Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Vend í diskotekklubbamålinum: Nú tekur ungdómurin sjálvur um endan Limirnir velja sær fimmannanevnd Seinasta leygardag var eykaaðalfundur í disko- tekklubbanum i Havn. Vald varð ein fimmmanna- nevnd ístaðin fyri teir báðar, Petur Olivar í Hoyvík og Árna Joensen, sum hava sitið í nevnd klubbans nú í fleiri ár. Nýggja nevndin ætlar innan ein mánaða at hava eina frágreiðing klára um viðurskiftini i felagnum. Her verður serliga hugsað um roknskapirnar, sum ikki eru fram- lagdir tey seinastu árini. Tað er komin vend í diskotekklubbamålid Fundarfrågreiding: Eykaadalfundur i Diskotek Club, Tórshavn tann 23. apríl 1977. Fundurin, ið var lýstur til at vera kl. 15,00 var umboðaður av um 200 limum, og orsakað av, at eingin av nevndarlimunum var mettur, varð uppskot sett ftam, at fundurin skuldi velja ein orðstýrara (fundarstjóra). Hans Birgir Hansen kom fram við uppskoti um Lars Jespersen, men tók hann seg aftur. Tórfinn Hejgaard setti Jógvan Páll Las- sen sum uppskot, og valdi fundarfólkið Jógvan Páll við lógvabrestum. Aftaná at hava Ng = St" kanna um fundurin var rætt fráboðaður, og at neyðuga 1/3 av undirskiftum limanna um fundarkrav vóru til staðar, og vissa varð fingin fyri hesum, setti fundarstjórin fundin. Sum punkt tvey á skránni var val av skrivara, og vóru Ejler Johannesen og Lars Jespersen skotnir upp, men tók Ejler seg aftur. Tá eingin onnur uppskot komu, var Lars settur sum skrivari fyri fundin. Virkið felagsins Farið var undir punktið: Frá- greiðing frá virki felagsins frá byrjan av, og biður fundarstjór- in um frágreiðing. Sigmund Reinert biður um orðið, og sigur frá, at honum er litið upp í hendi at umboða fráverandi nevndar- limirnar, men orsaka av at báðir nevndarlimirnir eru burtur- staddir fyriliggur eingin frá- greiðing. Sigmund kemur síðani við umbøn til limirnar, at fáa eykaaðalfundin útsettan í einar 14 dagar, so nevndarlimirnir kunnu fáa hevið til at vera umboðaðir. Fundarstjórin spyr, um ein føst tíð kann ásetast, men tá hetta ikki kann gerast, verður uppskotið tikið aftur. Tá tað einasta, ið fyriliggur viðvíkj- andi frágreiðing, er fundarfrá- greiðingin frá limafundi 12. apríl, lesur skrivarin frágreið- ingina. Viðmerkingar til frá- greiðingina vóru ongar. Roknskapur Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. Tá ið eingin roknskapur fyrilá sein- asta roknskaparár, kundi hesin iki framleggjast, men hevði fundarstjórin eitt eintak av 1975 roknskapinum. Fundarstjórin gjøgnumgekk henda roknskap- in, og biður um viðmerkingar, fyri ella ímóti roknskapinum. Lars Jespersen biður um orðið, og heitir á fundarfólkið um at taka avstand frá roknskapinum og vraka hann. Fundarstjórin viðmerkir, at um limirnir góð- taka roknskapin fyri 1975, góð- taka teir somuleiðis býtið av avlopspeningum millum nevnd- arlimirnar. Atkvett verður um roknskapin, men er eingin fyri. Uppskotið um at taka avstand frá roknkapinum og vrakan av honum varð viðtikið. 5-fólkanevnd Tá punktið um val av 5-fólka nevnd verður framsett, vísur fundarstjórin á lógin fyri Disko- tek Club, har ikki er tilskilað hvussu stór nevndin skal vera, og gongur kravinum um 5-fólka nevnd á meti. Fundarstórin biður um uppskot til nevnd. Hans Birgir Hansen kemur við fylgjandi uppskotum: Lars Jespersen, Høgni Joensen, Magni Arge, Snæbjrøn i Dali, av ødrum uppskotum verða framsett: Hans Birgir Hansen, Årni C.Joensen og Petur Olivar i Hoyvik. Magni Arge tekur seg aftur fyri val Høgni Joensen bidur sidani um orðið, takkar fyri álitið, men ber seg undan vali, men vísur á viðurskiftini innan felagið, og sigur at umhugsað hevur verið møguleikarnar fyri nýggja nevnd, og at limir eru fyrispurd- ir um at átaka sær nevndarar- beidi. Høgni kemur síðani fram