leygardagur 29. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
5
Í ár tekur Fróðskap-
arsetur Føroya aftur
upp lesandi til grein-
ina, ið eitur norður-
lendskt – serliga
føroyskt og bókment-
ir. Turið Sigurðar-
dóttir, lektari á Fróð-
skaparsetrinum sigur,
at stórur áhugi er fyri
hesum námið, og tað
eru nógv sum søkja
HÆGRI LESTUR
Ingrid Bjarnastein
Annað hvørt ár verður
næmingar tiknir inn á Før-
oyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya. Og í ár
verður aftur tikið upp, júst
sum fyri tveimum árum
síðani.
– Henda útbúgvingin tek-
ur tvey ár, og eftir tvey ár
hevur tú fingið exam.art,
sum er ein hjágrein á uni-
versitetstigi, sigur Turið
Sigurðardóttir, lektari á
Fróðskaparsetrinum.
Hjágreinin eitur norður-
lendskt, serliga føroyskt og
bókmentir, og verður størsti
denturin lagdur á føroyskt
og bókmentir, har føroyskt
verður sett inn í eitt norður-
lendskt høpi.
– Tað eru nógv, sum velja
hesa útbúgvingina. Og eftir
hesi tvey árini ber til at lesa
víðari til cand.phil, sum
síðani er ein høvuðsgrein.
Aftaná hetta ber til at taka
eina hjágrein og gerast
cand.mag, greiðir Turið
Sigurðardóttir frá.
Tvey tey fyrstu árini geva
førleika til at undirvísa í
føroyskum í miðnámsskúl-
um, og ber eisini til at fáa
hesi bæði árini yvirførd til
Danmarkar ella onnur lond,
um ein skuldi havt hug til at
lisið okkurt annað víðari
aðrastaðni enn í Føroyum.
Summarskeið
Umframt at kunna bjóða út
júst hesa útbúgvingina, ber
eisini til at taka summar-
skeið í øðrum Norðanlond-
um.
– Vit eru í einum norður-
lendskum samstarvi um
summarskeið. Til ber hjá
teimum lesandi at taka eitt
summarskeið í norðanlond-
unum, og í Føroyum hava
vit eisini skeið fyri norður-
lenskum studentum, sigur
Turið.
Men á setrinum verður
bert tikið upp annað hvørt
ár. Grundina til hetta sigur
Turið vera arbeiðsorku og
plásstrot. Tí varð hildið, at
tað var meira passaligt bara
at taka inn annað hvørt ár.
Eisini vil lektarin vera
við, at stórur tørvur er á
føroyskt lærarum í mið-
námsskúlnum kring landið.
Fyri at gerast exam.art
skal ein lesa í tvey ár. Hesi
bæði tvey árini eru býtt
sundur í eina rúgvu av
greinum, og skal tann les-
andi taka allar hesar grein-
ar, tí tær eru ein bundur
partur av náminum. Umleið
helvtin er málslig, meðan
hin helvtin er bókmentalig.
Undirvíst verður millum
annað í norrønum, mál-
søgu, mállæru, ljóðfrøði,
skaldskapi
av
manna-
munni, samskifti og so
framvegis. Greinirnar eru
bæði størri og smærri, har
tær
smærru
greinirnar
verða brúktar sum eitt am-
boð í lestrinum.
Um tú hevur hug at søkja
inn á Fróðskaparsetrið til
útbúgvingina, ið eitur norð-
urlendskt – serliga føroyskt
og bókmentir, er at skunda
sær. Freistin er nevniliga úti
mánadagin, 1. juli. Einasta
krav er, at tú hevur stu-
dentsprógv ella líknandi út-
búgving.
Hugsa føroyskt – les føroyskt
Hetta er ein partur av teimum, ið hava lisið til exam.art seinastu tvey árini. Tó ikki allur flokkurin, tí restin var ikki rættiliga
liðugur tá myndin varð tikin.
