Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| ; Nr. 17 — 2. mars 1977 sosialurin Fóroyingar gerast fleiri og fleiri í danska skipaflotanum Um 10% av øllum yvirmonnum eru úr Feroyum Hver býur í danska kongaríki- num hevur mest av sjófólki? Hvaðani koma flestu sjómennin- ir. ið manna donsku skipini? Hesir spurningar verða settir i grein i danska sjómanna tidar- ritinum SØFART, ið givið verð- ur út av »Foreningen til søfart- ens fremme«, og blaðið svarar sjálvt: Svarið er uttan iva Tórshavn og Feroyar, tá ið hugsað verður um fólkatalið. Har búgva stív- liga 40.000 fólk — og millum 600 og 700 sigla í danska handils- flotanum. Haraftrat eru teir mongu foroyingar, ið eru búsit- andi í Danmark og sum eisini starvast innan sjóvinnu. Eingin ivi kann vera um, at føroyingar i prosentum eru mest »dominerandi« fjøldin millum teir siglandi i kongaríkinum. Tel, ið tala Mest nágreiniligu telini fær man í talyvirlitinum hjá >Semands- skattekontoret«. Seinastu eru frá 1975, og tá vóru 661 føroy- ingar, ið hevdu goldið 12,2 milljónir krónur í skatti, pening- ur, ið varð sendur beinleiðis til Føroya til samfelagshúsarhaldið har. Haraftrat kemur so tann ókendi peningurin, id føroyingar búsitandi i Danmark hava goldið Í vanliga medalmånadanum, august, vísa hagtelini, at av 1185 skipsferarum undir sjó- mansskattaskipanini vóru teir 65 feroyingar. Talið av yvir- stýrimonnum var 101, meðan 73 i. stýrimenn vóru av tilsamans 664 — útlendingar eru í tali 58, norðmenn 10. Talið av foroyskum 2. stýri- monnum var 20, og millum teir 333 fjarritarar í danska skipa- flotanum vóru 15 føroyingar. Í maskinuni eru 47 feroyingar maskinsjefar, av 1. meistarum eru 38 føroyingar og av 2. meist- arum eru 27 føroyingar. Undr- unarvert er, at millum royndar matrósar vóru einans 6 úr Før- oyum. Í restaurasjónini vóru 10 kokkar o.a. Samantikið kann verða sagt, at umleið 10 % av yvirmonnun- um í danska skipaflotanum koma úr Føroyum. Føroyskir yvirmenn leita burtur »Færingen er født med åren i hånd» heldur bladid fram, og heldur tað, at hetta kanska er ein orsek til at so nógvir foroy- ingar verða sjómenn. Síðani seinna heimsbardaga eru fer- oyskir yvirmenn í vaksandi tali farnir at fáa sær skipakans sunnanfyri, at taka hýru á donskum skipum. Flestu hava teir traðkað barnaskógvar teirra á skipsdekki undir Íslandi og í Grønlandi, men samstundis hava teir borið útlongsul í sær. Tey líkindi, sum í dag verða foroyskum sjómonnum boðin, eru munandi betur, enn tey, ið eldri ættarliðum untust, og tær treytir, honum býðst viðvíkj- andi útbúgving eru munandi høgligari enn tær, ið undanfarnu ættarliðini høvdu. Føroya sjó- mansskúli í Havn er viðurkend- ur at standa fult met við skúlar aðrastaðir í ríkinum, og av hesum skúla kunnu næmingar í dag taka oll nautisk prógv. Gjøgnum mong ár hevur verið „yvirproduksjón< av foroyskum yvirmonnum, og hetta hevur borið við sær, at stødugt fleiri leita sær upp starv í danska skipaflotanum, og í minni mun eisini í tí norska og svenska. Í danska skipaflotanum eru allir meguleikar opnir hjá føroying- um, bæði á dekki og í maskinu, í restaurasjónini og sum fjarritar- ar. Og at føroyingar eru eftir- spurdir er besta prógv um, tey mongu tilboð um hyru, ið donsk skipafelog dag og dagliga lýsa við í føroyskum blødum. Føroyingar lagaligir og dugnaligir Skal ein trúgva donskum skipa- starvsbreðrum eru føroyingar høgt í metum millum danir, ikki einans tí at teir eru »føddir við ár í hond<, men tí at fakligi dugna- skapur og útbúgving teirra eru høgt mett millum danskar sjó- menn. Harumframt eru teir av lyndi og temperament eftir sum donsku starvsfelagar teirra vilja vera við, lagaligir og eiga neyð- ugu evnini at vera uppi í einum góðum »team-work«. Síðani nevnir SØFART tey donsku skipafeløg, ið hava flestu foroyingar í starvi, teirra millum A.P:Meller, ØK, D.F.D.S., J. Lauritzen, Torm, Kosan-Tank- ers o.a. Tað er væl atborið, at hóast foroyingar einans eru einir 40.000 í tali, at teir skulu eiga sjófólk, ið ein hittir um allan knøttin, heldur tíðarritið. Eisini gera hesir siglandi feroyingar sítt til at halda uppi samfelags- húsarhaldinum heima á oyggj- um teirra, við árliga at gjalda millum 11 og 12 mill. kr. í sjó- mannaskatti, ið heilt og fult fara til føroysku skattamyndugleik- arnar. Og tá verður ikki hugsað um tað helst eisini stóra tal av foroyingum, ið hava