mikudagur 16. mars 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a 0 0
Síða 2
H åm telf. 11820 giro 6282725
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miiller
Prent: Dimmalætting
Ymsik eru
Á Á = -
áhugamálini
Á LOGTINGI eru komin mong mál til
viðgerða hesar síðstu vikurnar og nógv orð
eru søgd undir málviðgerðunum, har ting-
menn eisini hava brúkt høvi til í summum
fórum at siga sínar »hjartans meiningar« um
mangt og margt av meira og minni týdningi.
Í SO MÁTA hava vit eitt gott virkandi
løgting, tí tað sum sagt er frá tingpalli eigur
ikki at vera lagt til viks sum einkisigandi,
men eigur at verða vidgjørt við tí álvarsemi,
sum altíð eigur at sermerkja tingviðgerðir.
UNDIR orðaskiftinum um landsstýrisupp-
skotini um víðkaða einkjupensjónina, hækk-
ing av inntøkumarkinum fyri fólka- og
avlamispensjónini og víðkan av heimahjálp-
arskipanini, komu tankar fram um mangt og
ymiskt, sum rør seg í hugsan tingmanna og
fólksins og m.a. um tann partin av fólkinum,
sum má seta sítt álit á inntøku av avlamis-
trygdini. Tá tingmenn kunnu taka so til orða,
sum løgtingsmadurin Óli Brechmann, tå
hann sigur, at nógv av teimum, sum fáa
avlamispenjón, ikki hava hana fyri neyðini,
má hetta sigast at vera ein álvarsom ákæra
móti teimum mynduleikum og stovnum,
sum skulu vera borgan fyri, at ein
stødutakan til at jåtta avlamispensjón er rætt
undirbygd.
VIST skal tinggåttin vera låg, men å ti
lågmarki, sum hesin tingmadur hevur sett
sum met, eigur hon ikki at vera, ti mark skal
vera fyri hvat ein kann sleingja út, uttan at
hava annað í kvittan enn at gera seg
»interesantan«. Maðurin veit sum er, hann er
verjuleysur, sum stendur uttan møguleika at
forvinna sær daglønina til livsins uppihald.
TAÐ er undir lágmarkinum at brúka hesi sum
kastibløka.
Serlæknaviðtala
í húð- og kynsjúkum
(dermato-venerologi)
Við hesum skal verða boðað frá, at byrjað verður at hava
viðtalu í nevndu serlæknagrein hin 14. apríl 1977. Viðtala
verður umleið triffjar ferðir hvørja viku seinnapartin, vanliga
mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 12.30 til 16.30, í
Sigmundargetu 5, Tórshavn.
Tid má umbiðjast frammanundan. Hetta gerst vid at ringja
á tlf. nr. 1 1832 månadag til friggjadag fyrrapartin millum kl.
9 og 11. Fólk kunnu byrja at umbiðja tíð hin 15. marts.
Tilskilast skal, at A-limir mugu, fyri at fáa endurgjald frá
sjúkrakassa, hava åvising frå egnum kommunulækna
Hødni Debes Joensen
Serlækni i húð- og kynsjúkum
sosialurin
dagbokin
Fundur um Sosialin
Sudurstreymoyar Javnadar-
felag hevur felagsfund i ann-
adkvøld kl. 20,00 á Hotel
Føroyum. Evni hesaferð er
Sosialurin. Umframt hetta
koma
eisini til viðgerðar lóg-
arbroytingar í felagnum.
Nordatlanten
Eitur nýggj bók, sum forlag-
ið Anders Nyborg gevur út.
Hetta
er ein samanleggjan av
ritunum Vælkomin til Gren-
land, Vælkomin til Ísland og
Vælkomin til Føroya. Bókin
er 220 blaðsíður.
Liljan
Skótablaðið hjá KFUM og
—K skótunum er komið út.
Hetta
er fyrsta blaðið í ár.
