Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 120 - 27. juni 2002 Nr. 120 - 27. juni 2002 27 Føroyska mansliðið tapti grannauppgerð- ina fyri dønum, men móti Ukraina gjørdist talan um sigur og eitt pláss upp í røðini. Kvinnurnar eru nú lidnar at spæla BRIGDE Svend Novrup skrivar Mánakvøldið spældi før- oyska liðið í opnu røðini javnleik, 15-15, móti Liktinstein. Tað var kanska eitt lítið vónbrot, men sam- stundis eitt úrslit av at mótstøðuliðið einamest spældi hazard heldur enn bridge. Teir bæði bluffaðu og undirmeldaðu, soleiðis at talan í stóran mun gjørd- ist um gitingar, og tí var tað ein herskin biti fyri før- oyska liðið, at lítla tjóðin fekk javnleik burturúr. Veddaði og tapti Týsdagin kom so siðbundni stórdysturin móti dønum, har mótstøðumenninir hesa ferð tóku dystin í eins stór- um álvara, sum føroyingar- nir gjørdu tað. Bogi Simon- sen hevði undan dystinum vedda við danska liðskipar- an um, hvør skuldi vinna dystin, og hetta kostaði Boga eina fløsku av góðum cognac, tí danir vunnu 23- 7. Talan var tó um ein góð- an dyst, tó at danir kanska vóru í so hepnir, men tað skal tó leggjast afturat, at teir eisini spældu sera væl. Føroyska liðið fór tó ikki niður við høvdinum av hesi orsøk. Eftir fleiri góðar dystir og nógv óvæntað stig hevur liðið vunnið stóra virðing, og í 26. umfarinum gjørdist talan um 21-9 á Ukraina. Hetta viðførdi, at Føroyar fluttu upp á 33. pláss, men tá næsta mót- støðuliðið er Svøríki, verð- ur torført at verja hesa støðu. Í dystinum móti Ukraina vóru tað Arnbjørn- Hans Jacob og Heðin- Jóannes, sum spældu. Bogi og Rói hildu hesa ferð frí, eftir at teir annars spældu ein góðan dyst móti døn- um. Í samlaðu støðuni er Italia á odda við 565 stig- um. Noreg hevur 486 og Bulgaria – sum mátti lúta fyri Føroyum – hevur 479 stig. Føroyar, sum altso eru á 33. plássi, hava 316 stig, og eru næstu londini Belgia og Jugoslavia við ávíkavist 331 og 307 stigum. Kvinnuarnar lidnar Føroysku kvinnurnar hava alla tíðina hildið høvdið høgt, hóast tær hava tapt flestu dystirnar. Púra óvæntað vóru tær sera nær við, tá Noreg var mótstøðu- liðið. Eftir 17 av 20 spølum var støðan 57-56 til Noreg, men tíverri taptu tær sein- astu trý spølini 0-17, so- leiðis at samlaða úrslitið gjørdist 11-19 í dystarstig- um. Týsdagin taptu tær 6-24 fyri Ísrael og 7-23 fyri San Marino, so samanlagt end- aði liðið á aftasta plássin- um, men hinvegin vóru vónirnar um eitt pláss frammarliga í røðini heldur ikki tær stóru. Liðið fekk lagaligar treytir, og slapp tí við EM, og tær seks á liðnum hava avgjørt eina rúgvu av royndum við í viðførinum, tá tær koma heimaftur. Royndir, sum helst kunnu nýtast, tá tær fara at kappast um NM í Havn komandi ár. Spælið Vit enda frásøgnina hesa ferð við einum spennandi spælið frá dystinum millum Danmark og Føroyar KDB106 10874 K103 9 E2 9542 D965 E32 9852 D DB2 E8764 87 KB EB764 K1053 Hjá báðum borðunum var kontraktin 3ut í Suður, og í báðum førum spældi Vestur hjartara út til Hj.E hjá Eystri. Hjá Føroyum helt Hans-Jacob á við Hjartara, meðan Mathias Bruun hjá Danmark snildisliga skifti til kleyvara. Rói kavaði til Kl B, og tá fór Lars Blakset aftur til hjartara, soleiðis at mótspælararnir høvdu fimm stikk, tá teir spældu seg inn á Sp.E. Rói iðraði eftir hetta, tí