fríggjadagur 22. apríl 1977síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 23. apríl 1977
— i ———— 7
sosialurin
Landskappingin
í hondbólti byrjað
Nógv lið
Tað eru 16 felog kring alt landið,
sum luttaka í landskappingini í
hondbólti, við tilsamans 111 lið-
um. Kappingin sum byrjaði fyri
viku síðani, heldur fram til síðst
í juni mánaða. Talið á liðum í
teimum ymsu deildunum eru:
Kvinnur:
1: deild: 4 lið
2. deild: 8 lið
Unglingadeildin: 7 lið
Gentudeildin: 14 lið
Smágentudeildin: 15 lið
Pinkugentudeildin: 13 lið
Menn:
1: deild: 7 lið
2. deild: 7 lið
Unglingadeildin: 6 lið
Dreingjadeildin: 7 lið
Smádreingjadeildin: 12 lið
Piltadeildin: 11 lið
Í kappingini, sum júst nú er
útkomin, stendur m.a., at av ti,
at dómarafelagið ikki arbeiður
longur, hevur tað bert verið
møguligt at seta nevnini á
dómarunum í kappingarskip-
anina fyri 1. deild, kvinnur og
menn. Tessvegna verður álagt
felogunum at seta ein dómara í
part til hvønn av dystunum i
hinum deildunum.
Mint verdur å
Annars verður i kappingarskip-
anini mint å: at um felag ikki
leikar åsettan dyst ella tekur lið
úr kappingini, áðrenn hon er lið-
ug, verður tað sektað eftir grein
27 í kappingarreglunum.
At week-end t.v.s. leygar- og
sunnudagar verður roknað sum
ein leikdagur uttan so, skipanin
lýsur, at lið leikar bæði leygar-
dag og sunnudag
At til fyrsta dyst hjá einum
liði skal altíð stillast upp við
nýggjum leikarum. Síðan verður
upp- og niðurflyting eftir vanlig-
um reglum.
Her kemur Kári ikki ígjegnum
KÍF VIF 16/4
17 18 (11. 10)
Í fyrra hálvleiki hevði KIF
munin við 1 upp í 2 mál.
Mitt í seinna hálvleiki kom
VÍF á odda — tó gjordist
munurin ongantíð størri enn 2
mál, so ivi var allan dystin um,
hver ið mundi fara við sigrinum.
Endaliga steðan gjørdist 17—18
til VÍF.
Bestu menn á velli vóru fyri
VÍF: Kári og Dánjal Jákup.
Fyri KÍF: Hanus og Grettir.
Kombinatiónin, har Kári fór
frá spískum og spældi síðan
Dánjal J. ella Jógvan Páll, var
sera hegnisliga avrikiað og gav
fleiri mál. Málmennirnir Jóannes
og Jerleif komu væl frá uppgáv-
um teirra. Johnny var ikki við
henda dystin.
Strandingar — Neistin >
17/4 8—23 (11—6) -
Neistin, á útivelli, tók beinan-
vegin foringina, men tann stóri
málmunurin kom fyrst í seinna
hálvleiki, tá St.i.F. byrjaði at
dekka 4—2. Tá gjørdist verjan
sera opin, og komu ti flestu mål
Neistans av strikuni. Tå verjan
ikki fungerar, og álopið einki
mál fær er torført at vinna ein
dyst. St.Í.F. scoraði í seinna
hálvleiki 1, mál sítt, tá 5 min.
vóru eftir av dystinum.
Vagnur hevði ein av sínum
góðu døgum við sínum hóttandi
undirarmsskoti. Hann hevur
saman við Hanus úr KÍF Feroya
besta undirarmsskot. Bjarni
kom eisini væl frá sínari upp-
gávu. Jógvan Gregersen var ikki
við henda dagin.
i
fr
;
—
4
Sa at
Ikki við góðum, tá við illum
Stjórnan — Kyndil
10—32 (8—17)
Her gekk javnt tað fyrsta kort-
erið 5—5, men so tók Kyndil dyk
á seg og fór upp á 7—14. Staðan
í hálvleikinum var 8—17.
Stjarnan royndi seg við at mans-
uppdekka Sverra og Finn, men
hetta var betri ógjert, tí tá fekk
Áki rættuligt pláss at hóreiggja
sær. Munurin gjørdist alt størri
sum frå leid, og endaliga stødan
varð 10—32. Eitt slíkt tap eigur
at vera tikið til eftirtektar av
venjaranum: so leingi spælið so
at siga einans gongur upp á ein
spælara, vil hetta endurtaka
seg.
Hjá Kyndil komu so at siga
allir væl frá uppgávum sínum,
men enn einaferð skoraði Sverri
fram úr, hann hevði ein sera,
sera góðan dyst. Finn, ið aftur
sást á velli, hevði eisini ein
góðan dyst. Hjá Stjørnuni komu
Egil og Niels Pauli frægast frá
dystinum.
