mikudagur 2. mars 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
H 2 telf. 11820 — giro 6282725
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent:
Eftir valið
FÓLKATINGSVALIÐ er av, úrslitið kenna vit,
tey bæði umboðini, sum vera skulu okkara á
danatingi eru kosin. Javnaðarflokkurin
kennur eisini úrslitið eftir eina valagitasjón,
sum í mangar mátar hevur verið óvanliga
ósaklig, serliga frá Sambandsflokkinum, sum
ikki hevur skýggjað nakrar midlar fyri at
ræða fólk við yvirtøkum og alskins ólukkum,
um stemmurnar fóru til Javnaðarflokkin.
MEN eftir stendur, at gll henda talan um
yvirtøkur og Sambandsins „greiða støda« í
so máta ikki er annað enn orðabrask, tí teirri
áhaldandi agitasjón um at Føroyar einki orka
og at Sambandsflokkurin ongantid hevur
verið við til yvirtøkur, samsvarar sera illa við
tey veruligi viðurskiftini.
TAÐ kunnu brúkast mong orð uppá eina
slíka agitasjón. vit vilja í hesum føri kalla
hana at vera uttanfyri alt rímuligt mark,
einans fyri at taka atkvødur frá Javnaðar-
flokkinum, tí javnaðarfólk yvirhøvur eru ikki
fyri at leggja øktar byrðar á fólkið, sum
kunnu føra vid sær verri kor fyri tann minni
menta.
Í SEINASTA valskeiði var Javnaðarflokkurin
í samvinnu við Sambandsflokkin og Sjálv-
stýrisflokkin; í hesum landsstýrinum var
Sambandsflokkurin hin ítarsti yvirtøkuflokk-
ur. Eitt gamalt yvirtøkumål, sum byggjan av
vaktar- og bjargingarskipi var sett í verk við tí
úrsliti, at løgtingid á komandi fíggjarlóg skal
gjalda 7 milljónur krónur, sum vit í dag í og
fyri seg ikki vóru noyddir, tí danir røkja
frammanundan vaktar- og bjargingartænast-
una kring Føroyar. Somuleidis vid flogvallar-
útbyggingini, har eisini Sambandsflokkurin
hevur átikið sær helvtina av útbyggingarút-
reiðslunum.
HARAFTURÍMÓTI hevur sambandsflokkurin
týðuliga og greitt sagt, at hann vil vera við til
at minka um statsstudningin til Føroyar, og
uppskot teirra um at avseta pengar til einkjur
var eitt lið í hesari sparing. So vita vit tað, at
sparast skal uppá statsútreiðslur, og tann
sum skal standa fyri skotum eru tey
figgjarliga veikastu, sum hereftir skulu
forláta seg uppá føroyska iløgu aleina, og av
royndum vita vit, hvat tað vil síga.
VIT eiga í dag eina sosiallóggávu, sum liggur
í tryggum hondum, skulu vit bróta hetta
figgjarliga býti millum stat og land, og fara í
holt við at tveita nøkur oyru nú og tå, so sum
Sambandsflokkurin mælir til, og so sum
»beriorka« okkara annars kann linda sær, tå
vera vit illa fyri, og tá missa vit henda trygg-
leika, sum vit eiga í dag OG tað vil zJavn-
aðarflokkurin ikki vera við til.
sosialurin
dagbókin
Guðstænasta
Komandi sunnudag kl. 12
verður guðstænasta við altar
gangi í Hvannasunds kirkju
50 ár
Í gjár 1. mars varð Harriet
Hansen, Niels Finsensgøta,
Tórshavn, 50 år.
'Umframt føstu sendingarnar:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tidindi
12.32: Degurðatónleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tónleikur
18.30: Vedurtidindi og tidindi
18.42: Nåtturdatonleikur
21.00: Vedurtidindi og tidindi
Mikudagin 2.
08.05: Enskt IV.
21. sending.
08.25: Mikumorgun í føstu.
Axel Tórgarð og Jan-
us Mohr.
Kvoðuljómar til sjó-
fólkið.
Miðvikan.
Enskt IV
21. sending.
Benny Goodman og
hansara orkestur.
Ove Olsen.
Hósdagin 3.
08.05: Aldur og streymur.
Bogi Hansen. (e)
18.42: Læknin hevur orðið.
19.00: Gamansleikur.
Søga eftir J. P. Heine
sen
Grammofongestur å
Bryggjubakka. Hans
Tórgarð. Fyrsta send
ing.
20.00: Úr ymsum herðas
hornum
20.20: Pop non stop
Fríggjadagin 4
19.00: Orðabókin
j. H. W. Poulsen.
19.30: Ælabogin
Jógvan Telling Joen
sen
20.00: Friggjakvøld klokkan
90. Fram við landi vid
Dánjal í Klingruni á
Sandi V
N. J. Arge
Nr. 17 — 2. mars 1977
Eins og undanfarnu ár verður skipað fyri kapptelving í 4
bólkum:
landsliðsbólki,
1. bólki,
2. bólki og
unglingabólki.
Norðoya Sparikassi hevur givið steyp til kappingina.
Ætlanin er at byrja friggjakveldið 1. apríl, og verður telvað oll
kvøldini í stillu viku frá kl. 19.00.
Telvingin fer fram í kommunuskúlahellini í Havn, og er tað
Havnar Telvingarfelag, sum stendur fyri kappingini.
Luttokugjaldið er:
kr. 50, — fyri unglingar og
kr. 100, — fyri hinar.
Tilmeldingar, sum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.
mars 1977, verða at senda skrivliga til:
Kjeld Thomsen
Rasmusargetu 7
3800 Tórshavn
v. TALVSAMBAND FOROYA
Jóan Petur Midjord
v, HAVNAR TELVINGARFELAG
Jåkup Thomsen
Tøkk
Øllum tykkum sum å einhvønn hått mintust
meg å 80 åra fødingardegnum 22. februar beri
eg mina hjartans tøkk.
Edvard Lindenskov
Radarsimulatorskeið
Á Føroya Sjómansskúla byrjar 5 daga skeið í
nýtslu av radar til navigering og fyribyrging
av samanstoyti
månadagin 7. mars 1977 kl. 15.00
Í mesta lagi 8 kunnu taka lut i hesum skeiði.
Áhugaði eiga at siga frá sum skjótast.
Føroya Sjómansskúli
Fundur
Tyskvøldid 8. mars kl. 20.00 hevur Suður-
streymoyar Javnadarfelag fund á Hotel
Føroyum.
Bólkurin, sum hevur arbeitt vid evninum:
Kvinnan i føroyska samfelagnum
leggur fyri. Møtid fjølment.
Sudurstreymoyar Javnadarfelag
Timburmenn
Søkt verdur eftir timburmonnum til SMS
H. Hoffman & sønner
tlf. 12903
TNS
F
SN
2 FR AU
5
VAN