hóast vakra skiftið, so hevði hann vunn- ið sína kontrakt, um hann stakk við Kl K, men tað er tó ikki lætt at síggja við stongdum kortum. Her hava vit hinvegin eitt sera vakurt føroyskt spæl, sum sum eftir trý spøl legði Føroyar á odda. S. E-V 943 - 8762 KD8754 EK76 D8 B987642 D53 5 EDB1094 10 B6 B1052 EK10 K3 E932 Blakset Bogi Bruun Roi V N E S 1ut 3Hj 5Kl pas pas pas Mathias Bruun spældi skiljandi út við Hj 3. Bogi slapp sær av við tveir spað- arar, fann Ru E á rætta staðnum og hevði 11 stik. Á hinum borðinum spældi N-S við smáum 1 útspæli, so Suður opnaði við 1 kl. Yvir 3 Hj. frá Arnbjørn leyp Norður til 5 kl., men her mátti kontraktin lækk- ast við trimum eftir Sp E, Sp K og spar til trumf og eftirfylgjandi Ru E og rútara til trumf. 11 IMP til Føroyar. Tap fyri Danmark men sigur á Ukraina Føroyska hondbólts- landsliðið vann seinna dystin móti ís- lendska U-21 liðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir tepurt tap sunnudagin skuldi føroyska manslands- liðið í hondbólti aftur royna seg móti íslendska U-21 liðnum týsdagin. Og hesa ferð gekst betri. Endaliga úrslitið gjørdist 28-26 til føroyska liðið, sum hesa ferð var nakað styrkt, tí Hans Áki Dal- Christiansen aftur var tøkur. Ansaðu betri eftir Um sjálvan dystin hildu venjararnir hjá føroysku monnunum, at leikliga var hann kanska ikki á hædd við fyrru uppgerðina, men taktiskt stóðu okkara seg nú betri. - Vit vóru í størri mun greiðir um, hvørjum vit skuldu ansa eftir á ís- lendska liðnum, og tað gjørdi í hvussu so er, at skjúttarnir hjá teimum ikki sluppu eins væl framat, heldur hjálparvenjarin hjá føroyingunum, Hjalmar Klein Olsen. Føroysku málini í hesum dystinum skutu Sámal Joensen, 9, Heini Joensen, 8, Ingi Olsen 5, Martin Hummeland, 3, John Zach- ariasen, 2 og Bjarni Wardum 1 Sigur í seinna dystinum Føroyski liðskiparin, Bogi Simonsen, tapti veddingina við danska liðskiparin, og hetta kostaði honum eina fløsku av góðum cognac Akfør TOYOTA COROLLA 1.6 árg. 08/99 til sølu. Tlf. 448033 ella 223811 MITSUBISHI GALANT 2.0 GLS, aut. gear, árg. 88, nýsýnaður, til sølu fyri 15.000 kr. Tlf. 213340 OPEL ASTRA turbo diesel 1,7, árg. 96, 155.000 km, til sølu um nóg høgt boð fæst. Tlf. 319036 - 223717 MAZDA 323 F 1.8 til sølu. 5 h., el-rútar, radio, koyrt 12.500 km, árg. 8/96, sera væl viðfarin. Tlf. 313569, e. kl. 12 GOTT KEYP Hvítur Golf við aut. gearum, árg. 89, til sølu fyri 12.000 kr. Sær gott út og koyrir væl. Tlf. 265115 - 316002 TIL SØLU Brúktur Nissan King Van, árg. 89, til sølu fyri 10.000 kr. Tlf. 320370 - 218896 TOYOTA COROLLA 1,6 XL Reyður, 2 hurðar, hevur koyrt 147.000 km, árg. 92, í góðum standi. Tlf. 317474 ella 260225 TIL SØLU Peugeot 206 1,9 diesel, 5 hurðar, árg. nov./88, koyrt 78.000 km, nýsýnaður. Tlf. 422226 TIL SØLU Motorur við gearkassa + startara og dynamo til Camry SV10, 130.000 km, bíliga til sølu. Tlf. 227556 SPORTSFELGUR Spildurnýggjar sportsfelgur við dekkum. Passa til Peugeot og Citroen. Til sølu fyri 5.500. Tað er tað sama, sum bert dekkini kosta. Tlf. 255363 BILUR TIL SØLU Ford Escort 1.6, árg. 88, heilt bíliga til sølu, møguliga sum eykalutur. Tlf. 224688 HVÍTUR FORD ESCORT frá 88, til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 441244 BILUR YNSKIST til keyps fyri 15.000-20.000 kr. Tlf. 312264 