Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1977síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 Mikudagur 2. mars 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnaður brødralag Frå lodnu til svartkjaft Kunnu vit i 1978 fåa ein nyggjan såttmåla vid islending- ar, sum ger, at lodnuveidan røkur frå hålvum januar og Ut til endan av mars månada og at svarkjaftaveidan sidani kann røkka út í juni mánaða og kanska strekkjast eitt sindur, um veitt verður til konsum, so er framtíðin hjá hesum kraft- blokkaskipum ikki so myrk. Tá er helvtin av árinum bjargarð hjá hesum skipum, so tey hava havt í Norðsjónum, sigur Atli Dam, løgmadur. Tá lodnukvotan, sum vit hava við Ísland uppá tey 25.000 tonsini, er uppfiskað, fara 5 av foroysku kraftblokkaskipunum á svartkjaftaveiðu. Tey eru: Krúnborg, Durid, Christian í Grótinum, Sjúrður Tollakson og Sigmund Brestisson. Eisini idn- aðaskip hava boðað frá, at tey fara at veiða svartkjaft. Tey eru fýra í tali: Leivur Øssurson, Eidht M, Polarfisk og Kapils- sund. Atli Dam sigur, at vænt- andi fara nógv fleiri kraftblokka- skip at veiða svartkjaft næsta ár, tí næstan allir teir stóru kraftblokkabátarnir kunnu leggja um til hesa veiðu. Ongar kvotur eru settar fyri veiðu eftir svartkjafti undir Føroyum, men tað verður eitt avmarkað tal av skipum, sum fáa loyvi at veiða undir Feroyum. Nógv fleiri ferðafólk X víð Boeing Hóast tað vóru gjørd átta flogferðir færri í februar mán aða í år í mun til í fjør, vóru tað umleið 30 prosent fleiri ferða fólk á rutuni millum Føroyar. Norra og Danmark í februar mánaða í ár í mun til sama mánaða í fjør. Í februar í ár ferðast 1865 fólk millum Føroyar, Norra og Fiskisáttmálarnir fyri løgtingið í dag Mánadagin hevði landisstýrið og marknaðarnevndin ein fund saman við umboðum fyri vinnu- felogini. Á fundinum varð greitt frá teimum sáttmálum, sum gjørdir eru við Noreg, Svøriki og EF. Úrslitið av hesum samráð- ingum varð, at tað skal verða hildið fram við samráðingum um sínamillum fiskirættindi. Landsstýrið greiddi frá, at uppskotini verða løgd fyri løg- tingið í dag. Eisini verður eitt uppskot lagt fram um, at før- oysk fiskiveiða heldur fram eftir somu reglum, sum eru galdandi áðrenn 1. mars í ár, t.v.s. eftir teimum fyriskipanum, sum er galdandi viðvíkjandi stongdum leiðum fyri trol og gern og ann- ars eftir ollum teimum reglum, sum eru galdandi. Landsstýrið roknar við at fáa avgreitt hesi mál í hesi vikuni Landsstýrið boðaði samstundis felagnum »Idnadarskip« frá, at bretar hava sett í gildi forboð fyri at veiða hvítingsbróður á eini leið eystanfyri og norðanfyri Skotland. Nótaskipini fingu at vita, at sildabannið, sum EF hevur sett, kom í gildi mána- kveldið. Hetta forboð verður galdandi í tveir mánaðir til tann 30. april. Danmark. Í fjør var talið 1412 Hetta er sostatt ein vøkstur uppá 453 fólk. Í februar 1977 vórðu gjørdar 20 túrar og í februar í fjør 28 túrar. Í alr 887 fólk ferðaðust við nýggja Boeing flogfarinum úr Foroyum til Danmarkar. Við flogfarinum úr Keypmanna havn til Foroya vóru 897 ferða fólk. Ur Foroyum til Bergen vóru 49 ferðafólk og úr Bergen til Foroya 32 ferðafólk Stjórnin á Flogfelag Føroya, Hugo Fjørdoy, sigur, at tað óivað er tað nýggja Boeing orsøkin til flogfarid, sum er tann stóra voksturin. Nýggja flogfarið, sum Flogfelag Foroya hevur keypt úr USA, kom til Foroya í fjár. Flogfarið hevur verið í Føroyum fyrr og gjørt kanningartúrar fyri sjó verjuna. Ætlanin er nú, at flogfarið skal gera kanningar ferðir innanfyri føroyska 200 fjórðinga fiskimarkið. Ætlanin er annars at brúka flogfarið til charterflúgving. Pláss er fyri 7 til 9 ferðaflókum. Hotellið Filbodini uppá hotellið, sum Flogfelag Foroya skal lata byggja nærhendis flogvøllin í Vágum, verða upplatin mitt í hesum mánaða, sigur Hugo Fjørd0u. Tað verða 84 seingja pláss á nýggja hotellinum. Kyndil fær vitjan Fyrsta fremmandavitjanin í år verður íslendska hondbóltsfelag HK. Teir koma mars við einum 1. ið í Kópavogi, higar tann 24. mansliði og steðga her í triggjar dagar. Ætlanin er, at HK og Kyndil skulu spæla hóskveldið mars, friggjadagin verður farið til Klaksvíkar, og leygardagin verður meguliga skipað fyri eini kapping, har fleiri lið luttaka HK liggur í íslendsku 3. division, men teir hava higartil vunnið allar dystir í ár og koma komandi kapping tann 24. upp í 2. div arár Fundur um Almannaforsorgina mars hev Javnaðar Føroyum. Komandi tyskvøld 8 ur Suðurstreymoyar felag fund á Hotl Fundurin verður kl. 20.00 Nakað fyri jól skipaði Javnað arfelagið í Suðurstreym fyri Vitjið inn Botnprísir. gólvið! Plátu- og bandutsølan heldur fram -handilin bólkaarbeiði, og hevur hetta fingið rættiliga góða undirtøku. Ætlanin við hesum er at tá ein bólkur er liðugur við arbeiði sítt, skal hetta leggjast fyri felagsfundi, og tað er hetta sum nú verður gjørt komandi týs kvold Evnið hesaferð er Foroyska samfelagnum Kvinna í Almannaforsorgin | Næsti fundur eftir henda hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag verður 31. mars. Hetta verður panelfundur, har evnid er Al mannaforsorgin. Við á fundin um verða m.a. Klaus Herman frá Almannastovuni, Marjun Sigurdsdóttir, sosialráðgevari og Jákup Lindenskov umvoð andi ta politisku umsitingina Eisini vera tingmenn við á fundinum