mikudagur 27. apríl 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 27. apríl 1977
Vit skulu byggja upp:
Eitt sosialistiskt samfelag —
sosialurin
Síða 5
—
har oll hava líka rætt at liva uttan at kenna seg
nivdan av undirlutakenslum, sigur Sólmundur
Joensen í hesum lesarabrævi
Tað, ið fekk meg nú at seta fjød-
ur á blað, eru lutvís nakrar upp-
afturtøkur og lutvis egnar hug-
sjónir, ið ein, ið nevnir seg Jens
Pauli Heinesen hevur latið
prentað í 14.sept.-77 og brot í
Dagblaðnum 13/3-77 við yvir-
skriftini Olmussudyrini og
Demagogiin sigraði.
Eg kenni ikki henda mann, tó
havi eg lisið bøkur hansara, sum
hann hevur lagt navn til, men
tað er líka mikið við navninum.
Hetta er tó hamuligur ítrivnað-
arlestnaður. Men tó vil eg í
hesum sambandi nema eitt sind-
ur við nakað, ið hann í hesum
ådurnevndu uppafturtokum
hevur skrivað, ikki ti tað er
hesin J. P. H., men eg eri
stórliga bangin fyri, at tað ikki
bert er hesin persónur, ið hevur
hesar (fyri at siga tað milt:
skaðiligu) eginvildu hugsjónir,
men tað eru fleiri, ið eru sam-
sintir við honum, hóast hesar
hugsanir ikki verða festar í blað-
so liva tær kortini millum
manna.
Sjálvandi er tað ein góður
demagogikkur, at tinna eina
rúgvu av smápettum úr eini
samanhangandi frágreiðing
-kuta sundur- og síðani seta tað
saman, so tað fellur saman í eins
egnu sjónarmið, eins og einhver
kann gera og mangan verður
gjørt t.d. við Halgubók (tað er
bara gott, at J. P. H. ikki er
byrjaður at kuta Halgubók
sundur og seta hasa saman eftir
hansara tykki) so eg vóni inni-
liga, at hesar hansara hugsjónir,
hann her hevur latið festa á blað,
verða at sveima longur og longur
út í himnarúmdina og ongantíð
venda við aftur til klótu vára.
Henda sundurkuting ferir eftir
mínum tykki til eina perifida
skriving, og sum J. P. H.
skrivar > sum presturin segði
(Men har sá hann ikki bjálkan í
sínum egna eyga)< nú veit eg
ikki um hesin J. P. H. er førur
fyri, at tosa um flisar og bjålkar,
hann heldur seg óiva vera eitt
yvirmenniskja við yvirmenn-
iskjansligum eiginleikum- eitt
vanligt menniskja (homo sapi-
ens) er í hvussu so er ikki fort
fyri at meta um flísar og bjálkar
hjá hverjum eðrum-.
Nú vil eg ikki koma inn uppá
tað, ið William Heinesen skrivar
um Sambandsflokkin »næsten
fuldstændig udnen moral« men
tær bøkur,eg havi lisið av hesum
rithøvunda meti eg sum »næsten
uden moral«, men tå hampuliga
stuttligur frammihjå lesnaður,
men tað er mikið møguligt, at
hesin sami rithøvundur ikki
stendur við tað, hann hevur
skrivað. Sálin er ikki við- bert
eitt útfyllingarítriv.
Jørgen Frantz sáli skrivar
»Sambandsflokken er »kulturelt
ganske impotent« (ein mentunn-
arligur geldingur) at tosa um
mentunnarligar geldingar å ti
politiska pallinum, tað er eftir
mínum tykki, at ríða sær ov
niðarliga, og eg haldi tað vera
sera »émansligt« av J. P. H. at
seta hetta av J. F. J. einaferð
frammborna postulatinum enn
einaferð á prent, tá ið hesin ikki
kann skriva aftur, tí tað kundi
hugsast, at hesin rithevundur
meinar heilt nakað annað. J. P.
H. skal halda seg vekk frá at
kuta sundur og síðan at seta
saman eftir hansara tykki.
Hvat H. W. P. meinar við
„Vit lata danir gera tað >skitna<
arbeiðið fyri okkum“, nú havi eg
ikki lisið hesa grein, ið stóð í
Tingakrossi, hvar J. P. H. hevur
enn á einum sinni verið við kvívi
og kuta burtur úr heildini, kann
vera torfort at skilja, so tað er
torført at ger a eina metan av
hesum út í æsur, men bert hetta
»skitna« arbeiðið, ið danir gera
fyri okkum, hetta kundi fyri so
vítt verið skrivað av einum, ið
ikki hevur hugsað seg væl um,
ja, enntá hevur hesin pennur
verið sera óbúgvin, men her má
sjálvandi síggjast burtur frá
sjálvum persóninum (greina
skrivaranum) sum eg meti at
vera ein av allar dugnaligastu
innan sína vinnu. Tað er nú
einaferð svá við materialistisk-
um lutum, at peningur kann
verða vunnin á ein sera »skitn-
an< hátt, sum ei orð kunnu
greiða- og til hetta verða so
sanniliga nýttir margir hættir,
men í hesum sambandi > vit lata
danir gera tað »skitna« atbeiðið
fyri okkum« tað er ein grov lygn.
