leygardagur 13. november 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
spstalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
Sambandsyvirtøkur
TÅ VIT herfyri skrivaðu um tað hættisliga í at
hava umboð fyri landið, sum í tíð og úrtíð brúktu
høvi til at gera sær reklamu, uttan at hugsa um
hvat avleiðingar tað kundi hava fyri framtíð
okkara, gjørdu vit eisini nakrar viðmerkingar til
tað, sum tveir av politikarum okkara hava sagt um
stoðu okkara í ríkisfelagsskapinum.
HETTA fær sjálvsagt Dimmalætting til at herja á
Sosialin, og akkurát soleiðis, sum vit eisini hovdu
væntað. Ein uppafturtøka av einum orðavavstri
um tað, at Javnaðarflokkurin nú var farin í onnur
herklæði, tí flokkurin ikki longur var í stjórna-
samvinnu við Sambandsflokkin.
TAÐ fer altíð at vera mið Javnaðarflokksins at
verja áhugamál foroyingsins uttan at missa tað úr
eygsjón, at alt velst um hvussu vit duga at verja
landið og fólkið her skal búgva, soleiðis at
trivnaðurin gerst hin besti fyri fólkið.
HETTA aðalmál fer flokkurin at halda sær fyri
eygað, hvørjum hann so er í stjórnarsamvinnu við.
VIT hava onga grund til at halda, at Sambands-
flokkurin er størri fyrimunur fyri rikisfelagsskapi-
num framum Javnaðarflokkin. Vit vita, at
Sambandsflokkurin í 1950 fór í samvinnu við
Fólkaflokkin, sum tá var reinur loysingarflokkur.
Ta ferðina vildi Sambandsflokkurin ikki velja
samvinnu við Javnaðarflokkin, tí hann heldur vildi
verja »samhørigheden«, men tå til stykkis kom galt
mest um at seta Javnaðarflokkin uttanfyri.
ÚRSLITIÐ kenna vit eitt valskeið sum var tað
soltnasta í landsstýrissoguni við niðurgongd á
ollum økjum.
TAÐ var undir einum av hesum sambandslands-
stýrum at jørdin var yvirtikin og »fjøllini komu
heim«.
Lesnaður fyri atta familjuna
sosialurin
Guðstænastur
Sunnudagin prædika: Torkil
Beder í Fuglafirði, altar
gangur, K.O. Videro á
Tvøroyri, J. Weihe í Øravik,
altargangur, N.P. Danielsen
å Strondum, J.Follend å
Glyvrum, lestur i Havnar
kirkju, prestainnsetan i
Vesturkirkjuni, kl. 11, kl. 16
Høgni Poulsen í Vesturkirkj-
uni, P. Petersen i Kollafirdi,
Bøgesvang i Klaksvik, altar
gangur, J. Magnussen i
Árnafirði, altargangur,
Salomon Joensen í Svínoy,
altargangur.
Prestainnsetan
Sunnudagin kl. 11 innsetur
Eivind Vilhelm, varabispur,
í Vesturkirkjuni Kjartan
Mørkøre og Høgna Poulsen
sum åvikavist sóknarprest og
residerandi kappelan.
Fundarkveldini
halda fram
Fundarkvoldini í KFUM í
Havn, sum byrjaðu í gjár,
halda fram í kveld og
sunnukvoldið. Í kvold kl. 20
syngja og tala fólk í Sanda-
vágs Streingjakóri, og
sunnukveldið kl. 20.30 hevur
Streingjakórið hjá Meinig-
heitshúsinum kvøldid.
Evangelúhúsið
Í dag og sunnudagin hevur
samkoman vitjan av Odd
Nielsen, fyristødumanni frå
samkomuni Zion i Vågi.
Telefonandaktin alt sam-
døgrid å telf. 12266.
Fyrireika tvingsilsolu
Fútarætturin heitir á allar,
sum á onkran hátt halda seg
hava rætt til ognina við
Norðskála, har I/S Føroya
Betongvirki við Árna Bratta
berg stendur, um at koma til
fundar á dómaraskrivstovuni
i Havri hósdagin 2. des
embur kl. 14. Fundurin skal
fyrireika eina tvingsilsølu av
ognini við Norðskála.
Stendur í M-roðini
Bilstoðin MINI-TAXI i
Havn bodar frå, at telefon
nummarið hjá stødini er at
finna ovast í M-roðini.
Orsøkin til hesa fráboðan
er, at bilstoðin ofta verður
spurd um, hvert hon stendur
í nýggju telefonbókini, sigur
Mini-Taxi.
