Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 23. mars 1977 sosialurin Síða 3 Badminton — ikki longur ítróttargrein snobbana Tað er valla nøkur stór lygn, at millum manna verður badminton ofta mett sum snobbana ítróttargrein, har stjórar og læknar, tannlæknar og aðrir sum verða hildnir at tjena eina hálva miljón um árið, dusa sær, segði Jógvan Arge, næstformaður í ÍSF m.a. áðrenn hann handaði steypini til vinnararnar av føroyameistarakapp- ingini i badminton sunnudagin Hann helt at hetta hevur iva- leyst partvist verid rætt, men helt tó ikki at hesir bólkar hava nakran trá eftir at hava patent uppá badminton í Føroyum, og hann helt fram: Eg hugsi ikki heldur at teir hava nakað ímóti at onnur almindiliga deyðilig menniskju sleppa framat til at menna hesa ítróttagreinina tvertur ímóti. Tí er tað gleðiligt at síggja, at tað eru ung fólk, sum í dag eru farin til hús við føroyameistara- skapunum, og tað er eisini gleðiligt at okkara badminton- deild hevur skipað so fyri at skeið verður her í hellini annað vikuskifti við stórum denti á at leggja ungfólki lag á hesa ítróttagreinina undir kenari danskari leiðslu. Tað er eisini gleðiligt, at vit hava fingið í lag samvinnu við onnur lond í badminton, og um ein góðan mánað skulu fleiri av teimum, sum hava spælt her í dag, umboða Feroyar í einum landsdysti i Føroyum. Tað er møguligt at vit ikki fáa so nógv burturúr dystinum við íslendingar tað vita vit nú onki um enn men tað hevur alstóran týdning at vit snodda til internationalu atmosferuna eisini í badminton, og vit eiga at seta okkum fyri eisini at gera okkum galdandi í hesi greinini, so langt sum evnini og krónurn ar rokka. Tað eru jú tvey folkasløg í heiminum, sum hava dugað best til badminton, tað sum eg veit um, og tað eru indonesarar og A ALA—tKt{|Æ—Æ—TKÆ——, Hondbóltslandskappingin Hondbóltskappingin fyri summ- arið 1977 byrjar longu um vikuskiftið 16. og 17. apríl, og tilsamans luttaka 111 lið. Dystirnir verða tættir í I- og II mansdeild og í kvinnu- og unglingadeildini, tí seinasti leik- dagur er 30. juni. Liðini eru seks og sjey í hverjum av hesum deildunum, og tá øll liðini leika ímóti hverjum eðrum, mugu dystirnir verða tættir, men tað fer vónandi at gera kappingina meira spennandi. Í I- kvinnudeild luttaka fýra lið, har øll leika ímóti hverjum ødrum. Í II- kvinnudeild luttaka átta lið, men tey eru býtt sundur í tveir bólkar, og fyri at finna vinnaran av hesi deild, skulu tveir finaludystir leikast. Fyrri finaludysturin verður 18. juni og hin 25, juni. Tær yngru deildirnar eru býttar sundur í geografiskar bólkar, eins og í fjør. Vinnararn- ir av hesum bólkum metast í finaluumførum um vikuskiftið 18. og 19. juni. Hondbóltsdeildin fer at seta dómararnar til dystirnar í I- kvinu og í I- mansdeild, meðan felogini sjálvi seta dómararnar í hinum deildunum. Kyndil vann allar dystirnar Vitjanin av hondbóltsliðnum HK úr Kópavági er av á hesum sinni. Íslendska liðið er farið aftur til Kópavágar við úrslitin- um: tveir sigrar og tveir taptir dystir. Kyndil, sum hevði bjóð- að íslendingum henda vegin, vann báðar sínar dystir. Hósd- agin spældu Kyndil og HK fyrsta dystin. Kyndil vann við 21—18. Fríggjadagin spældi HK í Klaksvík og vann 23—8 á Stjørnini. Leygardagin varð skipað fyri steypakapping í ítr- óttarhellini í Havn. Hesa kapp- ingina vann Kyndil. Urslitini vórðu hesi: HK — Neistin: 13—9 Neistin— Kyndil: 10—16 HK — Kyndil: 8—11 Íslendska hondbóltsliðið hev- ur staðið seg væl í íslendsku hondbóltskappingini. Teir hava vunnið allar dystirnar higartil og eftir eru tveir dystir. Liðið flytur helst upp í 2. deild til komandi kappingarár. norðbúgvar. Tá danir hava kunnu hildið seg so leingi í toppinum í badminton og sviar partvís eisini, so skuldi tað ikki verið heilt óhugsandi, at vit við miðvísum arbeiði og venjing kunna stinga nesina fram onk- untíð. Í fyrstu syftu er tað í hesum viðfangi neyðugt at leggja dent á tey ungu, at fáa tey at spæla badminton og geva teimum rímuligar avbjóðingar móti fremmandum tjóðum. Vit skulu ikki gloyma tey, sum hava borið hesa ítrótta- greinina uppi í Føroyum nú i mong ár — men tað er ein gomul roynd regla, at tað verður ringt at venja teir flestu av hesum gomlu hundunum stórvegis aftrat. Men — teirra lutur kann í komandi tíðum vera at stíla fyri badminton ítróttinum í land- inum, og tí er eisini stórur dentur lagdur á at fáa luttakarar til eitt sokallað instruktørskeid, sum eisini verður her í Havnini annað vikuskifti. ÍSF vónar at tað, sum kemur burturúr hesum skeiðum, fer at síggjast aftur í góðskuni hjá foroyskum badminton tey kom- andi árini, soleiðis at tit sum hava vunnið í dag ongantid skulu kunna rokna tað sum givið at tit vinna hverjaferð, segði Jógvan Arge. Ejstrupholm til Foroya at spæla Tann 30. juli kemur kvinnuliðið hjá Ejstrupsholm í Danmark til Føroya. Tað eru tey bæði havna- felogini Kyndil og Neistin, sum saman hava fingið vitjanina í lag Kvinnuliðið hjá Ejstrupsholm, sum er pláss nærhendis Arhus, skal vera i Føroyum í eina viku. Danska liðið liggur í aðru deild Vinnararnir í double Kári Nielsen og Petur Hansen í finaludystinum nn = Frá finaludystinum hjá Kvinnum. Tær báðar nærmastu á myndini eru Tórgerð Nielsen og Sólrun Michelsen sum vunnu á Margit Svarrer og Vinnie Stensborg Jóan Pætur førovameistari Kappingin um føroyameistara- heiti i badminton gjerdist | Margit Svarrer ynskir vinnar- arnum, Sigrid Andreasen úr Klaksvík, við sigrinum kanska meiri spennandi í ár enn nakrantíð áður. Hver fór at vinna var ikki greitt fyrr enn seinasti bóltur var í gólvinum Kappast var í kvinnudeildini og meistaradeildini Í kvinnudeildini í double vunnu Sólrun Michelsen og Tór- gerð Nielsen á Vinnie Stensborg og Margit Svarrer við úrslitinum singlekappingini hjá kvinnum vann Sigrid Andreasen í finaluni á Margit Svarrer við 11—0 og 11—7. Í doublekappingini í meistaradeildini vunnu Kári Ni elsen og Petur Hansen í finaluni á Poul Michelsen og Hans J Stenberg við 15—9, 14—17 og 15—12. Í vann Joan Pætur Midjord i finaluni å Kåra Nielsen vid urslitinum 15—11, 16—18 og 15—12. single