Aftast fv: Maiken Poulsen, Vónbjørt tróndheim, Hanna Simonsen og lærarin í bókmentum, Turið Sigurðardóttir
Fremst fv: Tórun L. Samuelsen, Mirjam Joensen, Sólva Jónsdóttir og Randi Kúrberg
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Eidesgaard er
vónbrotin av, at
Strandferðslan ikki
fekk ta eykajáttan
hon bað sum, so at
hon kundi tryggjað
suðuroyingum álít-
andi ferðasamband í
vetur
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Tað er eitt vónbrot, at
Landsstýrið ikki vildi játta
Strandferðsluni tað eyka-
játtan, hon bað um, so at
hon kundi tryggja suðuroy-
ingum eitt álítandi ferða-
samband í vetur - les eisini
aðra grein her á síðuni.
Hann sigur, siglingin
hevur verið óreglulig í fleiri
vikur í vár og verður hon
heldur ikki álítandi í vetur,
verður tað ótolandi, bæði
fyri vinnulív og ferðafólk.
Hann sigur, at hetta er ein
harmilig støða og at javn-
aðarflokkurin fer at fylgja
sera gjølliga við gongdini.
Hann er staddur uttan-
lands í løtuni hevur tí ikki
sett seg inn í málið til fuln-
ar.
Men hann átalar at ferða-
sambandið til og úr Suður-
oynni verður gjørt til ein
spurning um pening.
– Tað er ein tænasta til
ein týðandi part í samfel-
agnum og so mugu vit góð-
taka, at tað kostar, tað tað
kostar at hava hetta sam-
bandið álítandi og trygt,
sigur hann.
Hann veit ikki, hvat javn-
aðarflokkurin fer at gera
við málið, men hann ásann-
ar, at møguleikarnir eru
smáir tí andstøðan hevur
lítlan og ongan møguleika
at fáa mál í gjøgnum í ting-
inum.
Hann hevur eisini lagt til
merkis, at stjórin á Strand-
ferðsluni hevur sagt, at
støðan, sum er íkomin, er
m.a. ein avleiðing av vána-
ligari politiskari leiðslu í
áttati árunum og upp í níti-
árunum.
– Tað tykist sum um móti
er komin í at geva áttatiár-
unum skyldini fyri alt, sum
ikki gongur eftir vild. Sjál-
vandi átti meiri peningur at
verið settur av tí at skifta
strandfaraskip út fyri. Men
tað reingir ikki tann veru-
leika, at orsøkin til trupul-
leikarnar, vit hava staðið í
seinastu árini, er at Sjálv-
stýrisflokkurin seldi Teistan
fyri nøkrum árum síðani
við dyggum stuðli frá sam-
bands- og fólkaflokkinum.
– Tá misti Strandferðslan
avloysaraskipið, sum kundi
givið suðuroyingum eitt
álítandi ferðasamband, tá ið
Smyril ikki er tøkur.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hann hevur frætt, at
Landið fekk 12 milliónir
fyri Teistan. Men hann hel-
dur, at hetta hevur kosta
samfelagnum mangt slíkt,
at hann varð seldur, bæði í
mistari inntøku til Strand-
ferðsluna tí ongin hevur
siglt við teimum vánaligu
avloysaraskipunum, sum
hava verið, men eisini hev-
ur tað kosta vinnulívínum
nógv, at sambandi ofta hev-
ur verið so tvørligt og fyri
ikki um at tala alt tað, sum
er goldið fyri avloysaraskip
í heilum hesi árini.
Verður siglingin hjá
Smyrli løgd lamin í
vetur, sum vandi er
fyri, skal avloysara-
skipið ikki vera verri
enn Smyril, tí so verð-
ur trupult hjá tí at fáa
kajpláss á Tvøroyri
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Verður siglingin hjá Smyrli
løgd lamin í vetur, soleiðis
sum vandi er fyri, fer Tvør-
oyar Býráð ikki at lata sær
lynda, at eitt avloysaraskip
verður sett í sigling, sum er
stórvegis verri enn Smyril.
