Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 122 - 29. juni 2002 Nr. 122 - 29. juni 2002 3 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Esmann Jacobsen Syðrugøtu doyði og varð jarðaður. Takk til prest fyri góð og troystarrík orð í heiminum og í kirkjuni.Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og berarar.Takk til tykkum, ið sendu blómur, kransar, gávur og heilsanir, og tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til Eivør Pálsdóttir og Felagskórið Gøta/Leirvík.Takk til øll tykkum, ið veittu so stórfingna hjálp í heiminum og í kirkjukjallaranum. Eisini ein serlig tøkk til øll tykkum, sum komu á gátt á hansara 80 ára degi, og annars meðan hann var sjúkur. Fyri tey avvarðandi Gunnleyg, Sigrun, Sigvør og Jóan Pauli Tøkk Hjartaliga takka vit fyri samkenslu, sum okkum varð víst, tá kæra kona mín, mamma, omma og langomma okkara Hansina Olsen Hvalvík doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til tykkum heimasjúkrasystrar og heimahjálpir, sum vóru so væl um hana til tað seinasta. Eisini ein tøkk til tykkum á B6. Tøkk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið, og til tykkum, sum ringdu til okkum. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk fái øll tit, sum sendu gávu til Hvalvíkar kirkju. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og berarar og til øll tykkum, sum fyldu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, sum tóku tykkum av ervinum og annars øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Vegna tey avvarðandi Jóannes, Helgi,Tummas, ommu- og langommubørn Tøkk Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum og øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi og abbi okkara Jaspur Svødstein Klaksvík doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gud signi tykkum øll. Familjunnar vegna Bárður og Rógvi Í annaðkvøld, sunnu- kvøldið, hevur Det Danske Drengekor konsert í Mentanar- húsinum í Fuglafirði KONSERT Tíðindaskriv Seinasta konsertin hjá Det danske drengekor verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði sunnukvøldið kl. 20. Hesa vikuna er Det dan- ske Drengekor og vitjar. Kórið fer av aftur landinum mánadagin 1. juli. Tað er Sten Lindholm, sum stjórn- ar kórinum. Hetta er á øðrum sinni, at kórið er á konsertferð í Før- oyum, og hetta er 31. ferð, at Sten Lindholm er í Før- oyum. Sten Lindholm er navn- framur kórmaður og hevur stóran tokka til Føroyar. Hann vitjar mong kór kring Evropa sum gesta- kórleiðari. Hann hevur leitt Det danske Drengekor 10 tey seinastu árini. Kórið hevur konsert í Kristjanskirkjuni í Klaks- vík í dag, leygardagin kl. 19, og seinasta konsertin á hesum sinni verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði í annaðkvøld, sunnu- kvøldið 30. juni kl 20. Hetta verður fyrsta kon- sertin í hesum skála, eftir at húsið er tikið alment í nýt- slu, har tað nýggja Stain- wayflyglið verður roynt í kórhøpi. Skráin hjá dreingjakóri- num er fjølbroytt. Frá klassiskum løgum, jassi og gospel til litfagran norður- lendskan kórtónleik. Ein jasstrio spæir undir, sum letur kórløgini í ein sera ljómríkan búna. Danska Dreingjakórið konsert í Fuglafirði Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum við forbøn, vitjanum, uppringingum, gávum og stuðli ígjøgnum okkara sváru tíð; eina serliga tøkk vilja vit senda okkara lækna, starvsfólki á B6 og 7, tykkum sum vóru um Mariannu á Ríkissjúkrahúsinum, og eisini tykkum á Sjúklinga- hotellinum Tórshavn, har vit komu at búgva í langa tíð. Eisini vilja vit takka Øssuri Berghamar v/ fl. fyri trúfasta vitjan, og