leygardagur 29. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
9
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hava nóta-
skipini, sum fiska svart-
kjaft, bæði roynt í ís-
lendskum og føroyskum
sjógvi.
Trý nótaskip hava landað
á Havsbrún í vikuni.
Krúnborg hevði 2500
tons, sum teir fingu í fýra
hálum. Teir fóru avstað
leygardagin og vóru inni
aftur týsdagin.
Í vikuni hava Tróndur í
Gøtu og Christian í Grótin-
um eisini verið inni; teir
høvdu ávikavist 2700 og
1950 tons.
Á Havsbrún siga tey, at
svartkjaftafiskiskapurin er
misjavnur. Fiskur er at fáa
bæði í íslendskum og før-
oyskum sjógvi, og viðhvørt
royna skipini á markinum
millum londini.
Í
løtuni
eru
svart-
kjaftaskipini í føroyskum
sjógvi.
- Men prísurin er
munandi betur, sigur
Tummas Justinussen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í einar seks vikur hava
Polarhav og Stjørnan roynt
eftir gullaksi. Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin eru eisini á
gullaksaveiði, men teir
byrjaðu eitt sindur seinni
enn hinir báðir.
Polarhav og Stjørnan
vóru í Saltangará í vikuni
við 300.000 pundum.
Skipini leggja altíð veið-
ina upp hjá P/F Beta í
Saltangará. Fiskurin verður
síðan koyrdur norður til
Tavuna í Leirvík, har hann
verður skorin og malin til
fars.
- Hendan lastin endaði
øll í Leirvík. Annars hava
Fiskavirking í Miðvági og
Kollafjørð Pelagic keypt
nakað av gullaksi. Í Mið-
vági verður fiskurin eisini
skorin og malin til fars; í
Kollafirði
verður
hann
heilfrystur, veit Tummas
Justinussen at siga.
Minni at fáa, betri
prísur
Tummas sigur, at gull-
laksafiskiskapurin hevur
verið væl slakari í summar
enn í fjør summar, men
prísirnir hava samstundis
verið væl betur.
- Góðu prísirnir hava ikki
vigað upp ímóti tí, sum
fiskiskapurin hevur verið
minni, men hetta hevur
gjørt góðan mun.
Hann heldur, at óstøðuga
veðurlagið í summar er ein
orsøkin til, at fiskiskapurin
hevur verið minni.
Gullaksaskipini
royna
mest vestur av Føroya
Banka og vestur úr Myki-
nesi.
- Meginparturin av gull-
laksafarsinum
fer
til
Noregs og Skandinaviu
annars, og tað ger mun, at
norska krónan lutfalsliga er
sterk, sigur Tummas Just-
inussen.
Væntandi verða skipini á
gullaksi einar tveir mánaðir
aftrat.
Polarhav og Stjørnan landaðu 300.000 pund av gullaksi í Saltangará í vikuni.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Minni at fáa
av gullaksi
í ár
NÁTTÚRA
Vilmund Jacobsen
Við regninum er tað næst-
an, sum hjá bóndakonuni,
ið ringdi til djóralæknan og
gramdi seg um, at hon átti
ikki nær til so nógvar kávar,
sum hon hevði goldið fyri
ísáðing av neytunum.
Summarið hevur ikki
verið nakað serligt - ikki
higartil í hvussu er. Mai
mánaði, ið plagar at vera
tann turri mánaðin, hildn-
aðist illa í so máta. Juni
mánaði hevur heldur ikki
verið nakað at rópa hurrá
fyri, og nú seta vit vónina
til juli mánaða.
Tey, sum ætla sær at
mála, grenja um málinga-
veðrið og handlarnir, sum
selja máling, siga, at lítil
søla er.
Tað er ov vátt í veðrinum,
og seinastu dagarnar hevur
hann ligið høgur í ættini -
og tá er eingin lýggja held-
ur.
Tó so; nakrar góðar løtur
hava
verið,
men
fáar
samanhangandi. Men løtan,
sum er góð, er ikki ring.
