Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 16 — 26. februar 1977 Fiskimark o Tað eru ymsar kenslur, sum menn hava, nú okkara fiski mark endiliga er farið út á 200 fjórðingar, og vit hava fingið ognarrætt til allar fiskistovnar hjá okkum sjálvum, meðan vit hava mist tey sjålvsøgdu rætt indi, sum vit hava havt innan núverandi fiskimarkid hjá ødr- um londum. Summir stúra fyri, hvussu vit skulu lívbjarga okk um, meðan tað hjá ødrum er størsti dagur, teir hava uppliv að. Tað hava verið sera ymsar uppfatanir av, hvort vit einans kunnu klára okkum við teimum fiskastovnum, sum finnast und- ir Føroyum. Her halda summir tað vera úr vón og viti bert at hugsa um slíkt, meðan aðrir hava havt eina klettafasta trúgv uppá, at einki var at ivast í, at tað kunnu vit Hetta er ein trúarspurningur, sum ikki skal takast dagar ímillum her, men skal bert verða víst á nekur tol og nakrar sannroyndir, sum kunnu hava týdning í hesum sambandi. Vit høvdu seinasta ár útflutning av fiskavørum uppá um kr. 600 mill. Og við núverandi útflutningsprísum hevði hetta verið væl hægri. Fiskifroðingarnir hava gjort upp, hvussu nógv ið eigur ella kann verða veitt av botnfiski á foroyagrunnunum, og til sam- metingar hevur tað áhuga at síggja, hvat hendan fiskanøgd vildi givið, um vit veiddu, virkaðu og útfluttu hana sjálvir. Niðanfyri er hetta roknað út, og grundarlagið fyri hesi útrokning er útflutningsprísurin pr. kg. ráfisk í dag, sum altso er nakað hægri enn meðalprísurin í 1976: ein Her tó ikki tikið tað við, sum kann veiðast av svartkjafti. Men niðurstoðan er tann, at vit skulu veiða hvønn stert, Foroy einsamallir sum kann fiskast undir um og so nakað væl afturat, um vit skulu rokna við at fáa sama útflutningsvirði, sum vit hevdu í 1976. Og møguleikin fyri at vit skulu klára hetta við tí núver andi samansetingini av veiðu flotanum er ikki stórur Nevn ast kann, at av teimum 10.000 t. av kongafiski, sum veidd hava her, veiða vit sjálvir at einki, og av bert ein verið kalla veiða vit part. upsanum heilt lítlan veiða undir okt Okkara Foroyum er egna nógv seinnu Um 20 fraftblokkabátar við um 15 monnum hver Um 5 ídnaðartrolarar við um 5 monnum hvor 5 stórir trolarar við um 40 monnum hver 4 saltfiskalínubátar við um 25 monnum hver Um 15 rækjutrolarar við um 15 monnum hver er + e—.—..—“ årini,men hendan økingin um- fatar mest tosk og hýsu, soleiðis at vit nú eru í teirri stødu, at vit fiskimálaráðharrin at við tí feskfiska- flota, sum vit longu hava, kunnu vit rokna við, at vit einsamallir eru forir fyriat veiða ta nøgd at hýsu og toski, sum fiskifroðingarnir mala til at fiska. Og hetta vil aftur siga tað, at eingin meguleiki er fyri at økja, um vanligan útróður, har jú mest verður fiskað av hesum hoyra, at roknar við, fiskaslogum. Men hóast hetta framvegis ein flota, sum veiðir á fjarleiðum, og har ein fjøld av fiskimonnum hevur teirra livi- breyð. Hetta fiskimannatal kann gerast nakað soleiðis upp: hava vit um 300 menn um 125 menn um 200 menn um 100 menn um 225 menn um 950 menn Her eru ikki taldir við garnabát arnir undir Grønlandi og fesk- fiskaskipini, sum royna undir Íslandi. Men hetta skuldi givið eina mynd av støduni. Um vit rokna við, at hálvonnur mann ing er við hesum skipum gjøgn- um árið, so koma vit fram til, at sjálvt um vit hava ein flota, sum kann veiða allan tosk og hýsu, sum kann veiðast undir Feroy- um, hava vit um 1,400—1.500 manns, sum fáa teirra livibreyð á fjarleiðum. Og tað man vera ein tann fremsta uppgávan hjá okkara mynduleikum i dag at royna at tryggja hesum monnum teirra livibreyð. Teir kunnu ikki koma heim at rógva út, tí her er flotin nóg stórur. At teir kunnu koma til at lívbjarga sær av teimum stovnum, sum ikki eru nóg nógv troyttir, sum upsa og brosmu, verður ikki roknað fyri at vera realistiskt. Ikki í fyrsta umfari í hvussu Økta veiðan undir Foroyum gevur tó arbeiði uppi á landi. Seinnu árini eru avreið- ingarnar til flakavirkini oktar við um 10.000 t. pr. ár. Arbeiðslenin pr. kg. ráfisk er um 0,70 kr. Hetta gevur um 7 mill. kr. pr. 10.000 t. og svarar hetta til årsløn hjá um 120 fólkum. Men hetta munar ikki so nógv heldur. Eisini verður hildið fram, at er. vit kunnu skaffa arbeidi til enn fleiri fólk í fiskivinnuni vid enn størri foredling av okkara fiska vørum. Hetta er eisini ynskj andi, men tað verður ikki roknað við, at hetta kann gerast eftir einum degi, og menn eru samdir um, at her skal eitt stórt kanningar- og fyrireikingarar beiði til. Hvat ein so enn heldur um ta nýggju stødu, vit eru komnir í, so er í hvussu er vist, at tað verða nógvir trupulleikar, sum vit skulu loysa. Og hesir trupul leikar eiga at verða loystir so vítt gjørligt í semju millum teir, sum hesi mál viðvíkja. Um hetta verður gjørt, verður úrslitið óivað frægast gjørligt fyri okk um øll, t.v.s. foroyska samfelag ið sum heild. Óli Jacobsen Foskur 30.000 t. ákr. 5,00 pr. kg. 150 mill. kr. Hysa 22.000 c. å kr. 5,00 pr. kg. 110 mill. kr. Upsi … „... 40.000 c. å kr. 2,70 pr. kg. 108 mill. kr. Kalvi 60000... 1.000t. å kr. 14,00 pr. kg. 14 mill. kr. Funga 1.600 t. å kr. 5,00 pr. kg. 8 mill. kr. Reydsprøka 500 t. å kr. 4,00 pr. kg. 2 mill. kr. Longa 7.000 t. ákr. 4,40 pr. kg. 30 mill. kr. Brosma 7.000 t. å kr. 3,20 pr. kg. 22 mill. kr. Blålonga ............ 7.000t.ákr. 5,20 pr. kg. 22 mill. kr. Havtaska | 1.000 t. åkr. 4,00 pr. kg. 4 mill. kr. Kongafiskur ......... 10.000t. åkr. 2,20 pr. kg. 22 mill. kr. Annað... 2.000t. åkr. 4,00pr. kg. 8 mill. kr. 500 mill. kr.