fríggjadagur 22. apríl 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
4
Nr. 29. — 23. apríl 1977
sosialurin
Diskotekklubburin í Tórshavn:
Útnyttilsi
av ungdóminum ?
Nevndarlimir býtt yvirskotið uttan heimild
Í dag verður eykaaðalfundur í
diskotekklubbanum í Havn. Or-
sekin: Limirnir eru ónegdir við
viðurskiftini í felagnum.
Diskoteque Club varð stovn-
adur i 1971 við ti endamåli at
skipa fyri dansi. Fyrimunurnir
við einum tilikum klubba vóru
Petur Olivar í Hoyvík
fleirið at sleppa undan at gjalda
stuttleikaskatt, at hava dans
longri út á náttina og hava
atgongumerkini bíligari.
Tað er einki dulsmál, at
limirnir í diskotekklubbanum
eru vorðnir meira og meira argir
inn á sitandi nevndina, sum ein-
ans telur tveir mans. Henda
ónegd við nevndina, tað eru
Petur Olivar í Hoyvík og Árni C.
Joensen, er komin tidliga til
sjóndar.
Á panelfundi í oktober mán-
aða í 1974, sum ungmannafelag-
ið Skansastova skipaði fyri, kom
fram, at ungdómurin sjálvur
hevði hug at skipa fyri dansi,
har yvirskotið kom teimum
sjálvum til góðar t.v.s. uttanum
nevndina í diskotekklubbanum.
Ungdómurin
spart nógv
Annar av nevndarlimunum í
Diskotekklubbanum, Petur
Olivar í Hoyvík segði tá, at
síðani diskotekklubburin varð
stovnaður, hevði ungdómurin
spart umleið 691.000 krónur í
mun til atgongugjeldini til al-
mennan dans. Ein av panellut-
takarunum hevði eina aðra á-
skoðan um hesi viðurskifti.
Hann helt, at diskotekklubburin
í Havn hevur eitt vinnuligt
endamal. Hann segði seg als ikki
hava skilt, at virksemi klubbans
í síni heild kemur ungdóminum
til góðar, men heldur onkrum
ødrum.
— Her als ikki talan um lima-
dans, men um almennan dans so
tað forslær, varð sagt. Hann
segði víðari at tað einasta sum er
neyðugt fyri at sleppa í disko-
tekdans er at keypa seg inn og
síðani dansa.
26. oktober 1975 varð aðal-
fundur hildin. Á hesum fundi
varð roknskapurin fyri 1974
framlagdur. Hann var ikki revi-,
deraður, og tískil vildu limirnir
ikki góðkenna hann. Roknskap-
urin varð kortini góðkendur í
trygd av, at hann varð revider-
aður innan 14 dagar.
Hesin roknskapur er enn ikki
revideraður.
Fyri at bøta um ónegdina við
nevndina settu teir báðir nevnd-
arlimirnir eitt uppskot fram um
at skipa eina kontaktnevnd.
Henda nevnd hevði til endamáls,
at vera ein liður millum dansi-
fólki og diskotekklubbanevnd-
ina.
Øll uppskot til broytingar
skulu igjøgnum kontaktnevnd-
ina, sum sidani skal leggja tey
fyri nevndina i diskotekklubban-
um. Kontaktnevndin fekk ongan
avgerdarrætt men fribilettir til
dans i diskotekklubbanum.
Eingin adalfundur
i mars
Sambært lógina i diskotek-
klubbanum skuldi aðalfundur
verða hildin aftur í mars mánaða
í ár. So varð kortini ikki. Tískil
gjørdu fleiri limir í klubbanum
av at kalla saman til eykaaðal-
fund. Tann 2. og 3. apríl vórðu
innsavnaðar undirskriftir frá
limunum og uml. 90 prosent
skrivaðu undir kravið at kalla
saman til eykaaðalfund.
Herfyri kallaðu teir báðir
nevndarlimirnir saman til lima-
fund. Orsekin var tann, at teir
ikki kundu vera til sjálvan eyka-
aðalfundin, tí teir báðir eru
burturstaddir tá.
Leiga sjálvir hølini
Á limafundinum mettu umleið
350 fólk. Nevndarlimirnir løgdu
fram roknskaparnir fyri 72, 73,
74 og 75. Einans roknskapurin
fyri 1975 var revideraður.
Pauli Ellefsen, granskoðari,
sigur í viðmerkingunum til rokn-
skapin:
Omanfyristandandi = roknskap,
sum samsvarar við bøkur klubb-
ans hava vit reviderað. Vidtøkur
klubbans geva ongar reglur um
samsýningar fyri arbeiði v.m. til
teir sum eru í nevnd. Heldur ikki
eru reglur um býti av einum
møguligum úrsliti.
Á fundinum kom fram, at tað
eru Petur Olivar í Hoyvík og
Árni C. Joensen, sum leiga hølini
frá Havnar Klubba til dans — og
ikki sjálvur diskotekklubburin.
Kortini er tað diskotekklubburin
sum rindar leiguna. Uppá fyri-
spurning hver eigur teknisku
útgerðina hjá diskotekklubban-
um, svaraðu teir báðir nevndar-
limirnir, at tað gera teir báðir.
