Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 121 - 28. juni 2002 Nr. 121 - 28. juni 2002 9 Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, hevur ongar ætlanir um at broyta lógina um sølu av rúsdrekka, soleiðis at bryggja- ríini missa møgu- leikan at selja úr goymslum sínum. Hann heldur tað vera óheppið at familju- og trivnaðarmála- ráðharrin hevur skapt órógv í føroysku bryggjarí- vinnuni RÚSDREKKASØLA Rúnar Reistrup Herfyri segði segði Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, at eftir hansata tykki áttu øl- sølurnar hjá bryggjaríunum at verið niðurlagdar, mill- um annað tí tær hava ringa ávirkan á umhvørvið, har tær liggja. Tað skapti ør- kymlan millum bryggja- ríini, sum søgdu seg bera ein ávísan ótta fyri, hvat landsstýri kundi finna uppá hesum viðvíkjandi. - Man skal ansa eftir at man sum ráðharri ikki skapar órógv í einari vinnu, og tí er tað ikki serliga heppið at familju- og trivn- aðarmálaráðharrin úttalar seg um at bryggjaríini áttu at mist rættin at selt øl til privatfólk, heldur Bjarni Djurholm, vinnumálaráð- harri. Rúsdrekkalógin virkar væl Bjarni Djurholm er varugur við, at allir ráðharrar hava sín fulla rætt til at úttala seg um málsøkini hjá hvørjum øðrum, og at Bill Justinus- sen sum ráðharri við trivn- aðarmálum hevur eitt orð at siga um rúsdrekkalóggáv- una. Men hann heldur tað vera skeivt av øðrum ráð- harrum at leggja seg ov nógv út í málini hjá hvørj- um øðrum. - Eg umsiti vinnumál og tí er tað natúrligt at møgu- lig uppskot um broytingar í rúsdrekkalóggávuni koma frá mær. Og í verandi støðu havi eg ongar ætlanir um at broyta nakað, tí lógin frá 1992 hevur víst seg at liva fult upp til endamál sítt, sigur vinnumálaráðharrin. Bjarni Djurholm vísir á, at hagtøl frá Rúsdrekka & Narkotikaráðnum vísa, at samlaða rúsdrekkanýtslan ikki er økt síðan rúsdrekka- økið varð liberaliserað í 1992, tá Rúsdrekkasøla Landsins varð sett á stovn, og bryggjaríini fingu loyvi at selja egnar vørur. Familju- og trivn- aðarmálaráðharrin, Bill Justinussen, ætlar sær komandi fýra árini at arbeiða mið- víst við at ávirka føroyska hugburðin um rúsandi evnir. Hetta skal gerast við upplýsing og ráðgev- ing, sum skal umfata allar landsins borg- arar. Fólkaupplýsing- ina skal byrja longu í barnaúrunum FYRIBYRGING Rúnar Reistrup Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, ætlar at taka ítøkilig stig fyri at fyribyrgja, at fólk koma út í rúsevnismis- nýtslu. Og at tað fer at merkjast hjá vanliga før- oyinginum at sitandi lands- stýri hevur sett ein ráðharra at taka sær av familju- og trivnaðarmálum, skal eing- in vera í iva um, tí í fram- tíðini skulu allir borgarar umfatast av fyribyrgingar- tiltøkum til frama fyri at koma misnýtsluni av alko- hol og øðrum euforiserandi evnum til lívs. - Fyribyrgjandi upplýs- ing, ráðgeving og hjálp eigur at umfata allar borg- arar, tí allir borgarar eru potentiellir misnýtarar, sigur Bill Justinussen. Hann er varugur við vandan við at ávís fólk, millum annað tey, sum javnan nýta alkolohol, men ikki uppfata sítt brúk sum misbruk, kunnu kenna seg gingin ov nær av slíkum fyribyrgjandi tiltøkum, men ætlar ikki at setast aftur av teirri orsøk. - Vandi er altíð fyri, at fólk kenna seg gingin ov nær. Fólk vilja jú gjarna sjálv seta mørkini, heilt til tey missa tamarhaldið á støðuni, og myndugleikar- nir mugu trakka til. Tí fær man eftir mínum tykki ongantíð fyribyrgt ov nógv, sigur Bill Justinussen. Fyribyrging í skúlum og barnaansing At fyribyrgja misnýtslu er sambært Bill Justinussen millum annað at koma á tal við fólk, áðrenn