Peningurin skal til- og so leingi
arbeiðshugur og ambitiónir ráða
millum manna, verður hann
eisini vunnin; men haraftur i-
móti verður hesin vunni pening-
ur tíðum skeivt lutaður sundur.
Tær flestu av hesum nakrar
áðurnevndu mill. verða so sanni-
liga nýttar á rettum stað og á
rættan hátt (hetta síðsta kann
sjálvandi altid verða tjakað um,
uttan iva fara nakrar av teimum
í teir skeivu lummarnar), men
nógar av hesum mill. (og her eru
tað nakrir eginvildir skapningar,
sum fáa ilt av tí) verða nýttar á
økjum, sum út frá einum kapi-
talistiskum og meterialistiskum
(profit) sjónarmiðið ikki geva
nógv av sær. Og er hetta at kalla
fyri tað »skitna« arbeiðið, so er
moralurin ringur innan enn fleiri
flokkar enn Sambandsflokkin
(sum William vil vera við).
Nú er tað svá, at ein stevnu-
skrá innan ein flokk er bert ein
beinagrind og tað verða so teir
einstaku limirnir, ið stuðla
flokkin, ið geva hesi beinagrind
kjøt og lív, so sjålvt um eitt
„ómoralskt< individ er innan ein
flokk, nýtist flokkurin sum heild
ikki at verða ómoralskur. Hetta
vóru so nakrar viðmerkingar um
demogogik, moral, geldingar og
„skitið“ arbeiðið.
Tá ið hetta er lisið sær tað
kanska út, sum eg havi tikið
sambandsflokkin í forsvar, men
tað havi eg als ikki, tað megu
teir sjálvir svara fyri og gera, ti
sambandsmaður eri eg sanniliga
ikki, men eftir ferimuni ein
trúgvur javnaðarmaður (ja,
javnaðarmaður/kvinna kann ein
jú altíð vera, verður tíðum sagt;
men hevur ein eina tilika hugs-
an, so fer hann rættuliga skeiv-
ur, tí tað at vera javnaðarmaður
ber sanniliga skyldur og ábyrgd
við sær, og ikki minst fjøll-
broyttar hugsjónir og hugaflog,
ið fevnir langt út um hetta
materialistiska- og tað er so
sanniliga ikki lætt at vera við at
bróta kapitalistiskar og egin-
vildar kreftur niður, og tann
sanni (eygsýniligi) javnrættur
verður framdur, har øll í samfel-
agnum verða vird og mett eins
og fáa rættindir óansæð hvat tey
gera og hverji tey eru).
Og her tykist líkasæla og
gáloysni at valda. Hugflog teirra
eins og skerdir fuglur (og eg
vóni; at hesi ymsu trúgvu
javnaðarfólk fylkjast í bólk fyri
at taka lógvatak saman, fyri at
vekja upp teir sovandi (dúrandi)
undangongumenn innan flokk
vára, fyri at fáa teir at arbeiða
og stríðast móti borgarligum,
kapitalistiskum og eginvildum
kreftum í tjóð vára, og verðun-
liga fáa hesar undangongumenn
í verki at arbeiða fyri javnrætti á
ollum økjum, ikki bert leggja
bót á gomul klæði, men arbeiða
við eini heildarloysn- og so má
hetta standa sína roynd. Ja,
verðunliga í verki sýna hvat teir
vilja gera (duga hesir ymsu
undangongumenn javnaðarflok-
sins ikki at skriva? eg síggi bert
veitt navn« og hoyri í flestu
forum bert > eina rødd« innan
flokk vára)....
Men tað sum eg serliga hefti
meg við í hesum spjadda greina-
stubba J. P. H. vóru orðini:
rættindir uttan skyldur= ol-
mussu.
Hetta orðið olmussu verður
nógv misbrúkt og tað serstak-
liga á okkara døgum. Og eg
haldi tað vera bara gott, at
ritsneis festir á blað, um hugs-
anina hjá ymsum monnum um
hetta orð (og ikki minst tað, tá ið
gjølla verður kannað, hvat ið
liggur í hesum orðið, tað mest
niðurbrótandi element fyri eitt
menniskja. Hetta orð: olmussa-
hvorji rámar hetta svárast og
nívandi? nei, eg hugsi ikki J. P.
H. ella Erlend Patursson við
fylgi, og tesvegna kunnu teir
gera tað við at spýta gall, gorð
og øvund > hvat muður mælir er
hjarta fult av« nei, hetta orð (og
tað, liggur í hesum orði)
rámar tey, ið ikki lata hoyra frá
sær, men læsa seg inni í kroysu,
menniskjur sum eru sera við-
kvæmar, vegna ótolandi ágang,
og tit eru sanniliga við til við
tykkara ræðumynd at fáa undir-
lutakenslur at vakna, niva og
drepa alt sjálvsálit, lívsmóti og
áræði hjá hesum menniskjum.
