Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1976síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 Leygardagin 13. november 1976 49. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Einki »å« í endanum Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fram í , løgtinginum, har ålagt verdur landsstyrinum at kanna um logåva og reglur fyri skipasynid i , Føroyum luka tey krøv, sum eiga at setast slíkum stovni. Um íkki, ynskir sambands- flokkurin, at tørvandi broytingar verða gjørdar Tað manglandi >ð'ið< í enda- num á orðinum skipasýnið gjørdi, at orðaskiftið um upp- skotið kom at snúgva seg meira um yvirtøku enn innihaldið og fylgjur av sjálvum uppskotinum Tá einki sð< er í endanum á orðinum, kann talan verða um eitt meguligt komandi foroyskt skipasýn. Var >ð< í endanum á orðinum, var sjálvandi talan um núverandi Statens Skibstii- syn. Froyur Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar sambandsflokkurin, at ávísar hendingar benda á, at tað er tørvur á eini kanning av núgaldandi lóggávu. Undir orðaskiftinum í legtinginum mikudagin nevndi sambands- flokkuin, at hendingin við Froyi, ið fór runt í havnini í Runavík, týðir uppá hetta. Spælir kortini til yvirtøkumenn Tað var Hilmar Bech sum segði, at málið var soleiðis lagt fram, at yvirtøku-spurningurin kom uppá tal. Hann segði, at sam- bandsflokkurin spældi kortini upp til teir, sum vóru sinnaðir fyri yvirtøkum. Javnadarflokk- urin var ikki fyri yvirtøku av skipasýninum, segði Hilmar Bech. Kjartan Mohr, Jógva Sund- stein, Erlendur Patursson og fyri so vítt eisini Hilmar Kass mæltu til at yvirtaka skipasýnið. Kjartan Mohr segði, at málið var frammi fyrr, men uppskotið um yvirtøku varð felt tá. Ikki sinnaðir fyri yvirtøku Pauli Ellefsen segði, at sam- bandsflokkurin hevði einki ynski um yvirtøku. Til tað var ov góður serkunnleiki í Dan mark, sum Feroyar kundu trekkja uppá. Ein serkunnleiki, sum ikki kundi uppbyggjast í Føroyum. Hilmar Kass segði, at skipa- sýnið uppfyllir ikki krøv síni og at reglurnar vóru ikki góðar Hann helt, at tað var rætt at yvirtaka tey heimligu viðurskift- ini, men ikki altjóða partin, sum krevur kostnaðarmikla um siting. Altjóðareglurnar eru so góðar, at eg ivist í, um vit missa nakran serkunnleika, segði Hilmar Kass, ið helt, at tað átti at umhugsast, um skipasýnið skuldi yvirtakast ella ikki. Hann Myndin sýnir Froy, sum koppaði við bryggju í Runavík. Sambands- flokkurin ynskir, at lóggávan og reglur fyri skipasýnið verða kannaðar. segði, at hann var ikki fyri at yvirtaka bert fyri at yvirtaka, men at talan var her um eitt málsoki, surn vit fullgott kundu rikið. Orðaskifti var um broytinga! í heila tikið í danskari lóggávu eftir foroyskum ynski. Til tað segði Pauli Ellefsen: Vit vilja ikki sita og tiga, tá danir gera reglur, men vit vilja hava ávirkan á tær lógir, sum viðkoma Føroyum har er aðalmunurin millum sjálv stýrismenn og sambandsmenn. Allir tingmenn, sum høvdu orðið, vóru samdir um, at skipasýnið eigur at kannast jógvan Sundstein helt tað vara avgjørt neyðugt, tí trygdin hjá skipum og sjómonnum má vera so góð, sum hon á nakran