mikudagur 23. mars 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23
Mikudagin
23. mars 1977
50 árgangur
Leysasøla 2,00 kr.
frælsi
javnaður
brødralag
Danir kunnu keypa
alt hitt føroyska slógvið
Sáttmáli fyribils gjørdur um 7000 tons
»Minkene í Odsherred skal í den
kommende tid lægge deres kost
vaner om«.
Soleidis tekur danksa bladid
»Slællands Tidende« i Holbæk
til, orsakad av, at donsku mink-
fóðurvirkini eru gingin saman
um innflutning av fiskaslógvi úr
Feroyum. Fyrsta sendingin er
komin til Nykøbing á Sjælland,
har Mørch fodercentral tekur
sær av at senda slógvið út á
marnkaðan um alt Sjælland.
Í fyrstu syftu hava donsku
innflytararnar gjørt sáttmála
um 7000 tons av slógvi úr
Føroyameistarakapping
i billard fyri staklingar
Komandi vikuskiftid friggjadag-
in 25. mars og leygardagin 26.
mars skipar Billardsamband
Føroya fyri føroyameistara-
kapping fyri staklingar. Hetta er
fyrstu ferð at skipað verður fyri
tilikari kapping í Feroyum.
8 spælarar luttaka í kappingini.
Tað eru tveir úr hverjum av
hesum felogum: Havnar Klubba
Mimir, Klaksvíkar Klunna og
Fuglafjarðar Klubba. Ætlanin
var, at Vágs Billardfelag skuldi
meta við tveimum spælarum,
men hetta verður av ongum.
Orsekin er tann, at tað liggur
ikki fyri hjá vágbingum at vera
við hesa ferð.
Kappingin verður spæld í
Mimi og í Havnar Klubba.
Byrjað verður friggjakvøldid
klokkan 17. Annað umfarið
byrjar leygarmorgunin klokkan
10, og sjálv finalan verður
leygardagin klokkan 17.
200 fólk á Chilefundi
Chilefundurin í Klaksvík eydn-
aðist sera væl og vísti sjónleikar-
hølid í Itrottarhøllini seg at vera
vælegnað til slíkan fund og var
starvsfólkið har eisini sera
beinasamt.
Tað mundi vera úti við 200 á
fundinum. Í sambandi við at
filmurin >Landsmenn< varð
sýndur las Fraser Eysturoy upp
seinastu røduna hjá Allende for-
seta. Raquel Jaque sang 12
fólka- og mótmælissangir. Flestu
sangirnir vóru chilenskir, men
annars eisini aðrastaðir frá í
Latinamerika. Til fundin hevði
Raquel gjørt hesa røduna, sum
Asa Didriksen flutti:
Eg takki tykkum, at tit eru
komin á fundin og eg havi í
huganum tey meira einn 50.000
menniskju, sum fascistastýrið í
Chile landi minum hevur
dripið. Eisini havi eg í hugan-
um tey meira enn 2500 fólk, sum
eru horvin fram til dagin í dag
tað hvørva fólk dagliga
Eitt fascistisk hermannakvett
feldi stjórn okkara ein stjórn,
hvers forseti, Allende kammer-
atur, var valdur av fólkinum og
fyri fólkið. Hermannastýrið,
sum einans situr vegna vápna
makt, ikki bert jakstrar, fongsl-
ar og drepur politiskar mótst-
ødumenn og vanlig fólk uttan
politiskt tilknyti. Teir håda og
fongsla eisini kirkjuleidarar
líkamikið um tað eru protestant
ar ella katolikkar.
Hermannastýrið pínir fangar í
fongslunum tey hepnastu
verða landsforvist uttan nakra
frágreiðing
Vit eru mong, sum eru flótta
fólk og búgva spjeidd um alla
jørðina. Sum eitt dømi vil eg
nevna Helmut Frenz, leiðara av
protestantisku kirkjuni í Chile.
Hann varð handtikin, bukaður,
háðaður og síðani vistur úr
Chile og býr nú í Vesturtýskl-
andi einans tí hann hjálpti
fólki, sum vóru komin heilt illa
fyri, tí hermannastýrið hevði
ligið eftir teimum
Eingin í Chile kann kenna seg
tryggan og uttan fyri lívsvanda í
dag. Hverja lotu kannst tú vera
handtikin og settur í fongsul
uttan dómsviðgerð. Tað eru
loyniagentar og morðmenni Pin-
ochets tað sokallada DINA,
loynipolitiið, sum er ein nútim-
ans útgáva av GESTAPO hjá
Hitleri, ið arbeiðir.
