fríggjadagur 28. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 121 - 28. juni 2002
Nr. 121 - 28. juni 2002
13
Seinnapartin miku-
dagin fór ein stór
gávuhandan fram á
barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Tá vórðu nevniliga
fýra sjónvørp og
video, umframt tvær
Playstation, handað
barnadeildini
GÁVUHANDAN
Ingrid Bjarnastein
Nú skuldi verið lag á manni
hjá børnunum, sum liggja á
barnadeildini, og á teimum,
sum verða innløgd í fram-
tíðini. Mikudagin fekk
barnadeildin nevniliga eina
stóra gávu frá Kiwanis.
Talan er um fýra sjónvørp,
fýra video, tvær play-
station, fýra hoyritelefonir
og boylar til at hanga sjón-
vørpini upp á.
– Hetta lættir sjálvsagt
um tíðina hjá børnunum,
sum er innløgd, sigur Tove
Thomsen,
deildarsjúkra-
systir á barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum.
– Tey hava tó eisini onnur
ítriv, sum tey kunnu tríva í,
meðan tey eru her, men tað
er ikki altíð, at tey orka at
fara upp úr songini.
Frammanundan var bara
eitt sjónvarp á barnadeild-
ini, sum ber til at rulla
ímillum stovurnar, og sigur
Tove Thomsen, at bíðirøðin
var ofta long til at sleppa
framat hesum sjónvarpi.
– Nú er eitt sjónvarp á
hvørjari stovu, so nú skuldi
verið nógv lættari hjá børn-
unum at sloppið framat,
sigur Tove Thomsen, sum
sjálvandi fegnast yvir stóru
gávuna Kiwanis hevur latið
barnadeildini.
Tíverri eydnaðist tað
okkum ikki at fáa hendur á
einum umboð fyri Kiwanis
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Á listastevnuni í
fjør vakti nýggi
filmurin hjá Teiti
Árnasyni so stóran
ans, at Feelgood
Films hevur valt at
geva hann út á
sjónbandi
FILMUR
Ingrid Bjarnastein
Burturhugur – faroese
observations fekk góð
ummæli í fjølmiðlunum,
og nógv hugdu eftir
filminum, tá hann varð
sýndur kring landið.
Eisini hevur filmurin
verið sýndur víða um í
Norðanlondum,
har
hann eisini hevur fingið
góð skoðsmál.
Filmurin, sum lýsir
viðurskifti í lítlu bygdini
Hattarvík, fæst nú á
sjónbandi, og veljast
kann ímillum eintak við
føroyskari talu og ein-
tak, sum umframt før-
oysku
taluna
hevur
enskar undirtekstir.
Feelgood Films gevur
bandið út. Leikstjóri er
Teitur Árnason. Filmur-
in er 56 minuttir til
longdar og kostar 198
krónur.
Leygardagin tann 29.
juni verður Mentan-
arhúsið í Fuglafirði
alment tikið í nýtslu
MENTANARHÚS
Ingrid Bjarnastein
Mentanarhúsið í Fuglafirði
hevur longu verið karmur
um ymisk tiltøk, men ikki
fyrr enn leygardagin, verð-
ur húsið alment tikið í
nýtslu.
Leygardagin verður mill-
um annað frásøgn um fel-
agið á skránni, umframt
brot úr fyrsta leikinum hjá
felagnum. Eisini verður
vinnarin av búmerkjakapp-
ingini, sum felagið skrivaði
út fyri eini tíð síðani, av-
dúkaður, og uppboðssøla
verður av málningum til
frama fyri sjálvt húsið.
Kaffi, te og okkurt ábit
verður til gestirnar og okk-
urt verður eisini til børnini.
Feelgood Films gevur
Burturhug út á sjónbandi
Mánadagin 1. juli
fer ein norður-
lendsk ungdóms-
mentanarlega av
bakkastokki á
læraraskúlanum í
Havn
MENTAN
Ingrid Bjarnastein
Hetta stóra tiltakið er úr-
slitið av eini ungdóms-
verkætlan hjá Norður-
landahúsinum, sum er
ætlað at framleiða norð-
urlendskt undirvísingar-
tilfar innan sjónleik og
tónleik.
Mánadagin
hittast
ungdómarnir fyrstu ferð
og eina viku aftaná –
eftir nógva og harða
venjing, endar mentan-
arlegan við eini fram-
førslu í Norðurlandahús-
inum tann 7. juli. Tá fara
tey ungu at framføra
tríggjar sjónleikir á trim-
um málum. Talan er um
Kullervo úr finska tjóð-
kvæðnum Kalevala, sum
verður
framført
av
Hämeenlinnan Miniteat-
teri, Þrymskviða úr ísl-
endsku Edduni, verður
framførd av Skagleik-
flokkinum og Margretu-
kvæði verður framført
av
sjónleikaraskúla
Havnar Sjónleikarafel-
ags.
Undir allari venjingar-
tíðini skulu luttakararnir
halda dagbólk, og teirra
viðmerkingar skulu tak-
ast við, tá ið undirvís-
ingarbøkur verða givnar
út við sjónleikum og
orkesturverkum.
Tiltakið er ein partur
av »Strategiske Kultur-
satsningar« hjá Norður-
lendska Ráðharraráðn-
um, og hevur tað eisini
fingið stuðul frá Menta-
málastýrinum.
Tórs-
havnar Býráð, Fjølrit og
Føroya Sparikassi stuðla
føroysku framleiðsluni.