fyri tey góðu orð, hann hevði í kapellinum. Somuleiðis takka vit øllum tykkum mongu, sum hjálptu til tá ið kistan við Mariannu Joensen Gøtueiði kom heim og varð jarðað. Og takk til tann stóra skaran, sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold; eina serliga tøkk til tykkum, sum skipaðu fyri máltíðini týskvøldið heima, og til tykkum, ið tóku tykkum av ervinum. Takk fyri kransar, blómur og allan peningastuðul til »Kelduna«. Má Harrin ríkiliga vælsigna tykkum øll. Fam.vegna Birgitta og Jonhard LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Íslendski listamaðurin, Bjarni Joensen frá Þorláks- høfn, sum er av føroyskari ætt, sýnir fram oljumáln- ingar í Gallarí Riberhús í Fuglafirði í døgumun frá 28/6 til 3/7. List í Ribarhúsi HEILAFELAGIÐ Tíðindaskriv Heilafelagið hevði aðal- fund 11. mai í ár. Tíverri vóru ikki so nógv fólk á fundi, ein orsøk var helst verkfallið. Á fundinum segði nevndin frá arbeiði- num, ið gjørt er síðsta árið, serliga um arbeiðsbólkin, ið heilafelagið hevur sett at kanna viðurskiftini hjá apo- pleksiraktum í Føroyum og tilboðini, ið eru til teirra. Nevndarval var eisini á skránni. Fyri vali stóru Paula Árnafjall, ið ikki tók við afturvali, og Annika Højgaard. Fyri Paulu varð Ingrid Henriksen vald. Nevndin í Heilafelagnum sær nú soleiðis út: Tórunn Guttesen, forkvinna Jógvan Telling Joensen, næstformaður Ingrid Henriksen, kassameistari Annika Højgaard Helena Fríheim Eykalimir eru: Marius Johansen Marjun Olsson Í ár gjørdist Heilafelagið fimm ár, og í hesum sam- bandi vóru tey á torginum í SMS. Har høvdu tey mat- tombola, framsýning og framførslur. – Vit eru sera takksom fyri tann dygga stuðul, vit fingu á hesum degi, sigur Heilafelagið í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið á skránni hjá Heilafelagnum verður nú árligi Gjáartúrurin, ið verð- ur 6. til 8. september. Heilafelagið havt aðalfund EYDNUSPÆL Tíðindaskriv Í sambandi við Varmakeldustevnuna, er ítróttarfelag- ið í Fuglafirði farið undir eitt tiltak við slagorðunum: »Keyp lyklar og vinn tveir skutarar«. Eydnuspælið er sera einfalt. Tú kanst keypa tær ein ella fleiri lyklar. Lyklarnir kosta 50 krónur hvør. Tveir av hesum lyklum passa til tvey lás, sum tveir skutarar eru læstir við. Tey hepnu, sum ogna sær røttu lyklar- nar, vinna skutararnar. Lyklarnir kunnu roynast í lásunum á skutarunum, sum standa á tivoliøkinum sunnudagin 7. juli millum kl. 18. og 22. Lyklarnir fáast til keyps hjá Haraldsen, hjá Annu og í FK í Fuglafirði og á Shellstøðini í Gøtudali. Eisini selja umboð fyri ÍF lyklar meðan stevnan er. Fyri hvønn keyptan lykil fært tú eisini ein lutaseðil við tíggju vinningum á. Høvuðsvinningurin á luta- seðlinum er tveir APEX flogferðaseðlar, Vágar-Keyp- mannahavn og aftur frá Fonn Flogi. Hinir vinningar- nir eru eitt lamb og gávukort á 1000 og 500 krónur. Drigið verður um hesar 10 vinningarnar sunnukvøld- ið 7. juli kl. 23.30 við Bókasavnið. Keyp lyklar og vinn tveir skutarar Jógvan Telling Joensen. Myndin er frá tiltakinum á Torginum í SMS í sambandi við fimm ára dagin hjá Heilafelagnum Tað er nýtt og smart í londunum rundan um okkum. Hósdagin stóð tað fyrstu ferð í Rúsuni, og í gjár var tað longu útselt. Bacardi Breezer og Smirnoff Ice eru komin til landið, og áhugin fyri nýggju vørunum í Rús- drekkasølu Landsins er eftir øllum at døma stórur NÝGGJ VØRA Rúnar Reistrup Eftir at hava fingið eina rúgvu av áheitanum frá vanligum viðskiftafólkum og frá skeinkingarstøðum hevur Rúsdrekkasøla Landsins avgjørt at innflyta eitt nýtt slag av rúsdrekka, nevniliga liðugt blandaðar sjussar í smáum