Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin sosjalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Prent: Heygsprent Folkatingsvalid SEINASTA leygardag kunngjørdi Anker Jørgensen, forsætisráðharri, at fólkatingsval verður 15. februar. Í Føroyum verður valid tó ikki fyrr enn 1. mars. HETTA hendir eftir at Anker Jørgensen hevur sitið á odda fyri eini sosialdemo- kratiskari minnilutastjórn í sløk tvey ár. Í hesum tíðar skeiði hava fleiri politiskar kreppur tikið seg upp og eins nógvar politiskar semjir eru gjørdar. UM STJÓRNIN skuldi halda fram nú, varð aftur neyðugt at fáa fleiri flokkar at semjast um ymiskar spuringar, eitt nú um íbúðarmál- ini, um verjuspurningin, arbeiðsloysnis- spurningin og um fíggjarpolitikkin. TA TAÐ íkki eyðnaðist at koma ásamt um hesar spurningar valdi forsætisráðharrin at skriva út nýval til fólkatingið. Torførar samráðingar til allar síður og har avstandandi semjir eru treytirnar ein minnilutastjórn hevur at arbeiða undir. OG EYÐNAST hetta ikki, er annaðhvort at lata aðrar skipa stjórn, ella eisini at útskriva val. Hitt fyrra varð ivaleyst til onga nyttu, eftir at tær drúgvu samráðingarnar millum størsta partin av flokkunum í fólkatinginum vóru endaðar úrslitaleysar, og tískil var fólkatingsval einasti vegurin burtur úr naggatódnini. Í DANMARK man valið fara at snúgva seg um teir fýra spurningarnar, ið flokkarnir íkki komu ásamt um, nú áðrenn valið varð útskrivað. Har verður spurningurin, um vinstriflokkurin og framburðsflokkurin kunni koma so sterkir burtur úr valinum, at vinstriflokkurin kann skipa nýggja minni- lutastjórn við stuðli frá framburðsflokkinum. Hinvegin kann úrslitið av valinum eisini verða tað, at hinir flokkarnir, sum luttóku í samráðingunum, gerast førir fyri at gjøgnumføra semjurnar uttan vinstraflokkin. HER HEIMA í Føroyum fer valið neyvan at snúgva seg um hesar spurningar. Sum vant, fara menn her at tosa um týdningin av fólkatingsumboðunum, og teir somu, ið siga hesar sessir ongan týdning at hava, fara hóast alt at búna og biðja veljarnar um atkvøduna fyri at verða valdur í annan av hesum báðum týdningarleysu sessum. ELLA KANN tað hugsast at teir nú hava aðra hugsan um hesi umboð??? Við øðrum orðum um teirra arbeiði, sum teir hava fingið hampuliga góða samsýning fyri at gera??? Nr.8 — 29. januar 1977 Liberala erhvervid« Í oddagrein síni skrivar blað stjórin á Dagblaðnum miku dagin 26. januar um >fólkat ingsvalið og vit<. Blaðstjórin leggur herðslu á, at landsstýris flokkarnir snakka nógv saman nú uppundir fólkatingsvalið og vísur samstundis á Sambands flokkin, sum hevur eina greiða stødu til Danmark. Blaðstjórin sýnist Í fyrra partinum av greinini av ollum alvi at káva og kýna landsstýrisflokkunum, so leiðis at henda heilaga kúg hansara ikki so mikið sum fæl eitt hár av andslitssmyrsli sínum káva ella kráma Men so tykir hann at hava fingið aðrar tankar í síni veru leikafjaru hugsan. Nú er tað einki meira at eira nøkrum landsstýrisflokki, nei nú er at herja á sosialistaforskrekkjaran, sum jú er góður til at hava til at taka uppundir val, og soleiðis eisini hesaferð Danmark, stendur sjálvtsagt fyri skotum Fad eru tey mongu arbeiðs plássini innanfyri tað almenna í Danmark, sum nú er størri arbeiðspláss enn tær privatu ella fyri at siga tað fínt, tey liberalu erhvervini við teimum 400.000 mótvegis teim almennu sum telja 600.000 skotbjálvi. Sjálvsagt er tað sosialisman, sosialiseringin,sum fær homlubandið fyri arbeiðs sum nu eru loysið í Danmark. Øll vita, at Danmark eins og mong onnur lond tey seinri árini hava drigist við stórt arbeiðsloysi. Men henda vitan skal so geva okkum hetta aftrat, at tað socialiseringin, sum blað stjóri Dagblaðsins nevnir tað sum hevur skapt arbeiðsloysið. So lætt liggur tað fyri hjá teimum, sum flóta omaná i ti „liberala erhvervinum« vid fast ari socialiseringslon, at leypa á har garðurin er lægstur. Var tað íkki meira rættvørdi, um blað- stjórin fyrst fór at kann eftir har tað >liberala erhvervið< er eina ráðandi tá funnu vit arbeiðs loysið á allari sínar grú, og har miskunarloysið haraftrat var túsund ferðir lættari at fáa eygað á. Tí har síggja vit neyð ina á sjálvari gøtuni. Men hetta skal jú tigast burtur, tí tað er ónærisligt at