Deyvamál
Jan Zachariassen á Skála
boðar frå, at er tað nakar
klaksvíkingur, sum hevur
áhuga fyri at læra deyva
fingramål, kann hann venda
sær til 41395, har upplýsing
ar verða givnar
| dagbókin
Parkapping
Havnar Bridgefelag skipar
fyri almennari parkapping
leygardagin 20. november
kl. 15 å Studentaskålanum.
Kostnadur er 20 kr. fyri
hvønn luttakara. Tilmelding
fer fram á telf. 11209 ella
13577, ådrenn 13. november
Framsyning
Ingálvur av Reyni hevur
framsýning av tekningum í
atelieri sínum á Liitzenstrød í
dag kl. 14 til 19 og sunnu
dagin kl. 14 til 18.
Ikki sårevnt
Arbeiðseftirlitið boðar frá,
at sambært logtingslóg um
arbeiðaravernd er ikki loyvt
at nýta súrevni (hydrogen) til
at fylla á baliónir.
Eydnuhjól
Sjómanskvinnuringurin i
Runavík ætlar at hava
eydnuhjól í dogunum 26. og
27. november til frama fyri
Missións- og Ungdómshús á
Glyvrum.
Seimastu sýningarnar
Seinastu sýningarnar í Gøtu
av skemtileikinum Fólk og
dólgar í Kardumummubýi
verða í dag og sunnudagin. Í
dag verður ein sýning kl. 16
og sunnudagin verða sýning-
ar kl. 16 og 19. Atgongu
merkir fáast á telf. 41436.
Byrjar 30. mat
Fyrsti tårurin år Esbjerg til
Føroya hjå England kom
andi summar verður 30
mai. DFDS lýsir í blaðnum i
dag við summarferðaætlan
ini hjá England komandi ár.
Sambært ferðaætlanina
verður seinasti túrur úr Før
oyum 20. september.
Arsmøtt
Føroyski Bróðurringurin á
havinum heldur ársmeti í
Gøtu 25. —28. november.
Tvingsilsuppboð
Fútarætturin kunnger, at
tvingsilsuppboð verður yvir
ognina hjá *Jón Hansen.
Lorvík fríggjadagin 19. nov
ember kl. 15.15 á dómara
skrivstovuni í Tórshavn
Sambært tingbókina er ogn
in 127 kvm. til støddar.
Talan er um eitt betonghús,
sum er 51/2 ferðir 6 metrar
til støddar. Húsið, sum ikki
er serliga væl umsitið, hevur
ikki kjallara, men stovu, køk
og eitt kamar
Nr. 71 — 13. november 1976
útvarpið
Leygardagin 13.
12.00: Middagskonsert
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
13.00: Endursendingar
13.00: Ferð og ferðsla
14.00: Barnaútvarpið
14.45: Ben Hur, 1. partur
15.30: Friggjakvøld kl. 20
Samrøda við Jóannes
í Tøduni í Gåsadali.
16.10: Lidugt
18.30: Veðurtðindi
og tíðindi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: V 4 sending
úr Klaksvík
20.30: 15 tær bestu
21.15: Lættasta leiðin.
Fyrri partur av
stuttsogu av Kay
Cicellis
21.45: Kveldljóð
22:05: Hetta heilaga
evangeliið
22.15: Veðurtíðindi
og tíðindi
22.20: Dansimussikkur
23.00: Liðugt
Sunnudagur 14
14.00: Veðurtíðindi
og tíðindi
14.10: Tónleikasending
14.30: Ein ferð norð
í Sundalagið.
Sámal Johansen (e0
15.00: Kveðuljómar
17.00: Guðstænasta
18.30: Veðurtíðindi
og tíðindi
18.40: Klassisk grammofon-
konsert:
Dmitri Shostakovick:
Symfony nr. 1 í
F-dur, opus 10.
Filharmoniska or-
kestrið í Zagreb
spælir.
Stj.: Milan Horvat
Mánadagur 15.
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi
og tíðindi
12.32: Døgurdat6nleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Ténleikur
13.00: Lidugt
18.30: Vedurtidindi
og tidindi
18.42: Barnagarðar
og vøggustovur
Kristianna Jespersen
19.00: Ben Hur
2. partur
19.30: Løtt løg
20.00: Enskt II
20.20: Sangprogram
Fuglafjarðar sangkór
: Tíðindi
21.00
Týsdagin 16.
1200: Middagskonsert
12.20: Veðuttíðindi
og tíðindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Skipalistarnir
13.00: Liðugt
18.30: Veðurtíðindi
og tíðindi
18.42: Barnaútvarpið
19.15: Klassiskt ítriv
20.00: Enskt III
20.20: Kvædi og dansur
21.00: Tidindi
SSD