Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 28. juni 2002 23 Fyri at styrkja um álopspartin hevur KÍ gjørt avtalu við 29 ára gamlan norskan álopsmann, sum eisini hevur roynt seg í italskum fótbólti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk KÍ hevur gjørt av at styrkja um álopspartin, og verður hetta gjørt við einum norskum álopsmanni. Talan er um 29 ára gamla Bjarte Vattelstad, sum kemur higar frá Sogndal. Kurt Mørkøre, venjari hjá KÍ, hevur sum kunnugt sjálvur spælt í Sogndal í Noreg, men tó at tað júst er úr hesum felagnum, at nýggi leikarin kemur, so hava teir báðir ongan tíð spælt á liðnum í senn. - Nei, tá eg kom til Noregs, var tað júst fyri at loysa Bjarte av. Hann fór tá at royna seg í lægru røð- unum í Italia, sigur Kurt, sum tó hevur sæð nýggja KÍ-leikaran spælt. - Hann er ein tekniskt góður leikari, og hann hev- ur eisini hæddina við sær, so eg rokni við, at vit kunnu fáa góða nyttu burtur úr honum, heldur venjarin. Men merkir hetta so eisini, at Kurt Mørkøre verður meira á beinkinum framyvir? - Tað hava vit so als ikki tikið nakra avgerð um. Sum støðan er, so mangla vit áleyparar, og tí hava vit gjørt av at royna hetta. Eisini tí tað vísur seg, sum um tað er ógvuliga torført at draga føroyskar leikarar norður til Klaksvíkar. Í so máta kann tað kanska vera ein fyrimunur, tá talan er um norskan leikara, sum helst hevur lættari at fella inn her hjá okkum, men tað fáa vit so at síggja. Ífyrstu atløgu ráddi um hjá at styrkja álopspartin, og tað vóna vit at hava gjørt við hesum, sigur Kurt Mørkøre at enda. B68- kvinnurnar kunnu nú við nóg stórum sigri í síðsta dystinum, yvirhála B36 á øðrum plássi 1. DEILD KVINNUR Páll Holm Johannesen Útsetti dysturin millum B68 og KÍ, setti endaligt punktum fyri sigursrøðini hjá KÍ-kvinnunum. Í nógva vindinum á Svangaskarði mikukvøldið taptu KÍ- kvinnurnar 2-1 móti B68. KÍ-liðið var ikki fullmann- að mikukvøldið og hetta sást eisini aftur á spælinum, tí spælið gekk ikki so væl sum tað plagar. Fyrra hálvleikur var javnur, við fáum møguleikum á málini. Tá farið var til hálvleiks var støðan eisini 0-0. B68 byrjar væl B68 byrjaði seinna hálvleik sum eitt óðnarveður, har tær skutu tvey mál innan teir fyrstu 10. minuttirnar. Fyrra málið var sjálvmál, har KÍ-málverjin var óheppin við einum B68- hornasparki, og bendi hornasparkið í egi mál. Seinna málið var tó ein perla. Irdi Hansen vinnur bóltin av KÍ- verjuni, og sneiðir fleiri KÍ-spælarar av, og leggur bóltin trygt framvið KÍ-málverjanum til støðuna 2-0 til B68. KÍ royndi eftir hetta at trýsta B68, men tað ikki kom meir enn tað eina málið burturúr. Seint í seinna hálvleiki fær Rann- vá Andreasen langan bólt í vinstru og trekkir inn í B68-brotsteigin og smekk- ar bóltin í málið til endaligu støðuna 2-1 til B68. Leygardagin verður síðsta umfarð, áðrenn summarsteðgin spælt. Á Toftum leika B68 og HB, meðan B36 spælir ímóti KÍ í Gundadali. Í unglingafinaluni vóru teir mótstøðu- menn, men eftir summarfrítíðina, verða teir báðir, Rókur á Fløtum Jespersen og Rasmus Nolsøe, liðfelagir í danska stórfelagnum