eftir kl. 17 TIL SØLU Tvey summardekk, 185-65-14, tvey píkadekk, 185-70-14, á felgum, til Mazda 626. Tlf. 375221 TOYOTA COROLLA 1.6 XL árg. 89, til sølu fyri 16.000 kr. Anlegg og sportsfelgur fylgja við. Tlf. 260441 BMW 525 TDS diesel, 143 HK, árg. 93, til sølu. Tlf. 213577 TIL SØLU Ein Toyota Hilux 2,4, 4x4, árg. 01, koyrt 21.000 km, til sølu um nóg høgt boð fæst. Tlf. 444314 - 282722, e. kl. 18 TIL SØLU Mazda 323 í góðum standi til sølu fyri 8.000 kr. Tlf. 321591 ella 252711 YNSKIST Hurðar til Ford Fiesta, árg. 88, ynskjast bíliga til keyps. Tlf. 361145 / 210407 MAZDA 323 árg. 86, bíliga til sølu. Krevur ábøtur. Tlf. 211573 TOYOTA CAMRY 1.8 TIL SØLU árg. 87, sýnaður 2002. Prísuppskot 11.000 kr. Tlf. 421211 SUBARU LEONE árg. 87, til sølu. Bilurin er sýnaður 18. juni 02. Tlf. 321310 TIL SØLU Billykt framman vinstra, komplett Mercedes 190E. Prísur: 500 kr. Tlf. 423101 OPEL ASCONA 1.6D árg. 87, sýnaður 5/2002, í góðum standi til sølu. Tlf. 448075 MAZDA 323 GTI Tveir Mazda 323 GTI, báðir bilarnir eru frá 86. Tlf. 447827 ella 224986 TIL SØLU Nýggjur »safari style« tak bagaguberari til Mitsubishi Shogun (longra modellið), ella líknandi 4x4 akfør. Ring til Hetlands, tlf. 01950477341 PEUGEOT YNSKIST Selur tú tín Peugeot 306 stationcar? Gongur hann við bensini og er hann hægst 3 ár? Vit bíða eftir at tú ringir á tlf. 319599 TIL SØLU Motorur við gearkassa + startari og dynamo til Camry SV10, 130.000 km, bíliga til sølu. Tlf. 227556 CHARADE TIL SØLU árg. 89, til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 226773 Arbeiði ARBEIÐI SØKIST 23 ára gamal maður søkir arbeiði í summarfrítíðini. Helst í Havn. Tlf. 253468 ARBEIÐI SØKIST 16 ára gomul genta søkir arbeiði eftir skúlatíð og í summarfrítíðini. Alt hevur áhuga. Tlf. 310634, e. kl. 17 Barnaansing 12 ÁRA GOMUL GENTA ynskir at ansa 1-3 ára gomlum barni nakrar tímar um vikuna í summarfrítíðini, helst í Hoyvík. Tlf. 314896 VIT LEITA EFTIR gentu/kvinnu at ansa eftir 7 mðr. gomlum dreingi gerandisdagar frá 1. aug. Tlf. 318805 Barnaútgerð TIL SØLU Myrkabláur Silver Cross barnavognur við madrassu, kurv og regnslag, til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 320288 VOGNUR TIL SØLU Ein grønur Silver Cross vognur til sølu. Tlf. 319888 KOMBIVOGNUR TIL SØLU Ein svartur Simo kombivognur, við lufthjólum, til sølu. Við vogninum er: lift, madrassa, koyriposi, flugunet, regnslag, barnaselar, luftpumpa og eyka hjól. Vognurin er 15 mánaðir gamal og er bert nýttur til eitt barn. Vognurin hevur regulerbart handtak og er væl viðfarin. Nærri fæst at vita at ringja: tlf. 321064 ella 220284 TIL SØLU Bilstólur, Maxi Cosi, 0-10 kg. Skrástólur. Systkinasetur at seta á vogn og Baby Dan kenguruposi. Tlf. 314797, e. kl. 19 KOYRISTÓLUR Myrkabláur koyristólur av slagnum Jalsø til sølu fyri 300 kr. Tlf. 317273 BARNASTÓLUR TIL BIL Ein 2 mðr. gamal stólur, onki brúktur, til sølu fyri 1.000 kr. Er av merkinum Britax og góðkendur upp til 13 kg. Tlf. 222851 TIL SØLU Ein lítið brúktur bilstólur, 0-18 kg, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 320894 Bátaútgerð ÍSLANDSRULLA Brúkt Íslandsrulla við slisku til sølu. Tlf. 447616 BÁTAMOTORUR Volvo Penta MTD 61 306 HK til sølu. Tlf. 447616 BÁTAMOTORUR TIL SØLU Volvo TMD 30 A, 62 KW við slirigeari, árg. 86, við øllum tilhoyri. Tlf. 217469 SPEEDBÁTUR Um hóskandi boð fæst, selji eg speedbátin, 16 fót, av merkinum Skipsplast, hevur 4 takt Mercury 50 hk motor. Báturin er í besta standi. Tlf. 424515 TIL SØLU 8 aluminiums fiskakassar til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. 