Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28. — 20. apríl 1977 Framhald frá síðu Í yrki, mangir teirra eru sera kunnugir við norðurlendsk við- urskifti, hava verið langt áramál í starvi sum umboðsmenn fyri blød og útlendskar tíðindastovn- ar í Keypmannahavn. At reksa upp øll nøvnini ber ikki til við avmarkadu blaðrúmd okkara, men tað eru frægir tidindamenn, sum umboða stórstu blød og tíðindastovur í útheiminum. Formaðurin í útlendska pressufelagnum í Danmark er umboðsmaðurin hjá DPA, Ernst Sigfried Hansen, ið er av suður- jútskari ætt, og hesin hevur í mong ár verið fremsti álitismað- ur útlendsku blaðmanna sum formaður í felagnum. Sjálvur er hann eisini við í ferðini og hevur annars saman við pressustjóran- um í danska uttanríkisráðnum, Anders Georg, gjert eitt ógvu- liga stórt fyrireikandi arbeiði til ferðina longu síðani tidliga í vetur. Tað er helst ikki at ivast í, at henda bólkaferð av frægum tíð- indamonnum kann koma at skapa virðismikið »puplicity« fyri Føroyar í útlondunum kom- andi tíðina. Teir eru allir av fullum huga sinnaðir at greiða útlendskum lesarum frá hesum lítla oyggjalandi í Atlantshavi, og ti skulu teir eisini vera hjartaliga vælkomnir higar. sosialurin Djóraverndarfelagið Vanligi ársaðalfundurin verður á Hotel Føroy- um hósdagin 28 apríl klokkan 20. Dagsskrá sambært lógina. Nevndin Utbjóðing Vegna Vágs kommunu verður við hesum arbeiði í sambandi við gerð av 600 m* stórum vatnbrunni í Vági boðið út alment. Útbjóðingartilfarið fæst til láns á skriv- stovu okkara frá mándadegnum 18. apríl kl. 10.00. Skrivlig boð í afturlatnum brævbjálva Vatnveiting til Vágs, goymslubrunnur verða at senda til skrivstovu Landsbyggifel- agsins. Boð skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. mei kl. 16.00. Tey verða tá latin upp, og kunnu teir, ið boðið hava, verða hjástaddir. Landsbyggifelagið P/f Grønlandsvegur 5 3800 Torshavn Tlf.14744 Sida 11 Studningur frå »Føroyagrunninum frå 1971« Sambært vidtøkurnar fyri Føroyagrunnin frå 1971 skal urtøkan av ogn grunnsins nýtast til studnong til 1 Vinnuútbúgving av ungum føroyingum 2 vinnuroyndir innan fiskarí, handverk og ídnað, marknaðarkanningar og tílíkt Stýrið fyri grunnin ger av støddina á studninginum, og til hvgnn hann verður veittur. Studningur verður ikki veittur til útbúgving á økjum, ið fella undir verandi studningsskip- anir annars. Í umsóknini um studning eigur gjølliga at vera greitt frá, hvat studningurin skal nýtast til, eins og grundgeving fyri ta ynsktu upphæddina. Umsóknir mugu verða framkomnar í seinasta lagi 25. mei 1977 til Føroyagrunnurin frá 1971 v/E. Kallsberg Føroya Landsstýri 3800 Tóshavn ÓKEYPIS KANNAN AV DEKKUM Uttan góð dekk, er sjålvt tann besti bilurin x Eru bremsurnar í lagi? x Eru hjólini avbalansera? x Er ljóðpotturin í lagi? x Eru fjarðarnar í lagi? x Er sporingin í lagi? x Og av størsta týdningi: einki verdur. Tryggleiki tygara velst av hvgrjum dekkum, bilur tygara er skøddur við. Og tryggleiki tygara er treytaður av teimum mekanisku lutunum, sum hava samband við dekk tygara. KOYRA TYGUM VIÐ RØTTUM DEKKTRYSTI??? Vit eru vísir i, at nógv av hesum eru ivamål hjá teim flestu. Tað ivast við ikki í. Saman við vælútbúgnum teknikkarum hjá Michelin, geva vit tygum svar uppá alt, ið viðvíkur undirparti á bili tygara. Service-fólkið hjá Michelin er til reiðar at hjálpa tygum. Kom og fá dekk tygara kannað — ókeypis Shell Service Stødin — Tvøroyri Hósdag tann 21. apríl klokkan 09.00 — 18.00 SUPER DEKK SERVICE — Tórshavn Fríggjadag tann 22. apríl klokkan 09.00 — 18.00 ESSO Service Stødin — Kollafjørddur Leygardag tann 23. apríl klokkan 09.00 — 18.00 ESSO Service Stødin — Klaksvík Suðuroy Mánadag tann 18. apríl klokkan 09.00 — 18.00 ESSO Service Midstødin — Saltangará Týsdag tann 19. apríl klokkan 09.00 — 18.00 Neinbjørn Nattestad — Bilverkstaður Miðvág Mikudag tann 20. apríl klokkan 09.00 — 18.00 Borðoy Eysturoy Streymoy Vágar