mánadagur 4. apríl 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 4. apríl 1977
sosialurin
Síða 7
Hørð ábreiðsla
til íslendskar fiskimenn
Ein íslendingur, sum í letuni er
næmingur á Norges Fiskerihøg-
skole í Tromse, Jón Thordars-
son, og sum áður sjálvur hevur
verið fiskimaður, er ikki mjúkur
við landsmenn sínar, tá ið talan
er um fiskiskap.
Í samreðu við norska blaðið
»Lofotposten« sigur hann m.a.:
„Íslendingar fiska uttan fyrilit,
tað er ovfiskiskapur av fleiri
fiskaslogum, einahelst av toski.
Vísindamenn góvu í fjør greið
beskeð um, at ikki mátti fiskast
= 4
meiri enn 230.000 tons av toski,
men longu í august varð farið
upp um hesa negd, og í minsta
lagi 310.000 tons vórðu fiskað
alt árið í fjør. Hetta er ein
ógvuliga stórur vandi fyri fiski-
stovnin undir Íslandi.
Blaðmaðurin segði við Jón, at
í Noreg hevdu teir varhugan av,
at tað einans vóru bretar, ella ið
hvussu er mest teir, sum framdu
ovfiskiskap, og Jón svaraði:
— Tað er einans propaganda.
Íslendingar eru eins ábyrgdar-
leysir sjálvir, og lítil bati er í at
vit nú hava eftirlit við eitt stórt
fiskiøki, tå ið vit sjálvir fiska
uttan fyrilit.
Einasta ið er at gera er at akta
havrannsóknirnar, annars eigur
at verða roynt eftir fiskasløgum,
sum tola at verða fiskað, m.a.
svartkjaft. Men eg dugi ikki at
gera mær nakra ljósa framtíðar-
mynd av íslendska fiskiskapin-
um yvirhevur. Vit eiga alt ov
mangar trolarar, seinastu árini
eru einir 20 keyptir úr Noreg, og
flotin hevur í dag millum 8( og
90 trolarar. Hetta ber við sær
ovfiskiskap av mest týdningar-
miklu fiskasløgunum, endar Jón
Thordarsson.
Kvinnur í fiskivinnu
Seinnu árini eru fleiri og fleiri
kvinnur farnar í arbeiði innan
fiskivinnu, ikki einans á virkjum
uppi á landi, men eisini á
havinum. Og eingin hevur nakað
ilt um tað at siga, skrivar
„Fiskeribladet< og nevnir eitt
dømi, 22 ára gomlu Inger
Hunnestad, sum herfyri mynstr
aði á fiskifarinum »Georg«, ið
pápi hennara eigur, og sum
hevur tikið lodnuveiðu í ár.
veiðu í ár
ikki
áður
Inger sigur, at hetta er
fyrstu ferð hon er til skips,
hevur hon roynt í Norðsjónum
Tad byrjaði við, at hon fekk hug
at royna seg innan yrkið hjá
pápanum, og henni dámdi so
væl, at hon helt fram. Á lodnu
veiðuni við ti 96 fót langa
fiskifari, tók hon sær av spælin
um. Hvussu leingi hon ætlar at
halda fram sum fiskari, veit hon
ikki at
verður ein løta enn, áður enn
men tað
hon
siga fyri vist,
uppi og fer at læra til
legst
sjúkrasystur, sigur hon
fiskivinna aðrastaðni
Nýggj ókend
fiskasløg
Ur Kyrrahavinum siga sov-
jetiskir visindamenn, ið beint
eru lidnir vid hav- og fiski-
kanningar gjøgnum 4 mánað-
ar við havrannsóknarskipin-
um »Dmitrij Medeljev«, at
teir hava havt eitt ógvuliga
áhugavert úrslit av hesum
kanningum. Teir hava funnið
fleiri rivir í havbotninum og
funnið ein »rygg«, ið gongur
úr Marcquareoe oynni sunn-
anfyri New Zealand til Antar-
ktis. Við kanningum heilt
niður á 7000 metra dýpi komu
teir fram á fleiri higartil
ókend fiskasleg.
Norðmenn skulu
leggja
vietnamesarum lag á
Nú fer Noreg at veita Vietn-
am bæði tekniskan og figg!-
arligan stuðul innan fiski-
vinnuna. Fyrsta, ið hendir er,
at norðmenn í oktober koma
at lata Vietnam faa eitt fiski-
kanningarskip uppá 240 tons.
