Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 121 - 28. juni 2002 Nr. 121 - 28. juni 2002 5 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Trý skip hava landað svartkalva á Tvøroyri hesa vikuna. Týsdagin var Anita inn við góðum 44.000 pundum, og mikudagin var Oknin við 24.000 pundum. Djúpvatnstrol- arin, Brestir, var eisini inni mikudagin við 130.000 pundum av svartkalva. Anita og Oknin royna við gørnum undir Før- oyum, meðan Brestir hendan túrin var í Grøn- landi. Alt skorið Á Fiskavirking á Tvør- oyri verður svartkalvin bæði skorin til flak og skráskorin og fer tískil virkaður av landinum. Teir, ið kappast við virkið á Tvøroyri um at keypa svartkalvan, er eitt nú Fiskasølan, sum sendir fiskin óvirkaðan av landinum og Farex. Jóansøkan í Vági hevur ymiskt at bjóða teimum, ið hava hug til tónleikin. Pakk- húsið hevur fingið stásiligt klaver, ið ger tað møguligt at bjóða allari tónlist í húsið. Á jóansøku er tón- leikacafé í Stóra Pakkhúsið TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Um jóansøkuna verður skipað fyri tónleikacafé í Stóra Pakkhúsið fríggja- kvøldið og sunnukvøldið. Har fara Claus Telling, kla- ver, og Guðrun Jacobsen, sang, at framføra. Eisini fara Tróndur Enni og Rúni Eysturlíð at framføra. Teir eru báðir undir tónleika- útbúgving Íslandi og spæla javnan har. Stásiligt klaver Ein vandi hjá mongum plássum í útjaðaranum er, at hóskandi ljóðføri eru ikki at bjóða vitjandi tón- leikarum. Í Suðuroynni hevur tað bert verið klaverið í Trongisvági, ið hevur staðið mát, tá talan hevur verið um, at eittnú Norðurlandahúsið sendir ut tónleikarar at leika. Nú hevur eydnast Stóra Pakkhúsið at fáa stásiligt klaver. Hetta er hent í samstarvi við Claus telling, ið er útbúgvin tónleikari og giftur prestinum í Vági, Marianne Telling. Tað hevur eydnast at fáa eitt stásiligt ljóðføri til rímu- ligan penga, so nú er gjør- ligt hjá Vágbingum at hýsa alskins tónleikatiltøkum. T.d. eru ætlanir um fram- førslur í samband við Summartónar 2002, og hetta hevur ikki verið møguligt áður. Men fyrst er tað jóan- søkan, ið er á skránni. Og óivað verður hugnaligt at leita sær á tónleikacafé í Pakkhúsinum. Trý skip á Tvøroyri við svartkalva Tónleikacafé í Pakkhúsinum við stásiligum klaveri Í stóra Pakkhúsið í Vági stendur nú stásiligt klaver, so nú ber til at hýsa alskins tónleikatiltøkum. Á jóansøku verður tónleikacafé Mynd: D. Olsen Hesa vikuna hevur Fiskavirking á Tvøroyri tikið ímóti hampiligum nøgdum av svartkalva Ferðavinnan í Ísrael hevur verið fyri stór- um bakkasti, síðan stríðið við palestinar av álvara herdist. Nú royna ísraelar at fáa ferðavinnuna aftur á rættkjøl. Í hesum sambandi er ísraelski ferðavinnustjórin fyri Norðurlond í Føroy- um, og hann heldur, at tað er trygt at ferð- ast í ávísum pørtum av landinum FERÐAVINNA Stefan í Skorini Stjórin í ísraelsku ferða- vinnuskrivstovuni í Norð- urlondum er í Føroyum í hesum døgum og roynir at selja føroyingum, ið hava hug at fara til tað krígsherj- aða landið, Ísrael. Stjórin, sum eitur Nir Raz, hevur sjálvur tikið stig til henda túrin, og hann væntar, at føroyingar fara at taka væl ímóti tilboðum úr Ísrael. – Ísraelar eru í eini sera truplari støðu í hesum døg- um. Vit eru fyri álopi hvønn dag, og myndin, sum út- heimurin fær av Ísrael, er kríggj, kravgongur, stríðs- vognar og sjálvmorðs- bumbur, sigur Nir Raz. Hann vil tó vera við, at hetta er ein ov einstáttað mynd av landinum. Hann leggur dent á, at alt landið als ikki er merkt av krígn- um, men at ávísir partar eru tryggir at ferðast í. – Vit vilja fegin vísa um- heiminum, at Ísrael hevur nógv at bjóða ferðafólki. Vit hava til dømis vakrar strendur, Deyðahavið og gestablíð fólk, sigur Nir Raz, sum er farin á re- klamurundferð í Norður- londum. Hann vísir á, at seinni í ár hava fleiri bólkar bílagt ferðir til Ísrael. Hetta eru fólk úr øllum Norðurlond- um, sum hava hug at ferð- ast í Ísrael. Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at fólk kenna seg trygg við at ferðast til Ísrael, um man heldur seg til tey friðarligu økini. Minkandi ferðavinna Ferðavinnan í Ísrael er minkað við einum helmingi síðan støðan millum Ísrael og palestinar av álvara gjør- dist spent. Tó hevur innan- lands ferðavinnan tikið seg nakað fram, og hetta hevur við sær, at ísraelska ferða- vinnan ikki er so meint rakt av stríðnum. Nir Raz leggur sera stór- an dent á, at teir palestinsku sjálvmorðsbumbufólkini ongantíð enn hava lagt seg eftir at raka ferðavinnuna í Ísrael. Tí kunnu ferðafólk kenna seg hampuliga trygg við at ferðast í ávísum pørt- um av landinum. – Ísraelar kenna seg mangan avbyrgdar frá framkomna heiminum, tí tosað verður um at boykott og handilsstongsul, men vit hava nógv annað at bjóða enn kríggj og sjálvmorðs- bumbur, sigur hann. Sharon er rætti maðurin Nir Raz nýtti nógva tíð at greiða fjølmiðlafólk frá støðuni í landinum. Hann heldur, at Ariel Sharon er rætti maðurin hjá Ísrael í løtuni. – Sharon ger tað besta, sum hann kann, fyri landið í júst hesi støðuni. Hann er tann besti maðurin hjá okk- um í hesum døgum, tí vit eru fyri so grovum álopum, men eingin friður er tó í eygsjón, sigur Nir Raz, sum fyrr hevur verið í ísraelska herinum. Hann heldur, at størsti trupulleikin er í palestinsku leiðsluni, sum stuðlar teim- um felagsskapum, ið skipa fyri yvirgangsatsóknum ímóti Ísrael, sambært ferða- vinnustjóranum. Hann tekur undir við sjónarmiðum amerkanska forsetans, sum ikki heldur, at Yasser Arafat er rætti maðurin at leiða tað palest- inska fólkið. Hann vil eisini vera við, at ein stórur partur av tí peningaligu hjálparveiting- ini, sum verður latin palest- inum úr Evropa og Vestur- heiminum, als ikki fer til hjálpartiltøk men til onnur endamál. – Vónandi fáa vit frið í landinum ein dag, men sum nú er mugu vit útihýsa pal- estinum úr Ísrael, tí sjálv- morðsbumbumenn sleppa ov lætt inn í landið. Fríggjakvøldið verður stórt føroyakvøld í kappróðrarneystinu m á Bakka á Glyvrum TILTAK Stefan í Skorini Tað er Eysturoyar Kunn- ingarstova, ið skipar fyri tiltakinum. Líknandi kvøld var seinasta vikuskiftið á Selatrað, og undirtøkan var góð við stórari uppmøting. Á skránni komandi fríggjakvøld verður felags- sangur, upplestur, føroysk- ur dansur og nógvur sera góður føroyskur matur. – Ofta halda vit, at før- oyakvøld bert er fyri ferð- andi í Føroyum, men so er ikki. Eitt slíkt tiltak kann eins væl vera fyri føroy- ingar í Føroyum, ið hava hug at fara út ein túr og fáa ein góðan bita og eina øðr- vísi uppliving, siga fyri- reikararnir. Tiltakið verður fríggja- kvøldið, og byrjað verður klokkan 19.30. Ætlanin er at enda klokkan 22.30. Kostnaðurin fyri eitt slíkt kvøld er 250 krónur, og at- gongumerki fáast á Eystur- oyar Kunningarstovu. Stórt føroyakvøld verður í kappróðrarneystinum á Bakka á Glyvrum fríggjakvøldið. Eysturoyar Kunningarstova skipar fyri tiltakinum Mynd: Álvur Haraldsen Av misgáum er eitt navn komið skeivt fyri: Móður áarstovubrøðurnar Janus og Hans A. Djurhuus var Elsa Maria, eisini nevnd Elsa i Áarstovu, og ikki Giljanna, sum sagt varð. Jakup Pauli Joensen Rætting til setanarrøðu á Sundalagsstevnuni Sjálvmorðsbumbur: Órógva ikki ferðavinnuna Føroyakvøld á Bakka Nir Raz er farin á reklamurundferð í Norðurlondum. Hann heldur, at tað er rímiliga trygt at ferðast í Ísrael, hóast spenta støðan við palestinar hevur havt við sær, at talið av ferðafólki úr Vesturheiminum er minkað munandi Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 5 4