Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 spsjalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Skrokkamålid Å FUNDI bein fyri påskir hevdi figgjarnevnd- in måli um studningslån og vedhald til pf. Råvuna í Vági til viðgerðar. TALAN ER um hin nógv umrødda skrokkin, sum keyptur varð úr Svøriki, og har trolarin Bjarnoy ll gekk inn í keypið. Sum kunnugt varð ætlanin tann, at Skála Skipasmiðja skuldi gera skrokkin lidnan, og at hann skuldi nýtast til rækjufiskiskip. ÚRSLITIÐ av viðgerðini í fíggjarnevndini varð, at figgjarnevndin mælti frå at veðhalda og mælti frá at veita studningslán við teirri grundgeving, at skrokkurin er keyptur ov dýrt, at trolarin Bjarnoy II, er seldur ov dýrur, og at ongin eginpeningur er til staðar. UM SO ER, at skrokkurin er keyptur ov dýrt, so hevur hetta kortini onga ávirkan á studningslánið, tá upphæddin á hesum í síðsta enda verður ásett við eini meting, sum metingarmenn landsstýrisins gera. T.vs. at meta teir skipið at kosta tvær milliónir minni enn taðveruliga ger, so verður studningslán- ið eisini tilsvarandi lægri. Og viðvíkjandi eginpeninginum, hevur landsstýrið í hesum máli, eins og í øllum slíkum málum, bæði kravt og fingið váttan um, at eginpeningurin er tøkur. HIGARTIL hevur ongin so mikið sum borið uppá mál, at seta reglur fyri, hvat ið kann verða góðkent sum eginpeningur og hvat ikki. Ongin hevur tosað um at seta mark fyri, nær eginpeningurin er reellur og nær hann má haldast at vera óreellur. Eisini kravið hevur verið, at váttan um, at eginpen- ingurin er tøkur, hevur verið til skjals. Við hesum í huga duga vit ikki rættuliga at skilja tilmæli frá fíggjarnevndini í hesum eina málinum. TAÐ ER onki dulsmál, at menn higartil hava útvega sær eginpening til skip á ymiskan hátt. Tað eru helst bert tað heilt heilt fáu undantøkini, har menn eru farnir í banka ella sparikassa, at taka eginpeningin út av egnari banka ella sparikassabók. Í NOKRUM forum, har tað letur seg gera, hava menn sjálvandi tikið lán uppá fasta ogn fyri at fáa eginpening til vega. Men í nógvum ødrum fórum hevur talan hvørki verið um innistandandi pening ella um pening, sum hevur verið lántur uppá fasta ogn. Her hava menn fingið eginpeningin til vega á annan hátt. VIT HØVDU skilt tað heilt betur, um fíggjar- nevndin heldur heitti á landsstýrið og løgtingid um at gjørt reglur fyri, hvat ið kann nýtast sum eginpeningur, soleiðis at hesi mál fyri framtíðina verður greiðari og lættari at umsita. sosialurin dagbokin Broytt kirkjutid Frá Summarmåla verður far- ið í kirkju í Sjóvar presta- gjaldi kl. 11, t.e. í Sjóvar, Skála og > Oyndarfjardar kirkjum, sum komandi sunnudag skifta frá kl. 12 til kl. 11. Á Selatrað verður kirkjutíðin óbroytt kl. 12. Ferming verður í Hvanna- sunds kirkju komandi sunnu- dag. Sunnva Bjarnaskorð, Sigbjørg Poulsen, Jói Elian Hansen, Hans Anfinn Jo- hannesen, Ingolf Joensen og Jens Nybo Christiansen. Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Veðurtíðindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Veðurtíðindi og tíðindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi 18.42: Nátturðatónleikur 21.00: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 20 13.00: Kvoðuljómar til sjó- fólkið. 19.00: Miðvikan. 20.00: Plátubryggj. Sending við undir- haldstónleiki. Sonne Smith. Hósdagin 21. 08.05: Lóg og rættur. (E) 19.00: Elin Maria Soga eftir Martin Jo- ensen. 19.30: Grammofongestur á Bryggjubakka. Bjarni Reynagarð. 