útvarpið
Umframt føstu sendingarnar:
07.15:
07.17:
07.30:
07.35:
08.00:
08.05:
09.00:
09.05:
12.00:
12.20:
12.32:
12.50:
12.51:
18.30:
18.42:
21.00:
Vedurtidindi
Morgunlestur
Vedurtidindi og tidindi
Tónleikur
Vedurtidindi og tíðindi
Lurtararnir og vit
spæla grammofon
Veðurtíðindi og tíðindi
Morgunlestur
Middagskonsert
Veðurtíðindi og tíðindi
Degurðatónleikur
Veðurtíðindi
Tónleikur
Veðurtíðindi og tíðindi
Nátturðatónleikur
Veðurtíðindi og tíðindi
Mikudagin 16.
08.05:
08.25:
13.00:
19.00:
20.00:
20.20:
Enskt IV.
23. sending.
Mikumo: gun i festu.
Axel Tórgarð og Jan-
us Mohr.
Kveðuljómar til sjó-
fólkið.
Miðvikan.
Enskt IV.
23. sending.
Svenskur undirhalds-
tónleikur.
Sonne Smith.
Hósdagin 17.
08.05:
18.42:
19.00:
19.30:
20.00:
20.20:
Evnaveik heima
ella å institution. (e).
Læknin hevur orðið.
Gamansleikur.
Bók við søgum úr
Krabbaurð av Jens
Paula Heinesen. Til
Havnar vit fara.
Oskar Hermannsson
lesur.
Grammofongestur á
Bryggjubakka. Hans
Tórgarð. 3. sending.
Ur ymsum herðas-
hornum.
Pop non stop.
Friggjadagin 18.
19.00:
19.30:
20.00:
Orðabókin.
J. H. W. Poulsen.
Ælabogin.
Jógvan Telling Joens-
en.
Friggjakvøld kl. 20.
Føroyski blidskapurin:
Nr. 21 — 16. mars 1977
Vidakendur, misskiltur
og misbrúktur
Bólkurin um turismu endaði
ferðslu- vikuna við at kjakast um
fyrimunir og vansar av turist-
um, og um, hvat eigur at verða
gjørt viðvíkjandi turismu í Før-
oyum.
Her eru nakrar av teimum
nidurstødunum, vit komu til:
Uttan mun til, hvat vit meta
turismu, so ber illa til at nokta
turistum at koma higar. Føroy-
ingar ynskja at ferðast í eðrum
londum — at vera turistar har;
og vit kunnu ikki steingja land
okkara fyri turistum.
Vit hava gleði og nyttu av at
koma í samband við fólk úr
ødrum londum, bæði burturi og
heima hjá okkum sjálvum.
Men vit sakna eina almenna
meting av, hvat ætlanin er við
turismu í Feroyum. Av og á
hoyrast reddir, um at føroyingar
eiga at útbyggja turismu til ein
vinnuveg, sum gevur pening og
arbeiði til landið: og aðrar tíðir
eru fólk, sum helst vildu úti-
stongt allari turismu í Føroyum,
tó hon er til tað bera fortreð.
Í dag er tað so, at tað verður
reklamerað fyri Feroyum sum
turist-mál í útheiminum, bæði
av Ferðamannastovuni, Strand-
ferðsluni, DFDS og ødrum. Also
eisini almennir og hálvalmennir
stovnar royna at bjóða turistum
hendan vegin.
Men tá so turistarnir koma
higar, er alt ov lítið fyrireikað til
at taka ímóti teimum.
Til teirra, sum ynskja at
búgva á hotellum, eru alt ov fá
pláss. Og tey, sum koma við
telti, fáa alt ov fáar upplýsingar
um, hvat tey kunnu, og hvat tey
ikki kunnu.
Hesi verða tí ofta til fortreð;
seta telt sítt upp uttan at biðja
um loyvi; seta telt upp í óslign-
um be; ganga gjøgnum bein;
vaska sær og vaska klæði í
drekkivatns-áum og í vatnbr-
unnum; órudda í haganum o.t.
Fyri at forða fyri slíkum eigur
tað sum skjótast at verða skipað
fyri nøkrum camping-plåssum
kring landið. Á hesum camping-
plássum skal vera hús við WC
og vaskimøguleikum, og kanska
eitt hús, sum farast kann inn í,
um ódnarveður verður. So skuldi
tað eins og á camping-plássum í
ødrum londum kostað nakrar
fáar krónur at gist har.
Harumframt skal tað upplýsast
vælog virðiliga fyri turistunum,
hvussu tey eiga at bera seg at,
bæði í haganum og aðrastaðni.
