Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 16 — 26. februar 1977 spsjalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 564 11 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Heygsprent Javnaðarflokkurin emasta borgan Í ROYND og veru hava nú allir flokkar góðtikið galdandi stjórnarskipan og virka undir henni, teir viðurkenna týdningin av fólkatingsumboðan, men siga seg kortini vilja avtaka hana. Tað kann tí ikki gera tað sama, um tú velur umboð, sum vilja bróta karmin um viðskifti okkara við danir, ella tú velur menn og kvinnur, sum veruliga hava livað seg inn í hesar treytir, og sum tí betur kunnu virka millum danir fyri fatan av teim felags fyrimunum, samvinnan ber í sær fyri teir og eins væl og okkum. Tann serliga torv samfelag okkara hevur, kunnu javnaðarumboð lýsa betri, serliga tí teir virka í so neyvari samvinnu við ein flokk við somu sosialist- isku hugsjónum, ein flokk sum frælslyntur leggur doyin á at loysa felagsåhugamålini uttan trýst og haft. TAÐ er so ymiskt, sum flokkarnir lýsa stødu sína til samvinnu við danir. Summir siga seg vilja loysing skjótast, aðrir vilja fremja hana við at steðga útbygging av fíggjarligu samvinnuni um felagsmál, aðrir vilja stig fyri stig á sjálvstýrisleið, meðan ein flokkur er, sum sigur seg vilja virka á heimastýris- skipanini t.v.s. so við og við átaka sær storri medábyrgd av okkara egnu viðurskiftum, men sum í praktiskum politikki hevur sýnt, at hann als ikki vil medvirka til neyðugar broytingar. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur aðra stødu til hesa samvinnu og til ríkisfelagsskapin sum heild. VIT meta stoðuna so, at við heimastýrislógini varð tikið burtur tað trýst, sum ligið hevði millum all tey mongu ár toganin um sjálvstýri og samband var fyri. HUGSJÓNIN um ein vina- og frælsissáttmála vann sømdir at enda í 1948, aftaná at tann noktan fyri broytingum, sum sambandsflokkurin stóð fyri, elvdi til slíkt móttrýst frá sjálvstýrissíðu, at valið um loysing ella samband kom í 1946. HARVID var rokkið á tað mål, sum javnadarflokk- urin síðan 1928 hevði barst fyri, at tjóðskapar- spurningarnir skuldu finna eina náttúrliga loysn, sum tryggjaði okkum at vera hjá ella frá, so sum vit funnu best tryggjaði báðum pertum henda sjálvavgerðarrætt. SJÁLVSTYRIS og loysingarflokkarnir kenna framvegis samvinnuna sum eitt haft, sum eina avmarkan av moguleikum okkara fyri at fyriskipa egnar umstødur. VIT kenna hana sum eitt samarbeiði millum javnlíkar á jøvnum føti millum tvær tjóðir, sum báðar eins nógv hava fyrimun av samarbeiðinum, har ikki annar parturin er hann, ið letur, meðan hin er skuldarin, nei, samvinnan og allar veitingar innan hana er fullgóður rættur hjá báðum pørtum. Í HESUM valstríði er javnaðarflokkurin eina ferð enn mettur at vera til reiðar at svíkja sínar hugsjónir um virðini í ríkisfelagsskapinum. Sann- leikin er, at hann er einasta borgan fyri eini skipan í útviklingi, eini livandi og lidiligari skipan, sum ikki ber loysing í sær at enda. bøkur og blød Nyggjur »Skeggi« Blað Føroyinga Uttanlendis, Oyggjaskeggi er komin. Hetta er februarblaðið 1977 og er 12 blaðsíðir. Blaðið er fjølbroytt við greinum, yrkingum og um- mælum. Jens Dalsgárd og Rói Patur- son ummæla sjónvarpsleikin, „Den gode vilje< eftir Gunnar Hoydal og Steinbjørn Jacobsen. Tvær yrkingar eru eftir Martin Næs. Jens Dalsgárd skrivar grein, sum hann nevnir >Dia- lektiski bjálvin<, og Kári Peters- en hevur eitt ummælið av »Himinin brosar«, sum er nýliga útkomnar umsetingar av stutt søgum hjá William Heinesen. Húsasþurningurin Blaðið kemur eisini inn á Húsaspurningin í Keypmanna- havn. Blaðið skrivar: >Nú er Húsið selt. Av tí at vit ikki kunnu vænta at Kvinnufel- agsgrunnurin fær keypt nýggj hús í bræði, og av ti at nýggi eigarin í St. Kongesgade skal brúka alt Húsið, hevur húsafel- av øllum bilum verð- ur útfórd eftir FDM- metoduni FØROYA DINITROL CENTUR Láarvegur 7 Tórshavn — tlf. 13666 agið leigað nýggj hølir. Nýggju hølini eru nógv minni enn tey vit hava brúkt í Húsin- um, og tí kunnu vit ikki gera storri tiltok sum veitslur og stórar fundir í teimum. Nýggju