Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sáttmálasamráðingar: Arbeiðsmenn í Havn vilja hava 27% meira í løn Sáttmálasamráðingar millum arbeiðsmenn og arbeiðsgevarar eru byrjaðar. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur havt samráðingar við Havnar Arbeiðsgevarafelag um sáttmála, tó ikki lenarspurning- ar og eru hesar samráðingar me Er endaðar í semju. Tingast verður nú um lenarspurningar millum Feroya Arbeiðsgevarafelag ødrumegin og Føroya Arbeiðara- felag, Havnar Arbeiðsmannafel- ag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Feroya Arbeiðskvinnufelag hinumegin. Keldu-Jákup | elsti skipari | SU Lesið inni i blaðnum | Få i TTT SF BRØVE 70% afturat grundlønini Lenarkravið frå arbeiðaum er 70% afturat grundlønini og svarar hetta til umleið 27% í beinleiðis lænarhækking. Viðvíkjandi yvirtið verður 1. mai Sunnudagin klokkan 15 skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri fundi á Vaglinum. Reðarar eru: Karl Johannesen, form. Atli Dam, løgmadur og Pauli Ellef- sen, fólkatingsmaður. Aftaná fundin, sum Havnar Arbeiðsmannafelag skipar fyri, verður ein sjónleikur framførdur á Vaglinum. Hetta er sjónleikur- in »Trælaliv«. Vit hava tíverri ikki fingið nevnini á teimum leikandi, ei heldur nakað at vita, hvat innihaldið í leikinum er. Kravgonga fer síðani haðani út á Skansan, har fundur verður hildin. Rødarar fyri 1. mai bólkin verða Mikkjal Dånjalsson og Martin Lynghamar. Innbodnir rørdarar verða :D. P. Danielsen, nevndarlimur í Fólkafylkingini móti EEC og Gunver Hoydal, nevndarlimur í Fylkini móti NATO. kravt frá kl. 17—21, 45% aftur- at lønini, frá 21 — 24 65%, frá kl. 10 og úteftir, 100% , leygardag, 100% sunnudag og halgidagar 200%. Ov tidliga at siga nakað Vit hava eisini hitt formannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Tórstein Vilhelm á máli, men heldur hann tað vera ov tíðliga at gera nakra viðmerking. Vit hava verið saman eina lítla løtu, sigur hann, og vit hava fingið at vita lønarkrav arbeiðaranna, — longur eru vit ikki komnir, sigur Tørstein Vilhelm. Nr. 31 Leygardagin 30. april 1977 50. årgangur Leysasøla 2,00 kr. Havnar Arbeidgevara- felag ikki avtikið Tað hevur ljóðað, at menn vóru hugaðir til at avtaka Havnar Arbeiðsgevarafelag, men hetta verður av ongum á hesum sinni. Poul Mohr, formaður í Havn- ar Arbeiðsgevarafelag kann vátta fyri okkum, at talan hevur verið um at avtaka felagið, men hetta varð av ongum og sigur hann, at tað yvaleyst hevði verið til fyrimuns fyri báðar partar, at samráðingarnar gingu beinleiðis millum Feroya Arbeiðsgevara- felag og Føroya Arbeiðarafelag. Ungdómurin tekur um endan Lesið inni í blaðnum