tosa um, hesa ranguna av »ti liberala Gevið bara Javnaðarflokkin um skuldina fyri støduna, sum hon er í dag. Hvort tað er í Danmark ella í Føroyum. Tí hesir flokkar einga skuldina í einum meginparti av tí, sum farið er fram í samfelogum okkara. Tað eru eisini hesir flokkar, sum hava sæð tað sum eina av fremstu uppgávum sín um at syrgja fyri at arbeiði er til allar hendur. Tá á hevur staðið at fylla út henda málsetning, tá hava hesir flokkar ikki aftra seg við eftir politiskum loysnum at tryggja teimum, sum liggja undir atbeidsloysi, tryggleika, soleiðis er okkara politikkur og verður tað framvegis. Nei, fólkatingið kann ikkli nýtast bara nøkur få ár, sum Dagblaðið orðber seg, til at tosa um viðurskifti okkara, Dan markar millum. Men Fólka tingið er tað forum, har vit framvegis eiga at leggja okkara áhugamál til viðgerðar og av gerðar, tá tað snýr seg um felagsáhugamál okkara í ríkis felagsskapinum. Hesum ríkis felagsskapi, sum Javnaðarflokk urin viðurkennur sum okkara. Rigshospitalets Jordemoderskole Ansøgninger om optagelse som elev pá jordemoderskolen indsendes i tiden 1.—28. februar 1977 til jordemoderskolen, Rigs- hospitalet, Blegdamsvej 9, 2100 København Ø, (tlf. (01) 396633). Der anvendes en særlig ansøgningsblanket, der sammen med vejled- ning om uddannelsen udleveres ved henven- delsen til jordemoderskolen. Opmærksom- heden henledes på, at det endnu er usikkert, hvorvidt der kan optages et nyt elevhold til påbegyndelse af uddannelsen pr. 1. oktober 1977, eller der først kan optages et hold til 1. april 1978. Ansøgerne kan derfor ikke for- vente svar før tidligst i august måned 1977. Til orientering om mulighederne for op- tagelse kan oplyses, at der hvert år modtag- es et overvældende antal ansøgninger, i 1976 således 912 ansøgninger. Rigsombudsmanden på Færøerne, Torshavn, den 21. januar 1977 Leif Groth dagbókin Prógv Bogi Dánjalsson Davidsen, Tórshavn hevur lokið lækna- vísindaligt prógv á universi- tetinum í Keypmannahavn. Lærarasetan Skúlastjórnin sigur frá at Jóhan Olsen lærari, er settur í starv á Eysturskúlanum frá 1. sept. 1976 at rokna. Framhald frá síðu 1 tey í staðin fyri nýta avlopspen- ing sin til nfiløgur og haraftrat at skapa áhuga fyri vinnufremj- andi felagsskapi við at linka munandi um tað dupultskatting partafelagseigarar hava verið tyri. Hovuðsbroytingarnar í upp- skotinum eru hesar: 1. Partafelog verða skattað við einum føstum procenti av skattskyldugu inntøkuni uttan skattafrådrått. Tad vil siga, at skatturin verdur i ein vissan mun lutfalsligur (proportional- ur), tó so, at fyrstu 100.000 kr. verða skattaðar við lægri pro- centum enn tann partur av yvirskotinum, sum liggur oman fyri hesa upphædd. Skotið verð- ur upp, at hesi procent vera ávikavist 36%. 42% og 48%. 2. Skotid er upp, at partafel- øg fåa betri skattafriar avset ingarmøguleikar. Tí verður skotið upp, at burturlegging í iløgugrunn verður hækkað úr 20% til 30%, og at møguleiki eisini verður fyri avseting til ein rakstrargrunn. Henda avseting skal í mesta lagi vera 15% av skattaskyldugu inntøkuni, áðr- enn lagt er í ílogugrunn, tó í mesta lagi kr. 400.000 árliga. Hesin grunnur, ið er ætlaður sum ein útjavningarmeguleiki í staðin fyri tað, sum aðrir hava við afturflytan av rakstrarhalli, nidurskriving av vørugoymslum v.m., skal inntøkuførast aftur í seinasta lagi 5. árið eftir burtur leggingina. Feløg mega ti í roknskapinum útgreina grunn in årsvis, og má hann ikki útlutast 3. Tá ið partafelog, tó við teimum frammanfyri neyndu avsetingarmøguleiku, skulu rinda vanligan inntøkuskatt, verdur skotid upp, at vinnings býti, tå ið tað verður útlutað, verður skattað hjá móttakaran- um við einum avgjaldi uppá 12,5%, sum felagið afturheldur og rindar landskassanum. Hetta avgjald verður eisini goldið, um móttakarin av vinningsbýtinum ikki er skattskyldugur. Henda skatting av vinningsbýti sam- svarar rættiliga væl við núgald- andi skatting av rentum inni- standandi í foroyskum peninga- stovnum Tann núverandi frádráttur hjá felogum uppá 6% av partapeninginum fer úr gildi. i. Í sambandi við umlegging av partafelagsskattingini verður galdandi regla umskatting av frípartabrovum avtikin. Henda regal er fyri langari tíð síðani avtikin í eðrum londum.