Tessvegna haldi eg tað vera
mest semiligt, at tú J. P. H.
nágreinuligua letur festa á blað
hvat tú verðunliga meinar við
hesum. Tú sigur, at tú vil enda
henda epistulin við.....< fyrst nú
er tú byrjaður, og tessvegna er
skylda tín nú, at greiða tína
hugsan enn gjøllari.
Hvat Erlendur skrivar um
hetta, tað hevur hann gjørt nú
alla sína tid og tað er tað sama (
sum um hann er tann einasti
rætttrúgvandi tjóðskaparmaður
í tjóð våra, ja, ennta ynskir at
gerast hetja (hann ynskir kanska
eisini at gerast pínsluváttur).
Vit hava neyvan enn sett spón
i greytin fyri at oll í samfelagn-
um skulu hava tað gott (men
stødugt kenna menniskjur seg,
sum um tey liva av olmussu)
svá, at tey ikki skulu kenna seg
at vera til birðu men hvussu í
allari viðu verð kunnu tey tað,
tá ið menniskjur, ið fólk síggja
upp til blíva við at draga
spekilsir fram: men haraftur
ímóti megu vit mana hesa
olmussutrellamynd burtur- og
vera við at byggja eitt sosialist-
iskt samfelag upp- har ell hava
líka rætt at liva uttan at kenna
seg nívdan av undirlutakenslum
men hetta verður sanniliga ikki
rått gjøgnum tjóðveldisfloksins
eginvildu tjóðskaparhugsanir, ei
heldur gjøgnum Fólkafloksins
og Gamla Sálvstýrisins
»bondasamfelag« hugsjón (einki
ilt um jardarbruk i hesari
merking, men hetta er i yvir-
førdum tydningi) og teirra kapi-
taistisku hugsjónum, ei heldur
verdur henda leid nått gjøgnum
Sambansflokksins afturhalds-
politikki (men her hugsi eg, at
eygu kunnu verða opnað, svá at
leiðin kundi verðið gingin í
neyvari samgongu) og so er bert
ein gongd leið eftir og tað er
Javnaðarfloksins tann einasta
berandi.
Jú sanniliga er stutt komið á
leið men tað er júst henda
ræðumynd, hetta olmussutrøll,
ið J. P. H. við fleiri, ið blíva við
at draga fram, men tá ið hetta
orðið olmussu verður strikað, tá
kunnu vit verðunliga byrja, og
bert tá
Vit í Javnaðarflokkinum vilja
av øllum alvi høgga hesa hugsan
i marga luta og sidan blåsa hetta
dust langt út i rúmdina. og
samtidis hetta at hava tað åvirk-
an, at båsar ikki longur vera til
oll í samfelag vårum verða oll
eins mett og bert koma at hava
sítt krstninavn at bera onki
annað. Vónandi er tann dagur
ikki langt burtur!!!
Eftir minum tykki tekur hetta
alt ov langa tid vegna afturhald-
andi og stuttskygdar kreftur í
samfelag várum, og tessvegna
hevur hetta tað árin á mið
javnaðarfloksins á tann hátt, at
hann bert kann seta nýggja bót
á gomul klæðir eingin heild-bert
smálepar men eg vóni, at enn
fleiri javnaðarfólk gerast livandi
og leggja glaður til tað bál, sum
fyrr ella seinri má birtast aftur
verður kveikt nýtt lív ein nýggj
tid!
Eitt verðunligt sosialistiskt
samfelag í tí rætta javnaðar-
andanum ikki eitt sosialistiskt
(kommunistiskt) samfelag eins
og t.d. Ísland og USSR, ein
heldur eitt samfelag sum J. P.
Heinesen og Erlend Patursson
eru talsmenn fyri verður at
sigrað, og tå vil henda trølla-
mynd olmussa, stakkalaforsorg
hvørva sum dogg fyri sól.
Sólmundur Joensen
Frá einum at teimum konsertunum sum jazzfelagið hevur skipað fyri
Havnar Jazzfelag
ársgamalt
Seinasta hósdag var jazzfelagið
ársgamalt. Tað kann sigast at
felagið hevur verið rættuliga
virksamt ta tíð tað hevur virkað.
Felagið hevur havt fleiri vitjan-
ir av útlendskum solistum og
jazzbólkum. T.d. kann nevnast
Karsten Vogel, Niels Husums,
sextet, Lekstuglaget og Dexter
Gordon. Kræklingar hava spælt
inn plátu saman við Holger
Lauman, men hon er ikki komin
í handlarnar enn. Annars verður
sagt frá felagnum at tað fær
vitjan av m.a. Karsten Vogel.
Eisini hann skal spæla saman
við Kræklingum ymsastaðni í
landinum.
Jazzfelagið er ikki stórt, ein-
ans 240 limir. Seinasta ár var
limatalið umleið 400. Formaður
felagsins, Høgni Djurhuus sigur
um orsekina til afturgongdina at
teir fingu hóp av limum í fjer
helst orsaka av vånaligum
dansividurskiftum i bynum, og
at fleiri av hesum limum nu av
eini ella adari orsøk hava mist
áhuga fyri felagnum