Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 30. apríl 1977 sosialurin Vandamikil fjørður Mykinesfjøråur er mettur at vera eitt av streymharðastu og fyri ókunnug eitt ógvuliga vandamikið sjoøki at sigla i Hóast hesar umsteður, eru tað ivaleyst fá, ið hava felt seg ótrygg saman við Jákupi á fjørdinum. Eg havi ikki tal á ferðunum um fjerðin, men tær eru óiva fleiri túsund. Nú er laga manni at útrokna streymviðurskiftini við hjálp av álmanakka og streymtalvu. Fyrr hevdu vit bert sól og mána at meta okkum eftir. Hevur ført 4 ymsar bátar Aðrenn Strandferðslan, í 1969, yvirtók ferðasambandið, varð tað i mong ár røktad av pf N. Niclasen úr Servági. Síðan Keldu-Jákup tók við sum skipari í 1948, hevur hann ført 4 ymsar bátar. — Tann fyrsti var dekksbátur- in Uranus, sum Thomas Jacob í Búðini átti og silgdi hann. sjálv- ur við sum motormaður. —Seinni, fyrst í 50'unum, keypti p/f N. Niclasen Hamra- berg. Hesir bátarnir vóru um somu stødd, umleið 9 tons. Triði báturin var Akranes Hann var ov stórur at leggja at landi við í Mykinesi, so vit noyddust at sigla ferðafólkið til og frá lendingini við opnum báti, greiðir Jacob frá. Tveir manns við Súluni Tveir manns sigla við Súluni. Maskinmeistari er Hans Nicolái Thomasen, eisini úr Servági. Fleiri sørvingar hava, gjøgn- um tíðina, ført rutubátin til Mykinesar. Ein av teimum er Heine Heinesen ella „Heini i Húsi“, sum nú er 85 ár. Jacob hevur siglt saman við fleiri motorpassarum og nevnir m.a. Sofus hjá Ívari, Venzel Mouritsen og Harry hjá Bena- dikt. Nýggja skipið umleið 31 fótur langt Í samband við ætlanina um at byggja nýtt strandfaraskip met ir Jacob, at eitt umleið 31 fetur langt, men breiðbotna skip, vildi verið vælegnað. Súlan er men heldur trong. Hon er góð kend til 21 ferðafólk, men tá bert 8 pláss eru í lugarinum, verða tey flesta at standa á dekkinum og tað eru ov vánalig kor at bjóða fólki. Í góðum steymi tekur túr- urin bert ein góðan tima, men vanliga ein tíma og 15 minuttir. Við Akranesi sigldi vit undir ein tíma, so tað var eitt aftur- stig, máta, tá vit fingu Súluna, sigur Jacob. sjógóður bátur, i so - Uttan postsamband i 8 vikur Mangan hava mykinesmenn verið uttan samband við um- heimin í longri tíð. Í ferða- skránni stendur, at Súlan siglir týsdag, hósdag og leygdardag, ella tá kyrt er. -Einaferð, tá vit hevdu Hamraberg, gingu 8 vikur áð- renn farast kundi aftur til Myki- nesar, vegna ókyrru. Tað er longsta tíðarskeið, uttan post- samband, í mínari tíð. Ongantíð hevur báturin verið í ólagi, men tá havi eg syrgt fyri at leiga aðrar bátar, ti uppgávan mín er at tryggja so regluligt samband, sum gjørligt. Ongantíð hildi feriu Flest oll mykinesfólk taka undir við, at Jacob er og altíð hevur verið nærlagdur og ábyrgdar- kendur í starvinum vetrarfri eru ókend. Bert dagar hava borist honum undan, vegna sjúku Ikki fasta løn Jacob hevur ongantíð fingið fasta løn. Tá Strandferðslan yvirtók siglingina, var hann komin í eftirlønaraldurin og fekk í fleiri ár ta minstu upphæddina, ti hann var í aktivari vinnu. Samsýningin fyri fyrsta turin, eg minnist, var 4 krónur. Tá eg byrjaði fasta sigling, fekk eg 25 krónur og í dag fái eg 160 krónur fyri túrin Uppá fyrispurning um hann er nogdur við lenina, smílist hann og sigur Eg havi ongantíð klagað, so eg man vera nøgdur?! Vit eru mong, sum ynskja Jákupi fleiri góð ár framyvir umborð á »Suluni«. Eyðfinn Jacobsen skrivar um Í Keldu Jákup gettó » Fyribrigdi sum summar- ella fáir