Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 122 - 29. juni 2002 Nr. 122 - 29. juni 2002 7 Seinnapartin í næstu viku fara hundraðtals fólk at hittast til dans og gleim í ymsastaðni í Føroyum. Stóra dansistevnan Hav- leikur verður í Havn, og eisini fara út- lendsku gestirnir, sum koma til stevnuna, at vitja dansifeløgini kring landið DANSUR Edvard Joensen Stóra fólkadansarastevnan Havleikur verður sett í Havn mikukvøldið og held- ur á vikuna út. Endað verð- ur við stórari veitslu og dansi leygarkvøldið. Einir 300 útlendskir gestir koma til dansistevn- una, og umleið sama tal ella so av føroyingum fara eis- ini at luttaka hesar dagar- nar. Fremmandu gestirnir koma úr øllum Norðan- londum. Tó eru samar og grønlendingar ikki við, men hinvegin koma dans- arar úr Hetlandi í staðin. Dansistevnan Havleikur er avleiðing av stóru norð- urlendsku dansistevnuni, Nordleik, sum føroyingar mangar ferðir hava luttikið á. Í ár var so túrurin komin til føroyingar at skipa fyri, og valdi landsfelagið Sláið Ring at halda stevnu í Før- oyum undir heitinum Hav- leikur. Havleikur verður settur á Vaglinum í Havn miku- kvøldið klokkan 19.00. Umborð fyri Sláið Ring fer at bjóða vælkomin á stevnu, og borgarstjórin í Havn fer at bjóða vælkom- in til Havnar. Landsstýris- maðurin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, fer síðan at seta stevnuna, og so verður dansað. Hvørt landið sær fer at sýna onkran av sínum dans- um, og endað verður við føroyskum dansi, har øll, bæði stevnuluttakarar og áskoðarar annars, taka sam- an og kvøða Ormin Langa, sum skilst. Síðan verður gingið nið- an í Sjónleikarhúsið og í eina fimleikarhøll í Komm- unuskúlanum, har sonevnd- ur samansjóðingardansur verður til midnátt. Viðrar ikki at hava setan- ina úti, verður hon í staðin í ítróttarhøllini á Hálsi. Hósmorgunin spjaðist múgvan kring landið, har ymsu dansifeløgini eru vertir teirra fremmandu, sum skulu sleppa at síggja lankað av landinum og sýna fólki sínar dansir ymsa- staðni, har tey koma. Hesar útferðirnar vara allan dagin. Afturkomin til Havnar um kvøldið verður aftur strongt til leik og spæl, og dansað verður til út á nátt- ina. Fríggjadagin fara tey nógvu aftur útferðir. Hesa- ferð til Fugloyar, har eisini verður ligið nátt. Tó verða summi eftir í Havn, har skipað verður fyri fyrilestrum um ymiskt, sum hevur við dansimentan at gera soleiðis beinleiðis ella óbeinleiðis. Tosað fer at verða um føroyskar dansivanar, um at vaksa upp við føroyskum dansi, um føroyska bátin, eins og sagt fer at verða frá føroyska búnanum, sum fleiri av luttakarunum fara at bera hesar dagarnar, stevnan er. Aftur fríggjakvøldið verður sum vera man dans- að. Leygardagin verður dansað kring Havnina og í Kirkjubø. Tá fara stevnu- luttakararnir, bæði gestir og vertir, at vísa sýni kynstur á 12 ymsum støðum kring í høvuðsstaðnum og í Kirkjubø. Um kvøldið verður stór fráfaringarvetsla í Ítróttar- høllini á Hálsi, har umleið 650 fólk fólk verða við. Matskráin verður úr hav- inum. Havleikur er. Eftir borðhaldið verður dansað bæði í ítróttarhøllini og í HB húsinum. Sunnudagn fara flestu gestirnir avstað aftur, men onkur verður verandi til mánadagin, tá tey allarsein- astu fara. Armar orna andlit rodna Stór fleirtjóða dansistevna fer at seta dám á Havnina og partar av landinum í komandi viku. Umleið 300 útlendskir dansarar koma á vitjan, og føroyingar fara eini at vísa síni kynstur á gólvi Tvær stjørnur og nakrar hvassar við- merkingar. Tað var hvat ummælarin á danska tónleika- blaðnum Gaffa helt framførsluna hjá Clickhaze á Roskilde- festivalinum vera verda. TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Tað man vera fáum ókent, at Clickhaze mikudagin sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð spældi eina konsert á danska Roskilde- festivalinum. Á vevsíðuni hjá Clickhaze stendur at lesa, at konsertin var feit, sum tað verður nevnt, og at Clickhaze ongantíð fyrr hevur spælt fyri so stórari mannfjøld. Men konsertin hóvaði eftir øllum at døma ikki øllum eins væl. Danska tónleikablaðið Gaffa gevur undir Roskildefestivalinum út eina sokallaða festival- vís, nevnd Roskilde Daily, har millum annað ummæli av dagsins konsertum verða prentað. Ein av ummælarum blað- sins, Rune Geertsen, hoyrdi konsertina hjá Clickhaze mikudagin. Hann helt ikki nógv um framførsluna hjá føroyska