Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

spstalurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn; Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Samráðingar og rikisfelagsskapur FOROYSKU ynskini um at varðveita rættindini, sum ríkisborgaraskapurin eigur at tryggja okkum, er aðaltátturin í teimum samráðingum, sum gjøgnum árini hava verið um rættindi okkara at veiða í Grønlandi. TÁ landsstýrið í síðstu viku hevði samráðingar við ríkisstýrið, so var tað hesin spurningurin, sum var sterkt frammi, samstundis sum okkara fiskiveiða í mun til EF og rættindi okkara annars á ødrum fiskileiðum, sum var hovuðsevnið. VIT hava gjøgnum allar tíðir lagt storsta dent á at rættindini at veiða í Grønlandi vórðu varðveitt. TÍ er tað eisini sjálvsagt, at hesin spurningurin verður tikin álvarsliga til viðgerðar, eisini nú samráðingar við EF um fiskirættindarmál, skulu viðgerast. Tað hevur ongantíð gingið sum fótur í hosu hjá føroyingum at vinna sær rættindi á ødrum leiðum, og verður tað neyvan heldur í framtíðini. FRÁ ábyrgdarpolitikarum okkara eigur størsti dentur at verða lagdur á at okkum verða tryggjaðar veiðiræsur aðrastaðir, sum eisini í komandi tíðum koma at vera so aldeilis neyðugar fyri búskap okkara. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri veitslu í B36-húsinum 26. nov Borðreitt verður við røstum kjøti. Tekningar- listi liggur á tlf. 13798 og 12946 frá 17. til 23. november. Nevndin Bókhaldari Til eitt byggivirki í Havn verður sekt eftir manni, sum kann átaka sær békføringina, lønarroknskapin og annars alt vanligt skriv- stovuarbeiði. Áhugaðir kunnu 'skriva ella ringja til Jógvan Sundstein statsaut. revisor telf. 14700 Ulpur Stórt úrval til børn, kvinnur og menn. Handilshúsið Impo sosialurin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend i Rituvik, H. Bøgesvang å Strondum, har savnað verður inn til sjó- mansmissiónina, N. P. Dan- ielsen á Skála, J. Weihe á Tveroyri kl. 12, altargangur, og í Fámjin kl. 18, K.'O. Videro í Hovi og Martin R. Jacobsen í Hvalba Frelsunarherurin Í kvold kl. 20.30 ungdóms- fundur. 700 kr. innsavnaðar Í sunnudagsskúlanum hjá missiónshúsinum á Sandi eru innsavnaðar 700 kr. og send- ar barnaheiminum Fugla reiðrið í Libanon. 97 ár Í dag verður Inga Wang, ættað úr Kaldbak, 97 ár. Adr.: Bispebjerghjemmet, Tagensvej 186, København 20.000 kr. Eydnuhjólið til frama fyri Ungmannafelagið í Servági seinasta leygardag gav mill- um 18. og 20.000 kr. Í løtuni nýtir ungmanna- felagið dansistovuna í bygd- ini til dans, spel og annað. Yvirmenn hjå A.P. Møller Thorstein Arge, år Havn, er åtnevndur til kapteyn, Hedin Sevdal, år Leirvik, til yvir- styrimann, Frank Joensen, år Vågum og Knud William Gray, Tórshavn, til 1. maskinmeistarar. V4-spælid Í V4-spæli útvarpsins sein- asta leygarkvøld vórðu hesi tel tikin: 5,6, 8, 16, 18, 21, 36, 41, 42,45, 50, 62, 70, 93, 94 og 97. Vinningurin var upp å 8.980 kr. og tveir vinnarar: annar år Fuglafirdi og hin år Klaksvik. Nr. 72 — 17. november 1976 dagbókin Broytt telefonnummar Skálabúðin í Havn hevur fingið nýtt telefonnummar. Broytta telefonnummarið er 15315. Privatnummarið er framvegis óbroytt 11739. 85.000 kr. Árliga merkjaselan hjá felagnum Javna gav hesaferð 85.000 kr. Peningurin verður nýttur til húsið á Skrivara- trødni, sum felagið keypti fyrr í ár. Merkini vórðu seld um alt landið. Gideon, Vestmanna Evangeliskur fundur verður sunnukvøldid kl. 19. Sunnu dagsskúli hvønn sunnudag kl. 17. Fremmandir talarar. Píkadekk Sambært nýggju kunngerð ina frá landsstýrinum um píkadekk, sum kemur í gildi 1. desember, er bert loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiði- num 16. oktober til 30. april. Ebenezer Samfelagsfundir verða í Ebenezer frá 17. til 21. nov. Almennir fyrilestrar um foroyska byggisogu Fróðskaparsetrið skipar í november-desember mánaða fyri eini fyrilestrarrød um føroyska byggisøgu. Tað er Arne Thorsteinsson, forn- froðingur, sum heldur fyri- lestrarnar. Teir verða í fyri lestrarhøllini á Debesartrød. Fyrilestrarnir eru triggir i tali: 18.11.: Búseting og byggisiðir í vikingaøld. 25.11.: Byggisidir i midøld og yngri tíðum og seinasti fyrilesturin verður hóskvold- ið 2.12. kl. 20 um evnið Byggisøgulig gransking. Farin frå Skúlastjórnin ger kunnugt, at Jacob Heinesen, lærari, er farin frá sum lærari vegna aldur. J. Heinesen fer frá við eftirlon í endanum av nov ember at rokna. =. Eydnuhjól Eiðis Bóltfelag hevur eydnuhjól 11. desember til frama fyri ungdómshús á Eiði. Vit takka øllum sum vilja styðja tiltakið. Lutir kunnu latast til Petur Kruse, Edvard í Skorini, Hans Egil Joensen, Birna Dam, Petur Sólsker, Oluvu Joensen, Ossur Egils- tróð á Eiði, Regin Ellingsgaard í Svínáum Kunngerð Regluligi oýráðsfundurin hin 18. november 1976 er útsettur. Tórshavnar býráð útvarpið Umframt føstu sendingarnar gerandisdagar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi : Lurtararnir og vit spæla grammofon : Veðurtíðindi og tíðindi : Morgunlestur : Middagskonsert : Veðurtíðindi og tíðindi : Dogurðatónleikur : Vedurtidindi : Tónleikur : Veðurtíðindi og tíðindi 21.00: Tíðindi eru sendingarnar hesar: Mikudagin 17. 08.05: Enskt IV 08.25: Lurtararnir og vit spæla grammofon 13.00: Kvoðuljómar til sjófólkið 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Miðvikan 20.00: Enskt IV 20.20: Operettulog Ívar Iversen Hósdagin 18. 18.42: Læknin hevur orðið 19.00: Ben Hur 8. partur 19.30: Grammofongestur á Bryggjubakka Jergin Gunnarsson 20.00: Úr ymsum heraðshornum 20.20: Pop non-stop Fríggjadagin 19. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Føroyar verða form- liga innlimadar i rikid Annar av 12 søguligu fyrilestrunum hjå H.J. Debes 19.30: Jazzur Jogvan T. Joensen 20.00: Friggjakvøld kl. 20 Vindeygu altíð nógvar steddir á goymslu leverað við ísettum termo- glasi Breið ella smøl? Måtini ery tygara Góðskan er okkara Hetta framleiðir: pf. Snikkaravirkið J. Patursonargeta 34 Tlf. 14777 Torshavn