Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. apríl 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 29 — 23. apríl 1977 sosialurin Síða 11 fiskivinna aðrastaðni Blaka norðmenn virðismiklan fisk yvir borð? Spell at heimsins besti fiskur verður latin likkun- um, sigur norksur fiskiskipari Fleiri hundrað túsund tons av feskum seiði og ferkari hýsu verður á hverjum ári blaka yvir borð frá norskum veiduførum fyri at geva pláss fyri tí meiri virðismikla toski! Hetta er spinnandi galið sigur kendur norksur fiskiskipari, ein trolara- skipari, ið heldur tað vera nógv fyri, at hesin góði fiskur skal verða latin likkunum til matna! Vit síggja ongantíð fuglar, ið elta russiskar ella aðrar trolarar at fáa sær ein góðan bita — men lykkurnar leggja sum ravnar eftir norksum trolarum og eðr- um fiskiforum, tí har er nóg mikið at fáa av ellum tí fiski, sum verður tveittur á sjógv aftur, sigur hesin norski skipar- in, ið harmast um, at so skal vera. Útlendingar eru nógv meiri vandir enn vit, og teir lata einki av veidda fiskinum fara aftur í havið, sigur hann og leggur aftrat: Vit áttu at verið so ansnir, at vit nýta alt av fiski, ið er etandi ella sum kann nýtast innan idnadan uppi á landi. So dyrur, — Á í = 46 ==, wa TE sum fiskimatur er i dag er tad står skomm at blaka fisk fyri milljónir av krónum i virði á sjógv aftur til lykkurnar. Bæði upsi og hýsa er góður fiskamat- ur, og slógvið kann fara til minkafóður. Kunnu útlendsku trolararnir nýta allan fiskin á ein hvønn hátt, áttu norðmenn eis- ini kunna gjert tað. Men ikki allir norðmenn eru samdir við henda trolaraskipar- an. Fleiri mótmæli eru komin fram í norskum bleðum, har aðrir fiskimenn siga,at tá má vera undantek, tá ið fiskur, ið ikki er so hogt mettur sum toskur, verður blakaður á sjógv aftur. A ————mIMmr1 Frakland vil seta forboð móti kópaskinnum Frakland kemur í næstum at seta beinleiðis forboð móti inn- flutning og selu at skinnum, ið stavafrá havdjórum, ið eru í vanda fyri at verða uppfiskað, m.a. kópur úr Grenlandi og New Foundlandi. Forboðið kemur eisini at galda skinn av stórum djórum á landi, sum tikarar, leopardar, jaguarar og pantarar, sigur franski ráðharrin Vincent Anspuer. Alt hetta kann verða sett í samand við árligu pressu- atskókunum móti »hopdråpum« av ungum kópum einanhelst um Labrador-leiðina, og har franska sjónleikarakvinnan Brigitta Bardot er ein av fremstu fyri- sprákarum fyri banna alla kópaveiðu fyri at verja stovnin. Frakland flytur árliga inn 3000 kópaskinn, ið er nóg mikið tilat framleiða 150 pelskápur til tær »finu« frúurnar í landinum ! Kópar eta nógvan flsk — av øllum sløgum — og tí eru tað mong, ið halda tað vera óðamannaverk at friða kópin. Eisini skræða teir gøm og gera sea inn á línur, siga norskir fiskimenn, ið ert illa VIO INUOFÐA Rr ru 4 í | talið av kópum at verða minkað lda nors fi rovndir, t td. á Helge Misnøgdir fraklendingar Blaðið „France Soir« í Paris hevur skrivað um >Hitt bláa Europa«, ið teir nevna fiski- marks-flytingarnar. Blaðið sigur bart út, at tað er óskiljandi at franska stjórnin hevur góðtikið tær fyribilsskipanir, ið europe- iski felagsmarknaðurin, EF, hevur stílað fyri innan EF-hav- ekið. tær koma einahelst illa við hjá fiskimonnum í Bretagne landslutinum, har felstu fronksu heimafiskimenn finnast. Blaðið vísir til eina samráðing, ið fiskivinnustovnurin >Premier- es assisies nationales de la mere< hevur havt við franksa tjóðar- tingið undir forsæti av tí kenda politikkaranum og fy rrverandi ráðharra Edgar Faure. Hesin stovnur er komin til tað úrslit, at „Frakland hevur latið bestu trumfkort síni í fiskivinnumál- um frá sær«. Men vend kann koma í heldur blaðið, ið vísir til, at landið nú er hitt triðjastórsta í Europa, hvat í haveki viðvíkur, um bert stjórnin eigur nóg mikið av áraði til at verja áhugamál fronsku fiskimanna. Stórsta fiskivinnuland innan EF er ann- ans Danmark. Fiskurin flýggjar úr Oyrasundi Oyrasund man verða ein av teimum havleiðum, ið hevur mesta skipaferðslu í ellum heim- inum, men strendurnar fram við eru at meta við ræðuligastu ruskpláss, skrivar svenska »Aft- onbladet<, ið veit at siga, at einans á einum 200 metra strandeki vórðu funnar tómar fløskur, blikk av einum og hverjum slag, gamlar matposar og annað órudd, stavandi frá skipum úr 15 ymiskum londum ! Alt blakað yvir borð. Tað er í tonsatali av óruddi, ið blakað verður fyri borð frá skipum, ið ferðast gjøgnum Oyrasund. Meguliga sekkur tað mesta á botn, men nógv rekur uppá land. Men hetta er bert ein partur av herviligu dálkingini — tað er hin kemiska dálkingin av havinum, ið er tann stórsti vandin og sum gera stórstu skaðarnar, skrivar Aftonbladet. Úr Danmark er beint nú komin ein almenn frágreiðing um vandamiklu viðurskiftini í oyrasundi. »Det danska miljø værn« sigur, at trot uppå Sur evni er ógvuliga stórt flest allastaðni í oyrasundi, og fiskur in er beinleiðis í vanda fyri at verða kvaldur, og nú er fiskurin farin at flýggja úr tí dálkaða Oyrasundi, siga donsku myndu- leikarnir. Góður norskur fiskiskapur undir Føroyum Norska blaðið »Sunnmøre Ar- beideravis< sigur frá góðum uppsafiskskapi hjá norskum veiduførum undir Føroyum, uppsin verður ísaður. Tað eru ikki so fá norsk skip, ið royndu undir Feroyum við gørnum og línu, og yvirhevur hevur fiskiskapurin bæði við gørnum og línu verið góðir, vilja norðmenn sjálvir vera við. Mesti fiskurin verður fluttur til Åle- sund, haðani fiskifer eisini royna aðrar leiðir, t.d. á Sviøyhavet og Aktivneset. Í seinastuni er ikki so nógv av toski komið til Álesund sum vant um hesa tíð. Sovjet keypir íslendskt flak Herfyri varð sáttmáli gjørdur millum selusamgonguna hjá frystiidnaðanum í Íslandi og Sovjet, hareftir íslendingar skulu selja russum 8000 tons av flaki og 1.500 tons av heilfry: firsk Virði av hesun farnu árini, men samráðingar koma seinni at verða um nýggjar íslendskar selur til Sovjet. Eisini er sáttmáli gjørdir við russarar um selu av fiskamati í blikkum (konserves). Russarar 1 :% 1 i Ki