fløskum. Hetta slagið av rús- drekka, sum nógvir føroy- ingar hava sæð í lýsingum á útlendskum sjónvarpsrás- um, er blivið ógvuliga væl umtókt í eitt nú Danmark eftir stuttari tíð. – Tað vísir seg serliga at vera ung konufólk ið dáma væl hesar vørurnar, sigur Rúni H. Olsen, innkeyps- leiðari á Rúsdrekkasølu Landsins. Tey tvey vørusløgini av liðugt blandaðum sjussum, nevnd Bacardi Breezer og Smirnoff Ice, sum Rús- drekkasøla Landsins hevur fingið heim, eru í alkohol- styrki at líkna við eina gull- øl. Í hvørjari fløsku eru ein- ir 4cl av sterkum og restin av fløskuni er fylt upp við sodavatni og smakkievnum. Stórur eftirspurningur Á Rúsdrekkasølu Landsins høvdu tey upprunaliga ikki ætlað at tikið hetta nýggja slagið av rúsdrekkavøru heim. Hildið varð ikki at hetta var neyðugt at selja í Føroyum. – Men Rúsdrekkasøla Landsins skal sambært endamálsorðingini taka føroyska eftirspurningin til eftirtektar í samansetingi av vøruúrvali, og vit hava upp- livað so stóran eftirspurn- ing eftir hesum vørunum, at vit hava avgjørt at taka eina sending heim sum eina roynd, sigur Rúni H. Olsen. Tann royndin hevur stað- fest, at eftirspurningurin er stórur, tí longu sama dag, sum vørurnar komu í hand- ilin, varð Smirnoff Ice út- selt, og væntað varð, at Bacardi Breezer fór at verða útselt einaferð fríggjadagin. – Skeinkistøðini hava víst sera stóran áhuga fyri at sleppa at selja nýggju vørurnar, og tey hava keypt nógv til goymslurnar, sigur innkeypsleiðarin. Til tey heilt ungu Í Danmark hava nógvar ávaringar ljóðað ímóti hes- um nýggju vørunum, ið smakka so at siga sum sodavatn, men eru sterkar sum gulløl. Millum annað hevur verið ført fram, at hesar vørurnar eru gjørdar við teimum heilt ungu sum málbólki. Ætlanin hjá stóru fyritøkunum aftanfyri Smirnoff vodka og Bacardi rom verður søgd at vera at venja tey heilt ungu við rúsdrekka og við vøru- merkini so tíðliga sum gjør- ligt. Hesar ávaringar kenna tey á Rúsdrekkasølu Lands- ins, men meta ikki at tað er nakar vandi fyri, at tey heilt ungu fara at fáa hendur á søtu rúsdrekkavørunum. – Her á landi er sølan so væl skipað at vit áttu ikki at havt tann trupulleikan. Tað er heilt greitt, at eingin undir 18 ár sleppur at keypa rúsdrekka frá okkum. Tá er støðan ein onnur í Dan- mark, har hesar vørurnar fáast í hvørjari kiosk, og har ikki verður fylgt so væl við um keyparin er nóg gamal at sleppa at keypa. Og harafturat skalt tú bara vera 15 ár fyri at keypa rús- drekka í Danmark, sigur Rúni H. Olsen, innkeyps- leiðari á Rúsdrekkasølu Landsins. Dýrir dropar Á stødd sum ein sodavatn og við styrki sum ein gulløl er greitt, at tær nýggju rús- drekkavørurnar eru í bein- ari kapping við øl. Men hvat prísi viðvíkur kunnu nýggju vørurnar ikki kapp- ast. Ein fløska av nýggju vøruni kostar ávikavist 23 og 27 krónur í Rúsdrekka- sølu Landsins. Ein av orsøkunum til høga prísin er, at vørurnar verða bólkaðar sum spiritus av tí at tær í botn og grund eru vodka og rom blandað við sodavatni. Spiritus er álagt hægsta avgjald og harafturat er vinningspros- entið hjá Rúsdrekkasøluni hægst á spiritus í mun til aðrar rúsdrekkavørur. Men prísurin sær ikki út til at halda keyparunum aftur í fyrstu atløgu. 1320 fløskur vórðu bílagdar heim í fyrstu sending, og tær eru seldar nú. Týsdagin í komandi viku kemur næsta sending av vøruni. Hesuferð hevur Rúsdrekka- søla Landsins bílagt fýra ferðir so nógv. Eitt av skeinkistøðunum, sum hevur lagt inn undir seg av nýggju vøruni, er diskotek Platform í Havn. Har var vøran fyrstu ferð at síggja á hillunum í nátt. Dupultir sjussar á fløsku í Rúsuni C M Y K 3 2