helini eru ætlaði til minni tiltok, nevndararbeiði, blaðgerð o.a. hjá ellum teim felogum og bólkunum, sum hava arbeitt í Húsinum. Adressan er: Rant- zausgade 711. Hé purin er passtvur Studentafelagið hevur grein, sum tað nevnir »Felagsliv og Tordenskjoldssoldåtar«. Vit loyva okkum at endurprenta hesa greinina:Fólk vilja vera við, at seinastu 10 árini hevur verið stór broyting í felagslívin- um millum føroyingar í Keyp- mannahavn. Til domis talið av studentum økt mikið, samst- undis meðan samanhaldið mill- um studentar í klikum er horv- ið. Uppfatanin av tí at vera studentur hevur tíbetur mist borgarliga glasurin, akadem- iska snobbið minkar so við og við sum støda akademikarans sum lønarbeidari gerst meir og meir greið fyri fólki. Og tað er alt í lagi. Men klikurnar skulu eiga, at tær vóru meir aktivar enn hópurin er tað í dag. Felagslívið nú gongur fyri seg á tann hátt, at teir somu Tordenskjolds soldátar sita í nevndunum ár út og ár inn, og skulu skipa fyri felagslívinum, meðan hópurin er passivur njótari. Solidaritet- urin er lítil, fólki dámar betri at sita á kollegiunum og gleða eftir ís-hockey í sjónvarpinum enn at gera aktivt felagsvirksemi millum foroyingar. Og fer man av ilium í býin, gongur leiðin uden stop til Pilestræde at standa sum sild í tunnu og rópa og skríggja um kapp við betong- tónleik og onkran rópandi franskan ella enskan diskara. Mentan? Júmen... Hvussu ber tað til at so fá av teim ungu taka lut í felagsar- beidinum? Hypotesurnar kunnu vera nógvar: Ræðast tey ungu Tordenskj- olds soldátar? Ella rokna tey bara við at hesir soldátar syrgja fyri ollum fyri tey? Ella er tað vvirhøvur ikki tørvur á teim felogum, vit hava? Ella er torvandi upplýsing um tey ym- isku feløgini? Vita tey »nyggju« ikki hvørji feløg ið eru til ella hvar tey skulu gerast limir? Tað er ikki oll felog, sum geva seg nóg væl til kennar í Skeggjanum og so er tað aftur onkur sum ikki fær Skeggjan, og sostatt ikki veit hvar hann skal fáa hann. (Men sí so baksíðuna!) Øll hesi problem kunnu blað- stjórn og nevndir ikki loysa einsamøll. Hin einstaki má gera sítt. Eitt felag er studentafelagið. Tað er formelt fyri studentar. Men hvat er ein >studentur<? Er ein HF-ari studentur? Er ein seminaristur tað? Er ein fysio- terapeut-lesandi »studentur«? Ein fridtidarpedagogs-lesandi? Og um ikki, so hví ikki? Traditionelt hevur studentafel- agið verið ein klika fyri tey við »akademiskum« námi. Hetta bæði kann og eigur at broytast. Ein kann eisini hugsa sær, at EFG — næmingar kunnu gerast limir. Men mótstaða er móti slíkum. Skal akademiska kliku- vesinið broytast og Studentafel- agið gerast meiri opið, krevur tað, at tey áhugaði meta á aðalfundinum, m.a. TU. (Sí lýsing á baksíðuni). Uppgávan hjá Studentafel- agnum hevur higatil verið at stíla fyri mentunnarligum til- tokum, so sum kveldsetum, veitslum og fundum, og eisini hevur felagið verið virksamt í kabarettini. Men hvat felagið skal útinna, avger sitandi nevndin. Tey sum hava nýggj hugskot mega koma inn í nevndina. Summi halda at tað eru ov nógv felog í Keypmannahavn. At færri felog kundu tikið sær av somu uppgáunum. Onnur halda, at jú fleiri felog vit hava, tess fleiri og fjølbroyttati gerast tiltokini, og felagslívið. Men uttan nýtt og ungt fólk stívna feløgini og visna. Kanska burdu tey tað. Men vit halda at tað kann vera at tað er synd um áhugi er fyri teimum. Kom, kom, kom til aðalfund. Um ikki annað, so fyri at skoða nýggja holið. Ert tú ikki limur, ella stendur tú í skuld, fært tú atkvødurætt við at gjalda lima gjald. Studentafelagið Fólkatingsvalið sum lýst er at fara fram týsdagin hin 1. mars 1977, verður í Tveroyar kommunu hildið í gomlu stjórnarhúsum kommununnar nevnda dag frá kl. 10 til 13 og frá kl. 15 til 20 og hareftir so leingi, sum veljarar stoðugt meta til atkvoðugreiðslu. Fólkatingsveljarar, sum sambært vallógarinnar gr. 39, 3. pt., hava rætt til at greiða brævatkvoðu heima, kunnu dagin fyri valið helst innan klokkan 15 boða býráðsskrivstovuni (tlf. 71 085)frá møgu- ligum ynski um heimaval. Fólkatingsvalstýri Tveroyar kommunu, 23. febr. 1977. V.v. Hans H. Strøm.