4. og sein- asta sending. 20.00: Ur ymsum hornum. 20.20: Pop non stop herðas- Fríggjadagin 22. 19.00: Fall sjålvstyristank- ans. 14. og seinasti fyrilestur hjå Hans J. Debes um tjóðskapar- rørslutidina 19.30: Tónleikur 20.00: Friggjakvøld kl. 20 Framhald frá síðu 1 vera innhabilan í hesi sak. Hann er jú sum býráðslimur og limur Í meinigheitsráðnum bæði keyp- ari og seljari í somu kontrakt. Av hesi orsek helt hann, at spurningurin skuldi verið tikin upp av nýggjum. Hann ásannaði at tervurin fyri barnagerðum, veggustovum og spæliplássum er stórur. Flyt- anin til Havnina ger, at tørvurin á ekjum til bernini verður alt meira átrokandi. Hann vísti á, at makaskiftisáttmálin millum Býráðið og meinigheitsráðið vis- ir, at skúlagarðurin, ið er spæli- pláss aftan á skulatid, av meing- igheitsráðnum skal verða nýttur til parkeringspláss. Av hesum sæst, at um meinigheitsráðið Opið bræv til Sosialin Harra blaðstjóri! Tær ljótu og ósonnu skuldset- ingarnar, ið tygum hava latið prentað í blað tygara undir dul- nevni, har millum annað verður sagt, at núverandi stjórn Tver- oyar Bóltfelags er ólógliga vald, fara vit stjórnarlimir í TB at biðja tygum prógva í Feroya Rætti, um tygum ikki koma uppá aðrar tankar og innan 10 dagar í egna blað tygara og Dimmalætting hava avnoktað greinina og skuldsetingar henn- ara ímóti okkum. Tveroyri, tann 2. apríl 1977 v. stjórn Tveroyar Bóltfelag Daniel Hofgaard Nr. 28. — 20. apríl 1977 fær skúlan, noyðast bernini út aftur millum bilarnar at spæla Fyri Landsstýrið tók Petur Reinert undir við tí, ið Arnskoy segði um, át enn var brúk fyri skúlanum. Hann vísti á, at Landsstýrið hevði givið stuðul til skúlan sum skúla og ikki annað. Verja børnini Sálarfroðingurin Eyðun Joensen segði m.aa, at endamálið má vera at verja tey meira enn 500 bernini, sum standa á bíðilista. Veruleikin í Havnini er tann, at ein familja klárar seg ikki við einum forsyrgjara. Hóast tað trygga heimið er besta loysnin, so eru barnainstiutiónirnar eitt neyðugt amboð fyri materiella trivnaðin hjá fólki. Bernini megu verða ansað á ein forsvar- ligan hátt. Tað eru jú tey ið eru taparar í hesi sak. Tey vera ikki eftirspurd. Fólk megu hava møguleika at velja, um tey vilja ansa eftir sínum børnum ella tey vilja hava tey eftiransað. Um skúlan á Frúutroð, segði Eyðun Joensen, at tað hevði verið ein skjót hjálp, og er hjálpin skjót, er hon ofta dupult. Skulu bernini aftur vera stóri taparin, verður hetta eitt tað svartasta blaðið, ið er skrivað í býráðsins segu. Men enn kann bøtast um hetta, endaði Eyðun Joensen í sínum innleggi. Møtti ikki Aftaná nýttu fleiri høvi til at seta spurningar Hesir vóru flest allir ætlaðir teim stýrandi, kanska serliga býráðnum. Men av tí at bert annar býráðslimurin var mettur, kom ikki tað rætta burturúr. Av hesi orsek var ringt at fáa eitt sakligt orða- skifti. Tann metti býráðslimurin vildi ikki siga ov nógv, tá hin ikki kundi verja seg. Samanum- tikið var hesin fundur, ið varð fyri fullum helum, væleydnaður. Bert spell at meinigheitsráðið og hin býráðslimurin ikki vóru á fundinum. Aðalfundur Havnar Róðrafelag hevur aðalfund 25. apríl kl. 19,30 í Nestinum. Dagsskrá: Sambært lógina. Nevndin Bíligir eykalutir Til flestu allar bilar kunnu útvegast t.d. Skermar Kúfangarar Hurðar Hjelmar Lyktir Um tygum mangla nakrar eykalutir, — sig Stýrikúlur O.m.a. okkum frá sum skjótast tí vit bíleggja nú. Bilverkstadid í Gundadali v/ Jonhardt Brødraberg Telf. 12489