fríggjadagur 22. apríl 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Drepa vit hønuna,
sum leggur gullegg
Í felagseuropeiska arvinum finst eitt ævintýr,
um mannin sum átti eina hønu sum legði gullegg.
Men í staðin fyri at henda høna varð væl goymd
og viðfarin, so varð hon dripin fyri at fáa fatur á
gulleggunum beinavegin
Nógv av tí sum hevur farið fram og støðugt fer
fram innan fiskivinnuna, tykist benda á sama
framferðarhátt. Havið leggur okkum egg ár
undan ári, men vit evna í dag, og tykjast hava
góðan hug til at drepa møguleikarnar
Gongdin í fiski-
skapinum seinastu
árini
Fiskiskapurin
sum á alheimssjógvi hevur eitt
miðskeiðis Í
heimaleiðum
sermerki, síðan
sekstiárunum. Her verður hugs:
um altjóðafiskiskap undir ein
um. Tað er at skipatalið er ov
stórt í mun til teir fiskastovnar
sum eru
st1ar
hon, at enn
Taka vit I st i sel
unum, so var stødan
var onkustaðni at fara. Var uppi
onkustaðni, t.e skipini
við ovfisking minkað munandi
um stovnin á einum stað, so bar
til at flyta aðrastaðni. T.d.
tað næstan reglubundið, at
norski toskastovnurin varð ov-
fiskaður til eitt mark, har skipini
fingu lítið burtur úr, og so var
flutt, og tá norski stovnurin so
kom fyri seg aftur so var at
hevdu
var
leggja í vaðið.
Hetta fiskimynstur, sum
kanska serliga Japan og Sovjet
hava verið talsmenn fyri, var
ikki av leið so leingi, pláss var á
havinum. Í roynd og veru førdi
hetta mynstur til ein skjótan
vøkstur í heildarveiðuni í heim-
inum.
Men um 1970 var henda sega
liðug, skipatalið var nú so stórt,
at eingin fiskastovnur nakrantið
fekk frið, ongastaðni var at
flyta, í hvussu so er ikki um
okkara leiðir. Hetta setti gongd í
fiskimarksútflytingarnar, tí nú
ráddi um at í hvussu so er at
vissa sær eina javna úrteku, av
tí sum var á heimaleiðum, tá nú
fjarleiðirnar fóru at treingjast.
Í roynd og veru var hetta
byrjanin til eitt heilt nýtt fiski-
mynstur. har havið ikki longur
var roknað sum ótemiligt, men
har nú haldast skuldi hús við
avmarkaðum fiskanegdum. Og
hetta merkti aftur, at hugsunar-
hátturin skuldi broytast frá
rúgvufiskiskapinum í fjarfiski-
skapinum, har fiskað var fyri
litaleyst og óstýrt, til ein útróðr-
arhugsunarhátt, har stýrast má
fyri at fáast mest burturúr
Og eitt hevur víst seg heilt
týðuliga, at hin einasta stýring
in sum veruliga munar er at
hava eftirlit við. hvussu nógv
skip sleppa til at fiska ávisan
stovn
Gongdin í Føroyum
i seinastum
Tå íslendingar fluttu ut i 1972
var hetta byrjanin til eina veld-
uga skipabyggjan. Einki er at
ivast at tad sum hendi var at fyri
hvønn enskan trolara, sum fór út
kom ein islendskur í staðin, so at
tann stødan við ovurfisking,
sum hevði verið atvoldin til
útflytingina helt áfram, bert nú
íslendingum í leiklutinum
hjá bretum
Stødan er síðani broytt í
Íslandi. Teir islendsku fiskifrød-
ingarnir ávarðaðu um gongdina,
og mynduleikar og vinnustovnar
hava fylgt ráðum teirra, so at
flestu stovnar nú eru undir
við
tryggum og stýrdum eftirliti,
sum tryggjar at uttan mun til
hvat náttúran letur koma und-
an, so fæst mest burtur úr í vekt
mm
— Vandin er, at vit knappliga hava alt ov nógv skip...
og ikki bert fyrsta árið, men
eisini tey fylgjandi.
Mær tykir, at vit eru um at
gera sama feil sum íslendingar
gjørdu í 1972. At sleppa ov
nógvum skipum upp í part.
Ikki so at nógv skip eru til at
taka fiskin undir Føroyum, men
hin væntandi stýringin vísir seg
í, at allar ílogur tykjast fara til
bátar og skip, sum fyrst og
fremst skulu dúva upp á toska-
stovnin (av tí hann gevur besta
pris). Vandin er, at vit knapp-
liga hava alt ov nógv skip í mun
til tey tons toskastovnurin kann
kasta av sær og royndin visir, at
tá fyrst skipini eru komin, so er
ringt at stýra rættvist, øll
styring verður tå skerjing og
hon verður nú ikki borin við
góðum tannbiti
Tveir møguleikar
Mær tykist at bert tveir møgu-
leikar eru. Tað er at politikarar
og vinnuliv gera sær avleiðing-
arnar av tí, sum teir gera púra
greitt við at nýta tað eftirhond-
ini rættuliga stóru vitan vit
hava um stødd og berievni hjá
stovnunum undir Feroyum, og
út frá hesum leggja ein fiski-
vinnupolitikk til rættis, við ein-
um vælgreindum endamáli.
