Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 30. apríl 1977 sosialurin Síða 3 Kappróður í summar sum vant Andras tikið við formansstarvinum í róðradeildini Róðradeildin hjá ÍSF hevur skipað seg við einum formanni. Hetta hendi sunnudagin á einum fundi millum starvsnevndina og róðradeildina Andras Danielsen av Skála kall- aði saman til fundin. Hann var valdur til formann í deildini, tá r6drarnevndin skipaði seg nakað herfyri. Men Andras bar seg tá undan formansvali, ti hann helt, at hann var ov nýggjur og óroyndur at taka eitt tílíkt ábyrgdarstarv uppá seg Nú hevur Andras so kotini gingið við til at taka við sum formaður í róðradeildini. Róðradeildin er longu farin undir fyrireikingarnar til stevn- róðrarnar í summar. Ætlanin er at hava ein fund við allar stevnufyrireikararnar heilt skjótt. Áðrenn stevnurnar verð- ur eisini ein fundur við dómar- arnar, so ongar misskiljingar vera í ár. Freistin fyri at boða frá kapp- róðuri í ár á ellum stevnum gongur út tann 21. mai. Tað er bert at gleðast yvir, at onkur hevur vilja tikið um endan og forða fyri, at stevnuróðurin í ár verður av ongum. Ti hesin møguleikin var til staðar. Men góða eydnu til Andras og hinar limirnir í deildini. ORMURIN LANGI å flot um 14 dagar Havnar Róðrafelag nýggja nevnd Um góðar 14 dagar fer Havnar Róðrarfelag at flota nýggja kappróðrarbátin, sum felagið hevur fingið úr Danmark. Báturin, sum er 11 metrar langur, hevur fingið navnið »Ormurin Langi« Bjarni Djurhuus, fyrrverandi nevndarlimur í Havnar Róðra- felag er hann, sum hevur fingið båtin til Føroya. Tað var. hann, sum nakað herfyri fór undir at kanna møguleikarnar at fáa ein sonevndan útlendskan kapp- róðrarbát til Føroya. Fingu hann ókeypis — Tað hevur nú eydnast okkum at fáa ein tilikan bát. Vit hava fingið bátin ókeypis frá Bag- sværd Roklub, sigur Bjarni Sjurhuus. Ein tilikur båtur hevði annars kostað okkum meira enn 20.000 krónur. Hesin báturin, sum nú stendur í neyst- inum hjá Havnar Róðrafelag, er umleið 15 ára gamal, men hann er í hampuliga góðum standi. Vit skulu einans skifta nøkur bond út og gera aðrar smávegis umvælingar, áðrenn vit flota bátin. Tað verður vónandi um einar 14 dagar, sigur Bjarni. Fýrari við róðursmanni Báturin er ein sonevndur fýrari við róðursmanni. Teir, ið rógva, skulu ikki viga minni enn 45 kg. Tað kann til dømis nevnast her, at í altjóða kappingum, har hesin báturin verður nógv brúktur, klára fýra mans at rógva eitt strekki uppá 2000 metrar uppá 6 minuttir og 30 sek. — Vit hava longu fingið mann- ing til bátin, sigur Bjarni, men tá vit eru heilt óroyndir við tililkum bátum, er neyðugt við leiðbeining at byrja við. Selvi Winther Olsen, lækni her í Havn, er instrukterur í rógving. Meguleiki er fyri, at hann letur eina hjálpandi hond. & ha ÁM Bjarni Djurhuus Heðin Mortensen — Ilt er at siga nú, um tað verður áhugi fyri hesum nýggja bátaslagnum í Feroyum. Men koma fyrispurningar frá eðrum felogum vilja vit fegnir hjálpa, og eg eri tilreiðar at fara til Danmarkar at kann møguelik- arnar at fáa fleiri tilikar bátar, sigur Bjarni Sjurhuus við Sosi- alin. Havnar Róðrafelag aðalfund Flaggdagin tann 25. apríl hevði Havnar Róðrafelag árliga aðal- fund sín í neysti felagsins. Á fundinum varð ein nýggj nevnd vald. Í nevndina komu: Heðin Mortensen, afturvaldur Ossur Simonsen, afturvaldur Harald Joensen, nývaldur Hannis Joensen, nývaldur Kirstin Debes, nývaldur Gudny Eikholm, afturvald Hans P. Joensen, nývaldur Eykamenn eru: Frímund Sivert- sen og Pauli Wang. Undan afturvali bóru seg: Bjarni Djur- huus, Lutherus Hansen, Ingi- bjørg Poulsen og Luis Hov- mann. Tvær nevndir A aðalfundinum varð samtykt at seta tvær nevndir, sum skulu arbeiða við ymiskum málum. Onnur nevndin skal taka sær av venjingini. Hon skal eisini royna at seta í gongd okkurt nýtt. Hin nevndin skal fyrireika hugna- kveld o.a. í neystinum fyri limunum. Heðin Mortensen sigur, at teir skjótt fara at kalla saman til eykaaðalfund. Ætlanin er at endurnýggja lógina og reglu- gerðina hjá felagnum, sum er tå rættiliga gomul. Fåar broyting- ar eru gjørdar, síðani felagið varð sett á stovn fyri 45 árum síðani. Í ár kunnu limirnir í Havnar Róðrafelag halda 45 ára jubile- um. Felagið varð nevniliga stovnað tann 25. juni 1932. Havnar Róðrafelag fer undir venjingarnar til stevnurnar beinanvegin. Bátsmanningarnar hava longu verið úti og tikið á.