Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 jalurin telf. 11820 giro 6282725 505 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Prent: Heygsprent Øvundin VIT KENNA øll hetta lyndid sum tíanverri ofta hevur undirtøku millum manna, tá tað gongst mótpartinum ella måétstødumanni- num væl og m.ishepnast hjá eins egnu — at øvunda. FRISKT dømi í so máta er formansvalið í Fiskimannafelagnum, har Óli Jacobsen varð afturvaldur, hóast mótkandidatur hansara, Ísak Matras, einans hevði 5 atkvødur færri, nevniliga 786 móti teimum 791 hjá Óla. MEN valið er avgjørt — og uppgjørt er. Tó at so er, so kann Fjúrtandi, urga tjóðveldis- manna, ikki bara sær í síni øvund at koma við hinum vælkenda giftdropanum, í hesum føri skrivar Fjúrtandi: »Hvi dylja hvadani tær ógildugu atkvødurnar komu?«. Hver skal siga, er tað ikki so, at har ruggar ikki alt, sum tað skal? NÚ ER uppteljingin av atkvgðunum farin fram á regluligan hátt, t.v.s. frammanundan uppteljingini er gjørt fullgreitt hverjar at- kvødur skulu teljast við. Tær, sum ikki lúka treytirnar, verða lagdar til viks frammanund- an, uttan at nakar veit hvgnn persón hesar umboða, sjálvsagt. Hetta er mannagongdin í øllum vanligum demokratiskum valupptelj- ingum. MEN NÚ reisur Fjúrtandi í øvundini spurning- in, hví vit ikki fáa at vita hvørjar og hvaðani tær ógildugu 39 atkvødurnar koma? Hvat skulu vit hava hesa vitan til? Hví skulu nú tær ógildugu atkvødurnar almannakunngerast? Er tað fyri at rættvísgera nakað sum helst? Hevdi tað verið rættvorðið, um so varð gjørt? Sjálvsagt nei. MISNØGD tjóðveldismanna við formansval- ið ber á brá, at teir ikki bara eru gallsúrir, men blunka ikki við at brúka dálkað vápn. Tað gevur ikki gott treysti hjá teimum, sum arbeiða skulu saman við hesum monnum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum vitjadu meg og annars gleddu meg vid gåvum og tele- grammum å 90 åra degi minum. Elsa Thomsen Skúlin í Hoyvík Tey, ið ætla at lata børn í 1. flokk og eisini tey, sum vænta at flyta børn higar komandi skúlaár, verða biðin um at siga skúlanum frá mánadagin 24. januar kl. 16—18. Telf. 14234 Skúlin í Hoyvík sosialurin SØGUR OG LJOSBILØT Å Barnabókasavninum Fyri 5—10 ára gomul børn ANNANHVØNN MIKUDAG KL. 16 VARIÐ 77: 19.1 ljøsbiløt: »Månadrongurin« eftir Ib Spang Olsen 2.2 ljøsbiløt: »Tann litli sleipibåturin« eftir Hardie Gramatky 16.2 ljosbiløt: »Stolurin hjá peturi« eftir Ezra Jack Keats 2.3 ljósbilot: »Eitt logið djor« eftir Tom Ungerer Steinbjørn B. Jacobsen vitjar ) Lina Larsen vitjar OKEYPIS ATGONGD Barnabókasavnið er opið: mánadag — friggjadag kl. 14—17, leygardag kl. 10 —13. BYARBOKASAVNID Niels Finsensgøta 7 Lysing frå Torshavnar byråd Tað verður her gjørt øllum avarandi, serliga bilførarum, kunnugt, at tad er strangliga bannað at koyra útgrefstur o.t. frå uttan- býggja kommunu út í moldgoymsluna við ruskstødina í Havnardali ella nakra aðra staðir innanfyri kommunumarkið. Tórshavn, tann 17. jan. 1977. Byarverkfrødingurin Serstempling av frimerkjum Í sambandi við at flogið verður fyrstu ferð við jet-ferdaflogfari úr Føroyum til Danmarkar 01. 02.1977, skipar Postverk Føroya fyri stempling vid serligum poststempli, sum bert verdur nytt henda dagin. Serstempling fæst við, 1) at senda brøv ella postkort til posthúsið í Tórshavn við viðmerking >Serstempling í seinasta lagi 28.01.1977 (brøvini ella kortini skulu vera adresserað og frímerkt á vanligan hátt), ella at keypa serstemplaðar brævbjálvar frá postverkinum. Brævbjálvarnir eru frí- merktir við 160 oyra frímerki og kosta 3,00 kr. stykkið. Sølan fer fram við bílegging á øllum posthåsum, og bíleggingin skal vera gjørd í seinasta lagi 01.02.1977. POSTVERK FØROYA Nr. 6 — 22. januar 1977 dagbókin Gudstænasta I Havnar kirkju prædikar Hans Jacob Joensen. Sands kirkja Bergur Jacobsen verður innsettur sum sóknarprestur í Sands prestagjaldi. Komandi sunnudag verður gudstænasta við altargongd í Hvannasunds kirkju. Fekk sjógv På Smyril mikudagin var á veg til Havnar fekk hann ein sjógv. Hann var tá staddur suður úr Dalsfles. 6 bilar fingu skaða og ein truckur hjá Strandferðsluni var oyði lagdur. Eingin fólkaskaði hendi. MADS CHR. JACOBSEN Exam. prakt. tannteknikari Dr. Jacobsensgøta 11 3800 Torshavn — Tlf. 14796 Kons.: 9— 17 Leygard. 9— 12 %& | Vindeygu altíð nógvar steddir á goymslu leverað við ísettum termo- glasi Breið ella smøl? Mátini ery tygara Góðskan er okkara tletta framleiðir: pf. Snikkaravirkid J. Patursonargøta 34 me Tlf. 14777 Tórshavn