Vatngoymslurnar
minka
Hóast vit halda, at mál-
ingalíkindini eru vánalig, tí
tað er ov vátt og kalt, so
minkar kortini úr vatn-
goymslunum - eisini úr
goymsluni hjá Nes komm-
unu á Konvatni, har hendan
myndin er tikin í ivikuni.
Kommunan
hevur
tó
aðrar "reservar" at taka til,
um neyðugt, og í seinasta
lagi verður vatn pumpað
niðan av Toftavatni - og tað
tømist ongantíð, so stórt tað
er.
Djóralæknin,
sum
bóndakonan argaðist inn á,
tí rokningarnar fyri ísáðing
vóru ov stórar í mun til tað,
sum undan kom, spurdi
konuna, um hon átti nøkur
børn.
Jú, hon átti tvey.
"So veitst tú, meðni, at
tað er ikki altíð tað, ið sátt
verður,
sum
kemur
undan…"
Og soleiðis er eisini við
regninum, nú hásummar er.
Vit siga, at tað regnar
næstan hvønn dag, men
kortini minkar úr vatn-
goymslunum.
Krúnborg fekk upp í eftir fýra hálum
Tríggir nótabátar hava
landað til Havsbrún í vikuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv regn, men lítið vatn
Vøkur mynd av Konvatni - varði, hólmar og vindmyllan beint eystanfyri stóra hólmin. Hóast
vit halda, at summarið er ov vátt, minkar úr vatngoymslunum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tá ferðafólkini høvdu
sett seg væl til rættis
umborð á flogfarin-
um hjá Atlantic Air-
ways, sum var á veg til
Billund hósdagin á
middegi, fingu tey
brádliga boð um at
fara úraftur flogfarin-
um
SJÚKRAFLUTNINGUR
Stefan í Skorini
Orsøkin var, at ein sjúkl-
ingur frá landssjúkrahúsin-
um skuldi flytast til Keyp-
mannahavnar beinanvegin.
Umboð fyri Atlantic Air-
ways sigur, at einki annað
flogfar var í nánd, og tí
vórðu ferðafólkini biðin
um at fara útaftur, tí talan
var um bráfeingis sjúkra-
flutning.
Flogfarið skuldi til Bil-
lund, og øll ferðafólkini
sluppu við Maersk-flogfar-
inum tveir tímar seinni.
Sagt verður, at hetta kemur
ógvuliga sjáldan fyri, men
at seinkingin hjá ferðafólk-
inum í hesum førinum var
ógvuliga lítil.
Seinkin
Stefan í Skorini
Tá Norrøna kom á Havnina
fríggjadagin klokkan 14,
var hon seinkað heili átta
tímar. Hon skuldu av
røttum lagt at klokkan seks
á morgni og fara av avstað
aftur einar tveir tímar
sienni. Nú leggur hon
væntandi
frá
bryggju
klokkan trý seinnapartin,
ella tá skipið er klárt at
fara.
–
Orsøkin
til
hesa
seinking
er
tað
sera
vánaliga veðrið, sum vit
hava
havt
seinastu
dagarnar,
sigur
Áki
Jespersen á Smyril Line.
Hann sigur, at seinkingin
eisini stendst av, at tað
onkuntíð
hevur
gingið
heldur striltið at fáa fólk og
farm til høldar umborð.
Nú óskil er komið í
ferðaætlanina
hjá
skipinum, vænta tey á
Smyril Line, at siglt verður
aftur
eftir
røttu
ferðaætlanini einaferð í
næstu viku. Norrøna hevur
nakað at geva av á næsta
túrinum til Danmarkar,
men øll tann mista tíðin
verður ikki tikin innaftur á
hesum túrinum.