hátt kann vera. „ð'ið<, sum ikki var í enda num, fekk stóran tydning fyri orðaskiftið. Tað gjørdi, at orða skiftið í stóran mun kom at snúgva seg um yvirtoku av skipasýninum, sum sambands flokkurin helst ikki hevdi ætlað. Málið varð beint í lógar nevndina Óvist við Dagblaðnum — blaðmenninir sagt upp Sigmund Poulsen og Árni Gregersen sagt størv síni upp til 1. desember. Jústnes Ejdesgaard umhugsar eisini at fara úr starvi. Tað verður óvist við Dagblað num eftir 1 desember, tí henda dag fara tveir av blaðmonnum blaðsins, Sigmund oulsen og Árni Gregersen, úr starvi. Tað er rætt, æt vit hava sagt upp til 1. desember, men fyri mítt viðkomandi kann eg íkki siga, at tað eru nakrar ávísar orsøkir, sum uppsøgn min er grundað á, sigur Sigmund Poulsen, sum hevur starvast sum blaðmaður á Dagblaðnum síðani august mánaða í fjør. Men tað er kortini ymist, sum ein kundi hugsað sær ødrvisi, leggur Sigmund Poul sen aftrat. Hann kann tó ikki vátta tíðindini um, at hann og starvs felagi hansara hava nakrar ávísar ætlanir, nú teir hava avgjørt at siga upp. Sigmund Poulsen: Vit hava onga avgerð tikið enn. Hinvegin kann sigast, at ein sjálvandi hugsar um fleiri ætlanir. Nú hava eg og Árni arbeitt sum eitt team, og tað er tí óhugsandi, at vit fara í hvor sítt stað at arbeiða, sígur Sig mund Poulsen Hann leggur aftrat, at teim um annars standa onnur størv í boði. Men tað er einki avgjørt Og fyri mítt viðkomandi fer einki at henda hetta fram til jóla, sigur Sigmund Poulsen Sjlavndi grundir Tað eru sjálvandi grundir fyri onkrum, tá ein velur at siga upp. Men í hesum føri er als ikki talan um ónogd við lønirnar Það haldi eg meg kunna siga bæði fyri meg og Sigmund Arni Gregersen hevur starvast í eitt hálvt ár. Hann kom blaðmannastarv á klaðram beint eftir lokna blaðmannaút búgving í Danmark. Vit hava ongar beinleiðis ætlanir og hava játtað at tikið eina hond í á Dagblaðnum, um tað skuldi verið. Vit hava sam arbeitt væl og fara tí neyvan hvor til sítt, hóast vit hava avgjørt at siga upp, sigur Árni Gregersen Fylgir helst við Fann tridi blaðmaðurin, Jústnes Ejdesgaard, sum hevur starvast á Dagblaðnum síðani 6lavsøku, umhugsar eisini at fara úr starvi Eg komi helst at fylgja við hinum báðum, men tað er ikki heilt avgjørt Jústnes Ejdesgaard sigur, at tað verður torfert hjá sær at skriva blaðið einsamallur, tí hann hevur arbeitt undir Árna og Sigmundi Tad er ti mest trúligt, at eg eisini fari, sigur Júsnes Ejdes gaard Ikki uppsagdir ad er ikki arbeivsgevari teirra, sum hevur sagt blað menninar upp. Tí havi eg einki at viðmerkja. Hetta sigur fyrtaksstjórin á Dagblaðnum, Heri Simonsen, til ein fyrispurning frá SOSTAL INUM, um hví Sigmund Poul sen og Árni Gregersen hava sagt upp Høvdu vit sagt teimum upp, so var stødan ødrvisi, sigur Heri Simonsen, sum leggur aftrat, at avgerð teirra má sigast at vera eitt stórt spell fyri Dag blaðið. Heri Simonsen roknar kortini ikki við, at steðgur kemur í útgávuna, tí onku verður altíð at skriva. Men tað er óvist, hvat kemur at henda. Annars haldi eg, at uppsagnartíðin upp á ein mánaða var ov stutt í hesum føri, sigur Heri Simonsen