leygardagur 26. februar 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 26. februar 1977
sosialurin
Síða 5
Tað er tvórturímóti
Høvudsvalevni sambandsflokksins hevur í hes-
um valstríði
endurgivið orð mini
um, at
heimastyrisskipanin røkkur líka at loysingini, um
foroyingar sjálvir vilja tað, á ein slíkan hátt, at
tað skilst,
gongur líka at loysingini.
Tað er jú tverturímóti so, at
vit siga, at uttan tað frælsi,
heimastýrislógin gevur til at
vera hjá ella frá, enda vit aftur í
konfrontation millum ein stirvn-
an sambandspolitikk og eina 0-
frælsa sjålvstyrisfatan av møgu-
leikum okkara, medan vit sam-
bært javnadarmanna hugsan,
sum er og sum tað verður, hava
eina skipan í framhaldandi út-
viklingi við útbygging av ellum
økjum, vit sjålvir umsita og við
at taka eki undir hesa skipan,
meðan nýggj samvinna figgjar-
liga og politiskt verður tikin upp
á økjum, sum í løtuni eru minni
útbygd.
Meðan sambandsflokkurin,
sjálvstýrisflokkurin og javnað-
arflokkurin í 1948—49 framdu
ein hóp av yvirtøkum sum eina
náttúrliga fylgju av nýggju
heimastýrisskipanini, og meðan
hesir flokkar síðan í samarbeiði
seinni hava framt onkra minni
yvirtøku, tí hetta var ætlað í
1948, sær í dag út til, at sam-
bandsflokkurin, nú einar triggj-
ar yvirtøkur eru nevndar í sam-
gonguskjalinum hjá /sitandi
landsstýri, vil nýta hesar kostn-
aðarsmáu broytingar til eina
áhaldandi og júkandi ræðslu-
agitatión til at tryggja sær
nakrar atkveður til ein politikk,
sum kortini ikki eigur lív fyri
sær. Tí eitt er vist, gera vit ikki
broytingar, verða tær trýstar
inn á okkum frá aðrari síðu,
danskari ella foroyskari.
Talað verður um tær ovur-
stóru byrðar, sum av hesum
verða lagdar á foroyskar skatta-
borgarar, meðan ikki við einum
orði verður nevnt tann útbygg-
ing, sum á ødrum økjum fer
fram, og ta nýggju samvinnu,
sum so við og við verður tikin
upp, ein útbygging sum figgjar-
liga meira enn uppvegar hetta.
Tak til dømis útbyggingina av
andsveikarøktini.
Hvat snýr tað
seg um?
Tað tykist neyðugt at umreða,
hvat hesar yvirtøkur snúgva seg
um. Í fyrsta lagi er tað Postverk
Føroya, samtykt i 1948 og 1973.
Hetta er yvirtøka har útbygg-
ingin av verkinum kann koma at
bera i sær útreiðslur sum rakst-
urin ikki greidir. Men i løtuni
gevur raksturin so ikki hall, og
frimerkini, sum geva eina inn-
tøku uppå 6—7 mill. kr. av sølu
til savnarar, eru virdi, sum eg
hugsi, sjålvt sambandsmenn, ið
eisini hava virkad fyri føroysk-
um frimerkjum i donskum post-
verki, sum frå lidur verda so
góðir við, at teir vilja ikki missa
tey av hondum aftur.
Soleiðis gekk við flagginum,
heimastýrisskipanini og fólka-
pensiónini, teir vóru trekir at fáa
við, men nú vilja teir ikki
broyting í hasum.
