Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

$ Nr. 28. — 20. april 1977 sosialurin Trondur vid aftur húðabátinum Brendan Skal gera tekningar til bók um ferðina Tróndur Patursson úr Kirkjubø fer við aftur húða- bátinum Brendan. Saman við fýra øðrum fer hann til Íslands fyrst í mei mánaða, har báturin hongur uppi undir loftinum í einum floghangari Eg fari úr Feroyum tann 7. mei, hinir fýra fara til Reykja- vikar dagin eftir, sigur kirkjubø- vikingurin, Tróndur Patursson Tróndur hevur góðar vónir og sigur, at ætlanin er at halda fram við ferðini um hálvan mei. Írar teir fyrstu í Amerika Írar vóru teir fyrstu europear- arnir at sigla tvørtur um Atl- antshav til amerikanska megin- landi! Tað er henda teoriin, sum fleiri ungir írar, ein norðmaður og so ein føroyingur vilja progva. I fleiri gomlum irskum frå- sagnum verdur sagt, at irski munkurin Brendan sigldi tvørt- ur um Atlantshavid til Amerika við einum húðabáti. Í fråsagn- unum verður sagt frá ferð hans- ara úr Írlandi norður til St. Kilda,síðani vestur um hav til Frøoya, har vit i dag hava fleiri staðarnevn sum uttan iva stava frá ferð Brendans. Brendan steðgaði í Feroyum í nakrar dagar og helt síðani leiðina norður til Íslands og síðani til Labrador. Hetta hendi fyri meira enn 1000 árum síðani. Úr Brandansvik í fjør Tað var í fjør at hin ungi irin, Pimothy Severin og aðrir løgdu frá landi úr Brandansvík í Írlandi við tí lítla húðabátinum, Brendan, uppkallaður eftir munkinum Brendan. Teir fylgdu somu leið, sum gomlu frásagn- irnar søgdu frá: til St. Kilda, Førovar og síðani til Islands. Etlanin var at halda fram til Labrador, men av ti at so langt var liðið út á summarið og veðurvánirnar vóru til hindurs fyri at halda fram við ferðini, avgjørdu teir at goyma bátin í Reykjavík og bíða til komandi summar Tróndur við aftur Tá Brendan steðgaði í Foroyum í fjør, ynsku teir at fáa ein føroving við Upprunaliga vildu teir hava ein fotograf, sigur Tróndur, men tå eg visti tiltakinum áhuga, tóku teir meg við. Tróndur sigur, at hansara á ferðini er at gera tekningar til eina bók, sum Timothy Severin skrivar um ferðina. Henda bók verður helst ein nútíðar ferðafrásogn. Higar- til hevur Tróndur gjørt umleið 20 tekningar. Tekningarnar eru allar gjørdar umborð á bátinum Brendan á ferdini úr Foroyum til Íslands. — Er tað ikki trupult at tekna umborð á håtinum? Tað er mangan ringt veður, men eg haldi, at tekningarnar til eina slíka firðafrásogn skulu gerast undir teimum umsteðum, uppgáva sum fråsøgnin er um 11/2 mánaða um ferðina Tróndur roknar við, at gongur alt væl í hond, brúka teir hálvan annan mánaða um ferðina úr Íslandi til Labrador. Uppruna- liga var ætlanin at fara til Grenlands á leiðini yvir, men hagtøl visa, at nógvur isur er við Kappan i mei månada. Ti ætla vit at halda okkum einar 60 fjórðingar úr Kappanum. Stórur áhugi fyri ferðini Tað eru mong, sum fylgja spent við Brendan, tá hann leggur frá landi í Reykjavík og heldur stóra leiðina tvertur um tað Atlantshavið. T.d. hevur heims- kenda amerikanska blaðið Nati- Magazine ein mann á plássum, har Brendan leggur at. Teir høvdu ein mann í Íslandi, tá báturin kom hagar í fjør. Teir høvdu onal Geografic øllum kortini ongan mann i Føroyum Fleiri stor forminnissøvn Ii SÁ og: Canada hava biðið um oyvi at visa Brendan fram, tå játurin kemur leiðina fram. So angt suður sum New York evur fyrispurningur verið Vit fara neyvan longur suður nn til Boston, sigur Tróndur og aftrat, um alt gongur eggur um ætlað Floghangari Húðabáturin Brendan hevur í nakrar mánar hingið undir loft- einum floghangara í Reykjavík. Hetta verður gjørt fyri, rottur og onnur skaða- djór skulu ikki gera seg inn á bátin. Báturin er eisini smurdur mum 1 inn í serligum feitti fyri at verja hann betur Eg haldi ikki, at tað hevur verið til nakran bága fyri ætlan- ina við Brendasferðini, at vit hava bíða nú í nakrar mánaðar. Tvørturimoti. Tess betur hava vit kunnað fyrireikað okkum og bøtt um tað, sum var fyri neyðini, endar Tróndur Paturs son Brimið bast skotsku prinsessuni Mest sum allur skrokkurin av skotska trolaranum, >Scottish Princess«, sum fór á land á Skarvatanga, er skolaður burt av briminum. Eftir stendur nú einans sjálvt forskipið. Brimið hevur skolað skipið tvørtur um Skarvatanga. Tá trolarin fór á land herfyri fór hann í fýra stykki. Hesi stykki er u so við og við skolaði inn um tangan og liggja nú á botni Har er bládýpi, so tað tarnar ikki smábátum og eðrum, sum sigla fram við landi Tað frættist av Tveroyri, at brimið neyvan verður ført fyri at taka tað, sum er eftir av skipinum. Abyrgdina? Spyrjast kann nú, hver hevur ábyrgdina av tí, sum stendur eftir á tanganum. Tað var partafelagið Gluggin á Tveroyri, sum eigur Sirius, ið keypti rættindini til tað, sum var nýtiligt á sjálvum skipinum Sostatt hevur hetta partafelag onga ábyrgd av sjálvum forskip- inum, sum er eftir. Menn vilja vera við, at tað er tryggingarfelagið sum eigur skipið, í hesum føri Lloyds i London, sum hevur ábyrgdina av restini. Einki náttúruprýði Sum er, er forskipið, sum tað stendur har á Skarvatanga, suðringar og hesar leiðir einki prýði fyri aðrar, sum Spurningurin er nú, um náttúru- friðingarnevndin fer at gera Enn er spurn- Hver skal vitja nakað við málið ingurin ósvaraður beina fyri leivdunum av skotsku prinsessuni?