Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Sjónleikur á Vaglinum 1. maidagurin varð hildin í Havn, á Tveroyri, í Fuglafirði og í Servági í besta sólskins- veðri. Í Havn vóru fleiri túsund fólk komin saman á Vaglinum sunnudagin. Havnar Hornor- kestur spældi og fyra folk hildu rødu. Fyrst Karl Johansen fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, sid- ani Andrea Arting fyri Havnar Arbeidskvinnufelag, harnæst Atli Dam, løgmadur og seinast Pauli Ellefsen, fólkatingsmaður. Trælalív Aftaná vanliga maidagshaldið varð ein sjónleikur framførdur á Vaglinum frammanfyri Gamla Bókhandil. Tað man neyvan vera hent ofta áður, at sjónleikur er framferdur undir opnum himni og við so mongum áskoð- arum sum henda dagin. Leikurin »Trælaliv« vardi í knappan hálvan tíma. At leikurin júst var framferdur fyri fyrstu ferð á Vaglinum tann 1. mai, arbeið- aradagin, var ikki av tilvild. Innihaldið í leikinum vidgjørdi nevniliga tvídráttin millum kapitalin og arbeiðaran. Kapitalurin var vognurin, sum varð drigin av trælunum, arbeiðarunum. Tey, sum drógu vórðu kúgaði av arbeiðsgevaran- um, sum sat í sjálvum vognin- um. Aftanfyri seg hevði hann ein sonevndan arbeiðaralakaj at hjálpa sær, kom nakað óvæntað fyri. Og við sína lið, hevði arbeiðsgevarin, kapitalisturin hesa smílandi og likasælu >dam- una<. Tá tekin vórðu til, at arbeiðararnir vóru við at vakna úr svøvni, gav arbeiðsgevarin teimum fyrst breyð at eta og seinni eina suttu at sutta uppá, eina narrusut. Tá var tað, at arbeiðarin vaknaði og tók narru- suttina úr munninum. Hann vildi ikki lata seg kúga: koll- velting. Og sum punktum finalu fóru arbeiðararnir syngjandi Inter- Nr. 32 — 4. apríl 1977 nationala oman eftir Vaglinum út á Skansan. Einki hjálpti, hvussu arbeiðsgevarin rópti á teir. Eftir at draga vognin hevði hann nú bert lakaj sín og listar- mannin, sum fyrr í leikinum hevði roynt semju millum ar- beiðsgevararnar og arbeiðararn- ar. Á Skansanum hildu Mikkjal Dánjalsson, D. P. Danielsen, Gunnver Hoydal og Martin Lynghamar reðu. Atli Dam, løgmaður: Arbeidararørslan medvirka til broyting í samfelagnum Har framleiðslan ikki er so nógv merkt av profithugsan Og menniskjan ikki so nógv mett eftir peninga- virði sínum sum framleiðari ella sum kapitalánari, ið er igongdsetari av framleiðslu ella åbyrgdar- havandi yvir fyri framleiðslutólunum, men har menniskjansligu kvalitetsmerki telja meira Um allan heim verður í dag skipað fyri 1. maidagshaldi. Í summum londum er tað stjórn- arvaldið, sum fyri hesum skipar til tess at sýna hernaðarliga ella aðra styrki og vissa verkafólkið um, at hetta er tað sum teirra samfelagsskipan hevur rokkið. Í eðrum londum og her serliga í sokallaðu vesturheiminum eru tað vanliga fakligu og politisku arbeiðararerslurnar, sum skipa fyri hesum fundum, skrúðgongu ella kravgongum Hesar hendingar sýna eitt samanhald, ein solidaritet mill- um verkastættirnar í einstøku londunum, eru hátíðarhald fyri vunnum úrslitum, tekin um ta frigering arbeiðarastættir hava vunnið sær sjálvum frá neyð og kúgandi arbeiðakotum, minnis- hald fyri undangongumonnum og -kvinnum í hesar frælsis- stríði, og eisini er hendingin ætlað at seta út í kortið fyri nýggjum málum og miðum, sum kunnu geva størri livsinnihald fyri hvort einstakt av okkum. Dagurin er internationalt við- urkendur og váttar soleiðis ein internationalan solidaritet, eitt einstaklingsins samanhald millum verkastættir um allan heim. Málini tey somu Her á landi er fakfelagsrerslan yngri enn í grannalondum okk- ara og í Europu sum heild, men málini, virkað verður fyri, eru sjálvsagt tey somu, og stórt sæð kann sigast, at úrslitini, rokkin eru, er tey somu sum í norðan: londum annars, og frægari enn í mongum londum longri inni á meginlandinum. Tann organiseraða, skipaða eindin millum politisku og fak- ligu arbeiðararersluna, sum teir hava uppbygt i eðrum londum, er ikki til í sama mun her á landi, og heldur ikki er skipað nakað meginfelag fyri alla fakfelags- rørsluna, men endamálið er hitt sama, hugsjónirnar tær somu, og amboðini, nýtt verða, og arbeiðshátturin