Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-19, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 1977síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14. Leygardagin 19. februar 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Panel um ft. . . Zsktvinnu Í DAG og teir komandi leygardagarnar fer Sosialur- in at hava eina panelgreina- roð um fiskivinnuspurning- ar. Í dag leggur Atli Dam, logmaður fyri við greinini, sum hann kallar: >Stoðan í fiskiveidumøguleikum føroy- inga<. ORSØKIN til at vit nå fara undir eina tilika greina- rød er tann, at fiskimarkini hjá fleiri tjóðum nú eru flutt út á 200 fjórðingar. Hetta hevur sum øllum kunnugt alstóran tydning fyri hovuðs- vinnu feroyinga, FISKI- VINNUNA. VIT META, at tað í næstu framtíð fara at verða tiknar avgerðir, sum fáa avgerandi tydning fyri Føroyar. VIT HALDA ti eisini, at tað hevur alstóran týdning, at tær rettu avgerðirnar verða tiknar. Og av hesi orsøk byrja vit eitt panel um fiskivinnu, har ein og hver uttan mun til stætt og áskoðan kann seta sína hugs- an fram um hetta so týðandi mál. Vónandi fara fleiri at taka undir við hesum tiltaki, so at vit kunnu fáa eitt sakligt og rættvíst orðaskifti um framtíðina hjá fiskivinnu okkara bæði á landi og á sjógv Atli spyr og svarar Í dag skrivar Atli Dam m.a.: Tað er ikki longur frítt at fara, og tað er ikki longur frítt at veiða óavmarkaðar nøgdir. Veiðuekint, vit áttu saman við oðrum, eiga einstakir nú burturav, meðan okkara sjógu, sum aðrir troyttu í nógvar mannsaldrar, eiga vit burturav. Skal fiskiveida skipast so, at hver bert roynir á sínum eki? spyr Atli Dam, lognaður í fiskivinnupanelinum í dag. Og hann svarar sjálvur spurninginum. Lesið á síðu 4. Fara til Oslo, Keypmannahavn og Bruxelles at samráðast Mánadagin verður fundur í Oslo millum lands- stýrið og norsku ríkismyndugleikarnar um fiski- rættindi. Tað er síðani ætlanin, at føroysku um- boðsmenninir skulu víðari til Keypmannahavn at samráðast við umboð úr Svøriki og úr Eystur- europa. Føroyska umboðsnevndin fer síðani til Bruxelles, har hon skal hava samráðingar við EF Uppá fyrispurning sigur Atli Dam, løgmadur, at tað hevur stóran týdning, at vit kunnu gera eina fyribilsskipan við EF, sum kann galda aftaná 1. mars, tá kassasáttmálin gongur út. Talan verður ikki í fyrsta umfari um varandi skipanir millum Feroyar og EF, sigur Atli Dam, tí EF-londini eru enn ikki samd um ein felags fiski- vinnupolitik. Samráðingarnar í Bruxelles vera helst týsdagin ella mikudagin. Í fiskivinnupanelinum í dag skrivar Atli Dam um m.a. hesar spurningar. Vit fara at taka nekur brot við her á forsíðuni: Póland, Sviaríki og Eysturtýskland Meting mín er, at Póland, sum undirritaði kassasáttmálan, eigur krav uppá at sleppa at minka fiskiskap sín sum er ógvuliga lítil yvir eitt ávíst tíðarskeið, og at ein eigur at hugsa seg væl um, áðrenn ein noktar norrenum landi sum Sviaríki tey smáu rættindi, teir biðja um. Eysturtýskland roynir at taka handilsviðurskifti inn í mynd ina, men mugu vit vísa hesum aftur og halda fast um, at fiskiveiðurættindi mugu byggja á sínamillum áhuga, og so leingi vit ikki hava stovnar, sum eru ov lítið troyttir, ber tí ikki til at gera sáttmálar. Felagsmarknaðurin — Verri er við Felagsmarknad- inum. Teir eru ósamdir innan hýsis, og fyrr enn greitt er, hvar vit sleppa at fylla nakran karm í meguligum sáttmála. Her skuldu felagsåhugamålini hver hjá oðrum annars elvt til, at vit komu til sættis undir Feroyum Verri er við Felagsmarknað- inum. Teir eru ósamdir innan- hýsis, og fyrr enn greitt er, hvar vit sleppa at veiða hjá teimum og hverjar negdir, ber illa til at fylla nakran karm í møguligum sáttmála. Her skuldu felagsá- hugamálini hver hjá eðrum annars elvt til, at vit komu til sættis sum skjótast. Teir veiða virðismiklan fisk undir Foroyum og vit ídnaðarfisk og sild og makrel til matna í Norðsjónum. itrottarhøllin føstulåvintsmånadag Pensionistarnir royna seg vid gassanum — pr Hendan gjørdi kvetti i fjør — hon vann eitt skerpikjogv Aftur i år skipar Santa Jørunds- gildi fyri ymiskum føstulåvints- skemti. Sum undanfarnu ár verður hetta tiltak í ítróttarhell- ini í Havn. Hevi verður hjá bæði vaksnum og bernum at sláa tunnur, og um kveldið skulu limir í Pensionistfelagnum royna seg við gassanum. Annars verð- ur tombola, dartspæl; bóltkast, 21-spæl, TV-spæl og eydnuhjól. Tað verður eisini kaffi og drýlur at fáa. Byrjað verður klokkan tvey og=hildið verður fram til klokkan niggju. Virði av tí, teir veiða hjá okkum, er nakað størri, enn tað vit veiða hjá teimum Norra — Noreg hevur áhuga fyri línu og garnaveiðu við Foroyar men ikki trolveidu, fiskasløgini, teir veiða, hava ikki so áhuga fyri foroyingum, men hjá teimum eins stórt virði, toskaveiðan við Norðurnoreg og kraftblokka- og ídnaðarveið an í Norðsjónum hevur fyri okkum. Her skuldi ligið væl fyri at fingið sáttmála í lag alstóran sum Magn Fyrsta nummarið av blaðn um Magn kemur í blað handlarnar mánadagin kom andi. Úr innihaldinum kann nevnast brot úr nýggju bók Magnus Dam Jacobsens »Skitsur«, »Barjama« fyri 25 ani fór á land úti undir Bø grein um tá ið árum síð frágreiðingin um vitjan á Serskúlanum í Havn, og so Pat Boone einaferð enn strandferðsluhugleiðinga! viðtal við A rabo Jazzfelagið. Bygdasogan er hesu ferð úr Tummas Funningsfirði Tvær listasamgongur Tað verða tvær listasamgongur til fólkatingsvalið í Feroyum. Fólkaflokkurin og uttanflokka- listin hava boðað frá, at teir hava skipað listasamgongu. Hin listasamgongan er millum fram- burðsflokkin og gamla sjálvstýr- ið. Umframt hesat flokkarnar stilla allir hinir politisku flokk arnir upp til valið. Fólkatings umboðini hjá føroyingum eru Jóhan Nielsen úr javnaðarflokk inum og Erlendur Patursson úr tjóðveldisflokkinum. Teir eru báðir uppstillaðir hesaferð