Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 72 — 17. november 1976 sosialurin Stigavognurin longu småtidindi innanoyggja gjørt stora nyttu Sløkkilidid i Havn fingid sjukabil, sum skal utgerast sum brandbilur. Brandstødin hevur útgerð fyri 2 milj. kr. Hóast tann nýggi stigavognur- in, sum slekkiliðið í Havn fekk herfyri, ikki hevur verið nýttur í nøkrum eldibrandi enn, er hann å annan hått komin borgarunum til góða. Herfyri varð stigavognurin nýttur til at skifta út nakrar rútar í einum háhúsi. Eisini hevur hann verið nýttur til stoyping av siloum í Hundsáar- botni, har teir gera nýtt verk. Slokkiliðið í Havn hevur í letuni útgerð fyri einar tvær miljónir kr. Nøgdir Vit eru nøgdir vid útgerðina, sum avgjørdur tørvur er á, nú býurin er vorðin so stórur, siga brandmenninir, sum eru I føstum størvi á Brandstoðini. Slokkiliðið fekk um dagarnar ein nýggjan Volvo sjúkabil, sum skal gerast um til brandbil. Bilurin, sum er hvítur, skal lakerast reyður, og skal annars útgerast við slokkiútgerð. Bør- an, sum er í bilinum, kemur kortini at verða. Teri hava nú seks bilar á Brandstoðini í Havn. Fyri ári síðani fingu teir ein tangabil, sum rúmar 6.000 litrum av vatni. Bilurin, sum teir vanliga brúka til eldslokking, er frá 1967. Hann er eisini tangabilur og rúmar 6.500 litrum av vatni. Stigavognurin, sum kom fyrr í ár, hevur ongar tangar, men eina sonevnda vatnsproytu, sum verður sett í sjálva stigakurvuna Harumframt hava teir ein bil frá 1934, sum varð keyptur brúktur úr útlandinum í 1962. Tann nýggji stigavognurin hevur kostað 750.000 kr. Tann »gamli brandbilurin«, sum teir kalla, er til enn, og verður fyri tað mesta nýttur sum stødbilur nú. Tað vil siga, at hann koyrir ymsa slokkiútgerð, tá ástendur, og rekir aðrar upp- gávur. Hesin bilurin er 28 ára gamal. Bilur til Vestmanna Sløkkilidid i Havn seldi herfyri ein av brandbilum sinum til Vestmanna kommunu. Sløkki- liðið hevði eisini ein sjúkavogn, men hann varð seldur til Tvør- oyrar, har hann verður nýttur sum líkvognur. Teir eru sjey fastir brand- menn á Brandstoðini nú. Tá er brandmeistarin, Símun Poul- sen, íroknaður. Brandmenninir ganga á vakt, frá kl. 8 til 17, men talan er um seinni at skipa eina vakt alt samdøgrid. Brandmenninir ganga altid vid åvaringart6lum uppi å sær, hadani teir fåa bod um eld. Men tad er ikki ætlanin at nidurleggja brandlúðurin. Hann hevur aðra uppgávu at røkja enn bert at boða frá eldi. Men brandlúðurin er slekkilið- num til stóran ampa, tí hann savnar so nógv forvitin fólk, siga brandmenninir. Teir upplýsa, at brandlúður- in verður annars lítið nýttur longur. Um dagin, tá vit eru á stødini, verður hann ikki nýttur, og heldur ikki um náttina. Men gera serligar umstødur seg gald- andi verður lúðurin settur til, siga teir. Slokkiliðið í Havnini telur í lotuni 17 mans. Av teimum eru 10 leysir, men sum fáa fráboðan um eld, har teir arbeiða. Tað verður ofta sagt, at vit, sum eru fastir á Brandstoðini, hava lítið og einki at takast við. Hetta er beint tvorturímóti. Vit hava fleiri uppgávur at rekja, umframt altíð at hava æøll amboð í standi. Nevnast kann, at vit hvenn dag gera venjingar við stigavogninum. Haraftrat hava vit eisini brandsýnið um hendur. Allir brandmenninir, sum eru knýttir at steðini, hava útbúgving sum brandmenn. Teir eru handverkarar og hava síðani verið á skúla í