fríggjadagur 28. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 121 - 28. juni 2002
Nr. 121 - 28. juni 2002
3
Ingu Falkvard
Danberg
til minnis
Tann 20. Mars andaðist okkara kæri starvsfelagi
Inga F. Danberg.
Tað er óskiljandi at henda lívsterka, glaða og
arbeiðssama kvinna ikki er ímillum okkum meira.
Ja so óveruligt, at tað er sum um ein bert gongur
og bíðar eftir til hon aftur trínur inn í handlinum í
Niels Finsensgøtu og tú aftur kannst hoyra hennara
gneggjandi látur og uppliva hennara lætta lyndi.
Tankin um at ein ikki skal síggja hana aftur gevur
onga meining. Saknurin er ómetaliga stórur og
eftir henni stendur eitt stórt tómt hol.
Inga hevði fyri okkum starvsfelagar sera stóran
týdning.
Fyrsta uppfatan tú fekk av henni var, at hon var
bersøgin og hevði sín heilt serliga hátt at siga og
gera tingini uppá. Men tá tú lærdi hana at kenna,
fanst tú útav, at hon var sera ósjálvsøkin. Hon
hugsaði altíð um hini fyrst, var altíð gevarin, men
kravdi einki afturfyri. Hevði tú trupulleikar á
arbeiðinum ella persónliga, kundi tú altíð fara til
hana, tí her hevði tú ein persón, sum tú kundi tosa
við í trúnaði og tú fekk altíð eitt greitt svar.
Tú kundi mangan undrast yvir alt, ið hon kundi
náa. At arbeiða í handli krevur nógv av einum,
kortini so hevði hon stundir at venja hondbólt,
verða um familjuna, skilja fisk við pápanum
vesturi í Sørvági, ganga á fjall og ikki so sjáldan
samlaði hon okkum starvsfelagarnar um borðið í
køkinum við nýbakaðum bollum ella køku. Ja,
Inga var eitt satt konubrot við einum heitum hjarta,
sum elskaði at fjálga um tey sum stóðu henni nær.
Nú tíðin er komin til ta árligu útferðina, renna
tankarnir aftur til tann ógloymandi túrin úti í
Mykinesi seinasta ár, har hon vísti okkum runt á
sínum himmiríki á jørð.
Henda oyggj, sum hon hevði so stóran tokka til,
og sum hon so mangan fortaldi okkum um.
Vit eru sera takksom fyri at vit sluppu at uppliva
hana úti í Mykinesi.
Tín tíð her á jørð gjørdist ikki long, men hóast
hettar so náddi tú meir enn mong náa eitt langt lív.
Hví tú Inga skuldi fara so ung, fáa vit ikki at vita
- helst hevur Guð ikki kunnað verið hendan
eingilin fyriuttan meira.
Takk Finn, fyri at tú alla tíðina kunnaði okkum
um støðuna hjá Ingu gjøgnum sjúkraleguna. Hetta
gjørdi tú hóast tað var ein svár tíð tit fóru
ígjøgnum.
Er saknurin av Ingu hjá okkum stórur, so kann
tað ikki lýsast, hvussu stórur hann eigur at vera hjá
tykkum, Finn og børnunum, Vinjard, Marjun og
Pola. Tit vóru hennara eitt og alt og Inga tosaði
eisini altíð um tykkum.
Við hesum fátøku orðum vilja vit lýsa frið yvir
minnið um okkara kæra starvsfelaga og vin Ingu F.
Danberg
Starvsfelagarnir
- Í fjør vórðu 290
laksar og síl kannaði.
Eingi skaðilig evni
vórðu ávíst í fiskin-
um, sigur Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan
UMHVØRVI
Vilmund Jacobsen
Eins og onnur lond, sum
selja fiskavørur til ES, hava
Føroyar eisini eina avtalu
við felagsskapin um heilsu-
frøðilig viðurskifti. Avtalan
ásetir, at hvørt ár skulu
gerast kanningar av aldum
fiski í Føroyum. Endamálið
við kanningunum er at
skjalprógva, um alifiskurin
inniheldur leivdir av óynsk-
um evnum, t.d. leivdir av
heilivági, tungmetallum,
vakstrarhormonum, soppa-
eitur og avlúsingarevni.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan sigur, at skipanin
fevnir um øll landbúnaðar-
djór, og alifiskur verður í-
roknaður landbúnaðardjór-
um. Seinast í mars mánaði
á hvørjum ári senda londini
sínar frágreiðingar til ES.
- Føroyska kanningar-
ætlanin fyri ár 2001 fevndi
um 290 laksar og síl. Ein
laksur ella eitt síl verða
tikin fyri hvørji 100 tons,
sum eru útflutt í undan-
farna ári, og í 2000 var
útflutningurin 29.000 tons;
tí vórðu 290 laksar og síl
kannaði í 2001.
Undir markvirðunum
Úrslitið av kanningunum í
2001, sigur Heilsufrøðiliga
Starvsstova, vísa, at ongar
heilivágsleivdir
vórðu
ávístar í fiskinum.
- Tungmetal-kanningar-
nar vístu, at innihaldið av
kiksilvur, blýggi og kad-
mium í føroyska laksinum
liggur langt undir galdandi
markvirðum.
Víst verður á, at mest var
av kiksilvuri, men kortini
vóru nøgdirnar bert 1/10 av
loyvda markinum, sum er
0,5 ppm.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan sigur, at kanning-
arnar av øðrum óynsktum
evnum vístu, at øll virðini
vóru undir loyvdu mark-
virðunum.