við einum samlaðum uppskoti um fimmfólkanevnd: Ejler Jo- hannesen, Lars Jespersen, Hanna Lisberg, Hans Chr. Jo- ensen og Snæbjørn í Dali. Ávísur samstundis sundurbýtið av uppgávum innan nevndina, sum t.d. roknskap, gerðarbók, kontrollar og starvsfólk annars, disk-jocky og orkestur, viðlíka- hald av tekniskari útgerð og daglig ábyrgd úteftir. Hetta uppskot Høgnar verður mett við lógvabrestum. Sigmundur Reinert gerð vart við, at vandi er fyri, at felagið verður upployst, og møguleiki er fyri, at dansurin verður steðgað- ur í kvold. Sjónleikarhúsið Høgni Joensen biður um orðið, og gerð limunum greitt, at hóttanin frá Sigmundi verður skúgvað butur, og at dansur vilvera undir ollum umsteðum. Felagið kann ikki upploysast av sitandi nevnd, og dansur kann fara fram í Sjónleikarhúsinum. Høgni las síðani skriv aktiv- istanna til Havnar Sjonleikarfel- ag, har støda felagsins i stuttum verður gjørd upp, lesur síðani svarskriv frá Havnar Sjónleikar- felag, har nevnd H.S. letur høli felagsins til Diskotek Club'ans nýtslu. Henda framløga verður mett við lógvabresti. Fundarstjórin ávisur, at hetta kanska er uttanfyri skránna, men at tað verður góðtikið saman við uppskotið av valevn- um, spyr um sitandi nevnd tekur seg aftur. Tá hetta ikki verður gjørt, verður farið undir at- kvødugreidslu. Atkvødusedlar verða útleveraðir mótvegis framvisan, av limakorti. Ein av nevndarlimum Havnar Klubba verdur bidin um at savna at- kvøduseplarnar innaftur, og eft A atkvødu eðilin var møguleiki at seta upp irlikar hann hesum til fimm nøv, og tå talt varð upp, var urslitid hetta Nr. 31 — 30. apríl 1977 Atkveður Hans Birgir Hansen 11 Petur Olivar i Hoyvík 10 Arni C. Joensen 12 Ejler Johannesen 126/122 Lars Jespersen 1398/13" Hanna Lisberg 137 Hans Chr. Joensen 137 Snæbjørn i Dali 136/137 Finteljing fór ikki fram, tá munurin var so lítil, og úrslitið um nevnd ikki vildi verða ávirk- að av hesum. Sum seinasta punkt á skránni var YMISKT. og ávísti fundar stjórin, at ongar lógarbroytingar fyrilógu, lýsti síðani orðið frítt at vera. Øssur Winthereig bað um orðið, og las upp eitt uppskot um fundarsamtykt, ið innibar eina álitisváttan til nývaldu nevndina, ið var sóljóðandi. »Fundarsamtykt Eykaadalfundurin i Diskotek Club i Tórshavn tann 23. april 1977 heitir år nyvaldu nevndina at, fara undir arbeidi alt fyri eitt at fåa øll ivamål i vidurskiftum felagins greið. Fundurin tekur samstundis onga ábyrgd fyri tey ivamál, ið hava verið frammi undir leiðslu av fráfarnu nevnd, sum t.d. væntandi heimild til býti av avlopspeningi felagsins, men á- leggur nývaldu nevndini at kanna virkið fráfarnu nevndana, og framleggja úrsltið á einum nærri åsettum eykaadalfundi.« Omanfyristandandi er vidtikid å eykaadalfundi i Diskotek Club i Tórshavn tann 23. april 1977. Samstundis ålegdi hann nevndini at kann øll ivamål, id kundu verða i viðurskiftum fel- agsins, eins og virkið fráfarnu nevndanna skuldi kannast og framleggjast fyri limunum á einum nærri ásettum eykaaðal- fundi. Uppskotið var lagt fram til atkvødugreidslu, og varð tað viðtikið við at eingin ímóti, og meirilutin fyri. Vegna nývaldu nevndina takkaði Lars Jespersen fyri álit- ið, limirnir høvdu vist nevndini, og gav lyfti um, at arbeidast vildi fram móti at greiða dansi- viðurskiftini í Havnini eins og ungdómsspurningin yvirhøvur. Samstundis takkaði hann akti- vistbólkinum fyri tað stóra fyri- reikingararbeiðið, ið hevði verið lagt. og vónaði hann, at nevndin vildi fáa stuðul frá limunum, um tað gjørdist neyðugt. Við ti treysti vildi nyvalda nevndin fara til verka beinanvegin. Tá ikki fleiri bóðu um orðið, takkaði fundarstjórin fyri góðan fundarsið og høviskan atburð limanna, og sleit fundin klokkan 17,15. Jogvan Påll Lassen fundarstjori Lars Jespersen skrivari