tey koma í samband við rúsandi evnir, og tí hevur familju- og trivnaðarmálaráðharrin vent kikaranum ímóti almennu uppalingarstovn- unum. - Fyribyrging eigur at byrja longu tíðliga í barna- árunum. Okkurt eigur at verða gjørt longu í almennu barnaansingarstovunum, og undir øllum umstøðum eigur fyribyrgjandi virk- semi at vera partur av skúl- anum, møguliga sum sjálv- støðug lærugrein ella sum partur av øðrum lærugrein- um, sigur familju- og trivnaðarmálaráðharrin. - Eg veit at í hesum flyti eg meg inn á øki hjá mentamálaráðharranum, men tá man sum eg situr við familju- og trivnaðar- málum, má man allatíðina arbeiða saman við hinum ráðharrunum fyri at kunna fremja ítøkilig tiltøk. Fíggjarligir fyrimunir við fyribyrging Familju- og trivnaðarmála- ráðharrin sær eisini fíggj- arligar fyrimunir í virknari fyribyrging. - Kanst tú fyribyrgja at tíggju fólk fáa heilsuskaðar av rúsevnismisnýtslu, so hevur tú longu vunnið nógv. Um so hesi tíggju fólkini verða til sunnar og arbeiðandi samfelagsborg- arar, so eru vit í teirri støðu, at fólk, sum annars høvdu kostað samfelagnum, ístað- in lata sítt til samfelags- búskapin, og tá eru nógvir pengar spardir, sigur Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri. Føroya Bjór segði seg einaferð gera veðrið betri, men nú byggir fyritøkan eitt útsøluhøli afturat goymslubygninginum í Havnardali fyri at verja viðskiftafólkini frá regni og vindi SØLA Rúnar Reistrup Føroya Bjór er farið undir at byggja eina sølubúð aft- urat goymsluni í Havnar- dali. Higartil er øl- og soda- vatnssølan farin fram um ein lítlan handilsdisk mitt í goymsluni, men fyri at gera tað eitt sindur høgligari fyri viðskiftafólkini og sam- stundis fáa meira goymslu- pláss, hevur Føroya Bjór valt at byggja ein útbygn- ing, ið skal hýsa eini sølu- búð. - Vit hava eitt ynski um at gera eina meira praktiska og presentabla útsølu í Havnardali, og tí hava vit valt at byggja eitt lítið út- søluhøli afturat goymslu- bygninginum, sigur Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór. Útsøluhølið, sum verður einar hundrað fermetrar til støddar, verður ikki nøkur glæstriborg, lovar bryggja- rístjórin. - Tað verður ein discount- handil. Vit ætla ikki at gera nakað stórvegis burturúr útsjóndini. Høvuðsenda- máli við útbyggingini er at fáa eina skjótari avgreiðslu, sigur Einar Waag. Her á goymsluni hjá Føroya Bjór í Havnardali verður sølubúð bygd Mynd: Álvur Haraldsen Rúsdrekkalógin verður ikki broytt Fyribyrging er vegurin fram Føroya Bjór byggir sølubúð VIÐMERKINGAR Jóannes Jacobsen Búskaparfrøðingur Fyri at endurtaka tað, sum er sagt nógvar ferðir, men sum nøkur hava meira enn óalmindiliga trupult við at skilja, so leggur uppskotið hjá Búskaparráðnum um eina nýggja fiskidagaskipan ikki upp til at leggja skatt á nakran, men at eitt avmarkað tilfeingið (umleið 100 túsund tons um árið), sum er »ogn Føroya fólks« verður selt fyri markn- aðarprís á eini uppboðssølu, ístaðin fyri sum nú at verða givið burtur. Hetta eru bara nakrar við- merkingar til, at Reiðarafelag- ið veit at siga, at »Marner og Hermann [fáa ikki] serliga góðan karakter fyri uppskot teirra [um fiskidagauppboðs- sølu]« frá einum »óheftum fíggjarfrøðingi«, sum Reiðara- felagið »lat..hyggja at upp- skotinum [hjá Búskaparráð- num]«. Ein umrøða av øllum niðurstøðunum, ið »óhefti fíggjarfrøðingurin« fær burtur úr at lesa uppskotið, hevði gjørt greinina nóg langa til at fingið sjálvt mest eldhugaða lesaran at sovna. Tí skulu bara tær mest skeivu niðurstøður- nar fáa nøkur orð á vegnum. Teori og praksis Fíggjarfrøðingurin hjá Reið- arafelagnum førir fram, at »her er talan um teoretiskar hugsanir, har tað ikki í nóg stóran mun er tikið hædd fyri praktiskum avleiðingum.