Og teir leiga síðani útgerðina til
diskotekklubban. Henda leigan
var í 1975 umleið 16.000 krónur.
Á roknskapinum, sum varð
framlagdur, sæst, at teir báðir
hava fingið gott 45.000 kr. hver
fyri at vera nevndarlimir í
£
Arni C. Joensen
diskotekklubbanum. Tað kom
eisini fram á fundinum, at lógin
ikki heimligar nekrum at fáa
pening av yvirskotinum hjá
klubbanum. Til hetta svaraðu
teir báðir nevndarlimirnir, at teir
hildu at tað var eitt rímuligt
krav. Í lógini hjá klubbanum
finnst eingin avgerð um, hvar
pengarnir skulu fara.
Fimmmannanevnd
Á fundinum kom eisini fram, at
limirnir ynsktu eina nýggja
nevnd. Henda nevndin skal vera
ein fimmmannanevnd. Til hetta
svaraðu teir báðir, at sleppa teir
ikki einsamallir at halda fram
sum nevndarlimir so ynsktu teir
ikki at vera í klubbanum meira
og hóttu við at dríva almennan
dans ístaðin. Sostatt verður
diskotekklubbin húsvillur, tí
nevndarlimirnir hava tryggjað
sær helini frá Havnar Klubba.
Tað eru teir báðir og ikki
diskotekklubburin, sum leigar.
Sosialurin hevur hitt nakrar
av limunum í sonevnda Akti-
vistbólkinum.
Nevndin einaráðandi
„— Núverandi nevndin er einaráð-
andi, eingin fær nakað at vita og
stóran part av tíðini eru teir
báðir nevndarlimirnir burtur-
stæddir uttanlanda, sigur ein av
aktivistunum. Og hann heldur
fram:
Orsøkin til, at vit kalla inn
til eykaaðlfund er tann, at vit
eru ónegdir við tey ódemokrat-
isku viðurskiftini í klubbanum.
Petur Olivar og Árni hótta við
ve te
0
LL. EA VU
TAB |") 0.
Limir i diskotekklubbanum kanna møguleikarnar fyri at hava dans
aðrastaðni, um teir ikki sleppa at leiga Havnar Klubba.
Havnar Klubba, sær at nevndi
aktivist-bólkurin einans eru tey
fólk, sum hava tikið stig til
innsavnanina av undirskriftum.
Um alt ruggar rætt í Diskotek
Einki ímóti Klubbanum veit ongin enn; men
síggja vit soleiðis uppá tað, at
Havnar klubba tað ikki er meira enn eitt
Vit eru ikki úti uppá at náttúrligt krav frá limanna síðu
heingja Havnar Klubba út, sigur = at sleppa at síggja ein roknskap,
ein annar av aktivistunum. Vit
vilja bert hava, at teir skilja
støduna hjá ungdóminum. Vón-
andi vilja teir leiga diskotek-
almennum dans, t.v.s. teir for-
skrekkja limirnar: dýrari at fara
í dans og liðugt fyrri.
tá lógin jú sigur, at so skal vera.
Í løtuni kanna limir í disko-
tekklubbanum meguleikan at
leiga onnur heli til dans Vit
klubbanum við eini fimm- vitaikki, um Havnar Klubbi vil
mannanevnd á odda, hølini til leiga nýggju nevndini hølini
dans. Sjónleikarhúsið verður nevnt
Eisini vóna við, at nevndin i sum ein fyribils loysn
hh
t 2 ATGONGUPENINGUR
bov. 00
500. 000 /
R /
N
400.000 N
300-000
200.000 1
100.0003 TEPENINA
LIMAKORTSPENINGUR
oe e…— 7
&
snemma da
(914 1973 1914 1915
Omanfyristandandi grafur visur gongdina i pengum, sum er
innkomin fyri seld atgongumerki (ovari grafur) og gongdina i
peningi, sum inn er komin fyri limakort (nidari grafur) i tidarskeidin-
um 72—75.
I 1972 komu 455.522,94 kr. inn i atgongugjaldi, medan årid eftir
komu 375.133,00 kr. inn, altso 80.389,94 kr. minni enn árið fyri.
Bæði eftirfylgjandi árini veksur atgongupeningurin aftur til hann í
1975 er komin uppá 685.461,00 kr. Fallið frá 72—73 svarar til eina
afturgongd uppá 21 prosent.
Verður hugt eftir grafinum fyri limakortpeningin, so økist
limatekningin steðugt. Frá 72—73 er veksturin 13 prosent.
Eitt sindur logið kann tað tykjast at tað árið, tá limakortpening-
urin okist mest, nevniliga 13 prosent, tá er ein afturgongd í inn-
komnum atgongupeningi uppá 21 prosent. Tað, sum ein kundi hugs-
að sær, var at tá limatalid oktist so øktist talið á seldum atgongu-
merkjum eisini, men soleiðis var ikki í Diskotek Club'anum í Havn.
Bæði prísir á atgongumerkjum og limakortum vóru teir somu,
sum árið fyri, so har finnst orsekin ikki