Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1977síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 Leygardagin 26. februar 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Jéhan Nielsen, javnaðar flokkurin: Málini fyri Føroyar í fólkatinginum er jú av- markað við lóg. Vit skulu viðgera tær foroysku lógtr, sum koma niður. Øll henda talan um felags- marknaðin er nakað, sum skal avgerast í Føroyum Tað hava danir sagt frá sær. Tað eru bert sam- bandssinnaðir menn, sum vilja gera hetta til fólka- tingsmál. Tað sama kann ikki sigast um fiskimarksmål- mt. Hetta er eit sera týdningarmikið mál, og tað skal so vítt sum tað uppá nakran máta kann lata seg gera, avgerast av Foroya Landsstýri og Før- oya Løgtingt Fólkatingsumboðið hjá javnaðarflokkinum val samarbeiða við danska javnaðarflokkin. Hetta er lættari. Við at vera saman við danska javnadarflokk inum veit ein altíð, hvat fer fram í ollum forum Fleiri mál koma fyri í fólkatinginum í næstum. Eg ronki við at málið um einkjupenstón kemur fyri, vit fara at samráðast um dagpeningaspurningin og um fíggjan av sjúkrahús- bygging. Yvirhøvur so ræður tað um hjá mær at ansa eftir, tað ikki verður gjørdur mismunur. At teir ikki fáa nakað har niðri á tí sostala ella skålaøkinum ella á oðrum okjum, har teir hava skyldu til at geva okkum tað sama Fólkatingsvalið týsdagin Tilsamans 7 listar hava stillað upp til fólkatingsvalið í Føroyum, sum verður týsdagin tann 1. mars. Hesi flokkar eru: Javnaðarflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Framburðsflokk- urin, Sjålvstyrisflokkurin og ein uttanflokkalisti. Føroya Kommunistiski Flokkur hevur áður boðað frå, at hann ikki stillar upp hesa ferð. Hann bíðar til komandi løgtingsval. Ilt er at spáa. Men valið nú týsdagin kann geva broytingar. Orsøkin er tann, at tað eru tvær listasamgongur til hetta fólkatingsvalið. Fólka- flokkurin og uttanflokkalistin við Zacharias Wang á odda eru í listasam- gongu. Møguleiki er fyri, at henda samgongan fær tann eina fólkatings- mannin. Tí við valið í 1975 hevði tjóðveldisflokkurin einans 500 atkvødur fleiri enn fólkaflokkurin. Her er so spurningurin, hvussu nógvar atkvød- ur uttanflokkalistin fær. Hin listasamgongan er millum sjálvstýrisflokkin og framburðsflokkin. Vit hava í dag sett nøkrum av valevnunum til fólkatingsvalið ein spurning. Tianverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á nøkrum av valevnunum á uttanflokkalistanum. Spurningurin ljóðar soleiðis: Verður tú valdur i fólkatingið, hvat mál heldur tú hevur størst tydning fyri Føroyar at taka upp í fólkatinginum ? Kjartan Mohr, framburðs- flokkurin: Tað ér so greitt. Tað eru uttanríkismálini, sum nú standa fyri durum. Tað eru uttanríkismálini,' hvar vit hava okkara ávirkan á donsku stjórnina, serstak liga statsministerie og utt anríkisministerte. Spurningurin er, um vit havna innan fyri EF ella vit kunnu standa uttan fyri og kunnu fáa ein status fyri okkum sjálvar. Føroyar eru á einum tilikum dilemma í løtuni, at vit krevja til at hava eitt umboð niðri á fólkating?, sum kann tosa okkara sak. Nú kann tað vera nokk við tí at arbeiða innan fyri ein ávísan danskan flokk Ovi Mikkelsen, tjóðveldis flokkurin: Tad er fyrst og fremst undirgrundin. Vit eiga at halda okkum EF, og vit eiga at varðveita okkara fisktrættindt. Foroyski fólkatingsmað urin skal ikki donskum lokalpolitikki, líka so lítið sum vit bríggja okkum um, at teir blanda seg uppí okkara viðurskifti. Hann eigur at taka sær av foroyskum áhugamálum og gera vart við, at viður skiftini eru ymisk land anna millum. Lógir, sum hóska í Danmark, eru ikki altíð hóskandi her hjá okkum, og tað vilja vit gera vart við í fólkatingin um. uttan fyri luttaka í Jógvan Sundstein, fólka flokkurin Eg meti, at tað, sum hevur størst tydning fyn foroyska fólkatingsmannin undir galdandi lóg, er, at hann arbeiðir á tann hátt, at hann fyrst og fremst upplýsir um tey foroysku viðurskiftini fyri teimum donsku politikkarunum. At hann harnæst í ollum viðurskiftum, sum vidvikja Foroyar, arbeiðir á tann hátt, at hann umboðar tann politiska meirilutan í Foroyum. Sjålvt um hann þersónliga skuldi verið í manniluta. Eg meini, at em for oyskur fólkatingsmaður tkki skal arbeiða innan fyri teir donsku flokkarnar Pauli Ellefsen, sambands- flokkurin: Fólkatingsarbeiðið hjá foroysku umboðunum fevnir stutt og greitt um at rokja tey mál, vit hava í felag við restina av ríkin um. Okkara umboð hava fullan rætt til og eiga tt viðgera og ávirka gongd ina innan hesi felagsmåi. Hinvegin eiga vit ikki at blanda okkum uppí loysn- ir av málum, sum fyri danir eru sermál. Tað týdningarmesta ar beiði verður at varðveita okkara rættindi innan rík isfelagsskapin og gera nýtslu av teimum. Sam stundis um ansað verður eftir, at vit JSoroyingar framvegis hava fult tamar hald á heima Sambandsmenn gongdini her hava verið limir av vinstra, men tá var tað soleiðis, at teir gjørdu tað í tingbólkinum fyri at koma í nevndir. Vit hava altíð haut og hava vinstra, sum vinarflokk, men vit vilja ikki framm- anundan siga, at vit ganga inn fyri tí, sum vinstra gongur inn fyri. Reint praktiskt vil eg meta, um sambandsflokk urin fekk ein mann vald an, at vit høvdu arbettt saman við teimum, men vit eru ikki vinstramenn. Vit hava vinstra sum vin arflokk. Vit eru sam bandsflokkurin, og hann er rótforoyskur