Í øðrum lagi er talan um um-
sitingina av skúlamálum og í
triðja av avgerðarrættinum við-
víkjandi undirgrundini. Hesin
seinasti ber ikki kostnað í sær,
vónandi tvertur ímóti, meðan
hin fyrra, sum enn verður arbeitt
við, bert er lítil útreiðsla sam-
mett við samlaðu útreiðslurnar
at stevnuskrá javnaðarflokksins
av skúlaskapi okkara. Hesar
verða framvegis felagsmál. Tað
er vert at strika undir, at tá
menn nevna yvirtøku av sosial-
málum (har umsitingin varð
samtykt, meðan fyrra landsstýri
sat), hospitalsmálum, skúlamál-
um, so er hetta ein grov einfald-
gerðan, ti meðan hesi mál
snúgva seg um meira enn 100
milliónir, so er umsitingin, sum
tað snýr seg um, at taka yvir
bert ein evarsta lítil partur av
hesum og verður kostnaðurin
borin í felag.
Vert er at nevna tey eki, har
broytingin er kravd frá danskari
síðu, eitt nú viðv. havnagerðum
og umsiting av sjúkrahúsverki-
num. Eisini her vilja sambands-
menn kroysta danir til at uppi-
halda eini skipan, sum er niður-
logd í Danmark.
Slíkt ber ikki til, báðir partar
mugu hava loyvi til at krevja
broytingar, tá vildi endin verið,
at sjálvræði okkara var minni
enn tað hjá donsku amtskomm-
ununum, og er tað tvørturimoti
andanum í tí sjálvræði heima-
stýrisskipanini ber í sær.
Dagpengar
Øki, har i løtuni verdur virkad
fyri nýggjum skipanum, eru
dagpengaviðurskifti og einkju-
pensiónsviðurskifti = eins og
figgjanarviðurskifti á mongum
økjum.
Agitationin vend til skatta-
borgaran er ti heilt burturvid og
beinleiðis osømilig.
Tå javnadarflokkurin hevur
Vit taka her nøkur brot úr roðuni hjá Atla Dam,
logmanni sum hann helt í útvarþinum måna-
kveldið.
átt leiðsluna í landsstyri, hevur
hann haft um hendi uttanríkis-
mál og sitið fyri uttanríkissam-
ráðingum. Í hesum virki hevur
dentur verið lagdur á grein 8 í
heimastýrisskipanini, sum loyv-
ir beinleiðis samráðingar við
onnur lond, men samstundis
hevur ein í fullt mát haft fyri-
mun av teirri expertisu og tí
stuðli uttanríkisráðið danska
hevur veitt. Og týdningurin av,
at javnaðarumboðið á fólkatingi
hevur so neyva samvinnu við
stjórnina, er alstórur í slíkum
málum.
Listasamgongan gevur
heilt skeiva mynd
Tá allir flokkar stilla upp og sjålvt einstaklingar gera
lista, er tað eitt sindur burturvið at gera hetta val til ein
spurning um torvandi demokrati í okkara landi.
Uppí tað valstríðið, sum leikar á
nú, eru drignir mangir spurning-
ar. Spurningar, sum viðvíkja
fólkatingsumboðanini og ríkis-
felagsskapinum sjálvum, men
eisini mangir spurningar av
lokalpolitiskum týdningi ella av
landspolitiskum týdningi,
spurningar sum ikki koma fólka-
tingsarbeiðinum við, men sum
burturav verða loystir í Føroy-
um.
Afturat hesum koma hesaferð
innanflokks ósemjur, sum als
einki hava við fólkatingsstarvið
at gera.
Tað er tíverri so, at vit loyva
listasamgongu millum flokks-
sjónarmið og einstaklingaspurn-
ingar, sum kunnu geva heilt
skeiva mynd av ynskjum veljar-
anna viðvíkjandi hvørji høvuds-
sjónarmið skulu berast fram á
fólkatingi.
Vatnspurningurin í Vági
Gerið so væl at hýsa mær hesurn
lesarabrævi.
Í Dimmalætting tann 15. febru-
ar 1977 stendur á fyrstu síðu.
LOYSN FUNNIN A VATN:
SPURNINGINUM Í VÁGI:
Ein, ið kennir eitt sindur til
tey lokalu viðurskiftini, ógvast
ikki sort, yvir tann framgangs-
máta, býráðið í Vági roynir at
loysa hendan, um eg so má siga
kreppuspurning uppá.