Harumframt kemur nútíðar
trolaraflota eftir norskum
mynstri. Trolararnir verða
bygdir á skipasmiðju í Haip-
hong í Vietnam, men eftir
norskum tekningum. I
hjålpiætlanini er eisini byggj-
an av einum venjingarskipi
fyri fiskimenn i Vietnam.
Danskur laksayngul
nørist
Í Danmark hava teir ein
sonevndan laksagrunn, sum
danskir laksafiskarar lata
fast avgjald til, 15 oyru fyri
kilo av laksi, ið landað verð-
ur, og harumframt fær
grunnurin tilskot frå danska
statinum, so hann hevur
verið førur at seta út yngul,
mest í áum, ið munna út í
Eystursjónum
Donsk laksaveiðufelog
leggja stóran dent á, at
laksur regluliga verður
merktur, tí hetta hevur stór-
an týdning fyri vísindaligu
kanningarnar av, hvussu
laksurin ferðast, og hvussu
hann nørist. Higartil
teir havt góðar royndir við
hava
hesi laksamerking
Fiskaaling í Sovjet
Nærindis Baku í Kaspiska
Havinum eru teir farnir undir
at leggja eina yngul-alistoð
fyri m.a. laksar og onnur
fiskasløg har á leið, og verður
hon hin fyrsta av sínum slagi
Í sjogvi í Sovjet. Hetta
er ein ógvuliga forvitnislig,
men eisini krevjandi roynd,
farnir undir, tí
krevst fyri at
rússarar eru
torstn ansn!
royndin skal eydnast, siga
hangrannskarar
ovietiskir
Mestiparturin av ynglinum
verður etin av ødrum fiskum.
Høvudsspurningurin hjá
alistødini er ti at bera so í
band, at yngulin nerist og
veksur og fær frið fyri annan
fisk, ti verður steðgað vid at
sleppa honum, til hann er
vaksin nóg mikið. Serstek
gørn eru sett út, ið skulu
verja yngulin móti at verða
etin av oðrum fiskum. Hetta
gyrda ekið er uppá. 8000
kvadratmetrar. Mett verður,
at laksurin kann vaksa í vekt
við 150-200 gr. um árið.
Framtíðar
fiskiframleiðsla
Tað verður helst ikki leingi,
til at givið verður uppat at
framleiða mjel og olju úr
makreli, og at allur makrelur,
ið veiddur verður, fer til
matna, skrivar Dansk Fisk-
eritidende. Gitt verður, at
lodnuveiðan í Barentshavin-
um fer at vaksa munandi
komandi árini, 1976 var met-
ár, við tilsamans 1,9 mill.
tons av lodnu, og einahelst
russarar gera um seg á hesum
eki. Lodna kemur at gerast
høvudsstovnurin í idnadar-
'skiskapi i framtidini, og sild
kemur i vaksandi mun at
gerast matfiskur. Sonevnt
mat-fiskimjøl við nógvum
protein-evnum kemur at
verða ein vegur at hjálpa
tilafturskomnum londum
Ikki óvanligt at fáa
kavbát í trolið
Tað er ikki altíð tespiligt at
reka trolfiskiskap í Barents-
havinum, ti við hvert hendir,
at fiskifør fáa ein kavbát i
trolið! Russarar hava íkki
færri enn 180 kavbátar á
hesum havøki, og haraftrat
eru óivað eisini aðrir. Kav-
bátar hava bæði tað teir
tekniskt aktivar og
passivan sonar, men um slík-
ir kavbåtar koma inn å eitt
øki har einir 60-70 trolarar
veida kann hetta velda trup
ulleikar fyri trolararnar
nevna
Herfyri fekk norskur
lodnutrolari, »Dorgaskjær«
skrætt trol til virdi av
100.000 kr. Og uttan iva er
tað kavbåtur, ið velt
skaðan
hevur
Tól ið sigur hvussu
feskur fiskur er
Nú eru menn ferir við einum
elektroniskum tóli at máta,
hvussu feskur fiskur er. Tað
hevur leingi verið kunnugt,
at teir sonevndu di-elektrisku
fiskinum
aftana at
eginleikarnir í
broytast skjótt
fiskur er dripin, og at skjót
leikurin er treytaður av teirri
viðgerð fiskurin fær og a
hvussu hann verður goymd
ur
Tad gevur rættiliga álit
andi og skjót var, hvu
feskur fiskur er, skrivar blað
ið S innmørsposter