mánadagur 4. apríl 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 32 — 4. apríl 1977
»Ov nógvir russiskir
diplomatar í Noreg«
Eitt stórt tal av sovjetiskum
njósanrum halda fram virki
teirra a russisku sendistovuni
í Oslo, sigur leiðslan í
„Norske Reserveoffiserers
Forbund< í einum brævi til
Knut Freydelund, uttanríkis-
ráðharra. Bæði fólkarættar-
ligár grundir og aðrar orsekir
eru til, at Noreg eigur at
krevja eina avmarkan av tí
russiska diplomatiska virkis-
semi í Noreg, sigur stýrið og
heldur fram:
Land okkara
ógvuliga veika
verju, og loyndarmál innan
hesa herverju, ið aðrir, Ovid-
komandi fáa fatur á kunnu
bera við sær, at norskir
hermenn lata lív í einum
kriggi.
á
|
Kravt verður av stjórnini í
Oslo, at hon avmarkar talið
av diplomatym í Oslo hjá
londum, ið ikki eru í sam-
f
hevur eina
hernadar-
gongu vid Noreg
Sum kunnugt vórðu nyliga
fleiri sovjetiskir diplomatar
útvistir úr Noreg, ti at teir
høvdu framt njósnaravirki,
og ein norsk kvinna, sum
arbeiddi í norska uttahríkis-
ráðnum er fastsett, tí hon
gjøgnum 27 ár hevði verið
njósnari fyri Sovjet, so sum
hon eisini hevur viðgingið.
Búskaparlig tiltøk
í Svøriki
Vanliga hevur verið hildið, at
figgjarliga og búskaparliga
stóð væl til í Svøriki, men nú
hevur svenksa stjórnin kunn“
gjørt eina kreppuætlan, ið
bendir á, at alt ikki er í lagi,
minni enn so. Fyrsta stigið
varð at skriva svensku krón-
una niður, og nú skal eisini
»momsurin« verða hækkaður
munandi. Stjórnin kemur at
seta fram fleiri uppskot, ið
skulu minka um privatnýtsl-
una hjá
somu tíð, sum stjórnin hevur
boðað frá, at hon ætlar at
minka munandi um tær al-
mennu útreiðslurnar.
Gallup-kanningar vísa í
dag, at borgarliga Fálldin-
stjórnin ikki hevur somu
undirtøku millum svensku
veljararnar, sum tå ið hon i
fjør vann ríkisdagsvalið, og
javnaðarstjórn Olof Palmes
noyddist at leggja frå sær,
skriva svensk blød.
Í spurningum um nýtslu
avkjarnorku innan idnadan
eru stjórnarflokkarnir eisini
ósamdir.
Men borgarliga samgonu-
stjórnin hevur ongar ætlanir
um at leggja frá sær, áðrenn
hetta valskeið er komið at
enda, so sum andstaðan
longu nú setur krav um.
Javnaðarflokkurin átti polit-
iska ræðið í Sveríki í nærum
hálvthundrað ár.
Í OO OR NS ELS EIR IO: TALA VORU OS A SIÐ AA OO OO OO
svenskarum, um'
knettin
Fyrsti fundur hjá
mannarættinda -
nevndini
Mannarættindanevndin hjá
Sameindu Tjóða felagsskap-
inum hevði fyrsta fund í New
York herfyri. Henda nevnd er
skipað eftir samtyktum um
borgarligu og politisku rætt-
indi hjá fólki uttan mun til,
hvar tey búgva, og hesar
samtyktir komu í gildi 23.
mars í fjør. Nevndin skal
m.a. viðgera frágreiðingar frá
teimum einsteku londum, um
hverjar atgerðir eru framdar
fyri at føra samtyktirnar
igjøgnum. Til nú hava 43
lond skrivad undir ratifi-
serað — sáttmálan, teirra
millum Noreg, Danmark, Fin
land og Svøriki.
Mannarættindanevndin
hevur eisini sum endamål at
viðgera kærur frå borgarum,
ið halda, at menniskjanligu
rættindi teirra eru vanvird.
Ein treyt fyri, at ein slík
kæra kann verða tikið til
viðgerðar er tí, at hann, ið
flytir fram kæruna, fyrst
hevur roynt allar møguleikar
í egna landi sínum at fáa
mannarættindi síni viður-
kend, t.d. hjá dómstólunum.
Nevndin hevur 18 limir,
teirra millum er danin Ole
Espersen, fólkatingsmaður,
og norðmaðurin Torkel Op-
sahl, ið báðir eru løgfrøding-
ar.
Sovjetiskt
bumbuflogfar
amerikanarar lúrdu di
Eitt Sovjetiskt bumboflogfar
lårdi seg nyliga undir allar
amerikanskar radarskermar
og kom nærri at amerikansku
eysturstrondini enn nakað
sovjetiskt flogfar nakrantid
hevur verið.