HB Ki
10 (1 0)
Vinardysturin sunnudagin imill-
um HB—KI, endadi vid sigri til
HB 1—0. Dysturin var sum
heild vånaliga spældur. Vindur-
in gjørdi sitt til at gera dystin
vånaligan. HB fekk viðvind
fyrra hálvleik og hevði tað mesta
av spælinum, men Kl'arnir
vardu málið ógvuliga væl. Nak-
að úti í hálvleikinum varð Eyðun
hjá HB feldur harliga inni í
brotssparkfeltinum hjá KI, og
dómarin dømdi straks brots-
spark, sum John setti í netið.
Annar hálvleikur byrjaði væl
og KI kundi nú pressa á í
undanvindi, og kundi lættliga
havt skorað fleiri ferðir, um
HB'verjan ikki var so stinn.
Nevnast skal at Páll Sigmund
hjá KI hevði 2—3 upplagdar
målmøguleikar, sum áttu at givi
bonus, men ólukkutið.
Sum tad sæst å hesum dyst-
unum og ødrum vinardystum i
ár, er tað ringt at spáa nakå um,
hvørji lið fara at koma best frå
startinum í landskappingini,
sum fer at byrjað um einar 14
dagar. Men spennandi verður,
hvussu Fram fer at klára seg í ti
hábærsliga raðnum.
Fram — ÍF
3—1 (0—1)
Teir nýupprykktu Frammararn-
ir komu væl frá dystinum ímóti
Fuglfirðingum. Fyrri hálvleikur
varð væl leiktur, og hevdu
fuglfirðingar ein sera góðan g
málskan miðframherja í bretan-
um, teir hava fingið heim til
Føroyar. Aftaná nakrar mis-
skiljingar frammanfyri Fram-
målinum, stakk bretin seg fram
og sparkaði bóltin framvið
Høgna, til 1—0. Hetta var so
hålvleiksstødan.
»Fram« vildi tó ikki dvina og
fóru út á vøllin til annan hálvleik
at vísa, at teir væl kunnu gera
seg galdandi í 1. deild. Birgir
fekk javnað út til 1 —1, og aftan-
á at Jógvan hevði skotið á
stongina, kom nýggji leikari hjá
Fram, Fritiof skoraði hegnisliga
til 2—1. Tað var ongin ivi um,
hver fór at vinna henda dystin.
Fram hevði so gott sum alt spæli
i øðrum hálvleiki, og Jógvan
lætt havt skorað fleiri
tað hann skoraði til
varð tað endaliga
kundi
mál, enn
3—1, sum
úrslitið
Sverri ósvikaliga sikkur
7
OVA IAU "i
ALT BA TAÐ ár
1
ERP
ut FM
pred
Ítróttatíðindi
útaftur
Ítróttarsamband Feroya fer at
geva Ítróttartíðindi útaftur. Í
hesum sambandi hevur ÍSF sent
postávísingar í hvert hús fyri at
tekna haldarar.
Blaðið kemur fyrstu ferð út-
aftur um mánaðarskiftið, og
ætlanin er at tað skal koma
umleið eina ferð um mánaðin.
Í blaðnum fer ikki einans at
vera skrivað um tey ítriv, sum
eru umboðað í Itrottarsambandi
Føroya, men dentur verður lagd-
ur á, at skapa blaðnum eitt
breitt grundarlag.
Fleiri onnur fritidarsambind
hava tí fingið boðið innivist í
blaðnum, og tey hava øll tikið av
tilboðnum. Sostatt fer Itrotta-
tíðindi um framt at bera tíðindi
um tær greinir, sum ÍSF fæst
við, eisini at gera burturúr talvi,
bridge, billard, skótalívinum,
ítrivinum hjá radioamaterum
0.s.fr.
Ætlanin er at hvert eintakið
skal kosta fimm krónur, og tað
er møguligt at gerast haldari av
blaðnum eisini. Hetta gerst
lættast við at gjalda 40 krónur
við tí postávísing, sum send
verður í hvert hús, sigur ISF.
Ítróttatíðindi hevur ikki kom-
ið regluliga út síðani eina ferð
miðskeiðis í sekstiárunum.
Jógvan Arge verður ábyrgdar-
blaðstjóri í Ítróttatíðindi nú tað
kemur útaftur.
Leiðara-
skeið
í Noregi
Tað norska ítróttarsambandi
hevur boðið 8 foroyingum til eitt
ungdómsleiðaraskeið í Noregi
fyrst í august mánaða. Innbjóð-
ingin er farin víðari til tær átta
deildirnar, har ÍSF biðjur tær
kanna, um tað er nakar, sum
hevur hug at fara avstað.
Norska Ítróttarsambandið
rindar allar útreiðslur fyri uppi-
haldið í Noregi. Starvsnevndin
hjá ÍSF hevur mælt til, at onkur
foryingur fer á hetta ungdóms--
leiðaraskeiðið, í samband við,
tað nú verður arbeitt uppá eina
foroyska leiðaraútbúgving. Í
innbjóðingini frá norðmonnum
verður mælt til, at luttakararnir
helst eru yvir 20 ár.