« Hetta er heilt við síðuna av. Tað er júst fyri tær praktisku avleiðingarnar av eini gjøgn- umføring av uppskotinum ella eini líknandi skipan í verki, at uppskotið varð sett fram. Meira um hetta niðanfyri. Hann heldur fram, at upp- skotið er »alt ov teoretiskt og samstundis órealistiskt«. Upp- skotið er teoretisk, skilt á tann hátt, at tað byggir á væl grund- aða búskaparfrøði. Men sam- stundis er tað eisini rættuliga fullfíggja við nágreiniligum tilmælum um, hvussu skipanin kundi verðið gjøgnumførd í verki. Hetta viðgongur figgj- arfrøðingurin sjálvur, tá hann kallar uppskotið ein »lidnan masterplan«. Tað er tó sjálv- sagt ikki lidnari enn so, at tað bara eru grundleggjandi tank- arnir um sølu av fiskatilfeingi- num heldur enn burturluting, sum eru ófrávíkiligir. Alt ann- að í uppskotinum er bara tað, eitt uppskot. Um uppskotið er órealistiskt ella ikki, avhongur av politiska viljanum til at gera nakað við tað. Og sum Reiðarafelagið leikar í, letur til at felagið er bangið fyri, at politiski viljin er við at skifta yvir til at vilja gera nakað við tað. At fiskifrøðingurin »kann ikki síggja nakra meining í at almannakunngera eitt slíkt uppskot, tí tað kann ikki vænt- ast at fáa eina positiva reak- tión« tykist heldur løgið. Upp- skotið hevur fingið góða mót- tøku nógvastaðni, um enn ikki øll hava verið líka harðmælt í sínum viðmerkingum sum summi. Hví brúkar Reiðarafel- agið annars so nógva orku upp á at vísa tí aftur? Haraftrat er Búskaparráðið sett til at koma við tilmælum út frá búskapar- frøðiligum greiningum, ikki út frá metingum um, hvørt til- mælini fara at falla í góða jørð hjá einstøkum áhugabólkum ella ikki. Prinsippini eru kend ‘ »Prinsippini eru kend, men tey hava ongastaðni vunnið frama í veruleikanum«, sigur fíggjar- frøðingurin. Prinsippið í upp- skotinum er, at eigarin av ein- um tilfeingi við búskaparlig- um virði skal ikki geva tað burtur, men selja ella leiga tað út fyri marknaðarprís. Hetta er tað sum jarðareigarar gera við sína jørð, tað arbeiðstakarar gera við sín arbeiðsførleika, tað borgarar gera við sín spari- pening, tað reiðarar gera við teir fiskidagar, sum teir ikki brúka sjálvir, tað skipini gera við fiskaða fiskin, tað flaka- virkini gera við viðgjørda fisk- in osfr. osfr. At siga, at prinsippið í upp- skotinum ongastaðni hevur vunnið frama, er tí loddrætt lygn. Prinsippið er tað mest brúkta yvirhøvur innanfyri bú- skaparligt virksemi. At eigarin av tilfeinginum í hesum føri- num er »Føroya fólk«, heldur enn ein einstaklingur, og at til- feingið er fiskur í sjónum, heldur enn okkurt annað til- feingið, eigur at vera líkamik- ið. Prinsippið er tað sama hvørja ferð. Tilfeingisrenta og effektivisering »Tilfeingisrenta er, um hon varð innførd, heilt einfalt at rokna sum at leggja skatt á vinnuna. Tí kann hetta ongan- tíð nýtast sum grundgeving fyri at effektivisera vinnuna.« Til hetta er at siga, at tilfeing- isrenta ikki ein skattur, sum verður innførdur av nøkrum. Tilfeingisrenta er tað markn- aðarvirðið, eitt avmarkað til- feingið fær orsakað av eftir- spurningi eftir tilfeinginum. Tað er ikki bara fiskur í sjónum ella olja í undirgrund- ini, sum innihalda tilfeingis- rentu. Alt avmarkað tilfeingi, sum eftirspurningur er eftir, inniheldur tilfeingisrentu, líka- mikið um hetta virðið verður kallað tilfeingisrenta ella okk- urt annað. Spurningurin er bara um eigarin av tilfeingi- num krevur marknaðarprís