bólkinum. Studentaskúlabólkur Ummælarin byrjar sítt ummæli við orðunum "Denne anmeldelse pisser sikkert en hel del færinger af. Beklager. Men de lokale helte har bare ikke formatet til det, de kaster sig ud i." Vi einum lítlum orsaka til teir føroyingar, sum kenna seg stoyttar av vánaliga ummælinum, fer ummæl- arin víðari við kritikkinum. Hann sigur royndinar hjá Clickhaze at spæla origi- nalan tónleik miseydnast, og kallar ístaðin tónleikin uppgjørdan og keðiligan. Ummælarin endar við at kalla Clickhaze fyri eina samanrenning av Hedning- arna og Skunk Anansie spæld av einum studenta- skúlabólki, og gevur fram- førsluni tvær stjørnur. Hetta eru ikki júst rósandi orð Clickhaze fær á vegnum frá festivalavísini, men samanlagt man bunkin av rósandi ummælum um Clickhaze fylla væl meira enn tey minni positivu. Og tíbetur fyri Clickhaze eru tað vanliga ikki um- mælararnir, men áhoyrar- arnir, sum avgera, hvussu langt ein bólkur kann koma við sínum tónleiki. Clickhaze fekk vánaligt ummæli Áðrenn konsertferðina til Danmarkar, spældi Clickhaze nakrar konsertir í Føroyum. Her er tað Eivør, sum spennir seg út á konsertini í Vestamma herfyri 11 føroyingar sigla við Ruth, sum er gamli Havlot. Gulak Madsen eigur skipið, sum er heimahoyr- andi í Hirtshals FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nótabáturin, Ruth, sum føroyingurin, Gulak Mad- sen í Hirtshals eigur, hevur verið í Føroyum nakrar dagar. Hósdagin vóru teir á Fuglafirði eftir lodnunótini, nú teir skulu til Grønlands, og tá nýtti Sosialurin høvi at hyggja fram við. Ætlanin var ikki at steðga leingi í Fuglafirði, áðrenn kósin varð sett vestureftir. Í stívliga hálvan annan mánaða hevur Ruth roynt eftir norðhavssild í altjóða sjógvi uppi við Svalbard og Jan Mayen. Teir hava land- að sildina í Noregi og eisini umborð á norsk frystiskip, sum liggja har uppi. Tað er ein treyt fyri kvot- unum hjá nótabátunum, sum eru heimahoyrandi í Danmark, at ein partur av veiðini verður landaður til matna. Í Føroyum hevur Ruth lagt sildanótina upp, og nú teir vóru á Fuglafirði, vóru teir eftir lodnunótini. 11 mans við Ruth Á kokkakamarinum um- borð á hittu vit kokkin, Jón Nystrøm, sum seinastu árini hevur búð í Danmark og hevur siglt við Ruth í nøkur ár. Hann var blíður og fryntligur og vildi fegin tosa við blaðið um leyst og fast. Jón flutti til Dan- markar í kreppuárunum og hevur búð niðri síðan. Men eins og allir hinir av manningini, noyddist Jón at hjálpa til at fáa stóru lodnu- nótina umborð. Vit avtal- aðu at ringja til hansara, tá ið høvi beyðst. Nær eitt slíkt høvi verður, er ilt at siga, nú leiðin ber til Grøn- lands. Væntandi verður Ruth í Grønlandi til ólav- søku, men tað veldst um fiskiskap og kvotu. Á brúnni hittu vit skip- aran og beiggja eigaran, Asbjørn Madsen, sum báðir eru synir Arngrím Madsen, sála, í Kvívík. Hann sigur, at Ruth, sum bróðurin nú eigur einsa- mallur, er triðja skipið, sum teir hava havt við at gera. Frammanundan vóru teir parteigarar í Lenu Polaris og seinni eisini Mariu Polaris. Ruth er gamli Havlot, og Gulak keypti skipið í 1990. - Áðrenn skipið fór til fiskiskap, fekk Ruth nýggja brúgv og nýggja hekku í Noregi, sigur Asbjørn. 11 mans eru við Ruth, allir eru føroyingar, men onkur býr í Danmark. Stýrdir av kvotum Skiparin letur hampiliga væl at gongdini, men sigur, at teir eru nógv stýrdir av kvotum. - Vit fiska sild, makrel og lodnu. Hann sigur, at nú teir fara í grønlendskan sjógv at royna, verður lodnan helst løgd upp á Bolungavik í Íslandi, sum liggur í út- nyrðingarpartinum av Ís- landi og er stytsta farleið úr Grønlandi. - Vit plaga at verða heima aftur á ólavsøku, men okk- urt árið hevur verið roynt út í august mánaða. Royndin er nógv har yviri hesa tíðina, og tá ið líður út á summarið, plaga skipini at missa lodnuna burtur. Úr Danmark fara bæði nóta- skip og trolarar til Grøn- lands at royna eftir lodnu, sigur Asbjørn Madsen. Tá ið Ruth kemur aftur úr Grønlandi, fer skipið á makrelveiði. Ruth til Grønlands á lodnuveiði Asbjørn Madsen, skipari og beiggi eigaran, Gulak Madsen, letur hampiliga væl at gongdini. - Men vit eru nógv stýrdir av kvotum, sigur hann Kokkurin, Jón Nystrøm, hevði eisini úr at gera, tá ið lodnunótin skuldi hálast umborð Ruth á veg á Fuglafjørð hósdagin eftir lodnunótini. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6