Brøndby SAMRØÐA Páll Holm Johannesen Eftir summarfrítíðina fara havnamaðurin, Rókur á Fløtum Jespersen og tvøra- maðurin Rasmus Nolsøe, á eitt rættiligt fótbóltsævintýr á danska meistaraliðnum Brøndby. Báðir hava spælt fleiri ungdómslandsdystir, og skulu nú rættiliga royna seg millum danskar javn- aldrar. Í fyrsta umfari verður talan um eina sokallaða royndarsáttmála í tríggjar mánaðir, har Brøndby vil tryggja sær, at føroying- arnir trívast í Danmark. Gon gur alt eftir ætlan, skal rættiligur sáttmálið undir- skrivast eftir tríggjar mán- aðir. Við síðurnar av fót- bóltinum, skulu føroy- ingarnir eisini ganga á handilsskúla. Venja undir Tom Køhlert Bæði Rókur og Rasmus hava fyrr verið og royndar- vant í Brøndby, og eftir summarfrítíðina skulu teir venja við unglingaliðnum og einum elituliði. Venjari á elituliðnum er ongin mæt- ari enn Tom Køhlert, sum í vár vann danska meistara- heitið við Brøndby. Tom Køhlert var eisini høvuðs- venjari hjá Brøndby í áttatiárunum, men seinnu árini hevur hann tikið sær av elitumenningin í Brønd- by, so lítið er at ivast í, at føroyingarnir koma undir køna hond. Fótbóltsævintýr í Brøndby á skránni So taptu KÍ-kvinnurnar KÍ fær norskan áleypara Teir báðir Rasmus Nolsoe og Rókur á Fløtum Jespersen, her myndaðir saman eftir dystin Mynd: Finnur Justinussen 23 Nr. 121 • fríggjadagur • 28. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo VB var á fyrsta sinni umboðað í einari steypafinalu fyri ung- lingar, og mátti lúta fyri favorittunum úr Havn. UNGLINGAFINALAN Páll Holm Johannesen HB-unglingarnir eru steypavinnarar fyri kapp- ingarárið 2002. Hetta gjørdist greitt, eftir teir vunnu finaluna ímóti VB við tveimum málum móti ongum. Finalan varð leikt týsdagin seinnapart á Tórs- vølli. Dysturin gjørdist ongantíð tað heilt stóra fót- bóltsupplivilsið, tí bæði høvdu ilt við at fóta sær á grasinum. Nakað av regni var týsdagin, og hetta gjørdi ikki uppgávuna lætt- ari fyri spælarnar, tí tungt var at flyta seg á vøllinum. HB- liðið var vælmannað týsdagin, tí á liðnum høvdu ikki færri enn níggju spæl- arar áður roynt seg á fyrsta liðið, og tað skuldi verið góð barlast at hava til slíka finalu. Bulurin á VB- lið- num er frá dreingjaliðnum, sum í fjør vann meistara- heitið. Liðið er ungt og evnaríkt, men spælaranir hava ikki somu royndir sum HB-leikararnir. Tamur fyrri hálvleikur Í einum linligum fyrra hálvleiki, vóru hendinga møguleikar. HB hevði lítla yvirvág í spæli, har tað mesta fór fram á miðjuni. HB-framherjin, Bjarni Jørgensen, hevði ein stóran møguleika miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist leysur við VB - málverjanum, men Bjarni skeyt framvið málinum. Bæði liðini høvdu eisini skotroyndir útifrá, men utt- an at raka málið. Stutt fyri hálvleikssteðg- in eydnaðist tað HB at leggja seg á odda. Eftir eina miseydnaða sending frá HB-verjuni fram til fram- herjarnar, missir VB-verju- leikari bóltin inni í egnum brotsteigi og hetta verður revsað av Vagni Mohr Mortensen, ið ótarnaður kann leggja bóltin framvið VB-málverjan til hálvleiks- støðuna 1-0 til HB. Rani