fyri tilfeingið ella ikki. Arb- eiðarin krevur marknaðarprís fyri sína arbeiðstíð, skipini krevja marknaðarprís fyri landaða fiskin, bilasølan krev- ur marknaðarprís fyri bilarnar osfr. osfr. Higartil hevur »Før- oya fólk« ikki kravt marknað- arprís fyri sítt tilfeingi, men heldur latið reiðarum tað ókeypis og harvið givið teim- um óbeinleiðis studning. Tað er hesa gávugeving Bú- skaparráðið mælir til at steðga, fyri at effektivisera fiskivinn- una og alt føroyska vinnulívið sum heild. Fiskiskapur er ikki ein vinna, sum søguliga hevur havt vánaligan rentabilitet hó- ast nógvan beinleiðis og óbeinleiðis studning. Fiski- skapur og fiskivinna sum heild hava havt vánaligan rentabili- tet orsakað av studninginum. Líkamikið um fíggjarfrøð- ingurin hjá Reiðarafelagnum skilir tað ella ikki, er týdning- armesta fortreytin fyri effek- tivisering av fiskivinnuni, at reiðaríini eins og allar aðrar fyritøkur rinda marknaðarprís fyri alt tilfeingi, sum tey brúka í síni framleiðslu, tað vil siga eisini fyri fiskin í sjónum. Søla ella útleigan Fíggjarfrøðingurin vil vera við, at ikki ber til at samanbera sølu av fiskidøgum/loyvum og oljuloyvum, »tí í okkara parti av heiminum verða oljuloyvi nettupp ikki seld«. »Í summ- um londum verður kravdur ein eykaskattur (royalty), [men] her er talan um avmarkað til- feingi og ónormalt stóran vinning tá er talan um skatt av realiseraðum vinningi og ikki av forvæntaðum vinningi, so- leiðis sum hetta auktiónssyst- emið [hjá Búskaparráðnum] leggur upp til.« Her eru fleiri ting, sum krevja eina viðmerking. Upp- krevjing av royalty av fram- leiðsluvirði og søla av olju í undirgrundini gjøgnum sølu av einum oljuloyvi eru bara tveir ymiskir hættir at inn- krevja gjald fyri avhending av oljutilfeinginum frá uppruna- eigaranum til ein annan eigara. Í fyrra førinum verður tilfeing- isrentan kravd inn, so hvørt framleiðslan hendir, meðan søla inniber uppkrevjing av allari tilfeingisrentuni í einum. Fyrri framferðarhátturin er tann vanliga nýtti í Europa, meðan tann seinni er vanligur í til dømis Norður- og Suður- amerika. Í hvørgum føri er tal- an um ein skatt. Forvæntað og realiserað At uppskotið hjá Búskaparráð- num leggur upp til at gjaldast skal fyri tilfeingið upp á for- væntaðan heldur enn realiser- aðan vinning, er ikki so løgið, tí mest sum alt vinnuligt virk- semi arbeiðir útfrá ætlanum um forvæntaðan vinning. Skip til fiskiskap, bygningar til matvøruhandlar, maskinur til gerð av undirsjóvartunlum, arbeiðsfólk til flakavirkir, rá- vørur av alskyns slag, fiski- dagar og –loyvir frá einum reiðaríi til eitt annað osfr. osfr. verða keypt ella leiga upp á forvæntaðan vinning hjá keyp- aranum. Hví skal tað vera annaðleiðis fyri fiskatilfeingi, sum »Føroya fólk« selur? Støddin einki at siga Um vinningurin av framleiðsl- uni við einum tilfeingi er »ónormalt stórur« ella ikki hevur einki við sakini at gera. Hvør krevur, at ein fyritøka bara skal gjalda rentur av sínum lánum ella gjalda sínum arbeiðsfólkum løn, t.e. til- feingisrentu, tá vinningurin hjá fyritøkuni er »ónormalt stórur«? Støddin á vinningi- num av nýtslu av einum til- feingi hevur bara ávirkan á, hvussu høgur ella lágur sølu- prísurin á tilfeinginum verður, ikki um tilfeingi skal seljast ella ikki. Og at marknaðurin sjálvur eigur at avgera, hvussu høgur ella lágur søluprísurin á tilfeinginum skal vera, út frá væntanum um, hvørt vinning- urin verður stórar ella lítil, er høvuðsorsøkin til, at Bú- skaparráðið skjýtur upp at selja tað á uppboðssølu. Tilfeingisrentan kann ikki mátast útfrá yvirskoti