Nú er so sýnistøkuætl-
anin fyri 2002, sum hendan
ætlan verður rópt, løgd til
rættis, og væntandi verða
umleið 430 laksar og síl
tikin til kanningar í hesum
árinum.
430 laksar og síl
skulu kannast í ár
SUMMARTILTAK
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin kl. 16.00 skipa
Summartónar v/ Kristiani
Blak fyri konsert í Gjónni
við Gjógv.
Hetta er eitt áhugavert
tiltak - ikki minst, tí staðið
er forvitnisligt og sjáld-
sama náttúruvakurt.
Bólkurin, sum fer at
spæla á konsertini, eitur
Mad Cows Sing. Hann er
stovnaður í 1996 av kenda
dananum, Benjamin Kopp-
el. Tey hava eisini vunnið
onkrar virðislønir fyri síni
avrik.
Við í bólkinum eru Oliv-
er Boekboorn (obo), Benja-
min Koppel (altsaksofon),
Andrea Gyarfas (violin),
Therese Åstrand (cello),
Rikke Sandberg (klaver),
Jonas Westergaard (bass)
og Jacob Andersen (slag-
verk).
Konsert í Gjónni við Gjógv
Føroyskur laksur og síl eru langt undir markvirðunum fyri
skaðilig evni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum í ár fer at
kanna 430 fiskar
Náttúran við Gjógv er vøkur. Sunnudagin verður konsert við Mad Cows Sing í Gjónni
BJARGING
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Svalbard.
Sosialurin:
Mikumorgunin í seinastu
viku vóru nakrir norður-
lendskir journalistar, sum
vóru á skeið á Svalbard,
vitni til eina bjarging á ísin-
um beint undir einum jøkli
í stóra Ísfjørðinum, har
millum annað Longyearbý-
urin og Barentsburg liggja.
Ferðalagið var mánadag-
in í seinastu viku á ferð við
svenska skipinum Origo úr
Longyearbýnum og norður
til Ny Aalesen, sum liggur
á 79 stigum, tá vit hoyrdu
neyðarkall. Tað var Sval-
bard Radio, sum kallaði.
Trý fólk vóru stødd á ísin-
um og tað eina, ein ungur
maður hevði koygt sær
beinið. Tey vóru á veg á skí
úr
Longyearbýnum
og
skuldu ganga til Ny Aale-
sund, ein ferð, sum vanliga
tekur 12 dagar. Eftir sum
ungi maðurin ikki var álv-
arsliga skaddur, so avgjørdi
skiparin, at bíða við at fara
eftir honum til mikudagin,
tá hjá ferðalagið hjá okkum
kom heim aftur og tíðliga
mikumorgunin lógu við utt-
anfyri jøkulin, har fólkini
høvdu sovið í telti seinastu
dagarnar.
Tey høvdu tveir pólhund-
ar við sum drógu sleturnar
við viðførinum. Talan var
um tveir Alaska Husky,
sum eru sera harðføriri
hundar, men blíðir eisini.
Vit sigldu inn móti ísin-
um, men skjótt stóð skipið
fast og langt var millum
okkum og fólkini. Tað var
heldur ikki vandaleyst hjá
teimum at fara longur út á
ísin, tí her var hann vátur
og tunnur.
Origo bakkaði og síðan
aftur við fullari ferð. Her
brakaði og skrykti í skipin-
um, men tað breyt seg í
gjøgnum og kom langt inn.
Síðan varð bakkað einaferð
afturat og tá komu við so
langt inn, at ikki var meira
enn fimti metur millum
okkum og fólkini. Tey
komu nú út móti skipinum,
landgangurin varð settur
niður á ísin og tey komu
umborð í øllum góðum,
hundarnir fyrst.
Órógvað av eini
ísbjørn
Eitt sindur viðtikin vóru tey
og troytt og tað var ikki
uttan grund. Tí um seinasta
døgnið høvdu tey verið
órógvað av eini ísbjørn,
sum hevði verið tætt hjá
teimum. So tætt onkuntíð,
at tey vóru um at skjóta
hana.
Hendan morgunin gekk
ísjørnin á ísinum og í
kikara sást hon væl. Hon
ræddist skipið og kom ikki
nær. Talan var um eina tvey
ára gamla hannbjørn søgdu
ísbjarnakøn mær.
Kanska var tað ikki skip-
ið hon ræddist, tí longur
inni á ísinum var hópin av
kópi, og hon nartlaðist upp
í teimum.
Teir tríggir óhepnu skí-
rennararnir fingu ein til-
trongdan kaffimunn og
morgunmat og ferðin hjá
teimum var at enda komin.
Heima í Longyearbýnum
stóð flogfarið og bíðaði og
tey komu ongantíð norður
til Ny Aalesund. Men tey
ætla sær aftur næsta ár.
Hundarnir vóru eisini
ávirkaður av bjargingini.
Tað gekk av báðum endum
hjá tí eina, meðan hann
stóð bundin har í eini ketu.
Og skjótt var ketan tann
beri bleyti grøni guli.....
Hundurin var blíður og
hoppaði upp til øll og ketan
varð drigin gjøgnum evjuna
og upp á brøkurnar hjá
teimum, sum hildu seg
framat.
Komu illa fyri í ísinum
Hundarnir vóru móðir og
spentir
Her ganga tey efir ísinum
C
M
Y
K
3
2