avgjørdi Í seinna hálvleiki gjørdist spælið betri , og møguleik- ar vóru á bæði mál. Spælar- nar høvdu eisini lættari at finna hvønn annan á vølli- num, og til tíðar var fínt fótbóltsspæl. Eitt korter inn í seinna hálvleik, vóru VB-leikarnir rættiliga óhepnir við ikki at koma ájavnt við havnaliðið. Eftir góða sending frá VB-mið- vøllinum gert Eyðfinn Ludvig púra leysur við HB- málverjanum, men Pól N. Joensen hálvbjargar, og tá verjuleikari kemur honum til hjálpar, endar bólturin á tvørstongini og brestur út- aftur í spæl. Ta løtuna trýstu vábingar HB- verjuna, men uttan at nakar heilt stórur møguleiki spurdist burturúr. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki kom innskiftið Páll M. Joensen at liggja væl fyri í VB-brotsteiginum, men skotið var ikki neyvt, og bólturin fór framvið máli- num. 10 minuttir fyri leiklok hevði HB vunnið sær frí- spark úti í vinstra borði, og Rani D. Christiansen settur at skjóta. Frísparkið var allarhelst ætla sum innlegg, men bólturin streyk bein- leiðis í málið. VB royndi at trýsta tað sum eftir var av dystinum, men uttan úrslit, og felagið úr Havn kann nú fegnast um, at fyrsta steyp- ið í ár er komið í hús. HB-unglingarnir steypavinnarar 2002 HB spældi á útivølli í finaluni, og høvdu tí eykatroyggjur. Stuðlarnir hjá HB-unglingum eru Gummibátatænastan og EL-Keyp Mynd: Finnur Justinussen Grasvøllurin gjørdi eisini sítt til, at fót- bóltsspælið aldrin kom uppá ta hædd, tað kundi, segði annar av málskjytt- unum, Rani D. Christiansen SAMRØÐA Páll Holm Johannesen Ein av mongu HB-ung- lingunum, ið hevur roynt seg á fyrsta liðið hjá fel- agnum, er miðvallarin Rani D. Christiansen. Eft- ir dystin segði miðvallar- in, at sigurin var fult uppiborin, hóast HB-liðið ikki spældi upp til sítt besta. – Leikara fyri leik- ara eru vit betri enn VB, og sjálvt um liðið ikki spældi upp til sítt besta. Rani vísti eisini á, at tað var torført at spæla á grasinum, tí vøllurin var bæði bleytur og óslættur. –Fleiri av leikarnum, á báðum liðum, hava roynt at spælt á grasi fyrr, men nakrir fáir ungdóms- landsdystir um árið er ikki nokk til, at ein venur seg við undirlagið, helt miðvallarin við eftir dyst- in. -Uppiborin sigur Tvøramaðurin á VB- liðnum segði eftir dysti, at HB- verjan avgjørt var til at snakka við SAMRØÐA Páll Holm Johannesen Ungi tvøramaðurin, Ras- mus Nolsøe, ið spælir á 1. liði hjá TB og samstundis við unglingunum hja VB, segði eftir dystin, at ætl- anin var at lokka HB-lið- ið fram á vøllin, og síðani dúga uppá mótálop. – Uppileggið virkaði eisini til at halda, men tá HB skorar stutt fyri hálvleik, vórðu vit noyddir at broyta uppleggið. Eisini vildi Rasmus vera við, at tá VB kom longur fram á vøllin, vísti tað seg, at HB-verjan avgjørt var at snakka við. – Høvdu vit skorað, tá vit raktu tvør- stongina, hevði dysturin fingið aðra gongd, segði Rasmus Nolsøe eftir dystin. - Vit høvdu okkara møguleikar Rani D. Christainsen er her avmyndaður saman við Vagni Mortensen Mynd: Finnur Justinussen HB-málverjin í flúgvandi í stíli Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 22