Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

spsialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Orkumøguleikar SEINASTA leygardag bar eitt av blødunum tey tidindi at orkuroyndir vera gjørdar i Havn og talan er um royndir við eini vindmyllu ið kann framleiða el og hita. Í DAG eru bæði hitin og elframleiðslan kostnaðarmikil. Ljós og hiti kostar hvørjum húsarhaldi rættuliga væl av peningi og hugsa vit um samfelagsbúskapin, so telur brenni- oljan, ið nýtt verður bæði til hita og til elframleiðslu ikki so lítið í innfluttningi. MEÐAN oljan áður var ein bílig vøra, fekk oljukreppan, ið var fyri fýra árum síðani ta avleiðing at oljuprísurin fór upp og eingin ivi er um at oljuprísurin er farin upp fyri at vera. Fyri okkara viðkomandi, fekk hetta rættiliga stóra ávirkan á handilsjavnan. FARA vit t.d. til okkara næsta grannaland fyri vestan, sum er Ísland, so hava tær heitu keldurnar, ið útvega hitan til meginpartin av Reykjavík og til fleiri onnur búpláss har á leið. Tá gingið varð yvir til at nýta hesa orkukeldu, fall prísurin til hita við 75 pst. VIT hava ongar heitar keldur, men kortini eru møguleikar fyri orkuframleiðslu her hjá okkum. Vit nevndu í fyrstani royndirnar við vindorku. Tað er so ein møguleiki. Ein annar møguleiki er vatnorkan. Og aðrir møguleikar eru streymurin, flóð og fjørda og so hitin frå teimum brennistødum ið eru, og teimum sum í fystu framtíð ætlast at koma. KØNIR menn hava mett, at væl av hita kann framleiðast, um bert vanligt avfall, øll gomul bildekk og øll spillolja frá skipum, varð brend. Saman vid teknisku umsitingini hjá Tórshavnar Býráð hevur Føroya Kommunu- felag arbeitt við hesum spurningi, og ætlanin er, at nýtsla skal gerast frá teimum brenni- stóðum ið kommunurnar fara at gera. GJØRDU vit nýtslu av gllum hesum møgu- leikum er onki at ivast i, at vit kundu verið spardir fyri at innflutt olju til elframleiðslu og at vit kundu minka munandi um innflutning- in av olju til hita. LØGTINGID hevur fyri stuttum sett eina orkunevnd. Tað hevði verið skilagott, um nevndin lat allar hesar møguleikar kannað, og kom við tilmæli um útbygging á hesum økjum. SJÅLVANDI verður tað kostnaðarmikið at útbyggja allar hesar møguleikar. Men kortini verður hetta ein íløga sum loysir seg og ein iløga sum vit nærum hava skyldu til at gera. sosialurin Nr. 31 — 30.april 1977 dagbokin 1. mai fundur å Tvøroyri Arbeiðsmannafelagið Fylk- ing á Tveroyri skipar, saman við Tveroyar Handverkafelag og Fiskipigernes Fagforen- ing, fyri 1. maí fundi á Tveroyri. Byrjað verður við skrú- gongu gjøgnum byin, fram- vid flakavirkinum, og fundur verður so settur i skúlagarð- inum, har reður verða hildn- ar. Eisini verður tónleikur. Studningur Ráðið fyri Fróðskaparsetur Føroya, ið situr Grunni Onnu Djurhuus til áminnis um Sverra Fon, hevur á fundi 21. apríl samtykt at veita Magn- us Dam Jacobsen 10.000 kr. í studningi til útgávuna av bókini Skitsur, sum kemur út í september. Somuleiðis fær Prentstovan í Havn 10.000 kr. í studningi til útgávu av skaldsegu eftir Jens Paula Heinesen. Nær henda bókin kemur út, er åvist enn. Ungdómshús A komandi býráðsfundi hós- dagin verður málið um ung- dómshús til Skansastovu endaliga vidgjørt. Frá ment- unarnevndini eru tvær tilráð- ingar. Onnur er frá Heðin Mortensen, sum mælir til at geva Skansastovu ekið sunn- an fyri viðalundina til ung- dómshús. Hin tilráðingin er frá Kára Thorsteinsson, Jákup Suna Jacobsen, Ølavur Michelsen og Petur Christiansen. Teir mæla til at geva ungdómin- um grundstykki á Sortudýkið Rætting Viðvíkjandi sjónleikunum »Vårflugur« kom nakað skeivt fyri í seinasta blaði. Nevnt varð, at Elin Mourits- en var ein av teimum leik- andi. Hetta er ikki so. Elin | hevur verið við til at leggja leikirnar til rættis saman við Gunnvør Øregaard og Olivur Næss. Lagt skal eisini vera aftrat her, at umframt leikar- arnar, sum vórðu nevndir í blaðnum mikudagin, eru Jó- hanna Maria Djurhuus og Bjork Videro. } Fótbólts- landskappingin Landskappingin í fótbólti byrjar í dag. Fyrsti dysturin i kappingini er millum føroya- meistararnar í fjør og nýggja liðið í 1. deild, Fram. Dysturin millum Fram og TB verður spældur á ovara velli í Gundadali í Havn og byrjar klokkan 14,30. Sunnu- dagin verða tveir dystir. B36 og IF spæla í Havn og VB og HB spæla í Vági T Vit siga hervið frá, at kæri maður mín og pápi okkara, POUL E. PETERSEN fyrrverandi lærari andaðist á landssjúkrahúsinum mánadagin 25/4. Elinborg Katrin og Elsa Birgitta Landsfundur Foroya Javnaðarflokks Verður í Havn í døgunum 20., 21. og 22 mai. Nærri um fundarstað og klokkutíðir verður sent feløgunum saman við dagsskránni. Fv. Atli Dam, formaður Vilhelm Johannesen, skrivari Lýsing frá Norrøna Felagnum Norrøna Felagið í Føroyum sóknast eftir einum fólki, ið kann átaka sær at vera stjóri. Talan er um sjålvstødugt og áhugavert arbeiði til tann, ið áhuga hevur fyri føroyskari luttøku í norrønum samstarvi. Arbeiðið umfatar m.a. umsiting av felag- um og roknskapi tess — og teimum samar- beidstiltøkum, ið stjórn felagsins setir í verk ella tekur lut í saman við øðrum norrønum feløgum. Neyðugt verður at fara á fund við stjórar úr hinum 6 feløgunum einar 2 ferðir um árið. Lønin verður eftir avtalu við stjórnina. Ætlast kann, at arbeiðið tekur einar 4—5 tímar um vikuna. Felagið fær høli í Norrønu Håsunum, tå ið tey koma. Umsóknir eiga at vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 1. juni 1977. Reyður 1. mai Sjónleikurin Trælaliv verður framførdur á vaglinum aftan á vanliga 1. mai-haldið. Kravgonga fer haðani út á Skansan, har fundur verður hildin. Rødarar fyri 1. mai-bélkin verða Mikkjal Dánjalsson og Martin Lynghamar. Innbodnir rødarar verða D. P. Danielsen, nevndarlimur í Fólkafylkingini móti EEC og Gunvør Hoydal, nevndarlimur í Fylkinigini móti NATO. Fyri Sosialistiskum arbeiðaraveldi! Móti følskum arbeidarapolotikki! 1. mai-bólkurin Lýsið í sosialinum