Tvøroyrar
Kommuna
hevur seinasti árini havt ein
ógvuliga virknan leiklut
sambandi við ferðasam-
bandið ímillum Suður-
oynna og Havnina og hevur
sett krøv til skipini.
Eitt nú hevur býráðið
noktað Dúgvuni atløgu-
pass, tá ið hon varð sett í
siglingina av avloysa
Smyril
Og Finnleif Guttesen,
borgarstjóri, sigur, at enn
eru als ongi tekin til, at bý-
ráðið ætrlar sær at broyta
kós í hesum máli.
Nú er støðan tann, at brek
er á stabilisatorunum á
Smyrli og vandi er fyri, at
teir fara. Hendir tað, verður
tungur flutningur bara førd-
ur í góðum veðri, tí tá fer
Smyril at rulla so illa, at tað
eru óráð at føra treylarar og
annað stórt og tungt, uttan í
góðum veðri. Samstundis
verða
umstøðurnar
hjá
ferðafólki munandi verri.
Fara stabilisatorararnir,
er tí vandi fyri avlysingum
og skerdum flutningi, alt
eftir, hvussu veðrið verður í
vetur.
Fyri at binda um heilan
fingur og tryggja álítandi
flutning um Suðuroyarfjørð
í vetur, mælti Strandferðsl-
an og landsstýrismaðurin í
vinnumálum til, at Smyril
verður lagdur í heyst og at
eykajáttan verður latin, so
at
Strandferðslan
kann
leiga eitt hóskandi avloys-
araskip, Mett varð, at brúk
var fyri góðum níggju
milliónum í ár og eini upp-
hædd næsta ár, sum er
ókend, men sum í ringasta
føri eisini verður góðar
níggju milliónir.
Men hesum tók Lands-
stýrið ikki undir við og tí
má Smyril halda fram við
siglingini í vetur í vónini
um, at stabilisatorarnir
halda.
Fer at taka málið upp
Finnleif Guttesen, borgar-
stjóri á Tvøroyri, sigur, at at
Tvøroyrar Býráð fer neyv-
an at broyta støðu í hesum
máli.
– Tá ið Smyril var í dokk
í vár, noktaði býráðið
Dúgvuni
atløgupláss
á
Tvøroyri.
Men tað metti lógmála-
ráðið í Landsstýrinum ikki,
at býráðið hevði heimild til
og intil ein endalig støða
varð tikin, varð avgerðin
hjá býráðnum sett úr gildi.
Tað endaði so við, at Ein
trolari kom at liggja á Drel-
nesi, so at Dúgvan ikki
slapp at har. Ístaðin mátti
hon liggja við hekkuni at
og skipinum út á sjógv, so
at bilar og fólk fingust í
land, men tað er bara ein
loysn sum kann brúkast í
góðum veðri.
Annars er endaliga av-
gerðin hjá Lógmálaráðnum
ikki tikin enn!
Men býráðið ætlar ikki at
slaka í spurninginum.
– Verður endaliga niður-
støðan, at vit ikki hava
heimild at nokta Dúgvuni
atløgupláss, gerst onki við
tað.
– Men tað er so skjótt, at
havnin á Drelnesi kann
verða upptikin av øðrum
skipum, so at Dúgvan ikki
sleppur at har, leggur hann
afturat. Og verður skip sett
í sigling, sum er eitt aftur-
stig
fyri
Suðuroyingar,
verður havnin á Drelnesi
upptikin!
Hann sigur, at enn fevnir
forboðið hjá býráðnum
bara um Dúgvuna.
– Men eg síggi onga
meining í at forða Dúgvuni
at leggja at og so at lata
okkurt annað skip, sum er
líka vánaligt, sleppa at. So
eg ivist ikki í, at verður tal-
an um at seta eitt avloysara-
skip í sigling, sum er verri
enn Smyril, verður tað
sama galdandi, sum fyri
Dúgvuna.