Ella gera sum nú, har tað
mest tykist vera at lata standa
til. Ella sagt á ein anna hátt, so
er trúgvin uppá, at bruttoregist-
aratons og rúgva av fiski er
einasta sáliggerandi fyri fer-
oyska búskapin enn so sterk, at
ein og hver sum leggur í fær
stuðul til bygging, klárar hann
bert síni 10% í eginpeningi.
Eg haldi, at tað er alt í lagi, at
menn sleppa at byggja, men tá
skattaborgararnir gjøgnum
studningslån og skattalættar
bera so mikið stóran part av
flestu skipum sum koma til
landi, so haldi eg, at krav kann
setast um at farið verður fram
við hógv
Eg ivist ikki i, at meguleik-
arnir høvdu verið væl meira
gjølla umhugsaðir áðrenn farið
var undir bygging, um bæði
skattalættar og studningslán
vóru burtur.
Tað er ikki bara tað, at
stovnurin verður fiskaður á ein
skilaleysan hátt, tað er nóg
ringt, men uttan at vera búskap-
arfroðingur havi eg ongantid
skilt, at tað skal vera figgjarligt
skilagott, at sleppa t.d. 40!
bátum at fiska ta rúgvu, sum í
veruleikanum 20 bátar kundu
Veiða | 6 | 12
ialt | |
Pr. fiski— | 6 | 6
mann I |
um tíman =rz ? lært t
Tal å | 1 2
fiski — |
monnum |
Stovnur
a
I
re»
rr
rr
+
re
Kk
ernære I ren
re Fm er
pet rer me
Nr. 29 — 23. april 1977
hevur verið so ringt at fingið
ráðini frá fiskifrødingum fylgd,
er, at har er ein týðiligur munur í
langtíðaráhugamálum hjá sam-
felagnum sum heild, og hjá ti
einstaka, sum skal hava bátin at
bera seg í ár. Fyri at báturin skal
bera seg, kann hann ikki leggja
seg undir kvotur, men má sleppa
10
-—
— -—
1
—— rr
I
um dd
rr
Fo
+ rep
———
rt
nkukákøusdlkini
Vøkstur i fiskiskapi er soleiðis lýstur: Heildarveiða, veiða pr. fiskara
um tíman, tal av fiskarum og steddin á stovninum. Við fiskimanna-
talinum veksur heildarveiðan og veiða pr. fiskara um tíman, men
bert til eitt ávíst punkt. Tá skipanin er vorðin nóg lítil, minkar fyrst
veiðan hjá teim einsteku fiskarunum og síðan eisini heildarveiðan
ógvuliga skjótt — vit eru komin til steðið fyri ovurfisking. (hegri
teigur). Færri fiskarar føra bæði til størri heildarveiðu og meira til
hvenn fiskara
klárað. Tí soleiðis er saman-
hangurin, at teir fyrstu sum tað
svíður til, tá vit hava havt
áhaldandi ovfisking, er fiski-
mannin og útróðrarmannin, tí
minni verður fiskað upp á mann-
in og bátin.
Interssustríðið millum
langtíðaráhugamál og
dagsins áhugamál
Onkur hevur sagt, at stýring av
fiskastovnum eftir ráðum frá
serfrødingum, í hesum førum
fiskifrødingum, eru altid langtið-
arætlanir. Vinningurin sæst ikki
fyrr enn nøkur ár eftir, júst sum
missurin kanska heldur íkki
kemur fyrr enn nekur ár, um
fiskað verður uttan skil.
Fiskiflotin hevur nokk við at
hugsa um dagin í dag og fáa
endarnar at rokka saman.
Og hetta er púra rætt. Ein av
høvudsgrundunum til, at ofta
at fiska í ár, tað hjálpir lítið
honum, at útlitini vera betri um
2—83 ár, tá stovnurin av skerj-
ingunum er komin fyri seg aftur,
kanska.
Og her eru vit í kjarnanum av,
um tað er møguligt at stýra. Tað
er spurningurin um hvat polit-
ikkarnir leggja størsta dent á,
langtidarsamfelagsåhugamålini,
å tryggum grundarlagi, sum
úrslit av einum miðvisum fiski-
vinnupolitikki, ella um teir
leggja storri dent á hin átroðk-
andi dagstervin hjá einstakling-
inum, at sleppa at leggja í skip,
at fiska óavmarkað etc. etc.
Tað er úrslitið av hesum
interessustríði, sum kemur at
avgera lagnuna hjá stovnunum
undir Føroyum. Og tilfar er til at
ein og hver kann gera sær
avleiðingarnar greiðar, uttan
mun til úrslitið av stríðnum.
Kjartan Hoydal