Týsdagin 2. juli fer
Hóraldur Joensen
úr Gøtu at verja
doktararitgerð sína
á universitetinum í
Bergen
DOKTARAHEITI
Stefan í Skorini
Ritgerðin hjá Hóraldi
snýr seg um at skilja
millum stovnar av fiski
út frá fitisýrunum í
gøgnunum, serliga hjart-
anum. Kanningarnar hjá
Hóraldi vísa stóran mun
í nøgdunum av ymsu
fitisýrunum í toski á
Landgrunninum og á
Føroyabankja. Tær vísa
eisini stóran mun mill-
um ymsu sløgini av
kongafiski í landnyrð-
ings Atlantshavi, og at
fýra ymsir stovnar av
trantkongafiski eru í
sama øki.
Hetta síðsta kann hava
stóran týdning í altjóða
orðaskiftinum um skip-
an av fiskiskapinum
eftir trantkongafiski og
fyri býtið millum lond-
ini.
Hóraldur hevur sein-
astu fýra árini verið
knýttur at Fiskirann-
sóknarstovuni.
Hann
hevur áður verið lærari á
Studentaskúlanum
og
HF-skeiðnum á Kambs-
dali í fleiri ár.
Ritgerðin nevnist á
enskum
»Discrimi-
nation among fish spe-
cies and stocks by multi-
variate analysis of fatty
acid profiles in selected
tissue«.
Hóraldur Joensen
verja doktararitgerð
Fyrrverandi løgtings-
maðurin Finnur
Helmsdal hevur
fingið nýtt starv.
Hann er nú settur
sum leiðari á Føroya
Barnaheimi
STARV
Stefan í Skorini
– Eg eri ómetaliga spentur
at fara undir hetta nýggja
starvið. Her skal eg arbeiða
við bæði barna- og familju-
forsorg,
sigur
Finnur
Helmsdal.
Finnur hevur júst sitið í
fýra ár sum tinglimur fyri
Tjóðveldisflokkin,
men
hann slapp ikki innaftur í
tingið. Tí søkti hann hetta
starvið og er nú settur sum
leiðari á Føroya Barna-
heimi.
Hann tekur við starvinum
eftir Mirjam Johannesen,
sum ikki søkti starvið. Hon
hevur verið virkandi leiðari
seinasta árið, eftir at táver-
andi leiðarin Sólrun Jaco-
bæus fór úr starvinum.
Finnur Helmsdal er 50
ára gamal og er útbúgvin
sosialráðgevi. Hann ar-
beiddi sum sosialráðgevi á
Almannastovuni frá 1981-
85. Í árunum frá 1985 til 94
var hann leiðari á and-
veikraverdnini, inntil hon
varð niðurløgd í 1994. Eftir
tað starvaðist hann á Al-
mannastovuni í nøkur ár,
áðrenn hann fór í tingið í
1998. Finnur Helmsdal
hevur ikki havt nakað ann-
að starv, meðan hann var í
tinginum.
Nú skal hann so taka sær
av barnaheiminum. Heimið
er júst umskipað, og fyrsta
uppgávan hjá Finni verður
at seta tíggju fólk í starv.
Fimm umsóknir vóru til
starvið, og meirilutin av
umsøkjarunum vóru mann-
fólk, upplýsir Beate L.
Samuelsen, næstformaður í
nevndini fyri barnaheimið.
Finnur Helmsdal leiðari
á barnaheiminum
Finnur Helmsdal er júst settur sum leiðari á Føroya
Barnaheimi. Hann gleðir seg nógv at fara undir hesa
uppgávuna eftir fýra ár í tinginum
Norrøna seinkað av vána veðri
Norrøna hevur verið nógv
seinkað seinastu tíðina av tí
ringa veðrinum, sum hevur
verið. Hon siglir væntandi
eftir ferðaætlanini aftur í
næstu viku
Ferðafólk koyrd úr flogfarinum
Flogfarið hjá Atlantic Airways skuldi hósdagin nýtast til
bráfeingis sjúkraflutning, og tí mátti ferðafólkini fara úraftur
flogfarinum
C
M
Y
K
9
8