Føroyum, ið býtast skulu um alt
landið. Donsku fóðurvirkinihava
trupulleikar við at fáa nóg mikið
tilvega av minafóðuri. Ílenry
Serensen á fóðurvirkinum í Stá-
rup sigur, at árliga nýtslan har
er 7000 tons, ella somu nogd, ið
foroyingar nú skulu lata. Higar-
til hava teir fingið 300 tons av
Bornholm, meðan teir hava
fingið restina aðrastaðni frá
m.a. úr útløndum.
Vit kunnu taka alt tað
slógv, ið framleitt verður í
Danmark, men tað er ikki nóg
mikið, vit hava noyðst at flyta
inn eisini úr Hollandi og Vestur-
týsklandi til dømis, sigur Henry
Serensen.
Donsk flakavirki hava áhuga
Fóðurmiðsteðin í Stárup
fyri heldur at selja slógvið til
minkafóður enn at lata tað virka
til mjøl av teirri orsøk, at slógvið
sum minkafóður gevur 25—30
pst. meiri í vinningi.
Feroyska slógvið verður upp-
skipað í tveimum plássum í
Danmark, annað er Nykebing
S. og hitt er pláss í Jyllandi.
A Bornholm verður slógvið
keypt frá teimum ymisku flaka-
virkjum og sent á keligoymslu í
havnini i Rønne. Hagani verður
slógvið við millumbilum avskip-
að til Nykebing, og víðari við-
gerðin fer fram í Stárup. Einar
30 ferðir árliga kemur skip av
Bornholm til Nykøbing. Tá ið
foroyska slógvið verður landað,
kemur hetta at bera við sær
munandi arbeiðsvirksemi Í
havnini har.
Innflúgvingartólini
vera nú royndarkoyrd
Donsku loftferðslumynduleik-
arnir hava umleið tey 3 seinastu
árini arbeitt fram ímóti at fáa
uppsett hóskandi elektronisk
innflúgvingartól á flogvellin í
Vágum.
Slík instrument lendingar tól
ILS, (instrument landing syst
em) gera tað moguligt hjá
floskiparum at flúgva eftir
instrumentum, uttan at hava
landkenning, til ein nærri fast
lagdan avstand frá sjálvari flog
breytini.
Longu tá reglulig flogferðsla
kom í lag millum Feroyar og
útheimin, varð funnið fram til,
at tey vanligu tólini, ið nýtt
verða á ødrum donskum flog-
vøllum ikki vóru nýtilig her.
Hetta skyldast einamest at
innflúgvingarkósin vestanifrå er
yvir Ójavnt landslag og, í mun til
longdarrættningin av flogbreyt-
ini, gjøgnum tann heldur skeiva
og smala Sørvågsfjørdin.
Nu hava donsku loftferðslu
mynduleikarnir i samarbeiði
vid norsku mynduleikarnar, tik-
ið stig til at gera eina roynd við
einum norskum ILS-antennusy-
stemi, ið norska fyritøkan
NERA hevur konstruerað til tað
norska landslagið, sum eisini
minnir nakað um tað foroyska
Royndin verður gjørd í 4
Eyðfinn Jacobsen í kontrollrúminum á flogvellinum í Vágum
stigum. Fyrsta stigið verður at
gera mátingar av eini horizontal-
ari leiðilinju inn eftir Servágs-
firði. Annað stigið verður mát-
tilsvarandi leiðilinja
flogbreytina.
ingar av
yvir Miðvág til
Triðja stigið verður mátingar av
vertikalar glíðilinju (fylgjulinju)
eftir Sorvágsfirði og fjórða stigið
tilsvarandi glíðilinju yvir Mið
vågi móti flogbreytini
Teir sakkønu meta at vans
arnir eru sterstir við at fáa
fyrsta stigið at rigga
Fyrsta stigið er nú
installerað og mátingar verða
gjørdar í umleið 4 dagar í hesi
vikuni við mátingarflogfarinum
loftferðslumyndu
liðugt
hjá donsku
leikunum
Mátingar- ella eftirlitsflogfarið
er av merkinum »NORD 262«
Tað verður drivið av tveimum
turboprop motorum. Mann
ingin eru 2 flogskiparar, |
mekanikari umframt 5 loft
ferðsluteknikarar
Treytin fyri at rutuflogforini
fáa loyvi at lenda ella fara á flog.
er, at bæði longdar og hæddar-
sýnið er yvir eitt minsta mark
Í dag krevst sum minsta mark
til longdar sýni 5 km og hædd
arsýni 800 ft, um hetta lendingar
tólið fer at rigga, kann
møguliga roknast við at markið
verður sett niður í helvt