Nú leikar á, ti nú er skjótt
flakavirkið hjá J. Joensen í
Lopra liðugt at taka í nýtslu.
Og býraðið í Vági hevur bundið
seg til at skaffa tað neyturvuliga
vatni til hetta stórvirkið.
Í fleiri ár hevur Vág ligið í
vatnloysi tað mesta av sumrin-
um, og onki er gjørt fyri at bøta
um hetta óskil.
Okkurt neyðtiltak er gjørt, so
sum tann nógv umtalaða slang-
an, teir løgdu um fjørdin. Nokk
um hana, tað kann Ulf ella
onkur annar, taka sær av.
Tað, ið eg her má tala at, er
tann mátin býráðið roynur at
skúgva problemið yvur a“
PORKENINGAR, og samst-
undis fáa Fíggjarnevndina til at
gjalda.
Býráðið í Vági vil við ødrum
orðum loysa sín vatnspurning
við at seta ein vatnleiðing í
vatnkassan hjá porkeningum.
Vágsvatn hevur nå gjøgnum
fleiri harrans ár verið tann
keldan, ið hevur veitt vatn til
Porkeri.
Navnið á vatninum virkar
kanska nakað misvísandi fyri
tann, ið ikki er heilt kønur í
landalæruni. Vatnið nevnist
Vágsvatn, tí tað liggur við
Vágfelli, og hevur als onki við
vágbingar at gera.
Tað ljóðar temmiliga flott, tá
Sverri Skaalum greiðir frá og
sigur, at tá byrgingin er gjørd,
tá er eisini nokk til porkening-
af,
Nei Sverri, sum nå er, er
nokk til porkeningar, ti i pork-
eri eru nýggir vatnleiðingar
lagdir um alt økid, ið hoyrir til
bygdina, so at ikki vatnið skal
renna til spillis. Men svara mær
uppá, hvussu er í Vági. Rennur
har nakað vatn til spillis gjøgn-
um holutar vatnleidingar?
Porkeringar nokta nokk ikki
tyrstum sålum vatn, men eg
haldi, at tað er ikki for nógv at
forlanga, at tann maður, sum
kemur at biðja vatn, tá vatntrot
er, hevur eina heila byttu at
varðveita vatnið í, og ikki eitt
sold til sama endamál.
Eitt er vist, at um vágbingar
fáa loyvi at binda fast í vatnfor-
sýningina hjá porkeningum, so
verður mangan turrligt í Pork-
eri, um ikki porkeningar for-
langa at avløbid til Vág kemur
at liggja so ovarliga í byrging-
ini, at teir, vágbingar ikki
kunna slúka meira enn tað, ið er
til avlops hjá porkeningum.
Minnist til orðatakið um tunnur
og kør og hvalin i havinum, og
so vågbingin.
Væl hevdi verid hjå våbing-
um, um teir kundu bråkt somu
patentloysn å ti økonomiska
økinum. Tappa av yvurskotin-
um hjá grannakommununum.
Heilsan og ynski um eitt vátt
ár fyri vágbingar.
PORKENINGUR
kk KK
Nyggi politikkur Paulusar
Mær fellur fyri brósti upp undir
fólkatingsvalið í samband við
valfundirnar, at Pauli Ellefsen,
leiðari sambandsfloksins, hevur
bert eitt mál á politisku skrá
síni, tað er: >politikkur javnað
arfloksins«.
Hvi, spyr mann seg sjálvan,
hvi talar og skrivar leidarin av
størsta anstøduflokki bert um,
hvat javnadarflokkurin hevur
gjørt, og hvat Atli sigur, hvat
Johan Nielsen meinar, hvat
Øregård hugsar o. s.fr., men
nærum ikki eitt orð um, hvat
Pauli Ellefsen vildi haft gjørt
ella vil gera. Hevur sambands-
flokkurin yvirhøvdur nakran al
ternativan andstødupolitikk?
Sum er nei!
Sjålvdan hevur ein flokkur og
leiðari haft avdúkað sín tørv-
andi vilja og evni til at gera
Framhald á síðu 7