fingið sær fastan bústað í Danmark og har lata skatt til stat og kommunu. Føroyingar fáa sær skipaflota sjálvir. At enda í greinini i SØFART verður skrivað um, at føroyingar rættiliga eru farnir undir at fáa sær handilsskipaflota sjálvir við smærri, men dygdargóðum coasters. Meðan áður føroyingar noyddust at flyta inn nærum alt av neyðsynjarverum á útlendsk- um kjøli, so er hetta ikki longur so. Í dag eiga teir í Feroyum tvær skipasmiðjur, Tórshavnar Síða 3 Skipasmiðja og Skála Skipa- smiðja, ið ikki einans smíðja før til føroyska fiskiflotan, men sum eisini smidja smærri farmaskip, ið meiri og meir taka sær av fluttningi av farmi úr donskum og ødrum havnum til Foroya. Hinvegin flyta hesi skip veru úr Feroyum inn á meginlandið, sild, fiskur, mjøl og olju, seyða- skinn o.s.fr. Eisini fara føroysku handilsskipini vestur um hav til USA, eins og fleiri eru í fremm- anda sigling (time-charter) fyri styttri og longri tíð — í vissum forum so langt burturi sum i Latinamerika. Hesin føroyski skipaflotin er einans mannaður av feroying- um. men kortini er avmarkað, hvussu mangir kunnu fáa kans á hesum skipum, og framvegis er ikki nóg mikið av arbeiðspláss- um fyri siglandi føroyingar heima i Føroyum. At enda nevnir SØFART før- oysk skipafeløg, ið einahelst taka sær av farmafluttningi: Skipafelagid Føroyar, Traderline og Star-Shipping, sum nýliga hevur keypt fleiri minni farma- skip úr Danmark. Samanumtikið kann ikki sig- ast annad, enn at henda grein i SØFART, ið røkkur donsk handilsskip um allan heimin og sum prentad verdur i nærum 6000 eintøkum við mongum myndum og aktuellum greinum, hevur einans vælvild yvirfyri foroyingum og teimum, ið sigla, og tað kunnu vit heima einans vera glaðir um. —"WwW." Útróðrafelggini senda bræv til Føroya løgting: Størsta mål i okkara øld Av ti at vit meta fiskimarksmål- ið sum størsta mål, ið frammi hevur verið í okkara old, komu formenninir fyri útróðrarfelog- ini saman til fundar, har roynt varð at finna fram til eitt uppskot um, hvussu fiskast skal innanfyri nýggja fiskimarkið. Hetta uppskotið varð lagt fyri oll feløgini, sum hava vidgjørt tað á aðalfundi. Og á fundi í Havn ídag hava undirritaðu felog einmalt samtykt soljóð- andi: Vit eru samdir um, at tann verandi fjarfiskiflotin má fáa tær somdir, sum neyðugar eru, skal hann svara til tær iløgur, sum í hann eru lagdar. Men vit leggja dent á, at fyrst og fremst ræður um at skapa heimaflotanum víðari ræsur. Og samsvarandi hesum seta vit soljóðandi. Uppskot 1. Tjóðir, ið ikki hava søgulig rættindi á grunnum okkara, mugu ikki koma inn um nýggja 200 fjórðinga markið, uttan so at hetta verður gjørt sambært pkt. 5 í hesum uppskoti (ídnað- arhjálp). 2. Foroya Banki, Bill Baly og Outer Bill Baly banki verða beinanvegin totalt friðaðir fyri allari trol- og aðrari netaveiðu við útlendskum forum út á 500 metra dýpi. 3. Eingin åtlendsk veida er loyvd innanfyri 30 fjórðingar år bein- um linjum, og ongastadni inn- anfyri 500 metra dýpi. 4. Ynskja mynduleikarnir at ting- ast við útlendingar um fiski- rættindi hjá hvørjum ødrum og gera gerð abýti, so má slíkt býti bert umfata okið millum ta í pkt. 3 neyndu linju og 200 fjórðingar úr beinum linjum. Á hesum oki má gerðabýti gerast um eitt ávíst tonsatal. Og kann hetta tonsatal bert ásetast eftir samráðingar við útróðrar- felogini sambært pkt. 7. Teir í pkt. 2 nevndu bankar eru undantiknir frá slíkum býti. 5. Fara mynduleikarnir at gera gerðabýti við útlendingar, vilja vit ráða teimum til at nýta fylgjandi mynstur: Hægst lata ødrum tjóðum 2/3 av loyvdari svartkjafta- veidu, og soleidis at av heildar- veiduni av hesum fiski fer 1/3 til okkum sjålvar 1/3 fyri fiskirættindi aðrast- aðni, og 1/3 fyri hjálp og góð ráð til at seta á stovn í Føroyum annan ídnað enn fiskiídnað. Og á tann hátt gera samfelag okkara minni viðbreki og minni eins- táttað. 6 Moguligir sáttmálar við útlend- ingar skulu endurskoðast í minsta lagi einaferð árliga. 7. Um so er at mynduleikarnir ikki halda seg kunna fylgja hesum uppskoti til fullnar, ynskja vit at teir ráðfora seg við útróðrarfel- ogini í felag, umboðaði av formonnunum ella oðrum vald- um umboðsmanni, áðrenn ann- að verður sett í verk. Adolf V. Hansen Vit gera vart við at Adolf V. Hansen, J. Dahlsgota, Tórshavn tekur móti ollum í hesum máli, og at hann er millumlið millum felogini og myndugleikarnar í málinum.