282722, e. kl. 18 TIL SØLU 24 fót Viksund Combi til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. 421597 TIL SØLU Volvo motorur MDT 61 uttan gear og ein Íslandsrulla við slisku. Tlf. 447616 YNSKIST Mariner/Mercury 75 hk ynskist bíliga til keyps. Evt. defektur. Tlf. 213536 Bingo BINGO verður í Pálsstovu leygardagin 29. juni kl. 15.00. Full pláta 500 kr. + síðuvinningar. Á lutaseðli 4 x 500 kr. og 1 x 1000 kr. Bingola og eykaspæl. Koyring heim. Kiwanisfelagið Rósan GOTT BINGO verður í Eydnuni sunnudagin 30. juni kl. 16.00. Full pláta 400 kr. Á lutaseðli 2.000 kr. frá Smyril Line. Drigið verður millum spølini. Sunda Róðrarfelag BINGO verður í Róðrarneystinum á Argjum 27. juni kl. 19.00. Full pláta 400 kr. Á lutaseðli m.a. 2x500 kr., 1x1.000 kr., full balja við mati. Drigið verður millum spølini. Eykaspæl. Koyring heim. Argja Róðrarfelag TVØROYRAR KLUBBI Bingo verður í Tvøroyrar Klubba tórskvøldið 27. juni kl. 19.30. Nevndin BINGO verður í Felagslonini í Fuglafirði leygarkvøldið 29. juni kl. 19.00. Á lutaseðli: Lamb í heyst. Eldrafelagið Borgin GOTT BINGO verður í Pálsstovu mikukvøldið 1. juli kl. 19.00. 15 vinningar á lutaseðli. Høvuðsvinningur Apex flogferðaseðil. Astma & Allergifelagið HEIMA-BINGO hjá Báruni fæst til keyps á posthúsum og í sølubúðum, og tú sært beinanvegin, um tú hevur vunnið. Heimabingo kanst tú spæla hvønn dag, og tú avger nær tú spælir. Má roynast. Bygdarfelagið Báran í Árnafirði Brævaskifti BRÆVASAMBAND YNSKIST I am a Swedish boy who would like to have faroese correspondance. Or penpals if you like. Christoffer Hæger, Högerudsgatan 5, SE-216 18 Limhamn, Sweden Burturm. /funnið BURTURMIST Í SMS Ein Siemens C35i fartelefon burturmist í SMS. Um nakar hevur funnið hana, vinarliga ring Tlf. 456231 ER NAKAR, sum hevur funnið myndirnar, sum eg havi mist týsmorgunin 18. juni, onkustaðni ímillum miðbýin og Tórgarðsgøtu? So vinarliga ring tf. 316143, Gunnar KETTA BURTURBLIVIN tann 13. juni á Berjabrekku. Hon er brún, svørt og hvít, hevur reytt hálsband, har navn og tlf. stendur í. Vinarliga sig frá, um tú hevur sæð hana, deyða ella livandi. Tlf. 311432 Býli ÍBÚÐ YNSKIST Einlig kvinna sóknast eftir íbúð í Tórshavn. Tlf. 319693 eftir kl. 17 HÚS ella grundstykki í Vági ynskist til keyps. Tlf. 374091 ella 215464 e. kl. 18 KAMAR Í KBH YNSKIST Eg byrji lesnað í summar, men havi einki at búgva í. Leiti eftir kollegiikamari til framleigu ella øðrum kamari frá 1. august. Helst á Amager, men alt hevur áhuga. Tlf. 316625 ÍBÚÐ ELLA LÍTIL HÚS ynskjast til leigu í Suðurstreymoy fyri max. 4.500 kr. v/ el og hita. Vit fara væl um. Tlf. 322762 SOS! frá Gertrud Ørvarodd: Havi fingið bílagt ferðaseðil og fingið loyvi at taka mín lítla hund við upp, tað er ein danskur/svenskur »gårdhund«, men nú er trupulleikin, at familjan hjá mær vil hýsa mær, men ikki hundinum. Er nakað menniskja, sum vil lata okkum sleppa at sova hjá teimum frá 14.7.