Danmark, haðani teir hava lokið prógv sum brandmenn. Við allari teirri útgerð, sum er, er stoðin vorðin lítil, halda brandmenninir, sum upplýsa, at talan er um at vidka stødina. Fleiri fráboðanir Talið á fráboðanum um eld er vaksið seinastu árini. Tey seinnu árini hava verið einar 30—40 fráboðanir um eld. Í ár hava eisini verið fleiri fráboðanir um eld í bilum, sum var ókent fyri fáum árum síðani. Hví ein verður brandmaður ? Ja, tað er eitt spennandi lív. Men samstundis er tað vandamikið. Eg haldi, at vit kenna tað sum eitt kall, sigur ein av brandmonnunum á stød ini, sum nevnir dømi um ein eldibrand í Glasgow, har átta brandmenn lótu lív. Nógvur fiskur Nógvur fiskur kom upp á land í Klaksvík leygardagin og mánadagin. Leygardagin tók Kósa virkið ímóti hesum landing um: Anita 4.700 pund, Árna- búgvin 6.800, Bylgjan 5.100, Brattaenni 3.700, Fuglberg 5.300, Granit 4.700, Grunn ingur 6.500, Havnatindur 4.100, Havsbrún 10.600, Hvithamar 4.000, Høvda rødin 7.000, Nevid Reyda 5.900, Norðan 3.400, Oyggj armuli 3.000, Reynsmiili 7.600, Royndin Frida 6.600, Skorhamar, Ørvur 3.000, Juvel 6.400, Hópur 1.700 og Kedron 4.000 pund. Fýra maskinbåtar vóru eisini á klaksvík leygardagin. Teir lógu úr 700 upp í 3.800 pund. Mánadagin tók Kósavirkið ímóti hesum landingum: Brynhild 4.500 pund, Grunningur 3.800, Nestangi 2.700 og Skorhamar 4.100 pund. Væl av fiski Í seinastu viku kom nógvur fiskur upp á land í Skopun. Nakrar dagar var talið á bátum, sum landaðu, oman fyri 20, men mánadagin var ringt veður, og eingin bátur var úti. Tað eru eisini bátar úr Skálavík og av Sandi, sum avreiða til flakavirkið í Skopun. Á virkinum er nóg mikið av arbeiði í eina heila viku framyvir. Í løtuni arbeiða 30 fólk á virkinum, umframt seks mans, sum taka ímóti fiskinum. 600 sentnarar leygardagin Polarfrost í Vági tók ímóti 600 sentnarum frá 20 bátum leygardagin. Mánadagin var eingin bátur úti vegna tey ringu líkindini. Pólarborg Í kom á Våg mánadagin undan Íslandi. Teir mettu seg at hava 100 tons. Gera klárt Núpur, útróðrarbáturin hjá J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum er keyptur gjøgnum Markn adarrøkt, fer væntandi fyrsta túrin, tá henda vikan er farin at halla. Teir hava arbeitt umborð á Núpi hesar dagar nar. Sunnudagin royndu teir skipið á fjørdinum Eykafíggjarlógin fyri í dag Logtingið, sum hevur verið heima síðani seinasta miku dag, kemur saman aftur í dag. Millum tey mál, sum tingið skal viðgera í dag, er eykafíggjarlógin, sum varð logd fram í farnu tingsetu. 13.000 kr. til KI-høllina V4-sendingin år Klaksvik leygarkvøldid = gav einar 13.000 kr. til KÍ-hellina. Sendingin var úr KI-høllini, sum hevdi savnad einar 1300 áskoðarar hetta kvøldid. At- gongugjaldið var 10 kr. Tveir uppstillingarfundir Um vikuskiftið vóru tveir uppstillingarfundir til for mansvalið hjá Fiskimanna- felagnum. Í Havn varð Óli Jacobsen uppstillaður, men á fundinum í Vági varð eingin uppstillaður. Bert tveir av teimum 110 limunum vóru á fundi. Hesir báðir søgdu seg styðja Ísak Matras. Tað er ikki avgjørt enn, hvert ein annar fundur skal haldast í Vági. Liðugt til tíðina Tað gongur væl við arbeiði num upp á nýggja flakavirk ið í Vági. sum væntandi verður liðugt til tíðina. Virk ið varð innilokað í septemb er, og nú verður arbeitt innandura. Eftir ætlanini skal nýggja virkið verða lið ugt í mai-juni næsta ár.