Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! Nr. 21 — 16. mars 1977 sosialurin Føroyameistarakapping i badminton Ein partur av føroyameistarakappingini i badminton er lokin. Í meistarabólkinum verður kappast komandi vikuskifti Foroyameistarakappingin fyri einstaklingar í badminton er lokin fyri ávísar bólkar. Kapp- ingin fór fram í ítróttarhellini seinasta vikuskifti. Kappast var í unglingabólkinum, dreingir, A-bólkurin, gentur, mixdouble og old-boys. Í unglingabólkinum vann Eyðfinn Thomsen HBF í finaluni á Albert Ellefsen MBF 15-1, 8-15 og 17-14. Í single- kappingini hjá dreingjum vann Eivind Sundsstein HBF í final- uni á Bjarka Ellefsen MBF 11-3 og 11-9, og í double í somu deild vunnu Petur Lyngse og Eivind Sundstein báir úr HBF á Bjarka Ellefsen MBF og Gunnar Gutte- sen HBF við 11-2 og 11-1. Í kappingini hjá gentum vann Nella Festirstein á Jórun Joens- Eivind Sundstein, Petur Lyngse og Eyðfinn Thomsen, sum allir fingu steyp til ognar Her fær Nella Festirstein handað steyp fyri at hava vunnið gentudeildina en báar úr HBF í finaluni 11-9 og 11-9. Í old-boys kappingini vann Jan Joensen MBF i finaluni á Gudmund Niclasen MBF í final- uni 15-10 og 15-8. Í somu deild í double vunnu Jan Joensen og Gudmund Niclasen í finaluni á Charles Smith og Kurt Hansen við 15-6 og 15-7. Í mix-double vunnu Jóan Petur Midjord og Margit Svarrer í finaluni á Hans J. Stenberg og Tórgerð Nielsen 15-7 og 15-4. Hesi eru øll úr HBF. Petur og Herman i meistarabólkin Kappingin fyri menn er skipað á tann hátt at hann, sum einaferð hevur vunnið í A-bólkinum kem- Petur Hansen, sum her leikar finaludystin. Petur vann og gjørdist meistaraleikari FÆLITET $7 HAN H+ TU gitter ur hareftir at leika i meistara- bólkinum. Í kappingini seinasta vikuskifti komu tveir nýggir leikarar upp í meistarabólkin. Teir vóru Petur Hansen og Herman í Stórustovu. Í double vunnu Petur Hansen og Herman í Stórustovu í finaluni á Andor Ellefsen og Bent á Lava allir úr HBF 15-12 og 15-9. Í single vann Petur Har sen í finaluni á Jákup Simonsen FBF. Urslitið var 15-3, 5-15 og 18-14. Umframt teir, sum longu eru í meistarabólkinum, koma hesir báðir vinnararnir at luttaka í hesum bólki í framtíðini. Kapp- ingin í meistarabólkinum verður í ítróttarhellini í Havn komandi vikuskifti. Margit Svarrer og Jóan Pætur Midjord hava her júst vunnið finaludystin móti Tórgerð Nielsen og Hans J. Stenberg Kvinnur í Havn ynskja skeið í sjálvverju Fleiri kvinnur í Havn hava sent Havnar Judofelag fyrispurning, um tað letur seg gera at skipa fyri einum skeiði í sjálvverju. Formaðurin í felagnum, Sven Nørspang sigur, at teir í løtuni leggja eitt tilikt skeið til rættis. Tað verður helst skipað sum wéekendskeid, og møguleiki verdur hjå øllum kvinnum, sum ynskja tað at fáa venjing i sjålv- verju. Sven Nørspang sigur, at orsøkin til at kvinnur her í Havn vilja hava skeið í sjálv verju helst er tann, at kvinnur her í býnum al oftari verða álopnar Føroyameistara- kapping