hin sami, sum hjá fakligari og politiskari verkamannarerslu i hinum norðanlondunum. Tað, sum serliga eyðkendi virkið hjá arbeidararørsluni, tá hon í 1870'unum og 80'unum tók seg upp inni á meginlandinum, var, at bardagin júst stóðst um rættin til at organisera seg, til at skipa arbeiðarafelagsskapir. Arbeiðsgevarar, sum sjálvir vóru gingnir saman, royndu igjøgnum Lock-out'ir, ikki bert at vísa krevum um eina minstu- løn aftur, men eisini at noyða arbeiðarar at taka seg út úr felogum sínum. Samanhaldið arbeiðara imill- um eydnaðist kortini ikki at liða sundur, og var endin góðteka av, arbeiðaranna felog áttu við- urkenning og samráðingarrætt. Hevuðsmálini tá vóru skipað lønarvidurskifti við hægri løn og styttri arbeiðstíð. Arbeiðstíðin Striltið gekk at byrja við. Tann fyrsta mannsaldurin fram til 1899 varð arbeidstidin bert stytt úr 11 1/2 tíma niður i góðar 10 tímar um dagin 6 dagar um vikuna, meðan kortini ein ásett timaløn var rokkin. Longu seinast í 1870'unum kom kravið um 8 tíma arbeiðsdag fram í 1890 settu arbeiðarar í elum londum í verk kravgongu fyri at vinna 8 tíma dagin. Tað er sostatt hetta krav um 8 tíma arbeiði, 8 tíma hvild og 8 tímar til eginnýtslu, sum av fyrstan tíð gjørdi 1. mai til ein serligan dag. Hesir fundir og hesar krav- gongur hava ikki altid verið hildnar undir eins frælsum við- urskiftum sum í dag; mong syrgilig og blóðug hendingin er farin fram henda dag, kortini hevur hann vunnið sær sterri og størri tydning, og í dag mugu stjórnir, arbeiðsgevarar, teir, sum sita fyri framleiðsluumboð- um, og fólkið alt geva tí sum framborið verður henda dag serligan ans, tí hetta er alla staðni avgerandi fyri ta kós, sum eitthvert samfelag alla tið- ina skal seta sær av nýggjum Líka rættur Vit hava hesi ár virkað fyri sterri trygd til hin einstaka, frælsi til at velja sær virkiseki og frælsi til at standa saman, fyri sterri materiellari vælferð, fyri somu startmeguleikum fyri øll, líka útbúgvingarmeguleikum og ein- um javnari inntekubýti, fyri figgjarligum domokrati við á- góðabýti, og fyri frælsi hins virkandi at taka lut í tilrætta- leggingina av arbeiði hansara og at hava medavgerð á arbeiðs- plássi sínum. Fyri somu løn fyri sama arbeiði til kvinnu og mann.“ Fyri at tryggja tann mannarætt, sum arbeiði til allar hendur «er, og fyri at verja tey, sum íkki longur orka at virka sjálvi til lívsins uppihald. Samfelag okkara hevur í hes- um virki rokkið væl ávegis, og kunnu vit í dag siga, at vit eiga eitt vælferðarsamfelag, hóast í summum av spurningunum so sum javnari inntøkubyti og medavgerðarætti er rokkið styttri enn Væl er. Tann meteriella framgongd okkum hevur verið fyri, og sum hevur gingið hverjum einstøkum eitt sindur meira av sokallaðum góðum, rúmligari fíggjarligar umsteður og umsteður til at liva eitt ríkari lív, um hin einstaki dugir at skapa sær hesar umsteður og vit meéta lívsvirðini, honum liggja fyri, høgt; hon framgongdin er øll skapt, ti okkum er eydnast at framleiða meira enn nakrantíð fyrr, tí tað er eydnast at útbyggja framleiðsluamboðini og skapa arbeiði til fleiri. Tað er við ødrum orðum meira framleiðslugkingin heldur enn eitt.ødrvisi inntøkubyti, sum er orsek til, at vit hver sær hava rúmari umstødur, hetta sama er galdandi allan hin sokallaða framkomna heimin, sum vit mest solidarisera okkum við og kenna okkum hoyrandi til. (Tey tilafturskomnu londini, sum vit tíverri í alt ov litlan mun hugsa um ella samvirka við, eru í hesi tíð komin fyri enn sterri vanbýti og hava fingið lutfallsliga minni part av framleiðsluni og fram- leidsluvøkstrinum). Hetta gevur okkum nakað at hugsa um, hesi ár við áhaldandi vøkstri hava vit i størri og størri mun tart uppá tað náttúruríki- dømid, sum ráverugrundarlagið er, vit hava nýtt av teim sokallaðu resoursunum uttan afturhald, ja hava als ikki kent okkum hógv í hesi nýtslu. Tá ein hugsar um, at í letuni nýtir amerikanska tjóðin, sum telur 6% av íbúgvum jarðarinn- ar, umleið 40% av náttúrugivna upprunaliga ríkisdeminum, og tá ein hugsar um, at vit norð- búgvar av hesum rikidømi nýta Framhald á síðu 10