fríggjadagur 28. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 121 - 28. juni 2002
Nr. 121 - 28. juni 2002
21
Gomlu Faktorhúsini,
sum eru friðað og
standa omanfyri
Norðoya Fornminnis-
savn hava mangan
verið havd á tungu
um, at tey eru so illa
farin og bert standa
til fortreð fyri
ferðsluni. Men nú er
so avjørt, at tey verða
verandi. Tey skulu
setast í stand bæði
uttan og innan
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Fyri umleið ein-
um ári síðani høvdu Norð-
oya Fornminnissavn, Før-
oya Fornminnissavn og
Klaksvíkar Kommuna fund
við táverandi eigararnar av
Faktorhúsunum um møgu-
ligt keyp.
- Tá var tað komið so
langt, at ein avgerð um,
hvat skuldi henda við hús-
unum mátti takast, sigur
Jórun Høgnesen, formaður
í Mentanarnevnd Klaks-
víkar Býráðs, sum leggur
aftur at, at allir partar, sum
sessaðust til fund vóru á
einum máli um, at húsini
kunnu ikki standa, sum tey
standa nú.
Eigararnir seldu húsið og
nýggi eigari av húsunum er
Norðoya Fornminnissavn.
Og mikudagin í seinastu
viku samtykti Fornminnis-
nevndin byggiætlanina fyri
Faktorhúsunum í Klaksvík.
So nú er klárt at fara undir
umvælingarnar.
Ein slík byggiætlan skal
fyri í nevndini, tí húsini eru
friðað.
Setast í stand uttan
fyrst
Húsini, sum leka avbera illa
og eru í sera ringum standi
annars, skulu gerast í stand
uttan fyrst. Rammunar í
teimum gomlu vindeygun-
um eru tikin úr og verða nú
umvældar og síðani settar í
aftur. Tekjan skal eisini
skiftast. Ein partur verður
flagtekja. Báðar tekjurnar á
endunum, sum venda oman
móti vegnum verða flag,
meðan
upplyfta
tekjan
niðaneftir verður úr jarni.
Eisini skal klædningurin
skiftast, og tá tað er gjørt,
er arbeiðið uttan so gott
sum liðugt.
Ætlanin er, at tá húsini
eru liðug uttan, at tey skulu
síggja út, sum tey gjørdu í
1929. Orsøkin til at júst
henda tíðin er vald, er at tá
høvdu húsini flagtekju og
annars sama skap og stødd,
sum tey hava í dag.
- Ætlanin er, at varðveita
húsini soleiðis, at klaks-
víkingar síggja virðið í tí
gamla byggisiðinum. Húsið
fer at hava sama skap sum
Handilshúsini á Fitjunum í
Vestmanna, sigur Mayfinn
Norðoy, arkitektur á Føroya
Fornminnissavni, sum tek-ur
sær av byggiráðgevingini í
sambandi við Faktorhúsini.
Hann heldur, at tað er
sera løgið, at nærum onki
gamalt hús við flagtekju er
eftir í einum so slíkum býi,
sum Klaksvík.
- Ein orsøk kann vera, at
býurin hevur verið væl fyri
fíggjarliga gjøgnum árini
og tí hevur útskiftan verið
av húsum. Men Faktor-
húsini koma so at vera eitt
av teimum, sum verða varð-
veitt, sigur Mayfinn.
Hann leggur afturat, at
meiningin er, at húsini
skulu hava eina útsjónd,
sum talar til fólkið.
Mayfinn væntar, at tað
fer at taka umleið tveir
sumrar at gera uttaru
síðurnar á húsunum í stand.
Hvat skal gerast við tey
innan, verður ikki avgjørt
fyrr enn støða er tikin til,
hvat húsini skulu nýtast til.
Tað verða Norðoya Forn-
minnissavn og Klaksvíkar
Kommuna, sum avgera tað.
- Men væntast kann tó, at
húsini verða nýtt til ymisk
mentanarlig endamál, held-
ur Jórun Høgnesen.
Hon
greiðir
frá,
at
Kommunan stuðlar Norð-
oya Fornminnissavni árliga
við eini upphædd, sum
verður ásett fyri eitt ár í
senn. Tað vil siga, at tað er
ein fastur postur á fíggjar-
ætlanini hjá Býráðnum,
men upphæddin er ikki
tann sama hvørt ár.
Deyðsfella ella ikki
Tað er ongin loyna, at Fak-
torhúsini eru í sera ringum
standi og tískil treingja til
eina kerliga hond. Men tað
eru samstundis tey, sum
halda, at húsini eru ein
deyðsfella í ferðsluni. Tí,
um ein hyggur at vega-
strekkinum, sum tey standa
við, so standa tey mitt á
vegnum. Um húsini ikki
vóru har, so var vegurin
handanvegin beinur og
breiður. Tað er meira enn so
komið fyri, at bilar hava
rent á húsið.
Men Jógvan Ravnsfjall á
Norðoya Fornminnissavnið
heldur, at húsini eru bert
ein deyðsfella fyri tey, sum
ikki duga at koyra bil.
Meðan onnur vilja vera við,
at tað er gott at húsini
standa har, tí tey eru ein
náttúrlig forðing fyri, at
ferðin á hasum vegastrekk-
inum fer ov langt upp.
Faktorhúsini vóru bygd í
1838 og vóru tá sethúsini til
handilin. Sjálvur Faktorurin
búði har. Og eisini hava
krambakallar búð har. Tað
vóru tvær íbúðir í húsunum
líka, inntil tey seinastu
fluttu úr teimum fyri einum
tíggju til tólv árum síðani.
Tey, ið seinast búðu inni í
húsunum vóru eftirkomarar
hjá Kjartan og Júttuni
Lutzen.
Faktorhúsini varðveitast
og setast í stand
Henda myndin er av
Faktorhúsunum, sum
ætlanin er, at tey skulu fara
at síggja út aftur, tá arbeiðið
er liðugt
Soleiðis síggja húsini út í dag
KJ-HYDRAULIK HUDDIG umboð í Føroyum
Postsmoga 110 • Kambsdalur • FO-530 Fuglafjørður
Tel 44 41 70 • Fax 44 42 65 • e-mail: kj@kj-hydraulik.com
Rennugravarar frá HUDDIG
Rennugravarar frá HUDDIG
HUDDIG 860 - maskinvekt 9 t.
HUDDIG 1160 - maskinvekt 12,5 t.
team85
Dygdarmaskinur!
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2750,
P/F Tryggingarfelagið
Føroyar, 100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Joen
Anfinnur Olafson
Durhuus, 350 Vestmanna
(formaður).
Innkomin sum formaður:
Trygvi Fossdal Guttesen,
Fjalsgøta 10, 100
Tórshavn.
Innkomin í nevndina: Jan
Müller, Sleipnisgøta 10,
100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 27.
juni 2002
Kristin Balle
_____________________
C
M
Y
K
21
20