–28.7.? Eg vóni at hoyra frá onkrum. Tlf. 74743270 ella 22960354 STÓR ÍBÚÐ/HÚS YNSKIST Mamma við 18 ára gamlari dóttur søkir eftir stórari íbúð ella húsum at leiga frá 1. aug. fyri 5-6.000 kr. um mðr/ v/ ljósi og hita. Um nakar hevur nakað til okkara, vinarliga ring á tlf. 322258, e. kl. 20 ÍBÚÐ YNSKIST Par við tveimum børnum ynskir íbúð í Havn. Má hava tvey kømur. Fara væl um og gjalda til tíðina. Tlf. 255913 ella 251316 ÍBÚÐ/HÚS YNSKIST Friðarligt par ynskir íbúð ella hús til leigu skjótast til ber í Fuglafirið, Gøtu ella Runavík. Tlf. 214005, Bassi / 227264 B ertha ÍBÚÐ SØKIST Í ODENSE sum skjótast. Tlf. 0045 21493898 Mail: ingvar_eriksson@hot.mail.dk KAMAR YNSKIST Vit eru eitt par, sum leitar eftir kamari í Havn. Vit roykja ikki, drekka ikki og eru sera friðarlig. Tlf. 260742 HÚS ELLA ÍBÚÐ YNSKIST til leigu í Eysturoy skjótast gjørligt. Tlf. 228665 ØNSKES TIL LEJE Mindre lagerrum, garage eller lignende i Argir ønskes til leje snarest muligt. Tlf. 214128 TIL LEIGU Í MALMØ 80 fermetra herskabsíbúð til leigu i Malmø i 6-12 mðr. Íbúðin liggur 15 min. at ganga fra tokstatiónini og 30 min. at koyra vid toki til Kbh. 2 kømur, stova, wc við baðikar, stórur køkur við kombi vaskimaskinu, uppvaskimaskinu, køli og frystiskáp. Leiga: 6500,- inkl. vatn og hiti. Íbúðin er í góðum standi og innflytingarklár. Um áhugi, vinarliga skriva til: anjaeyvindsson@hotmail.com TIL LEIGU Nýmótans hús miðskeiðis í Havn, 115 fermetrar í tveimum hæddum, verða leigað út frá 1. juli. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 540 ÍBÚÐ Í KBH. Í SUMMAR Frá byrjan juli til seinast í august. Stova og kamar bæði við altan. Friðarligt umhvørvi centralt á Frederiksberg. 4.000 kr. um mðr. ella 1.500 kr. um vikuna. Tlf. 219960 BÚGVA SAMAN Í KBH. Friðarlig genta, ikki roykjari, kann leiga hugnaligt, møblerað kamar við altan. Atgongd til køk og bað. Centralt á Frederiksberg. Uml. 2.500 kr./mðr. v/ øllum. Tlf. 219960 ÍBÚÐ Í KBH. TIL LEIGU Miðskeiðis í Kbh. til leigu í tíðarskeiðnum 25. juni til 20. aug. fyri 500 kr./vikuna. Tlf. 319597 / 219597 ÍBÚÐ YNSKIST Vit eru ein trúboðarahjún við 7 mðr. gomlum barni og okkum tørvar býli í Tórshavn so skjótt sum møguligt. Helst tvey kømur og kostnaðurin má vera rímuligur. Andreas og Charlotte, tlf. 321299, kl. 9-16 Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑ Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑ Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð ❑ Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑ Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt ❑ Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. T.v.s. at lýsing til ley- gardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar. Sent hevur: Navn:……………………………………….. Bústaður:…………………………………… Bygd/býur:…………………………………. Tlf.: ……….... Lýsingartekstur 1 2 3 4 5 »Lýsingartorgið« Box 76 110 Tórshavn Til frímerki Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar: privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð bert ein lutur í hvørjari lýsing hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur: frá fyritøkum og virkjum fleiri enn 40 orð søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr. tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 70,- kr. við MVG hvørja ferð: lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar LÝSINGARTORGIÐ C M Y K 27 26