Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 121 - 28. juni 2002 Nr. 121 - 28. juni 2002 7 Prógvini vórðu handað á samkomu í skúlanum mikudagin STUDENTSPRÓGV Áki Bertholdsen Í ár eru 34 pisur klaktar á Studentaskúlanum í Suðuroy, 16 á málsligu deild og 18 á matematisku deild. Teir 34 studentarnir fingu prógvini handað á sam- komu í skúlanum seinna- partin mikudagin, har Mads Winther, skúlastjóri á stu- dentaskúlanum, helt røðu, har Ole Laursen, leiðari fyri studentaskúlan í Suð- uroy segði nøkur orð og har Fredens Kirkes Pigekor úr Herning, sum í hesum døg- um er á ferð í Føroyum, eis- ini setti ein serligan dám á hátíðarløtuna við nøkrum sangum. Fyri pisurnar takkaði Heidi Bjarkhamar úr Vági fyri tíðina á skúlanum. Í røðu síni fyri student- arnar, segði Mads Winther, at á lívsleiðini eru tað yms- ir varðar, sum eru avgerð- andi fyri, hvønn veg, leiðin gongur. Á veg frá einum varða, hava vit næsta varða í eygsjón. – Dagurin í dag er ein týdningarmikil varði fyri tykkum øll. Tit hava í fleiri ár havt hendan varðan í eygsjón. Hann segði eisini, at tað vildi so vera, at úrtøkan hjá teimum ymsu næmingun- um hevði verið ymisk. Men so endurgav hann danska blaðstjóran, Phil Anne Knudsen, sum skrivaði, at almenni skúlin er uppfunn- in fyri at uppvaksandi, framtíðar limir í fólkaræð- inum kunnu fáa atgongd til felags vitan og felags spælireglur hjá hesum fólkaræðinum. hesar spæli- reglur eru ikki bygdar á kærleika ella onnur, kenslu- lig sambond. Tað eru ikki bara tey, sum eru sum eg, ið eru í ætt við meg, ella sum mær dámar, sum hava rætt- indi. Í veruleikanum er grundhugtakið í fólkaræð- inum, at tað er uttan týdn- ing, um tú ert samdur við mínum raðfestingum, mín- ari trúgv, ella politisku hugsan. Tú hevur kortini somu rættindi sum eg. Vit hava nevniliga tað felags, at vit eru undirløgd somu spælireglum. Rættvísishugtakið er eis- ini grundleggjandi fyri al- menna skúlan. Tað hevur ongan týdning, um lærarin dámar næmingin ella ei. men at fáa rættvísi í skúlan- um, ella samfelagnum, er tað sjálvandi neyðugt at at kunna greiða fólki frá, hvørjar spælireglur eru. Annars verða fólk ikki javntsett í royndunum at liva upp til krøvini og sleppa undan mistøkum. Í røðu síni mintust Mads Andrias Winther eisini teir báðar næmingarnar, sum byrjaðu í studentaskúlanum í sama árgangi, sum tey, ið nú taka prógv, men sum stutt eftir vóru deyð í synd- arligari ferðsluvanlukku. – Plássið er tomt eftir teir, men teir liva í minnin- um á okkum, sum høvdu ta gleði at kenna teir, segði hann og øll samkoman mintust teir í tøgn eina løtu. 34 pisur klaktar í Suðuroy í ár Á málsligu deild tóku 16 studentar prógv. Aftara rað frá vinstru eru tey: Mary Hansen Cazabon, Tvøroyri, Linda Kjærbo, Vágur, Heidi Jacoba Bjarkhamar, Vágur, Linda Bech, Lopra, Majgunn Fríða Petersen, Tvøroyri, Eyðvør Thomsen, Hvalba, Sammi Djurhuus, Vágur og Diana Fríðbjørg Dahl,Vágur. Fremra rað frá vinstru eru teir: Olivur Anfinn Abrahamsen, Porkeri, Lív Hofgaard, Tvøroyri, Kristina Eysturberg, Hvalba, Annika Berg Poulsen, Porkeri, Maureen Ingun Andreasen, Tvøroyri, Heidi Poula Joensen, Vágur, Lonnie Bengtsen, Hvalba og Vígdis Ruth Magnusdóttir, Hvalba À matematisku deild tóku 18 studentar prógv. Aftara rað frá vinstru eru teir: Høgni Jákup Jespersen, Hvalba, Jonhard West, Tvøroyri, Regin Thomsen, Hvalba, Hans Mols Mortensen, Tvøroyri, Zacharias Sonni Múller, Porkeri, Jákup Andrias Hofgaard, Tvøroyri, Helgi Elias Olsen, Hvalba og Carl Birgir Veyhe í Porkeri. Fremra rað frá vinstru eru teir: Wenche Bech, Lopra, Jane Fríbjørg Ellingsgaard, Sumba, Harriet Hammer, Tvøroyri, Ann-Britt Borg, Vágur, Sára Tummasardóttir, Vágur, Anna Sofia Strøm,Tvøroyri, Estrid Jennifer Kristensen, Tvøroyri, Sóley Elsebeth Mortensen, Porkeri, Gurið Mortensen, Vágur og Rannvá Mortensen, Øravík C M Y K 7 6