Enn hava ikki verið so nógvir
camping-vognar her á landi,
men við tí útbygda bilferjusam-
bandinum kunnu vit vænta okk-
um ein riðil av campingvognum.
Sum er eru purt eingir møgu-
leikar at taka ímóti teimum. Tí
mugu myndugleikarnir longu í
vár gera eitt av tveimum: Finna
hóskandi pláss til camping-
vognar (við WC og vaksimøgu-
leikum) og forbjóða, at teir verða
settir aðrastaðni, ella púra for-
bjóða campingvognum at koma
inn í landið. .
Hin føroyski blíðskapurin er
vidakendur, misskiltur og mis-
brúktur. Onkur visti um turist-
ar, sum høvdu lisið í einum
vóru so blíðir; teir komu tí til
Føroya við ongum pengum, ti
her var alt ókeypis, hildu teir!
Nógvir turistar gledast um
blíðskapin; men tey finnast eis-
ini, sum flenna at føroyingum og
halda okkum verða býtt, sóleiðis
at varta tey upp fyri einki.
Og vit kunnu ikki lata vera við
at spyrja okkum sjálvi, hví vit
skulu veita turistum tænastum
og blíðskap ókeypis, sum vit
sjálvi mugu gjalda fyri í útlond-
unum. Og vit byrja so smátt at
taka pening fyri slíkar tænastur.
Men hvussu kunnu vit tað,
uttan at oyðileggja ein part av
mentan okkara, sum vit meta so
hogt: at vit koma hverjum
ødrum við, at vit sýna hverjum
ødrum blidskap uttan at hugsa
um pengar?
Vit mugu eisini gera okkum
greitt, við hverjum sjónarmið-
um vit vilja meta turismuni.
Skulu vit leggja stóran dent á
at fáa turistar til landið og so
standa á hevdinum fyri at
uppfylla ynski teirra: broyta
rúsdrekkalógina, byggja luksus-
hotell í Mykinesi, skipa fyri
framsýning av føroyskum dansi
og heima-idnadi ávísa tíð á
åvisum stað osfr. osfr. — ja,
summir turistar spyrja enntá,
nær og hvar næsta grindadráp
verður!
Ella skulu vit beta eitt sindur
um gistingarmeguleikarnar og
so annars hava tað sjónarmið, at
Føroyar og føroyingar eru, sum
vit eru, os so kunnu turistarnir
koma higar at uppliva landið og
fólkið, sum tað er, og ikki krevja
annað. Og halda uppat við at
reklamera fyri Føroyum sum
turist-mál.
Tey, sum meina, at føroyingar
eiga at útbyggja turismuna sum
vinnuveg, mugu hava í huga, at
tey tá velja fyrr nevnda møgu-
leikan at meta turismuni.
Ein álvarsligur vansi við tur-
ismuni sum vinnuveg er, at
prísirnir á t.d. mati og flutningi
hækka nógv. Hetta gongur út
yvir fólkið í landinum. Royndir
frá londum, sum eru útbygd til
turismu, vísa hetta til fulnar.
Vit hava longu sæð dømi um
slíkt í Feroyum: Ferðaseðilin
Oyragjógv-Flogvellin kostar
meir enn ferðaseðilin Oyragjógv-
Sørvåg (í hvussu er summarið) !
Um turisma skal útbyggjast
til ein vinnuveg, sum gevur
pening og arbeiði til landið, so
má ansast væl eftir, at vit aldri
gerast avhengig av turismuni
sum vinnuveg, til tað er hon alt
ov ótrygg, og kann hvørva nær
sum helst. Tá t.d. búskaparliga
kreppan versnar, ella um kriggj
verður.
Foroyar er eitt lítið samfelag,
har vit merkja nógv til ta
turismu, sum er. Og nógv halda,
at vit í dag merkja nóg mikið til
turismuna.
Vit mugu vera var við vandan
fyri, at turisman tekur slíka
yvirhond, at vit ikki kenna
okkum aftur í okkara egna landi,
verður sagt í frágreiðing, sum
ein bólkur á venjingarskúlanum
hevur gjørt í samband við
arbeiðsvikuna á hesum skúla í
amerikansum blað, at foroyingar = farnu viku.
RA SERA