Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 23 — 23. mars 1977 talurin telf. 11820 giro 6282725 505 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnadarflokkur Bladstjori: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Ti fiskimálaráðharrin er í Kanada! LANDSSTÝRIÐ førir í hesari vikuni samráð- ingar um fiskiveiðurættindi bæði við Noreg og við Kanada. Tá hesar samráðingar fella samstundis er tað sera krevjandi hjá lands- stýrinum at skula vera til samráðingar í København samstundis sum í Ottawa við ti serkunnleika sum krevst og beinleidis lands- styrismanna umboðan. ÚTVARPIÐ hevði sum so mangan fyrr mann sín við í Keypmannahavn månakvøldid fyri at dekka samráðingarnar — at Jógvan Arge dugur at greiða frá tí sum fer fram er eingin ivingur um — men at hann alment er vorðin politiskur (»kannistoypari«) er nytt, hetta kunngjørdi hann annars herfyri i Dimmalætt- ing við eini blaðgrein, sum »segåist« ikki at hava fingið innivist i Fjårtanda. HANSARA kannustoyparí í frágreiðingini úr Keypmannahavn, — vat løgmadur leiddi samráðingarnar í Keypmannahavn, tí fiski- málaráðharrin var í Kanada« — bera prógv um hansara politiska aktivitet og miðvíst indoktrinering. JÚ, fiskimálaráðharrin var í Kanada, og vit ivast ikki í at hann er førur fyri at samráðast, men tað er nú einaferð løgmaður, sum førir uttanlandasamráðingar, hetta er hansara oki í landsstýrinum. So hóast útvarpið finnur tað fyri gott at fortelja, at tað er løgmaður sum førir samráðingarnar í Keypmannahavn fyri Petur Reinert, so er sannleikin hin øvugti, tí tå Atli Dam, løgmaður førir samráðingar við onnur lond í Keypmannahavn, so ber tað honum ikki til samstundis at vera til samráðingar í Kanada. z TAD er kanska løgtingsval sum melur i monnum, hóast tað eftir vanligari merking ikki eigur at vera fyrrenn á heysti 1978. MEN hættisligt er um fólk starvandi á almenna útvarpinum brúkt starv sítt til persónliga agitasjón og partapolitiska køku- mjglvan. TAÐ var tí ikki av vegnum um menn nú av álvara broyta útvarpslógina, soleiðis sum hon er í Íslandi fyri at sleppa undan at aktivir politikarar fáa høvi til at fara persónligu sjónarmið síni út millum fólk á henda hátt. Sagt verður frá, at Almannastovan nú hevur telefon nr. 15477 og 15480 Leiðslan fyri heimahjálpini er at hitta á telefon 148 95, 15477 og 15480 dagbókin Handverksmeistara- felagið aðalfund Havnar Handverksmeistara- felag hevði aðalfund 18. mars 1977. Í nevnd komu: Hjørleif Hentze, verkførari (aftur- valdur) Bjarki Jacobsen, snikkarameistari (afturvald- ur) Petur Simonsen, múra- meistari (afturvaldur) Tage Sørensen, konduktørur, Ant- on Olsen, målarameistari. Tiltaksmenn: Poul Joens- en, múrameistari. Jógvan Sofus Vágsheyg, snikkara- meistari (nývaldur) Konsert við íslendskum skúlanæmingum Íslendskir skúlanæmingar, á ferð í Feroyum, hava tvær konsertir: hóskveldið kl. 20 i Læraraskulahøllini. Friggjakv- øldid kl. 20 å Felagsskulanum å Oyrabakka. Barnakorid syngur islendskar og aðrar sangir har- umfrat einleikur á guitar: 18 ára gamli Pétur Jónasson. Samleik- ur á klarinett og piano (lærar- arnir Guðmundur Norðdahl og Jónina Gísladóttir). Atgongumerki á 10 kr. fáast við inngongdina 1 tíma undar framforðsluni. 4a á Venjingarskúlanum KJARTAN DALSGAARD HOYDALSVEGUR 6 TLF 15222 HEIMA TLF 12840 TØKK Eg vil hervid takka øllum tykkum sum vid telegrammum, telefonuppringingum og vitjan inn á gólvið gjørdu mær 85 ára gødingardagin so hugnaligan tann 2. mars 1977. Eisini vil er siga stóra tøkk fyri allar tær mongu blómur og gávur, ið mær vóru veittar hendan dag. Tær bestu heilsur OLEVINA JOENSEN — eg havi lisið tað i sosialinum sjålvandi!! ADALFUNDUR Havnar Klubbi heldur regluligan adalfund sunnudagin 27. mars 1977 kl. 16,00 vid hesi dagsskrå: 1. Framløga og góðkennan av roknskapum. 2. Ymiskt. NEVNDIN Reingeringskvinna søkist til skrivstovuhølir okkara i Hoyvik. E. Pihl & søn A/S tlf. 13615 Gødskueftirlit Søkt verdur eftir tilkomnum manni til at kanna fiskavørur fyri góðsku og at ráðgeva í góðskuspurningum á flakavirkjunum kring landið. Skrivlig umsókn áðrenn 1. apríl. L/F FOROYA FISKASØLA Skrivstovukvinna Eitt starv sum skrivstovukvinna við Tórshavnar Kommunu- skúla er leyst at seta frá 15. apríl 1977. Tað er ein treyt, at umsekjarin kann arbeiða sjálvstoðugt, er kvikur at skriva upp á maskinu, er konur í foroyskari og danskari stavseting og hevur týðuliga hondskrift. Umsekjarin skal gera alt vanligt skrivstovuarbeiði og annars gera tað arbeiði, ið skúlastjórin áleggur. Skrivstovuútbúgving gevur fyrimun. Len sambart sáttmála við Kommunalu starvs- mannafelagið. Nærri upplýsingar um arbeiðstíð, frítið v.m. fáast frá skúlastjóranum tlf. 11947. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og vidløgdum prógvum skullu stílast til skúlastjóran og sendast til menta- målnevnd Tórshavnar býráðs V. U. Hammershaimsgøta 3 i seinasta lagi hin 28. mars 1977 i i P] sun