ella undirskoti hjá teimum fyri- tøkum, sum gagnnýta til- feingið. Hon kann bara mátast útfrá, hvat tilfeingið kann seljast fyri á einum fríum marknaði. Virðið á einum kassa av fiski á uppboðssøluni á Toftum kann ikki mátast utfrá yvirskotinum ella undirskotinum hjá flaka- virkinum, sum keypir kassan, men bara útfrá hvat flakavirkið rindar fyri hann. Á sama hátt kann virðið, t.e. tilfeingisrentan, á einari ávís- ari nøgd av fiski, sum svimur í sjónum, ikki metast útfrá yvirskotinum ella undir- skotinum hjá reiðaríinum, sum fiskar fiskin, men bara útfrá hvat henda nøgdin kann seljast fyri. At »føroyski fiskiflotin ikki enn hevur nøktandi renta- bilitet til at endurnýggja seg sjálvan« er óviðkomandi fyri prinsippið um, at fiskur í sjónum sum einhvør onnur vøra skal seljast og ikki gevast burtur, hóast rentabiliteturin sjálvsagt hevur ávirkan á prísleguna. Annars er miðal rentabiliteturin hjá fiskiflota- num heldur ikki verri enn so, at fiskidagar í dag kosta kanska einar 4000 krónur í miðal, tá reiðaríir selja dagar innanhýsis, so tað letur til at reiðaríini bæði kunnu og vilja gjalda fyri fiskin í sjónum. 0 krónur kilo At ein lágkonjukturur »átti at ført við sær, at prísurin [á fiskidøgum] gjørdist negativ- ur«, og at »hetta førir beinleið- is studning við sær«, er ikki rætt. Negativur prísur merkir, at eigarin av tilfeinginum rind- ar fyri at sleppa av við tað. Hetta verður ikki neyðugt við fiskinum undir Føroyum. Í ringasta føri fellur prísurin niður til 0 krónur fyri kilo, sum svarar til at fiskurin verð- ur givin burtur á sama hátt, sum gjørt verður í dag. Tað hava ongantíð verið trupulleik- ar við at finna keyparar til hendan, fyri keypararnar sera lagaliga, prísin. Óvissa um framtíðina Fíggjarfrøðingurin er ósamdur við Búskaparráðið um, at »øll fara at bjóða ein prís, har marginalkostnaðurin svarar til marginalinntøkurnar«, »tí í praksis eru inntøkurnar ikki kendar fyrr enn dagarnir eru brúktir«. Í øllum lívsins viður- skiftum er óvissa um framtíð- ina, eisini innanfyri búskapar- ligt virksemi, og tað vita bú- skaparfrøðingar líka væl sum øll onnur. Tað, sum meint verður við, er tí sjálvsagt, at reiðaríini fara at bjóða ein prís, har forvæntaði marginalkostn- aðurin svarar til forvæntaðu marginalinntøkurnar. Tað er júst hetta reiðaríir gera, tá tey keypa fiskidagar og -loyvir frá hvørjum øðrum. Um reiðaríini keypa fiskidagarnar frá »Føroya fólki« heldur enn frá hvørjum øðrum ger í sær sjálv- um ongan mun viðvíkjandi óvissuni um marginalkostnað- ir og -inntøkur. Sum ein og hvør onnur vinna Fiskiloyvir, t.e. pakkar við fiskidøgum, vera í dag seldir millum reiðaríir sum ein og hvør onnur rávøra. Hetta er sum tað skal vera. Endamálið við fiskivinnupolitikkinum eigur at vera, at fiskivinnan sum heild og fiskiskapur ser- liga, skulu viðfarast sum ein og hvør onnur vinna. Næsta stig á leiðini at røkka hesum máli eigur at vera, at uppruna- eigarin av týdningarmestu rá- vøruni hjá fiskivinnuni selur hana á einum fríum marknaði, heldur enn gevur hana burtur til útvald, soleiðis sum gjørt verður í dag. Fiskidagauppboðssølan einaferð enn C M Y K 9 8 Uppliva ta heilt serligu pannuna, ið gevur allar fyrimunir! GASTROLUX FØROYAR 350 Vestmanna • Tel. 42 45 99 • Fartel. 21 55 99, 21 75 99 Steiking heilt uttan feitt Slettir minst møguligt Løtt at reingera - sápa skal nýtast Brennir aldrin matin Klødd við nikkelfríum lagi Lívslangt garanti móti skeivleikum -tann -tann feittfr feittfría pannan a pannan -tann feittfría pannan Um hetta hevur tín áhuga, ring til okkum og vit senda tær ein faldara