i judo Í mei mánaða verður føroya- meistarakappingin í judo Kappast verður í lættvekt, mill- umvekt, tungvekt og møguliga verður eisini kapping fyri piltar. Kappingin í judo fer fram í Klaksvík, sum er einasta pláss í Føroyum, sum hevur eitt judo- felag umframt Havnina 22 tikið royndir Tvær ferðir um árið imirnir í Havnar Judofelag fara upp til roynd í teimum ymsu greinunum innan Judo og Jiu Jitsu. Tad eru tilsamans seks elti innan bæði Judo og Jiu Jitsu. Fyrst kemur gult belti, sidani orange, grønt, blått, rúnt og torførasta royndin er svart belti. Enn hevur eingin foroyingur tikið svart belti, men kunnu tað eru fleiri, sum hava brúnt belti bæði í judo og jiu-jitsu Beint fyri jól tóku 22 limir í royndir í judofelagnum bæði judo og jiu-jirsu: Annika Niclasen 5 kyu Jiu-Jitsu Eyðna Jacobsen 5 kyu Jiu-Jitsu Elin Henriksen 5 kyu Jiu-Jitsu Turið Olsen 3 kyu Jiu-Jitsu Marianna Olsen 4 kyu Jiu-Jitsu Jan á Argjaboda 2 kyu Jiu-Jitsu Jåkup E. Jensen 2 kyu Jiu-Jitsu Henning Poulsen 5 kyu Judo Suni Egholm 5 kyu Judo Heri Simonsen 5 kyu Judo Kåri Jacobsen 5 kyu Judo Joan Jåkup Winther 5 kyu Judo Jåkup Poulsen 5 kyu Judo Jóannes Høj 5 kyu Judo Tony Hedegård 5 kyu Judo Påll Hansen 5 kyu Judo Eyðstein Danielsen 5 kyu Judo Poul Sandgren 2 kyu Judo Jan å Argjaboda 2 kyu Judo Jan Giinther 2 kyu Judo Armann Lamhauge 4kyu Judo Sunvar Mortensen i kyu Judo Hans Pauli Poulsen 4kvyu Judo 5 kyu Gult belti i kyu = Orange belti 3 kyu Grønt belti 2 kyu = Blått belti I kyu Brunt belti Sidani kemur svart belti Nevndin i Havnar Judofelag Form. Sven Nørspang Næst form. Jan Giinther Kassam. Sunvar Mortensen Skrivara. Fridgerd Abrahamsen Nevndarl. Otto Rubeksen FM-kappingin i borðtennis: Niels Hovgaard nýggjur føroyameistar Fleiri óvæntað úrslit spurdust burturúr feroyameistarakapp- ingini í borðtennis hetta viku- skifti. Kappingin í meistara- deildini endaði við, at havnarlið- ið FRAM varð nummar I eftir at frammararnir høvdu vunnið á Tveroyar Borðtennisfelag í fyrsta umfari. Tvøråmenn hava annars vunnið liðkappingina í meistaradeildini oll árini síðani 1966 Í einstaklingakappingini fingu vit ein nýggjan foroyameistara, sum mangan hevur verið frammi undir at vinna kappingar, men oftast er endaður sum nummar 2 og 3. Hetta er landsliðsspælarin, tann 30 ára gamli Niels Hov gaard, TBF, sum hevur luttikið í kappingini í eini 15 ár. Niels spældi finaludyst móti Vilmundi Jacobsen úr Nólsoyar Ítróttarfelag. Vilmundur hevði í semifinaluni vunnið á foroya meistaranum tey seinastu 9 árini, Alec Bech, TBF, meðan Niels vann á Kára Nielsen, NIF. Í double fingu vit teir somu meistararnar sum seinast Kristian Christiansen, Fram, og Jóan Petur Midjord, Fram. Í finaluni vunnu teir á tvøråmonn- unum Niels Hovgaard og Alec Bech. I lidkappingini gjørdist Nóls- oyar Itrottarfelag nummar tvey. Fimm lid vóru i kappingini i meistaradeildini, TBF, Fram, Næmingafelag Læraraskúlans, Nólsoyar Ítróttarfelag og Kynd- il Framhald á síðu 6 fy ; pr TL í