leygardagur 30. apríl 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Nr. 31 — 30. apríl 1977
hjá Strandferðsluni
Ført skip millum Sørvåg og Mykines i ein mansaldur
Seinastu árini eru stórar broytingar framdar innan Strandfaraskip
Landsins.
Strandferðslan hevur økt so munandi
ferðslulið nú verða røktad av ti almenna.
Ætlanin er at byggja fleiri nýggj strandfaraskip, her er eisini talan um
eitt far til ferðsluna um Mykinesfjørd.
Umborð á núverandi mykinesbåtinum »Sålan«, starvast elsti strand-
faraskiparin.
um virkisøkid, at nærum øll
Sosialurin hevur hitt persónin aftanfyri skiparaheitið og fest á blað
nakað av tí, hann greiddi frá.
82 ára gamli skiparin á strand-
faraskipinum »Sulan«, Jacob
Jacobsen, betur kendur sum
»Keldu-Jåkup«, hevur ført skip
millum Sørvåg og Mykines i ein
mansaldur.
Hann var føddur 17. januar
1895 å Kelduni i Sørvågi og er
næstelstur av 6 systkjum
trimum dreingjum og trimum
gentum.
Fadirin og móðurin, Jacob
Mathias og Ellen Sofia, drivu
handils- og reiðaravirki. Tveir
dekksbátar hoyrdu til húsið og
mundi tað heslt vera orsekin til
at heitt varð á Jacob og elsta
bróðurin, Martin, um at fara til
Mykinesar eftir einari brúður.
Hetta fór fram ár 1909 og var
hann sostatt bert 14 ár á fyrsta
leigutúrinum til Mykinesar
„Kære Jacob!
Hjertelig tak for de
gange du har sejlet mig sikkert
over det urolige fravand mellem
Vágar og Mykines<
mange
Soleiðis tekur ein fremmand
ferðakvinna til orða.
Nógv fremmand ferðafólk
vitja vesturi í Mykinesi, eina
helst um summarið. Uttan iva er
tað ríka fuglalivid orsekin til
tess. Mangir avgestunum venda
aftur á hverjum ári. Hjá teimum
er »Keldu-Jåkup« vorðin ein
náttúrligur liður í Mykinesferð-
ini
At Jacob tekur væl móti
fremmandi gestinum, bera tey
mongu brevini og ikki minst
hópurin av fjarritum á foðingar
døgunum, prógv um.