Tríggir sjónleikir – trý mál
Vestmanna Ítrótt-
arfelag skipar leyg-
ardagin fyri jóan-
søkubáli á sandin-
um inni á Fitjum í
Vestmanna
JÓANSØKA
Ingrid Bjarnastein
Jóansøkan verður ikki
bert hátíðarhildin í Vági
í ár. Vestmanna Ítróttar-
felag hevur seinastu
árini fingið ein fastan
tátt, sum er jóansøkubál
á sandinum inni á Fitj-
um í Vestmanna. Og um
viðrar verður hetta aftur
á skránni í ár.
Skipað verður fyri
ponyríðing og høvið
verður at grilla pylsur og
fáa sær okkurt leskandi.
Tey, ið hava hug at fara
til jóansøkubál í Vest-
manna,
skulu
taka
Grønu Bók við í lumm-
an, tí sungið verður úr
henni. Eisini verða luta-
seðlar seldir, og siga
fyrireikararnir, at vinn-
ingarnir eru nógvir og
góðir. Klokkan 19.30
heldur Bárður Nielsen,
løgtingsmaður, røðu, og
um 20 tíðina verður bál-
ið tendrað.
Pony-ríðingin byrjar
klokkan 17.30, annars
byrja
hini
tiltøkini
klokkan 18.30.
Barnadeildin fekk sjónvørp
Jóansøkubál í
Vestmanna
Mikudagin vóru 4 sjónvørp, video og annað handað barnadeildini. Tað var Kiwanis, sum stóð
fyri gávuhandanini
Mynd: Finnur Justinussen
Nú verður lættari at fáa
tíðina at ganga við
playstation,
videomaskinum og
sjónvørpum á
barnadeildini
Mynd: Finnur Justinussen
Mentanarhúsið tikið í nýtslu
Mentanarhúsið í Fuglafirði verður alment tikið í nýtslu leygardagin
Mikudagin var mót-
tøka í Tinganesi fyri
Sofus Poulsen, før-
oyska umboðsmann-
inum í Aberdeen
seinastu 54 árini
MÓTTØKA
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Finnur
Justinussen
Føroyska býarmyndin í
Aberdeen, Sofus Poulsen,
fer 1. juli úr starvinum,
hann dúgliga hevur røkt
seinastu 54 árini, sum
føroyskur umboðsmaður. Ì
tí sambandi var móttøka í
Tinganesi fyri Sofusi. Heilt
fitt av fólki vóru komin
saman fyri at heilsa upp á
umboðsmannin, sum mill-
um ár og dag hevur savnað
sær nógvar vinir og kenn-
ingar í Føroyum, og kanska
einamest millum fiski-
menn.
28. juni 1948 var dagur,
tá hann gjørdist Føroyskur
umboðsmaður í Aberdeen.
Fyrstan tíð var hann settur
av vinnuni, men hann varð
seinni settur í starv av
landsstýrinum Sum vera
mann var tað fyri tað nógva
fiskivinna, ið merkti ar-
beiðsdagin hjá umboðs-
manninum. Sofus sigur
sjálvur, at tað var tann tíð,
tá tað vóru fleiri føroysk
fiskiskip í Aberdeen enn
tað vóru dagar í árinum.
Sum umboðsmaður skuldi
Sofus duga mangt og hvat,
og nógv var, ið fiskiskip-
unum tørvaðu at fáa hendur
á.
Eiler Jacobsen segði í
sínari talu til Sofus Poulsen
á móttøkuni, at tað ikki var
nakað, Sofus ikki kundi fáa
hendur á. Hann var víða-
gitin fyri at vera ein maður
við góðum kontaktum, og
hann var hollur í ráðum.
Nú 54 ár seinni gevst
Sofus Poulsen so at virka,
og tað vóru nógv á móttøk-
uni, sum vóru glað fyri
hansara arbeiði. Eingin
nýggjur
umboðsmaður
verður at síggja í Aberdeen,
men eitt føroyskt umboð
byrjar í næstum í Londum.
– Eg havi verið glaður
fyri tíðina. Hetta hevur
verið eitt spennandi starv,
og eg havi hitt nógv góð og
spennandi
fólk,
sigur
Sofus.
Sjálvur er Sofus føddur í
1929.
Hann
er
giftur
Nessie. Tey eiga fýra synir,
sum búgva ymsastaðni.
Sofus og konan eru búsita-
ndi í Aberdeen. Sofus hevur
búð á Skálafjørðinum, í
Klaksvík og í Havn.
Sosialurin ynskir Sofusi
góða eydnu í framtíðini,
hvat hon so fer at innibera.
Sofus Poulsen, umboðsmaður:
Sitið alt heimastýrið
Sofus Poulsen hevur í roynd og veru sitið alt heimastýrið. Hann hevur verið virkin undir tíggju løgmonnum. Á myndini er Sofus avmyndaður við konu sínari,
Nessie, við fýra av teimum fimm núlivandi løgmonnunum. F.v. Atli P. Dam (1970-81, 1985-89, 1991-93), Anfinn Kallsberg (1998-), Jógvan Sundstein (1989-91)
og Edmund Joensen (1994-98). Hinir løgmenninir eru Pauli Ellefsen, Marita Petersen, Petur Mohr Dam, Hákum Djurhuus, Kristian Djurhuus og Andrass
Samuelsen
Olaf Olsen visti eisini frá onkrari søgu um Sofus Poulsen, sum
hann her greiðir Eyðuni Elttør, landsstýrismanni, frá
Prátið hevur mestur snúð seg um onkran fiskitúrin millum teir báðar, Mortan Johannesen og
Sofus Poulsen.
Eiler Jacobsen visti nógv at siga um sín góða vin Sofus Poulsen, sum hann hevur fingið nógv
gott frá til síni skip millum ár og dag. Her er avmyndaður við konu sínari Beintu
C
M
Y
K
13
12