Borgarstjórin á Tvøroyri
ivast heldur ikki í, at Bý-
ráðið fer at taka málið upp
– Tað kann ikki góðtak-
ast, at suðuroyarsiglingin
aftur nú skal vera í vanda
fyri skerjingum. Og tað er
ongantíð ov tíðliga at fáa
greiði á viðurskiftunum,
sigur hann.
Í greinini um
studentarnar, sum hava
tikið prógv í Suðuroy í ár,
er tað eina navnið tíverri
komið skeivt fyri.
Vit skrivaðu at Vígdis
Ruth Magnusdóttir
Jacobsen var úr Hvalba.
Tað er hon ikki, hon er úr
Lopra.
-Áki-
Fara at fylgja væl við
Á Tvøroyri standa tey við sítt
Tvøroyrar Kommuna ætlar framvegis ikki at góðtaka, at eitt skip, sum er verri enn Smyril, verður
sett í sigling til og úr Suðuroy. So fara stabilisatorarnir á Smyrli, so sum vandi er fyri, nyttar onki
at koma við dúgvbuni, soleiðis sum gjørt varð, tá ið Smyril var í dokk í vár
Ruth er úr Lopra
Ullvirkið í Vági fer
nú at taka ímóti ull
í býti fyri vørur
ULLVIRKIÐ
Áki Bertholdsen
Ullvirkið í Vági fer nú
aftur at taka ímóti ull.
Í tíðindaskrivi sigur
ullvirkið, at tað fer at
lata upp til 10 krónur
fyri kilo av turrari,
vælskildari ull. Prísurin
er eftir, hvønn lit, ullin
hevur, fyri hvíta ull
verður latið seks krónur
kilo, fyri gráa ull, tvær
krónur kilo, fyri myrka-
morreytt, fýra krónur
fyri kilo, fyri ljósa-
morreytt, 10 krónur fyri
kilo og fyri óskilda ull
fýra krónur fyri kilo.
Fyri vrakull er ongin
prísur.
Ullvirkið sigur, at ull-
in verður latin í býti við
vøru frá ullvirkinum
eftir
omanfyrinevnda
prísi.
Eigarin ber sjálvur
kostnaðin av flutningin-
um til ullvirkið.Goldið
verður fyri nettovekt og
hvør sekkur skal merkj-
ast týðiliga við avsend-
ara. Tikið verður ímóti
ull frá 1. august til 1.
oktober.
Í bløðunum í gjár lýsti
Ullvirkið eftir fólki til
ullmóttøkuna.
Àrni Brattaberg sigur,
at hesi fimm árini, síð-
ani ullvirkið byrjaði,
hava víst, at tað ber til at
gera mótavørur burturúr
samfingnari, føroyskari
ull.
Men prísurin á ullini
er beinleiðis tengdur at,
hvat fæst burtur úr ullini
og tað er bara í Íslandi
og í Noregi, at ullin
gongur í góðum prísi,
men tað er tí at har verð-
ur stuðul latin.
– Alla aðrastaðni í
Evropa er hann so vána-
ligur, at tað er ikki fyri
meiri enn fyri útreiðslur
til royting.
Ullvirkið hevði vón-
að, at landið fór at skipa
fyri eini innsavning av
ull, men tað eru ongi
útlit fyri, at tað verður til
nakað, tí fer Ullvirkið
sjálvt undir eitt átak nú í
summar.
Fara aftur at taka ímóti ull
Javnaðarflokkurin
fer
at
fylgja væl við gongdini, sigur
Jóannes Eidesgaard
C
M
Y
K
5
4
Bilur til sølu
Volvo S40. Eykaútgerð: blackline pakki, sportline
pakki, tvey sett av 16” sportsfelgum, árg. jan.
2002. Nývirðisprísur 290.000 kr., til sølu fyri uml.
250.000 kr. Bilurin 4x4 kann takast í býti.
Tlf. 225078