hann kom á mál vísti
meðalferðin 38,2 km/t, og
er hetta eitt rættiliga gott
úrslit á einum so langum
teini.
Sigurin hjá Sverra var tí
tryggur og vann hann við
umleið 2 minuttum á nr. 2,
sum gjørdist Eli Christian-
sen.
Eli koyrdi eisini væl í
góðveðrinum leygardagin.
Silvurið leygardagin var
triðja silvurið sum Eli
hevur ognað sær í Grand
Prix
kappingingunum
higartil, og liggur hann nú á
odda við 102 stigum.
Bronsuna
fór
Esmar
Joensen við, og hann súkkl-
aði teinin uppá 58 minuttir.
Við
triðja
plássinum
tryggjaði Esmar sær 30 stig
og liggur hann nú saman-
lagt á einum deildum 2.
plássi saman við Gunnar
Dahl-Olsen. Báðir hava teir
80 stig.
Børnini koyrdu eisini
einkultstart
Teir yngru súkklararnir
koyrdu eisini einkultstart,
men var teinurin væl styttri
enn hjá teimum vaksnu
súkklarunum.
Teinurin var stuttur, men
sanniliga var hann tungur
fyri luttakararnar. Koyrt
bleiv frá vendiplássinum
hjá bussleiðini og langt
niðan í bygdina - til norð-
asta rulluportrið - og oman
á mál aftur. Teinurin var
umleið 1,5 kilometur.
Aftur hesa ferð gekk væl
hjá Hans Krosstein og enn
eina ferð vann hann ein
tryggan sigur í bólkinum
12 til 14 ár.
Í bólkinum 9 til 11 ár
mátti vinnarin á Eystan-
stevnu taka til takkar við
einum 2. plássi eftir at
Finnur Mellemgaard fór
við sigrinum. Tætt var tó
millum Finnur og Rana,
men munin átti Finnur sum
vann við trimum sekund-
um.
Kappast verður longu
aftur á Jóansøku, og tá
stendur
Býarkoyring
á
skránni. Koyrt verður mill-
um annað á tiltiknu Kross-
lábrekkuni.
Børn og ung sleppa eisini
at royna seg. Telmelding
verður á staðnum, og lýst
verður í Jóansøkuskránni
nær kappingin byrjar.
Sigurin á HB hevði
við sær, at B36-
kvinnurnar enda á
øðrum plássi í
kvinnudeildini , og
fáa 2 stig við í
endaspælið
KVINNUFÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Í einum ikki serliga væl-
leiktum dysti týskvøldið
millum havnarfeløgini B36
og HB, vann B36 2-1, eftir
hálvleiksstøðuna 1-1. Nak-
að av vindi var í Gunda-
dali, og hetta darvaði spæl-
inum nakað, og liðini bæði
høvdu torført við at fáa
flótandi spælið at koyra,
Í fyrra hálvleiki leikti
javnt á, og møguleikar vóru
á bæði mál. Miðskeiðis í
fyrra hálvleiki gjørdist
Súsanna Hansen leys við
HB-málverjanum,
men
HB-málverjin,
Randi
Wardum, bjargaði meist-
araliga. Løtu seinni lá betur
fyri hjá Súsonnu, rang-
støðufellan hjá HB-verjuni
miseydnaðist, og Ása á
Neystabø streyk avstað, og
ósjálvsøkin legði bóltin fyri
føturnar á Súsonnu, ið
ótarnað kundi seta bóltin í
netið.
HB svarar aftur
Ikki gekk long tíð, áðrenn
HB-kvinnurnar
svaraðu
aftur. Fáar minuttir eftir
B36-leiðsluna
eydnaðist
tað Ásu úr Dímun at javna.
Eyðfríð Kristiansen brýtur
ígjøgnum í vinstra borði og
leggur innfyri, har Ása úr
Dímun í tveimum umførum
at fáa bóltin handan B36
málverjan. Javnleikur varð
eisini hálveiksstøðan.
Ikki var seinni hálvleikur
meir enn byrjaður, so lá
bólturin aftur í HB-mál-
inum. B36 vinnur sær
hornaspark, ið Arnbjørg
Danielsen skjýtur. Eftir eitt
hálvkiksað
hornaspark,
kemur bólturin útaftur til
Arnbjørg, ið leggur innfyri
enn einaferð, har Selma
Erol setur høvdið á til eina
2-1 leiðslu. Eftir málið
hevði HB ringt við at fóta
sær, tó so, at tær onkra
hendingaferð lógu framvið
at javna. B36 hevði eisini
nøkur skot á HB málið í
seinna hálvleiki, tó uttan, at
nakað spurdist burturúr.
Við sigrinum á HB endar
B36-kvinnurnar á øðrum
plássi, og fáa tvey stig við í
endaspælið, meðan HB-
kvinnurnar enda á tridja
plássi, og fáa eitt stig við
sær í endaspælið.
B36-HB 2-1 (1-1)
1-0 Súsanna Hansen
1-1 Ása úr Dímum
2-1 Selma Erol
Fáur hevði væntað
at sæð týskarnar í
finaluni um heims-
meistaheitið, men
hetta er nú ein
veruleiki. Finalan
verður tó uttan
stórspælaran
Michael Ballack.
HM FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
So hendi tað aftur, uttan
at hava spælt serliga
sannførandi, hevur Týsk-
land vunnið seg fram til
HM-finaluna
sunnu-
dagin. Týsdagin spældu
teir hálvfinalu móti vert-
tjóðini, Korea, og vunnu
við einum máli ímóti
ongum. Dysturin var ikki
serliga væl leiktur og
langt var ímillum mál-
møguleikarnar.
Tað
eyðnaðist tó týskarnum
at skora, tá miðvallarin
Michael Ballack í 75.
minutti
fekk
bóltin
framvið koreanska mál-
verjanum. Liðfelagin í
Leverkusen, Oliver Neu-
ville, stóð fyri uppspæl-
inum, tá hann breyt
ígjøgnum í høgra borið
og legði innfyri til ein
fríðan Ballack. Korea
royndi at trýsta týskaranr
seinastu minuttirnar, men
týskarnir hildu skansan,
og eru nú í finaluni á
fimta sinni.
Ballack ikki við í
finaluni
Týski málskjýttin Micha-
el Ballack, ið skiftir til
Bayern Munchen eftir
HM, verður ikki at síggja
á vøllinum sunnudagin. Í
dystinum ímóti Korea
fekk hann sítt næsta gula
kort í kappingini, og er
sostatt
leikbannaður.
Ballack, ið hevur stóran
týðning fyri týska liðið,
var sjálvsagt vónbrótin,
men fegnaðist um, at
liðið hevði spælt seg í
finaluna. – Hetta er ein
stórur sigur fyri týsku
fótbóltstjóðina,
segði
Ballack eftir dystin.
Sverri kom, sá og sigraði
Týskarar
í HM-finaluni
B36 vann grannauppgerðina
Sverri Mohr Edvinsson var sera væl fyri á sundalagsstevnuni
og vann ein greiðan sigur í einkultstartinum
Mynd: Gunnar Dahl-Olsen
B36-kvinnurnar vunnu á grannunum úr HB í nógva
vindinum týskvøldið
C
M
Y
K
25
24