Flogfarið var útgjert við
nýggjasta foto- og njósnara-
tólum og var einans 120 km
úr landi, tá ið tað vendi. Tvey
amerikansk jagaraflogfer
vórðu send at tvinga tað at
lenda, men tá var ov seint.
Sovjetiska flogfarið var av
slagnum TU-95, vanliga
nevnt »Bjørn«. Hendingin fór
fram 14. april, og flogfarið
kom beint upp yvir 4 amerik-
ansk herskip, sum høvdu
venjingar uttanfyri strondina
i North Caolina. Millum skip-
ini var stóri amerikanski flog-
berin »Saratoga« og fleiri
rakettskip. Vanliga halda
sovjetiskt kriggsflogfør seg
200-300 km frå amerikansku
strondini, tå ið tey gera
flogferðir til kommunistiska
Kuba. USA hevur seinastu
tolv árinini minkað munandi
um útreiðslurnar til radar-
verju, tí at serkenir hava
sagt, at hóttanin frá sovjet-
iskum bumbuflogførum er
vordin minni. Nu tykist ikki
vera so
Amin fer til London
Einræðisharrin í Uganda í Afr-
ika, Idi Amin, ið mong halda
vera sinnisjúkur, hevur ikki
slept ætlan síni um at fara til
London í summar í samband við
25 ára hátíðarhaldið hjá Eliza-
beth, drotning, hóast at sterkar
kreftur í Bretlandi eru hart
ímóti, at Amin sum er skuldsett-
ur at hava dripið hundraðtús-
undtal av politiskum mótsteðu-
monnum, skal koma. Uganda er
framvegis limur av bretska
heimsfelagsskapinum, Common-
wealth. men diplomatiska sam-
bandið millum bæði lond er
langt síðani slitið.
Nýliga vitjaði Amin Afrika-
landið Zaire, har hann lovaði
Mobuto, forseta, hjálp í bardag-
anum móti uppreistramonnum
úr Katangalandslutinum. Á ein-
um tidindafundi varð hann
spurdur, um hann ætlaði sær til
London í juni, tá ið mesta
hátíðarhaldið verður. Hesum
játtaði hann og legði afturat, at
ugandisk trygdarfólk í ietuni eru
í London at finna hóskandi
pláss, har Amin og fylgi hansara
við 250 fólkum kunnu búgva!
Og síðani legði Idi Amin
aftrat:
»Eg kenni Elizabeth drotning
betur enn nakar annar — sjálvt
betur enn maður hennara, Phil-
ip, prinsur!< Ikki legið, at bretar
eru gjørdir málleysir....
Heimsfundur um rasismu
Stuðul til lond í Afrika 1
Noreg, Sveríki, Danmark og
Finland hava játtað í felag at
lata 60.000 dollars til ein fund
um stupul til fólkini í Zimbabwe
(Rhodesia( og Namibia. Fundur-
in verður hildin i døgunum 16. til
CANADA
21. maí í ár í býnum Maputo í
Mocambique, og samlaðu út-
reiðslurnar eru mettar til umleið
328.000 dollars. Aðalfundur
Sameindu Tjóða hevur játtað
81.600 dollars, restina noyðast
GRØNLAND
Komandi år verdur ein heims-
fundur um rasismu og rasuskiln-
að. Ein fyrireikandi nevnd hevur
skotið upp, at hesin fundur
verður hildin annaðhvert í Ge-
neve ella í New York í døgunum
frá 14. til 25. august 1978.
Upprunaliga var ætlanin, at
fundurin skuldi verða hildin í
Accra í Afrika, men stjórnin í
Ghana boðaði longu í februar
frá, at hon av figgjarligum
trupulleikum ikki sá seg føran at
-vera vertur fyri slíkari samkomu
Nú verður eingin endalig avgerð
tikin um fundarstað, fyrr enn at
eisini onnur lond kunnu -eiga
møguleikar at bjóða fram fund-
arstað.
teir at fáa tilvega við gávum.
Hesar vóru í mars komnar upp í
slakar 178.000 dollars, har upp í
er játtanin úr norðurløndum
uppá 60.000 dollars.
Norska blaðið »Aftonposten« hevur havt hetta kortið fyri at vísa, at nógv er ikki eftir av »frælsi
havsins«, aftaná at lond báðu megin Atlantshav hava fingið sær 200 fjórðinga fiskimark. Strikada
økid vísir tað, ið teir nevna »tjodar-havøki«, og har Føroyar eru uppi í. Okið um Grønland, Bretland,
Rockall og restina av Norðsjónum er EF-øki. Atlantshavið er vorðið avstongt, so at skilja, at hann
ið kemur siglandi sunnanifrå ongi líkindi eigur at rokka fram til nakað eki uttan at skula sigla
gjøgnum meiri ella minni avmarkað havøki, ið lond hava kannað sær, skrivar > Aftonposten«